hósdagur 12. september 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 105 · 13. september 2013
4
VIKUSKIFTI
Strongman
Tróndur Arge
trondur@sosialurin.fo
Komandi leygardag skulu Føroyar og
Danmark dystast í styrki, tá enn ein
Strong Man landsdystur er á skránni.
Hetta er annað árið á rað at skipað
verður fyri eini slíkari kapping, har
tvey umboð úr Danmark skulu dystast
ímóti tveimum føroyingum í styrki.
Føroysku umboðini eru Bogi
Hammer og Bjarni Nielsen, sum blivu
nummar eitt og tvey í kappingini um
at gerast Føroya Sterkasti 2013.
Mótstøðumenninir eru Mikkel
Leicht úr Keypmannahavn og Nicolai
Hansen úr Glumsø. Teir eru ávískavist
sterkasti og næststerkasti maður í
Danmark. Kappingin er hørð millum
teir báðar. Seinast DM var í styrki var
bara eitt hálvt stig á muni.
Í fjør var eisini landsdystur millum
Føroyar og Danmark. Tá vann Danmark
dystin, eftir at Jákup Súni Berg bleiv
skaddur.
Kappingin hesaferð minnir nógv
um kappingina í fjør, tó verður lands
dysturin í ár í Vági.
Suðringar elska styrki
Hesa ferð verur landsdysturin í Vági.
Tað era v góðum royndum, at Bogi
Hammer, fyriskipari, hevur valt at flyta
landsdystin.
– Eg havi siglt við trolara úr suðri
og tað er ein heilt onnur mentan, tá tað
kemur til at spæal sær við styrki har. Eg
plagdi eisini at fylgja Regini Vágadal,
tá hann var har suðri í kapping. Hann
segði at tað vóru tær bestu, tí tað vóru
so nógv fólk, sigur Bogi Hammer og
leggur afturat;
– Tað er eisini ein liður í, at fáa
kappingina at koma runt landið, so øll
kunnu uppliva tað, sigur Bogi Hammer
víðari.
Nýggj styrki á landsliðnum
Bjarni Nielsen er nýggur á føroyska
landsliðnum í styrki. Hann er 25 ár og
bleiv nummar tvey í FM.
– Tað er bara deiligt, at eg eisini kann
blíva úttikin til føroyska landsliðið í
onkrum, sjálvt um eg skuldi blíva 25 ár
áðrenn tað hendi, sigur Bjarni Nielsen
við einum brosið.
Bjarni hevur vant nógv seinasta árið
og nú er hársniðið eisini komið upp
á pláss, tí hann hevur fingið sær eitt
sokallað »Mohawk« hársnið.
Bogi við gott mót
Bogi Hammer hevur sett seg tungt á
heitið sum føroya sterkasti maður. Hann
er ikki í iva um, at føroyska landsliðið í
styrki er so gott sum ongantíð fyrr.
– Vit hava vant hart og miðvíst, og
eg vil siga, at vit eru í tí besta forminum
nakrantíð, sigur Bogi Hammer, sum
umframt at luttaka í kappingini eisini
er fyriskipari.
Kappast verður í fimm greinum:
Farmers walk, tire flip, greb, power
stairs og lyfta steinar á platt.
– Um so er, at menn hava nakað
av styrki eftir, tá kappingin er liðug,
er ætlanin at lyfta høv, sigur Bogi
Hammer at enda.
Landsdysturin í
styrki móti Danmark
Um vikuskiftið bresta tveir av sterkastu monnunum í Føroyum og
Danmark saman í landsdysti í styrki. Landsdysturin verður í Vági