Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Góðu pisur! Einaferð í áttatiárunum var ein íslendsk kvinna her í Havnini. Hon hevði hesi evni, sum mangur íslendingur fær í vøggugávu, og sum ger hetta fólkið til eina tjóð av skaldum: at duga at varnast tað, sum balist millum heims og heljar. Í lendinum niðan fyri Viðalundina, vestan fyri har vit standa, hevði hon sæð eitt samfelag av vættrum. Hugtakandi var at hoyra hana fortelja um tær reyðu og bláu, brandgulu og døkkbláu verur, sum hildu til har á heyggjum og í lægdum — so ófatiliga vakrar, at bara vølvan ella yrkjarin høvdu gávuna at hóma tær: Fyrsta reyð og onnur blá, triðja grøn við brota, fjórða hvít við gulli á hon ber gyltan sprota. Hetta fær meg at hugsa um, at Vættrar og húsaskorð fyrst í tjúgunum var at kalla óbygt á økinum sunnanfyri her vit standa. Brúgv var longu tá um Hoydalsvegin, og niðan fyri brúnna fór Havnará tutlandi millum klettarnar. Tey húsini, vit nú rópa Hans Andriasar hús, stóðu tá. Tann, sum bygdi og átti tey, var Harald á Trappuni. Á hesum stað varð miðskeiðis í tjúgunum Sjónleikarhúsið bygt. Húsið varð vígt tann 10. desemb- er 1926. Havnarfólk, sum tá vóru ung, minnast enn, hvussu merkiligt tað var at síggja ein rættiligan teatursal, við stórum leikpalli. Men minniligast var, søgdu tey, tá ein høgur, fattur maður steig inn á pallin og bar fram vígsluorðini. Yrkingin byrjaði og endaði við hesum reglum: Verði høgt til loft, verði vítt til veggja, lati vakurleikan til stórgerð eggja. Tann bara eitt sindur fundvísi býarvallarin hevur ikki ilt við at finna vakurleika í okkara høv- uðsstaði, bæði av tí gróðrarríkt bylgjandi og tí meira strangliga stílførda slagnum. Standmyndin á sýnini vestanfyri okkum boðar frá ovfarakæti og lívsgleði. Relieffið á galvinum á Gamla Kommunuskúla er myndað við so stílførdari og klassiskari einfeldi, at tað líka so væl kundi prýtt eitt byggiverk í Athen á Platons døgum. Hondin uttan fyri Nóatún — stutt frá Venjingarskúlanum — er dømi um ta allegorisku - lutvís gátuføru - nýromantikk, sum var frammi um fyrra aldamótið. Hennara mongu og sjáldsomu systkin kann ein síggja í uttandura listasavni Einars Jónssonar í Reykjavík. Tað kann vera ómakin vert at steðga á eitt lítið bil uppi yvir vakurleikahugtakinum. Tað er sum vit føringar viðhvørt hava ilt við at skyna á frasi og aðalkorni, tað veri seg í list, bókmentum, gransking ella øðrum umráðum. Av tí sama er ikki øll list og ikki øll bygging í okkara høvuðsstaði okkum til sóma. Býurin er ein andandi vera. Poknurnar í hesi veru eru tær fløtur av grøði og grønsku, sum daga millum tekjur, og teir søguglottar, sum hómast í skotum ella skyggja úr gomlum veggjum, har nútíðarhondin ikki er sloppin at gera feigdina um seg. Ráðini til arkitektar og politikarar eru: Farið út um býin, um tit vilja seta monument yvir tykkum sjálvar. Og flytið tey húsaskorð, sum pleyra á høvdum og forða útsýninum, út um býin, so ikki vakurleikans vættrar med alla flýggja úr okkara landi. Fara vit til ta fyrstu regluna í vígsluyrkingini, so hevur hon sjáldan sýntst so beinrakin sum í dag. “Verði høgt til loft, verði vítt til veggja”. Mær tykir, at summir av okkara gudfrøðingum hava fingið kvinnuna í rangastrupan, og at aðrir minna um dreivað tjøldur, ørkymlaðir av spurninginum um samkyn og hinkyn. Men trongskygni og smásinni ger ikki bara um seg á tí átrúnaðarliga økinum. Eg nevndi í áðni standmyndina á høvdini vestan fyri okkum. Hon varð sum kunnugt sett til minnis um einasta føroyska rithøvund higartil, hvørs list hevur verið á nobelvirðislønarstigi. Men stóð tað til onkran av hansara føroysku starvsbrøðrum, varð henda standmynd neyvan sett. Í vetur kundi ein lesa í føroyskum bløðum — í einum ummæli av bók eftir Berg Hansen um skald- skapin hjá Karsteni Hoydal - at William Heinesen var ikki før- oyskur, men danskur rithøvundur. Løgin var henda útsøgn, merkiligt var, at hon varð førd fram av føringi — og merkiligast var tað, at eingin mælti ímóti henni. Kann vera, at onkur kann kasta mær fyri, at tað, ið her verður sagt, minnir um tvísøgn ella tautologi. Men ein hevur eina kenslu av, at smásinni av hesum slag, henda trongdin til altíð at koma brestandi við tí hugmyndafrøðiliga millimetur- málinum, er úrslit av einum ráki, ið liggur djúpari: einum slag av skynsemisflýggjan, ið ger vart við seg eitt nú millum høvundar og andsmenni. Tað er neyðugt — so vit ikki verða til oyðandi nihilistar — at hava trúgv, at vera hugtikin av eini ætlan, at stilla ta havkenslu, sum sambært sálarfrøðingum er til í okkara hugi. Men líka so neyðug er skynsemin. Og neyvan eru vit á heilt skeivari leið, tá Dionysos og Apollon eru javnir. Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum øllum viðburð og lukku, nú tit eftir at hava knossað í ávikavist tvey og trý ár fara undir lærdómsins høvuð- plagg. Tá ið tann indiski vísmað- urin Vivekananda stutt fyri fyrra aldarskiftið kom til Amerika, undraðist hann á ta hierarkisku kristnu gudsmyndina, við einum drotti ovast og undir honum eyðmjúkum tegnum. — Minnist til, at tit eru leyvur, ikki lomb, plagdi hann at siga. Ein boðskap av sama slag finna vit í skaldskapinum hjá tí yrkjara, sum yrkti vígsluørindini til Sjónleikarhúsið, og sum búsettist í húsunum hjá Haraldi á Trappuni. Tann lítli drongurin siglir út í heimin, biður upp bønarorð, fær kongsins dóttur og verður kongur í Bábylon. Gloymið ongantíð hetta. Havið tað við tykkum sum tannfæ, hvar ið tit fara. Á ein hátt eru tit øll kongar og drotningar í Bábylon. Hjartaliga tillukku øll somul! Hanus Kamban Pisurøða hildin í Havn ár 2000 Hanus Kamban helt pisurøðuna í viðarlundini Á ein hátt eru tit øll kongar og drotningar í Bábylon, segði Hanus Kamban í pisurøðu síni Myndir: Jens Kristian Vang