leygardagur 24. juni 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 119 - 24. juni 2000
24
Nr. 110 – 10. juni 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Wed, 14 Jun 2000
To: post@sosialurin.fo
From: info@nordinst.aland.fi
Reply to: info@nordinst.aland.fi
Einglabørnini á bygd?
Halda at vatn
finst á Mars
GRANSKING. Tað finnist vant á
Mars, meta granskarar hjá ameri-
kanska felagsskapinum NASA.
Hetta er komið fram, eftir at ein
rúmdarkanningarfar, sum er í ring-
rás um reyðu gongustjørnuna,
hevur tikið myndir sum vísa, at
vatn kemur úr undirgrundini.
Er tað rætt, sum myndirnar vísa,
fer hetta at kollvelta metingina av
gongustjørnuni og skapa nýggjar
møguleikar fyri at gera kanningar-
ferðir til Mars.
Granskarar halda annars, at góð
prógv er um, at vatn hevur verið á
Mars í fortíðini, men tað hevur
verið hildið fyri vist, at atmosferan
kring Mars hevur verið so tunn,
at hon hevur ikki klárað at hildið
vatninum…
Men nú vísa nýggju myndirnhjá
NASA nakað annað.
Í teimum smáu bygdakommunum eru
tær sosialu umstøðurnar so tryggar og
góðar og sambandið við familju og nær-
umhvørvi so gott, at har eru eingir trup-
ulleikar av rúsdrekka og ólevnaði. Í
stórbýnum Mariehamn harafturímóti er
ungdómurin rótleysur og forsømdur, og
tey ungu drekka og roykja illa, og har
er tað at ungdómurin spillist og kemur
sær út í sosialt óføri.
Hetta hevur verið ein sera fastgrógvin
uppfatan her á Álandi, og nógvar eru
tær familjurnar sum hava keypt sær hús
”úti á landinum” júst fyri at børnini
skuldu fáa tann trygga sosiala uppvøkst-
urin, sum er at finna uttan fyri ”stór-
býin”. Ongum hevur komið til hugs at
seta spurnartekin við hesa sjálvsøgdu
mynd, enn minni kanna um hon hevur
hald í veruleikanum.
Men nú í málið fyri fyrstu ferð er kann-
að er ”sannleikin” vendur á høvdið. Tað
vísir seg at myndin er beint tvørturímóti:
Tað er á bygd, ið tey drekka og roykja
mest og byrja yngst at vera seksuelt aktiv.
Meðan tann ”fordervaði” ungdómurin í
býnum er nógv meira afturhaldandi hvat
viðvíkur øllum hesum syndum.
Hetta er komið fram í eini spurn-
arkanning, sum var almannakunngjörd í
dag, og sum byggir á upplýsingar frá 93,3%
av øllum skúlanæmingum frá 7.-9. flokki á
Álandi. ”17 spurningar til lívið” er heitið á
kanningini, og spurningarnir verða settir
øllum skúlanæmingum á áðurnevnda
skúlastigi umleið annað til triðja hvørt ár.
Endamálið er, at fáa eina mynd av hvat
rørir seg millum ungfólk á Álandi.
Hetta varð fjórðu ferð kanningin varð
gjørd, men fyrstu ferð hon varð løgd soleið-
is til rættis, at til bar at sundurgreina mun-
irnar millum ymiskar partar av oyggjunum.
Tomas Lundberg, leiðari fyri sosialu um-
sitingini hjá álendska landsstýrinum sigur,
at á næstan øllum økjum eru tølini hægri
fyri ungdómin ”á landinum” en fyri ung-
dómin í Mariehamn. (Viðmerkjast skal, at
Mariehamn við 10 500 íbúgvum er einasti
veruligi býur í øllum Álandi, hvørs samlaða
íbúgvaratal er 25 000.) Til dømis hava
37,5% av dreingjunum á bygd, sum ganga
í sjeynda flokki onkuntíð verið fullir. Sama
tal í Mariehamn er 21,3%.
Serliga genturnar á bygd ”liva vilt”. 31%
av bygdagentunum siga seg nýta rúsdrekka
eina til tvær ferðir um mánaðin, meðan
talið fyri (Mariu-) havnargenturnar er 22%.
Av gentunum í sjeynda flokki á bygd siga
17% seg hava havt sína fyrstu samlegu,
men bert 5% av sjeynda floksgentunum í
Mariehamn hava tikið hetta álvarsliga
stigið.
Bæði leiðarin fyri álendsku sosialumsit-
ingini og leiðarin fyri kommunala ung-
dómsvirkseminum í Mariehamn hava eina
greiða ábending um, hví tølini síggja út
sum tey gera.
Helena Wachiovak, ið arbeiðir innan ung-
dómsfyrisitingina í Mariehamn, heldur at
tølini í Mariehamn síggja betur út enn á
bygd takkað verið tí umfatandi og væl-
skipaða ungdómsvirkseminum í býnum og
einum kommunalum ungdómshúsi, sum
hevur sera gott samband við sínar brúkarar.
Tomas Lundberg, sosialstjóri í Lands-
stýrinum, heldur at tey drekka og roykja
meira á bygd, tí at tey onki skilabetri vita
sær at gera. Tað er ein sannroynd, at tær
smærru kommunarnar gera lítið við at skapa
frítíðartilboð til tey ungu.
”Vit vita, at tey ið byrja ung at drekka
hava trupult við at tálma rúsdrekkanýtslu
síni, tá tey gerast vaksin, og tey eru soleiðis
í størri vanda fyri at gerast misnýtarar.
Gerast tey misnýtarar kostar tað samfe-
lagnum munandi meira enn tað kostar
at reka eitt ungdómshús.”
Tað sigst, at Niels Juul Arge einaferð
í eini útvarpssamrøðu spurdi ein gamlan
mann á útoyggj í Føroyum, hvat fólk
plagdu at fáa tíðina at ganga við, tá tey
ikki arbeiddu: ”Vit spæla kort og
smám.gga”, var svarið. Tað er einki
nýtt at keðsemi á smáplássum ofta er
vissari leið í syndina enn ólevnaðurin í
”stórbýum”.
At enda skal sigast, at kanningin
eisini vísti positiv úrslit. Eitt nú at
álendskur ungdómur nýtir munandi
minni narkotika enn ungdómur í
Svøríki og Finlandi, og at ungdómurin
á Álandi yvirhøvur trívist betur og
hevur störri álit á framtíðina enn
javnaldrarnir í teimum báðum stóru
grannalondunum. Bert 4% av álendsku
ungdómunum søgdu seg trívast ”ikki
so væl” ella illa.
Mikkjal Helmsdal, Mariehamn
Sjokkávaringar ímóti royking
ROYKUR. Fær ES eitt nýtt direktiv ígjøgnum,
kunnu roykjarar vænta at síggja nýggjar og meira
ógvusligar ávaringar á sigarettpakkunum framyvir.
Myndir av brendum tonnum og svørtum lungum
vera kanska nýggja sjokkávaringin ímóti royking,
og fær ES sín vilja fara 40% av sigarettpakkunum
framyvir at verða prýddir við ávaringum. Í løtuni
er kravið, at í minsta lagi 4% av pakkunum er
merkt við ávaring ímóti heilsuvandunum, sum
stendst av royking.
- Um veruligar myndir av brendum tonnum og
svørtum lungum kunnu sannføra fólk um vandan
við royking, so mæli eg til, at hesar ávaringar
verða prentaða í litum á allar sigarettpakkar í
Bretlandi, sigur heilupolitiski orðførarin hjá
bretska Labour-flokkinum, Catherine Stihler.
ES-Parlamentið viðger nú uppskotið, og ein av
fylgjunum av nýggja direktivinum kann eisini vera,
at merkingar sum light og ultralight verða bann-
aðar.
Ríkmaður á
ferð í rúmdini
Á FERÐ. Ein amerikanskur rík-
maður fer at gjalda 160 milliónir
krónur fyri eina 10 daga langa ferð
í rúmdini. 59 ára gamli Dennis
Tito, sum sigst eiga virði fyri tvær
milliardir krónur, ætlar at brúka
ein part av sín ogn til at gerast
fyrsti ferðamaðurin í rúmdini.
Tað er felagið MirCorp, sum fer
at senda ríkmannin á feriu í rúmd-
ini. MirCorp hevur gjørt avtalu við
russarar um, at teir kunnu nýta
rúmdarstøðina Mir, tá teir fara at
senda ferðafólk út í rúmdina. Ætl-
anin var annars, at rúmdarstøðin
skuldi niðurleggjast, men eftir av-
taluna millum amerikumenn og
russar, hava tveir russiskir kos-
monautar verið á Mir og gjørt
ymsar umvælingar har.
Dennis Tito hevur veirð gransk-
ari hjá NASA, men síðani 1973
hevur hann havt sítt egna íløgu-
felag. Og tað er gjøgnum inntøk-
urnar frá hesum íløgufelagnum,
at hann nú hevur ráð at fara á ferð
í rúmdini. Ætlanin er, at ferðin
skal gerast einaferð næsta ár.
30. mai fingu Joan Bech og
Páll Veihe, Porkeri, ein son.
Hann var 41,5 cm. langur og
vigaði 1505 gr.
6. juni fingu Elbjørg og Her-
man Johannesen, Klaksvík, ein
son. Hann var 52 cm. langur
og vigaði 4100 gr.
13. juni fingu Jóhanna og Jón-
hard Petersen, Toftir, eina dótt-
ir. Hon var 44 cm. long og
vigaði 2235 gr.
15. juni fingu Ranvør Wolles
og Páll Isholm, Odense, eina
dóttir. Hon var 54 cm. long og
vigaði 3870 gr.
15. juni fingu Hanna Ziskason
Hansen og Torbjørn Hansen,
Klaksvík, eina dóttir. Hon var
51 cm. long og vigaði 3600 gr.
16. juni fingu Jensa og Jákup
Marnar Anthoniussen, Klaks-
vík, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 4100 gr.
17. juni fingu Elsebeth Andre-
asen og Heri Joensen, Tórs-
havn, eina dóttir. Hon var 57
cm. long og vigaði 4000 gr.
18. juni fingu Sanna og Poul
Juul Festirstein, Eiði, eina dótt-
ir. Hon var 55 cm. long og
vigaði 4500 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
1. sunnudagur eftir Trinitatis
Havnar kirkja: kl. 11, altarg., skriftamál kl. 10.40, Bjarni Bæk
Christianskirkjan: kl. 11, Niels Pauli Danielsen
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen
Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri Joensen
Argir: kl. 11, Bergur D. Joensen. (Mongolbólkurin er við)
Gøtu: kl. 11,
Æðuvík: kl. 17, Jónsvein Bech
Hvannasund: kl. 12, altarg., Meinhard Bjartalíð
Leirvík: kl. 11, altarg.,
Funningsfjørður: kl. 16, altarg., Uni Næs
Fámjin: kl. 11,
Øravík: kl. 12.15, P. M. Rasmussen
Skála: kl. 11, altarg., Jógvan Fríðriksson
Dalur: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen
Haldarsvík: kl. 11,
Tjørnuvík: kl. 12, Marjun Bæk
Ebenezer
Sunnudagin kl. 18 talar Ron Young, trúboðari í Albania,
sum hevur hjálpt Kosovo-Albanum bæði í Albania og
Kosovo. Kl. 21 útimøti.
Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond
Morgunmøti kl. 11, kl. 18 evangeliskt møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06 morgunbøn, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 06
morgunbøn, kl. 11 morgungudstænasta, kl. 18 møti, Edna
og Arne Kallevik tala og syngja, kl. 22 útimøti (um viðrar).
Mánadagin kl. 06 morgunbøn, kl. 20 bønarskúlin.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Sunnukvøldið kl. 18 møti við Sylverius Jacobsen.
Frelsunarherurin Tórshavn
Leygardagin kl. 11 útimøti.
Sunnudagin kl. 11 møti, major Inger Sofie Tjåland talar,
kl. 18 møti við Palla Petersen.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti
við Sunnivu og Hans Jacob. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Morgunbøn
mánadag til fríggjadag kl. 06. Øll eru vælkomin.
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagin kl. 18 møti við Andrass Arge. Gittit syngur.
Týsdagin kl. 20 Bíbliutími. Jóh. ev.kap. 18 v. 28-40.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Niels Jacob
Nielsen, trúboðara.
Kirkjan, Norðskála
Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30. Hetta er sein-
asta ferð áðrenn summarsteðgin. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Karmel, Eiði
Sunnudagin kl. 14.30 sunnudagsskúli og møti kl. 19 við
Hans Johannesen (Hassi) og Katrin Hansen. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum
Møti verður sunnudagin kl. 19, Alfred Olsen talar yvir
evnið »Hin kristna vónin«. Øll eru vælkomin.
Ørkin, Saltangará
Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelagshús-
inum Hæddini í Saltangará við Gulak Hansen, Tjørnuvík
o.ø.
Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Irenu Bech, Skipanes.
Hósdagin kl. 20 bønarmøti.
Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggja-
morgun frá kl. 6-7.
Keldan, Skálafirði
Mikudagin kl. 20 evangeliseringsseminar og bøn. Leyg-
ardagin opið hús kl. 21.
Sunnudagin kl. 19 møti við Jan Jacobsen og Osbjørn
Joensen. http://www.keldan.fo
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summ-
arfrítíðina, kl. 18.30 lovsangur, kl. 19 møti, innsavnan til
húsið, felagskórið syngur.
Mikudagin kl. 20 bíbliutími.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnukvøldið kl. 18 møti við Kára og Helenu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudagsskúli,
kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur.
Mánadagin kl. 20 bønarfundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
1000-ára haldið
Í sambandi við Jóan-søkuna verður framsýningin hjá J. P.
Gregoriussen, arkitekti um kirkurnar í Føroyum í skúlanum
í Vági frá 23.-30. juni.
Føroysk gudstænasta í Reykjavík
Sunnudagin 25. juni kl. 14 verður føroysk gudstænasta í
Háteigiskirkju í Reykjavík. Tað er Martin Restorff Jacob-
sen, prestur í Hvalvík, sum talar.
1. Tim 6.6:
Gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur.
Samanbera vit okkara tíð við tíðina hjá forfedrum okkara,
so er hendur ein stórur framburður á mongum økjum hesi
seinastu árini t.e. í okkara tíð. Fleiri tól og amboð, sum
gera alt lættari at arbeiða – verði seg inni í køkinum ella
úti á bønum, tól, sum ganga við ravmagn og maskinorku,
sera hent tól, sum vit í dag illa kunnu vera fyri uttan. Í
samferðsluni t.d. hevur stórur framburður verið bara í
okkara tíð. Áður mátti ein brúka nógva tíð fyri at koma úr
eini bygd í aðra, tí ein skuldi fara til gongu, í einstøkum
førum møguliga á hestbaki. Nú setur tú teg í ein bil og fáar
minuttir seinri ert tú komin til aðra bygd, sum tú áður
skuldi brúka fleiri tímar um. Bilurin er sera hentur og
neyðugur at flyta fólk og viðføri og lættir sostatt nógv um.
Vit eru mong, sum helda okkum ikki kunna vera hann
fyriuttan. Ein stórur framburður er í honum, mikil vinningur
í mun til áður. Vit hava kanska eisini hildið, at allur hesin
framburður førdi til meira tryggleika, og tað er so í fleiri
førum; men so megu vit ásanna við hvørt, at ikki er nóg
trygt hvørki í bilferðslu, flogferðslu ella skipaferðslu.
Sannast má, at framburðurin hevur ein umkostnað og her
hugsi eg um mannalív.
Tilvera okkara er nú so, at vit sleppa ikki undan óhappum
Eitt ljós á
gøtu míni
ANDLÁT
15. juni
Bjørghild Holm, Nólsoy, vanliga nevnd Diddan, 69 ár
Anna Johannesen, Húsavík, 92 ár
Vagn Olsen, Tórshavn, 44 ár
17. juni
Jógvan í Nýggistovu, Sørvágur, 88 ár
18. juni
Greta Joensen, í Innistovu, Viðareiði, 91 ár
Erling Hosvdal, Hovi, 66 ár
Jákup Matras, Gjógv, 70 ár
20. juni
Svend Vilhelmsen, Tórshavn, 89 ár
Fredrik William Cook, Freddy, Tórshavn, 57 ár
Johan Martin Nielsen, Trongisvágur, 58 ár
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 24.6.:
Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Sunnudagin 25.6.:
Pól Jóhs. í Horni, tlf. 444038
Norðoyggjar:
Leygardagin og sunnudagin:
Jens Nylander Madsen, tls. 455045
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
og øðrum, sum rakar okkum og er okkum at meini. Ein má
viðganga, at ófatiligt er at verða so hart raktur sum summi
verða. Hvat er til ráða at taka?
Gomlu ráðini í nevnda bíbilorði um guðsótta og nøgd-
semi hava so mangan staðið sína roynd. Vit kenna og vita
um ein veg at fara í slíkum førum sum í øðrum viðurskiftum
–Ysum orðið gudsótti ber boð um – í áliti á Gud at bera
okkara sorg og svára miss fram fyri Gud í bøn og leggja
okkum sjálvi og okkara kæru og okkara søk í hansara
hendur og fáa styrk og lívsmót frá honum. Hann sær okkum,
hann er hjá okkum. Hann hjálpir. Vit duga ikki so væl
sjálvi at meta um, hvat okkum er at gagni, tí er best at lata
alt upp í hendurnar á faðir okkara á himni og lata hann fáa
loyvi til at bera okkum ígjøgnum alt tað svára og tunga.
Bíbilorðið knýtir síðani gudsótta og nøgdsemi saman.
Vit halda tað vera torført at vera nøgdur og tala um nøgd-
semi, tá ið alt er so trupult og nógv er at dragast við. Men
gudsóttin fær okkum at síggja og sanna at nógv er at gleðast
um og at nógv hava vit fingið til gávu, lívið sjálvt, vinfólk,
sum eru okkum til mikla signing og troyst. Fær okkum at
leggja merki til alt tað vakra og góða, sum eisini er, øll tey
ríku upplivilsir sum vit hava haft higartil.
Best fyri okkum og størsti vinningurin er fyri okkum
sum fyri Paulus, lívið í Kristusi við vón og Guds friði í
hjarta og einum ævinleika saman við frelsara okkara í
Guds ævigu bústaðum.
Høgni Poulsen
19. juni fingu Petur Jørgin og
Hanna Sivertsen, Klaksvík, ein
son. Hann var 55 cm. langur
og vigaði 3750 gr.
19. juni fingu Helena Midjord
og Dánjal Pauli Bech, Porkeri,
ein son. Hann var 47 cm.
langur og vigaði 2670 gr.
20. juni fingu Óluva Justinuss-
en og Jógvan Horn, Rødovre
eina dóttir. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3560 gr.
21. juni fingu Tórun Ragnars-
dóttir Andreasen og Øssuer
Andreasen, Tórshavn, eina
dóttir. Hon var 53 cm. long og
vigaði 3500 gr.
21. juni fingu Linda Apalne
sog Jógvan Hugo Gardar, Oslo,
ein son og Helge ein lítla-
beiggja. Hann var 51 cm. lang-
ur og vigaði 3900 gr.
21. juni fingu Eyð og Martin
A. Hansen, Vestmanna, eina
dóttir. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3100 gr.
Sunnudagin 25. juni verður Sanna Johannessen
í Æðuvík 80 ár.
80 ár