mikudagur 20. november 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uttan
Tá ið tú kemur til Kvívíkar og koyrir gjøgnum bygd
ina eftir Víkarvegnum, kemur tú til nýggja býlingin
norðanfyri. Tú snarar niðan brekkuna, og kemur til
frálíku nýggju húsini, sum standa í náttúruvøkrum,
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blind an
veg. Lagaður og stoyptur garður er runt um húsini,
so í so máta er lítið og einki at hugsa um. Granna
lagið er gott við stak fittum grannum. Nýggjur stórur
dagstovnur, skúli, svimjihylur, bygdarhús, bóka
savn, skótar, o.m.a. er í bygdini, og gott felagslív
við mongum tiltøkum er í Glæmuni o.a. Eisini er
gott bussamband, og tað tekur bara 25 – 30 min.
at koyra til Havnar.
Innan
Snøggu, væl bygdu og væl bjálvaðu arkitektteknaðu
húsini eru í 2 hæddum. Ovara hæddin er 169 m2 og
niðara hæddin er 90 m2 – íalt 259 m2. Vindeyguni
eru sett so, at nærum eingir blindir vinklar eru,
so tú hevur panoramaútsýni er yvir landslagið,
fjørðin, alt Vestmannasund og heilt út á oyggjarnar.
Hinvegin liggur húsið so mikið høgt, at tú kanst
vera ósæddur inni hjá tær sjálvum. Húsini eru
liðugt innrættað, og ventilatión er í húsunum,
men tað manglar nakað av monteringsarbeiði so
sum málara arbeiði, gólv álegging, uppseting av
køki, baði rúmi o.t., so keyp arin kann sjálv/ur velja
tilfar og seta sín egna dám á endaliga úrslitið.
Seljarin bjóðar sær at gera húsini heilt liðug fyri
300.000 kr.
Innrætting
Í ovaru hædd stór garaga við beinleiðis atgongd til
gongina, hjallur, inngongd, durur, gongd, wc, vása
køkur / vaskirúm, køkur / alrúm, hjúnarrúm, stórt
klædnarúm, sum kann gerast til kamar, stórt baði
rúm við brúsu og gjørt klárt til gosbað og 2 kømur.
Í niðaru hædd er stova, gongd, baðirúm við brúsu, 1
kamar og fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm.
Arkitekt
teknað hús
í Kvívík
– trygt og ómakaleyst til hús
Her hevur tú møguleika at
seta tín egna dám á væl bygdu
húsini, ið standa sera væl fyri
í nýggja sethúsaøkinum í
hugnaligu bygdini.
Fakta
á Heygum 1, Kvívík
Byggiár:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2008
Hæddir: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .2
Gólvvídd:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 259 m2
Grundøki: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 637 m2
Hjallur:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja
Bilhús: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja
Prísur: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.500.000,00
Sí fleiri hús á inni.fo
PF INNI
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? - Vinaliga, set teg í samband við okkum.