mikudagur 20. november 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Náttúrulæknaheilivágur er eisini
góðkendur heilivágur, og skrásett
eru fleiri enn 70 sløg, sum eru góð
kend til nýtslu fyri ymiskar sjúkur
og pínu.
Áður varð ikki skilt millum
hugtøkini
náttúrulæknaheilivág,
náttúruheilivág og urtaheilivág.
Orsøkin er, at krøv ikki vórðu sett til
virknað ella trygd. Í dag er munur á,
um heilivágurin er góðkendur sum
náttúrulæknaheilivágur - ella, um
eingi prógv eru fyri, at sløgini hava
virknað, eitt nú sum kostískoyti.
Náttúrulæknaheilivágur
Men, hvat er so náttúrulækna
heilivágur?
Jú, hetta er heilivágur, sum er
góðkendur av danska Heilsustýri
num til viðgerð av lættari sjúkum
og pínu. Heilivágurin kann eitt nú
brúkast í teimum føri, har ikki er
brúk fyri lækna.
Náttúrulæknaheilivágur er eitt
serligt slag av heilivági, sum van
liga er virkaður úr eitt nú turkaðum
plantum, plantulutum og úrdráttum
úr plantum ella øðrum náttúrligum
evnum.
Náttúrulæknaheilivágur fæst í
hondleypi á apotekum, heilsuhandl
um, materialistum og stórhandlum.
Framleiðsla av
náttúruheilivági
Hvussu verður so náttúrulækna
heilivágur framleiddur?
Heilivágurin er vanliga virkaður
úr úrdráttum úr plantum ella úr
pulvuriseraðum plantulutum. Heili
vágurin kann eisini hava sín upp
runa sum olja úr fiski ella dýrum.
Tað sermerkta við náttúru
læknaheilivági er, at evnini oftast
verða brúkt í somu konsentratión,
sum tey eru í náttúruni.
Hesin heilivágur hevur altíð eitt
loyvisnummar í marknaðarføringini
(MT-nummar) á pakkanum. Á
henda hátt kunnu fólk skilja millum
náttúrulæknaheilivág og eitt nú
kostískoyti.
Kelda: Sundhed.dk
Fleiri enn 70 sløg av
náttúruheilivági eru góðkend
Náttúruheilivágur er vanliga virkaður úr úrdráttum úr plantum ella úr pulvuriseraðum plantulutum.
Heilivágurin kann eisini hava sín uppruna sum olja úr fiski ella dýrum. Tað sermerkta við hesum
heilivági er, at evnini oftast verða brúkt í somu konsentratión, sum tey eru í náttúruni
Vilmund Jacobsen
Hvørji krøv seta myndugleikarnir
til náttúrulæknaheilivág?
Her eru krøv til virknað og
dygd.
Framleiðarar
skulu
eitt
nú
skjalprógva virknaðin við heilivág
num við at vísa til vitan um lækna
plantur í viðurkendum yrkisbók
mentum innan økið.
Ein seðil fylgir eisini við náttúru
læknaheilivági, har lesast kann um
virknað og hjáárin av vøruni.
Náttúrulæknaheilivágur skal tó
ikki testast vísundaliga á menniskj
um ella dýrum, áðrenn hann verð
ur góðkendur. Á henda hátt skilir
hesin heilivágur seg frá øðrum heil
ivági í handkeypi og resept.
Tað, sum rópt verður ”veruligur
heilivágur”, hevur størri innihald
av virknum evnum enn náttúru
læknaheilivágur hevur.
Tað er danska Heilsustýrið sum
tryggjar, at náttúrulæknaheilivágur
hevur tað innihald, sum stendur á
pakkanum, og at hesin heilivágur
hevur somu dygd sum annar heili
vágur annars hevur.
Spyr teg fyri
w Tekur tú vanligan heilivág, er
tað skilagott at spyrja á apoteki ella
hjá lækna, áðrenn tú eisini tekur
náttúruheilivág.
Sum eitt alternativ, kanst tú
sjálv/-ur lesa á heimasíðuni www.
medicinkombination.dk, um tað er
í lagi at taka ávís sløg av náttúru
heilivági saman við vanligum heili
vági.
Hvørji eru krøvini til náttúruheilivág?
Náttúrulæknaheilivágur skal ikki testast vísundaliga á menniskjum ella dýrum, áðrenn hann verður góðkendur