týsdagur 18. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 93 - 18. mai 2004
Nr. 93 - 18. mai 2004
21
Brúdleypsgestir
Á Hotel Plaza í Keyp-
mannahavn vóru tey
ikki sørt stolt fríggja-
dagin. Tey høvdu ikki
færri enn fýra konga-
ligar
brúdleypsgestir
búgvandi, og tað var
opinbart nakað sum gav
fýra stjørnaða hotellin-
um eina eyka stjørnu í
hattin.
Siðbundna hotellið,
sum Fríðrikkur kongur
VIII í síni tíð gav boð
byggja beint við síðuna
av
Hovedbanegården,
stóð liðugt í 1913, og var
fyrstu árini fast gisting-
arhús fyri ferðandi gestir
hjá kongshúsinum.
Síðan tá er nógv hent,
og gestir hjá kongshús-
inum koma ikki longur
við toki. Men brúdleyps-
dagin, var tað sum kendi
hotellið
søgunnar
veingjasuð, tá teir fýra
gestirnir úr Føroyum
komu út úr lyftuni,
pyntaðir frá topp til tá í
pingvindraktum
og
skræddaraseymaðum
kjólum.
Jóannes Eides-
gaard, løgmaður og
Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
hava bjóðað danska
krúnprinsaparinu
m til Føroya
KONGLIGT
BRÚDLEYP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein vitjan í Føroyum
verður nú eisini sett á
skránna hjás danska
krúnprinsaparinum.
Nú Jóannes Eides-
gaard, løgmaður og Ed-
mund Joensen, løgtings-
formaður, hava verið í
Brúdleypi hjá Fríðrikki
krúnprinsi
og
Mary
Donaldson, nýttu teir
høvi til at bjóða teimum
báðum til Føroya at
vitja.
Teir báðir gjørdu av
sínamillum, at komu
teir soleiðis fyri, at teir
fingu
orð
á
krún-
prinsaparið, skuldu teir
bera innbjóðingina fram.
Og tað eydnaðist.
Teir komu á til við tey
nýgistu og har søgdu
teir, at tað hevði glett
føroyingar at fingið høvi
at hitt krúnprinsaparið í
Føroyum.
Fríðrikur
prinsur
segði, at tað fór at knípa
at fáa við á skránna í ár,
men hann helt, at tað var
ein møguleiki næsta ár.
Sostatt siga tey, sum
umboðaðu Føroyar í
Brúdleypinum, at tey
hava eina grundaða vón
um at Føroya fáa kong-
liga vitjan næsta ár.
Annars var nógv á
skránni hjá teimum før-
oysku umboðunum í
brúdleypinum
Týskvøldið vóru før-
oysku umboðini til døg-
verða í riddarasalinum í
Christiansborg. Har var
talan um ein døgverða,
har politiska skipanin í
ríkinum
var
boðin,
umframt onnur almenn
umboð og umboð fyri
aðalin.
Hóskvøldið vóru tey
til serframførslu í Kong-
liga
leikhúsinum
og
fríggjadagin var so sjálvt
brúdleypi og har vóru
føroysku umboðini bæði
við í kirkju og til døg-
verða aftaná í veitslu-
tjaldinum við Fredens-
borg.
Bæði Jóannes Eides-
gaard, løgmaður og Ed-
mund Joensen, løgtings-
formaður, eru samdir
um, at hetta hevur verið
eitt stórt upplivilsi, hóast
tað hevur verið strævið.
Tað var long bíðitíð
mangan, men tað, sum
var strævnast, vóru kort-
ini tey sera strongu
trygdartiltøkini.
Vit
vorðu koyrd allastaðni í
bussi, hvussu stutt tað nú
var, tey skuldu fara og
tað kundi ikki koma
uppá tal at fara burturúr
fylginum. Samstundis
vóru partar av Keyp-
mannahavn avbyrgdir.
Tað gjørdi, at tey
føroysku
umboðini
fingu tað ikki akkurát,
sum tey ætlaðu tað. Í
kongliga
leikhúsinum
vóru tey í føroyskum
klæðum, men tað var alt
ov heitt at vera í.
Í sjálvum brúdleyp-
inum var ætlanin eisini
at fara í føroysk klæðir í
kirkjuna, men av tí, at
ongin møguleiki var fyri
at fara til húsar at skifta,
áðrenn døgverðan, varð
avgjørt at fara í veitslu-
klæðini beinanvegin.
Allastaðni var tað so,
at allir gestirnir komu
fyrst og so komu tey
kongligu seinast. Tá ið
eitt tiltak var liðugt, bíð-
aðu øll, til tey kongligu
vóru farin.
– At vera í brúdleypi
hjá krúnprinsinum ,
var sum at vera mitt í
einum ævintýri. Men
tey kongligu eru løtt
at vera saman við og
tað er nokk at duga
vanligan fólkaskikk ,
sigur løgmaður
KONGLIGT BRÚDLEYP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta var sum at vera mitt
í einum ævintýri.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður er akkurát afturkom-
in av kongligum brúdleypi í
Keypmannahavn.
Saman við konuni var
hann boðin í brúdleyp hjá
Fríðrikki krúnprinsi og
Mary Donaldson
Og tað var eitt upplivilsi
fyri lívið. Men tað var
strævið, tí tað vardi tað
mesta av einari viku.
– Eg haldi, at størsta og
mest hátíðarliga upplivilsi
var løtan í kurkjuni, tá ið
vígslan var.
– Mær dámar sera væl
kirkjutónleik og urgutón-
leik, og tónleikurin, vit
hoyrdu í kirkjuni, var heilt
fantastiskur.
Og Jóannes Eidesgaard
sigur, at júst í kirkjuni og
undir borðhaldinum aftaná,
fekst besta prógvið um, at
hóast tey kongligu eru eitt
sindur omanfyri okkum
onnur, eru tey ikki annað
enn menniskju innast inni,
tí har vístu tey akkurát
somu kenslur, vit vanlig
fólk vísa á einum slíkum
degi, tí tað var týðiligt, at
tey vóru bæði kensluborin
við tárum í eyguni, men so
høvdu tey eisini tey stóru
smílini.
Hitti kend fólk
Jóannes Eidesgaard heldur,
at tað var ógvuliga stuttligt
at hitta øll hesi kendu fólk-
ini, sum vit annars bara
síggja í sjónvarpi og lesa
um í bløðunum.
Í
Riddarasalinum
á
Christiansborg sat hann til
borðs saman við Konstan-
tin, kongi og ímeðan bíðað
varð eftir døgverðanum á
Fredensborg, fekk hann sær
eitt prát við kenda sjón-
leikaran, Roger Moore,
sum er kendur frá fleiri
filmum um James Bond.
– Hann stóð í barrini og
fekk sær eitt glas av sjam-
panju og eg kundi ikki lata
vera við at spyrja hann, um
tað nú var tað rætta slagið.
Hetta
fangaði
Roger
Moore og vit prátaðu eina
løtu um leyst og fast. Hann
visti væl, hvar Føroyar
vóru. Hann er jú breti og
hann
minnist,
at
fyrr
plagdu tey altíð at lurta eft-
ir veðurtíðindunum úr Før-
oyum.
Annars var nógv bíðitíð
nógva staðni, so tað beyðst
gott høvi at fáa eitt prát við
aðrar gestir. Og tað gjørdi
løgmaður eisini. Tað bar
eisini til at fáa eitt politiskt
prát, hóast vit avgjørt skulu
vita, hvar markið er eina
løtu sum hesa.
Annars heldur hann ikki,
at tað var so strangt mark
fyri, hvussu ein skuldi bera
seg at í sovorðnum sel-
skapi.
– Bara tú vísur vanligan
fólkaskikk, sum tú hevur
lært heimanífrá, er tað ong-
in trupulleiki við tí. Stívari
enn so, var tað ikki. Og
gjørdi tú okkurt skeivt, var
tað als ongin, sum tók sær
tykni av tí.
Alt fólkið var við
Jóannes Eidesgaard sigur,
at eitt, sum hugtók hann
ógvuliga nógv, var at
síggja, hvussu alt tað
danska fólkið livdi við í
brúdleypinum.
– Hetta var eitt hátíðar-
hald, sum øll tann danska
tjóðin tók lut í. Sama, hvar
tú ferðaðist, á hotellinum, í
einum hýruvogni, ella hvar
tað so var, so var prátingar-
evnið tað kongliga brúd-
leypi.
Spurningurin er so, um
tað er rætt, at ganga so høgt
upp í eitt kongligt brúd-
leyp.
Tað
hevur
løgmaður
ongar trupulleikar við.
– Eitt kongligt brúdleyp
er í veruleikanum ógvuliga
meinaleyst og eg haldi, at
tað er ógvuliga gott, at ein
heil tjóð er til reiðar at
sleppa
gerandisdegnum
fyri at savnast um nakað
positivt og meinaleyst.
Men hevur kongshúsið
nakran týdning fyri Føroy-
ar?
– Ja, tað haldi eg. Tað eru
nógvir føroyingar, sum
fylgja væl við tí, sum fyri-
ferst í danska kongshúsin-
um og sum eru góðir við
kongshúsið. Ikki bara í tí
eldra ættarliðnum, men
eisini tey yngru fylgja
ógvuliga væl við í tí, sum
hendir.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at kongshúsið hevur eitt
ógvuliga stóran, ímyndar-
ligan týdning og tað er ein
skipan, sum tey allarflestu
vilja varðveita.
Men hann heldur heilt
avgjørt eisini, at ein høv-
uðsorsøk til tað, eru tey,
sum manna kongshúsið.
– Margretha Drotning
hevur ómetaliga hegnisliga
staðið á odda fyri kongs-
húsinum og hon hevur
dugað sera væl at fylgt við
tíðini. Samstundis eru tey í
kongshúsinum borgarliga
gift og sostatt er kongs-
húsið eisini blivið meiri
folksligt.
– Tí er stendur onki
kongshús
í
heiminum
sterkari enn tað danska. Tí
eru allir politiskir flokkar,
uttan eindarlistin, sinnaðir
at varðveita kongshúsi.
– Eisini føroyingar eru
sinnaðir at varðveita kongs-
húsið og sjálvt tá ið
fullveldisprátið var upp á
tað harðasta, var ongin ivi
um, at kongshúsið skuldi
varðveitast, sigur løgmað-
ur.
Bjóðaðu Fríðrikki
og Mary til Føroya
Sum at vera mitt
í einum ævintýri
Kongshúsið hevur djúpar røtur í fólkinum og eisini í Føroyum eru nógv, sum eru góð við
kongshúsið, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður
Soleiðis lýsir løg-
mansfrúan krún-
prinsabrúdleypið. –
Serliga allir hesir
ótrúliga flottu
prinsessukjólarnir
mintu teg á, at hetta
ikki var nakað vanligt
brúdleyp. Alt glitraði
og glimtaði, óansæð
hvønn veg tú hugdi,
og so vóru øll hesi
kongaligu, sum tú
bara sært í sjónvarp-
inum ella lesur um, til
staðar. Tað var ein
veruliga ein uppliving
fyri lívið, sigur Anita
Eidesgaard
PRINSABRÚDLEYPIÐ
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin
Týskvøldið vóru brúd-
leypsgestirnir bodnir til
døgverða hjá drotningini.
– Har var heilt ótrúliga
flott. Stórar ljósakrúnur av
krystalli og flott, flott
veggjaprýði. Har fekk eg
eina góða løtu at ganga,
bara við at ganga runt og
hyggja. Tað var ótrúliga
facinerandi, sigur Anita
Eidesgaard.
– Tá vit komu, blivu vit
rópt inn, parvís. Og har
stóð so øll tann kongeliga
familjan "på rad og række",
bæði drotningin og prins-
urin, brúðarparið og Alex-
andra og Joachim. Har
stóðu eisini familjan hjá
Mary. Og tað var sum í Før-
oyum, at man heilsaði
uppá, tók í hond og segði
tillukku. Eg var forferdi-
liga nervøs, var bangin fyri
at detta í kjólanum. Men
tað gekk fínt, so nú havi eg
heilsa uppá alla kongs-
familjuna, greiðir Anita frá.
Men hon sigur, at tað var
ein forferdiliga long bíði-
tíð.
– Vit bíðaðu og bíðaðu.
Tað var rættiliga strævið at
ganga og balancera á hes-
um høgu hælunum við
einum vælkomstglasið í
hondini. Tað gekk long tíð
inntil vit sluppu at seta
okkum til borðs.
– Vit fingu eitt kort, har
tað stóð hvar vit skuldu
sita. Undir døgverðanum
sótu tey við smá borð, við
eini 8 fólkum við hvørt.
Anita og Jóannes Eides-
gaard sluppu ikki at sita
saman. Við borðið hjá
Anitu sótu Anker Jørgen-
sen, Margrete Auken, ein
gomul hoffdama, allarhelst
hjá dronning Ingrid, ríkis-
politichefurin og "føde-
vare-departiment
chef-
urin". Har sótu eisini tvey
onnur, ið Anita ikki kendi.
– Tað var stórsligið, sigur
hon.
Tað næsta tiltakið, sum
tey vóru boðin til, var galla-
showið í Kongeliga Teatr-
inum.
– Har var alt møguligt,
t.d. ein ballett, ein operetta
og ein rockbólkur. Alt
handlaði um kærleika. Har
sluppu vit at sita saman, og
vit sótu faktiskt rættiliga
væl fyri. Vit sótu framm-
arlaga, niðri á gólvinum.
Tað var gott, tí uppi á bal-
kongunum bleiv so for-
ferdiliga heitt. Har vóru um
800 fólk inni, og vit vóru í
føroyskum klæðum, men
tað bilti ikki við hitanum
allíkavæl, sigur Anita.
Í steðginum vóru tey
boðin útum, har tey fingu
ymiskan fingramat. keks
við paté, pinnamat o.t.
Vígslan
– Sjálvur brúdleypsdagurin
var forferdiliga langur. Vit
byrjaðu longu á middegi at
pynta okkum, tí kl 14 máttu
vit vera klár at fara. Systur
og systurdóttur mín komu
at hjálpa mær at lata meg í,
og tað var gott, tí eg hevði
eitt corsage, sum skuldi
bindast í rygginum. Tað tók
sína tíð, sigur Anita og
flennir.
Hon sigur frá, at tey tóku
ein taxabil inn á Christ-
iansborg, har kongshúsið
hevði skipað fyri, at bussar
komu og avheintaðu gest-
irnar. Hetta var gjørt av
trygdaáðum. Allir gestirnir,
sum skulu við til brúd-
leypið, skuldu í hesar góðu
bussarnar og vórðu so
førdir við politieskortu til
kirkjuna. Anita sigur, at
trygdin var í topp.
– Tað vóru politistar alla-
staðni. Eg veit ikki hvussu
nógvar motorsúkklur ikki
koyrdu framman- og aftan
fyri bussin hjá okkum. Og
har vóru eisini nógvir
politistar inni í bussinum.
Tað var gott, men tað var
samstundis
eitt
sindur
ræðandi. Tí man fór at
hugsa, um tað veruliga
kundi henda nakað. Man
veit aldrin, og har vóru
altso nógvir týdningar-
miklir persónar, greiðir hon
frá. Hon sigur, at løgreglan
hevði kannað øll dekslini á
vegnum, sum bussarnir
skuldu koyra. Hetta fyri at
tryggja, at eingin bumba
var har. – Tað var eitt sindur
óhugnaligt, heldur Anita.
– Tá vit komu til kirkjuna
var ein forferdilig pressa.
Har vóru so nógvir foto-
grafar og sjónvarpsmenn, at
eg havi aldrin sæð nakað
líknandi. So tá hugsaði man
aftur um at ganga rætt og
ikki detta.
– Vit komu til kirkjuna kl
15.00, so tað var aftur long
bíðitíð har, tí vígslan byrj-
aði ikki fyrr enn hon var
farin av fýra. Vit sótu væl
fyri, men eg sá allíkavæl
ikki alt, sum fólk hava sagt
aftaná, t.d. at krúnprinsurin
græt og sovorði. Man sat
har, og kundi ikki so væl
fara at hálvreisa seg fyri at
síggja enn betur. Ella
strekkja hálsin úr lið, sum
man kann tilláta sær í brúd-
leypum her heima. Har
mátti man allatíðina hugsa
um, at sita so pent og "præ-
sentabelt" sum gjørligt.
Bæði tí, at har sótu prinsar
og prinsessur allastaðni
runt um, og tí at sjónvarpið
var allastaðni inni í kirkj-
uni. Men vit sóu beint í
nakkan á parinum, greiðir
Anita frá.
Um vígsluna sjálva held-
ur hon, at hon var nakað tað
sama sum ein og hvør
onnur víglsa. Tað einasta
sermerkta vóru kjólarnir
hjá konufólkunum, konga-
krúnurnar og diademini. –
Tað var heilt fantastiskt at
síggja, heldur Anita.
Eftir vígsluna, skuldu
gestirnir aftur koyrast í
bussunum.
– Tá var ein japanesari
komin uppí okkara buss.
Bussurin hevði ikki koyrt
meira enn ein metur, tá
hesin góði japanesari upp-
dagaði, at hann var komin
skeivt.
Okkara
bussur
koyrdi hagar brúdleyps-
veitslan skuldi vera, men
hann var ikki boðin til
veitsluna. Hann bað um at
sleppa av bussinum aftur,
men har var einki at gera.
Hann slapp av trygdaráðum
ikki úr bussinum og mátti
so pent koyra við okkum
allanvegin. Tað var onkur
sum gjørdi vrøvl um, at tað
skuldi vera so fýrakantað
við trygdini, men tað skilji
eg allíkavæl væl, sigur
Anita. – Hann kundi altíð
havt lagt eina bumbu
onkustaðni, sigur hon.
Brúdleypsveitslan
– Áðrenn brúdleypsdøg-
verðan var aftur ein for-
ferdilig bíðitíð. Vit sluppu
ikki til borðs fyrr enn
klokkan var 21.30. Vit
fingu reinsdjórakjøt, eplir
og dipp. Tað smakkaði væl,
men tað var ikki nakað
soleiðis heilt fantastiska
specielt, sigur Anita.
– Men áðrenn døgverðan,
tá eg var komin afturum
mín stól at standa, kom ein
ung dama og skuldi innum
meg. Hon var bæði blíð og
týð, og tá sá eg, at tað var
Carolina av Monaco. Vit
prátaðu eina góða løtu, og
tað vísti seg at hon visti
nógv um Føroyar, og at hon
faktiskt hevur verið her
einaferð í 2 dagar. Hon
hevði verið við einum
cruise-skipið og hevði tí
verið í Havnini. Hon var
forferdiliga fitt. Men so
kom ein maður og setti seg
ímillum okkum báðar, og
tey fóru at tosa franskt, so
tá fekk eg ikki so nógv við
meira, sigur Anita og
flennir.
Undir hini liðini á henni
sat ein Guvernørur frá Tas-
mania, sum eisini var óal-
mindiliga fittur og lættur at
práta við.
– Eg slappaði heilt av og
hugnaði mær óført. Tað var
sum eitthvørt annað brúd-
leyp, serliga tá tú hoyrdi
talurnar um parið. Um
kenslur og hugsanir, sum
tey hava havt. Tey eru bara
vanlig fólk, eisini allir hini
kongaligu gestirnir.
– Eg og síðumaðurin frá
Tasmanien samdust tó um,
at tað var for nógv gjørt
burturúr hesum brúdleyp-
inum. Man ger sær tankar,
sum man situr har ímillum
øll hesi kongaligu fólkini,
sum í grundini eru ganska
vanlig fólk. Tað er langt úti,
at tey gera so nógv burt-
urúr. Tað var for nógv av tí
góða, heldur Anita.
– Tað var sum eitt vanligt
brúdleyp, bara nógvar ferð-
ir meira stórsligið. Men
sjálvandi, tað var ótrúliga
flott at uppliva. Tað var sum
eitt ævintýr, og eg fari
aldrin at gloyma tað. Tað er
bara
so
forferdiliga…
uppblást tað heila, sigur
Anita.
– Alt í alt, haldi eg, at tað
varð nøkulunda tað, sum eg
væntaði mær áðrenn eg fór
avstað. Tað var ein for-
ferdiliga góður túrur, og eg
havið fingið minnir fyri
lívið. Og eg kendi meg
eisini sum eina prinsessu í
mínum kjóla, sigur hon.
– Eg helt mín kjóla verða
flottari enn onkrar av
teimum, sum eg sá. Mín var
bara ikki so glitrutur, sum
prinsessukjólarnir
vóru,
sigur hon.
Anita væntar tó ikki at
fara í kjólan aftur nakran-
tíð, men hon vónar, at
onkur av ommudøtrunum
kann fara í hann onkuntíð.
Kanska at giftast í. Og tað
hevði jú verið ógvuliga
apropos.
Edfríð og Edmund
Hitt føroyska parið sum var
í brúdleypinum, vóru Ed-
fríð og Edmund Joensen.
Edmund segði sum Anita,
at tað var ein heilt fan-
tastiska stór uppliving.
Eisini tað, at síggja áhugan,
sum danska fólki hevði fyri
brúdleypinum. Tey stóðu
úti í regninum til langt út á
náttina, fyri at fáa eyga á
parið og heiðra tey, greiðir
Edmund Joensen frá.
– Tað er tekin um, hvussu
væl tað danska kongshúsið
hevur dugað at tillagað seg.
Tað er ein ógvuliga fín
balancugongd, sum ikki er
løtt at halda. Men tey hava
megnað tað ótrúliga væl,
heldur hann.
– Eg og Edfríð sluppu
heldur ikki at sita saman
við borðhaldið. Eg hevði
eina unga damu frá Tas-
manien sum borðdamu,
hon mundi vera í slekt við
brúðrina. Eg haldi, at pápi
hennara var tað, tey nevna
fyri uncle at Mary. bæði eg
og Edfríð sótu væl fyri, nær
høvuðsborðinum, so vit sóu
væl brúðarparið og alt sum
gekk fyri seg.
Edmund heldur, at tað alt
í alt var sum eitt ævintýr.
– Har vóru so nógvir
gestir allastaðni frá, og øll
vóru fín og pyntað. Tað var
heilt vist ein uppliving, sum
ikki verður gloymd aftur,
sigur hann at enda.
Ætlanin var at fáa eitt
brúdleypsprát við Edfríð
eisini, men eftirsum hon
varð verandi eftir í Dan-
mark nakrar dagar, bar ikki
til at fáa fatur á henni.
Eitt fantastiska stórsligið ævintýr
Jóannes, Anita, Edmund og Edfrið á veg í brúdleyp
Mynd: Símun V. Hansen
C
M
Y
K
21
20