týsdagur 18. mai 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 18. mai 2004
23
Talvið hesa
vikuna
Martin Poulsen (2290) —
David Berczes (2293)
First Saturday May 2004
Budapest (6), 05.05.2004
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3
Bb4 4.e3 c5 5.Rige2
(Solidur
variantur
í
nimzoindisku byrjanini)
5...cxd4 6.exd4 d5 7.a3
Be7 8.Rif4 dxc4 9.Bxc4
0—0
10.0—0
Ric6
11.Be3 Bd6 12.Rih5 Be7
13.Rif4 Bd6 14.Rih5 Be7
15.d5! (Nei, Martin er
ikki nøgdur við javnleik)
15...Rie5 16.Rixf6+ Bxf6
17.Bb3 (Martin hevur
lítlan fyrimun orsakað av
betri rásarúmi) 17...exd5
18.Rixd5 Be6 19.h3 Ric6
20.Rixf6+ Fxf6 21.Bxe6
Fxe6 22.b4 (Rættiliga kalt
telvað.
Martin
trýr
ivaleyst uppá, at hann
hevur
betri
e n d a t a l v s t e k n i k k )
22...Rfd8
23.Fc2
a6
24.Rfe1 Ff6 25.Rac1 h6
26.Bc5 Rie5 27.Re3 Rac8
28.Rce1 Rid7 29.Rf3!
Fg6? (Fyrsti feilur hjá
svørtum. Fg5 var betur)
30.Fxg6 fxg6 31.Re7!
(Rók á sjeyndu linju,
altíð) 31...Rixc5 32.bxc5
Rf8
Støðumynd eftir 32...Rf8
33.Rb3! Rxc5? (Rf7 ein
betur loysn) 34.Rbxb7
Rc1+
35.Kh2
Rxf2
36.Rxg7+ Kf8 37.Rh7
(Hóttur mát) 37...Kg8
38.Rbg7+ Kf8 39.Ra7
(Tryggjar sær a-finnuna
seinni)
39...Kg8
40.Rhg7+ Kf8 41.Rxg6
Rc3 42.Rxh6 Rxa3 (??)
(Støðan var tapt kortini)
43.Rh8# 1—0
Fjakkarar í Budapest
Eftir ævintýrið sein-
ast í apríl í Dubai, har
úrslitini vórðu góð,
fóru Martin Poulsen
og Hans Kristian
Simonsen beina leið
til Ungarn at luttaka í
IM-kappingini, First
Saturday. Serliga væl
gekst hjá føroya-
meistaranum
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Í júst somu kapping í aug-
ust í fjør, eydnaðist tað
John Arna Nilssen at vinna
sær sín næsta IM-norm.
Kappingin verður fyriskip-
að hvønn mánaða í árinum,
har fyrsta umfar, eftir sið-
venju, er fyrsta leygardagin
í mánaðinum.
Tað er ikki við peninga-
vinningi í eyga, at ein fer
heilt til Ungarn at luttaka í
hesum kappingum. Luttak-
aragjaldið er nevnliga nøk-
unlunda sama upphædd
sum fyrsta virðisløn ljóðar.
Hví er First Saturday væl-
kend og væl vitjað? Jú,
kjansirnir at vinna sær
normar eru sera góðir, eftir-
sum fyrireikarin letur hálv-
gamlar og útbrendar IM´ar-
ar pening fyri at luttaka, og
samstundis letur ungar
framfýsnar normjagstrarar
sleppa framat.
Katastrofan lúrdi
Martin legði væl út og
blandaði seg eftir fyrstu
seks umførini í oddastríðið.
IM-norm kravið var 9,5 stig
av teimum 13 umførunum
sum telvast skuldu. Hans
Kristian fekk hinvegin eina
rættiliga keðiliga kapping-
arbyrjan; 1 stig eftir fyrstu
6 umførini. Tí varð tað av
sonnum eitt bragd, at hann
fekk kjempað seg uppá 6
stig á endaligu stigatalvuni.
Hann hevði enntá 6 stig
innan seinasta umfar, men
tapti sítt seinasta talv.
Martin var í roynd og
veru ongantíð tætt við IM-
normin. Eitt skiftið hevði
hann 5,5 av 9, og hevði tí
kunnað ognað sær normin,
um hann vann tey seinastu
fýra talvini. Men so varð
ikki, og hann endaði loks-
ins á 7,5 stigum, sum gav
honum eitt deilt 3. pláss.
Eitt gott úrslit, hóast tvey
stig frá norminum. Hans
Kristian bleiv nr. 10 av 14
luttakararum.
Báðir klintra eftir kapp-
ingina rætta vegin uppeftir
ratinglistanum. Martin vinn-
ur sær 19 ratingstig á før-
oyska listanum, og er nú
endiliga røttu megin teimum
magisku 2300. Hann hevur
2310 á feskasta styrk-
isbarometrinum.
Hans
Kristian fer frá 2234 til 2244
eftir úrslitið í Budapest.
OL 2004
Olympiaduár er, og í ár
verður hon telvað á feriu-
oyggjuni Mallorka frá um-
leið miðjan oktober til fyrst
í novembur.
Kappingin um plássini á
føroyska OL-liðnum hevur
mangan verið spennandi. Í
ár er einki undantak. Van-
liga sendur Talvsambandið
seks telvarar til OL. Tað
tykist rættiliga sannlíkt, at
John Arni Nilssen, Heini
Olsen, Martin Poulsen,
Flóvin Tór Næs og John
Rødgaard koma á liðið.
Spurningurin er tískil um
hvør sleppur við sum sætta
umboð.
Á feskasta ratinglistanum
sæst, at tað eru serliga trý
nøvn sum stríðast um sama
mál; Hans Kristian, Olaf
Berg og Ólavur Simonsen.
Talvsambandið
eigur
kanska sum skjótast at
melda út, nær OL-liðið
verður úttikið, soleiðis at
telvarar kunna laga kapp-
ingarnar eftir hesum. Tað
hevði hjálpt væl.
Tað gekst væl hjá Martini
Poulsen, tá hann saman við
Hans Kristian Simonsen tók
lut í IM-kapping í Ungarn
Ratinglistin 18-05-2004
Topp 25
1
John Arni Nilssen
HT
2414
2
Heini Olsen
KTF
2337
3
Martin Poulsen
HT
2310
4
Flóvin þór Næs
HT
2277
5
IM John Rødgaard
VT
2269
6
Hans Kristian Simonsen
KT
2244
7
Olaf Berg
HT
2242
8
Ólavur Simonsen
KTF
2241
9
Carl Eli N. Samuelsen
VT
2213
10 Eyðun Nolsøe
KTF
2211
11 Rógvi W. Rasmussen
TFS
2207
12 Heini Danielsen
SF
2177
13 Bogi Ziska
HT
2166
14 Jens Christian Hansen
TT
2152
15 Jóan Hendrik Andreasen
HT
2151
16 Torbjørn Thomsen
KT
2136
17 Torkil Nielsen
ST
2107
18 Steintór Rasmussen
KTF
2089
19 Finnbjørn Zachariassen
TFS
2085
20 Terji Petersen
KTF
2061
21 Rani Nolsøe
KTF
2048
22 Finnbjørn Vang
KTF
2042
23 Martin Brekká
TFS
2016
24 Wille Olsen
KTF
1993
25 Eyðálvur Johannesen
KT
1976
23
Nr. 94 • týsdagur • 18. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Meiri enn fýra mál í miðal
B68 er framvegis
stigaleyst, B36 tykist
vera betri fyri, enn tey
flestu av hinum, men
annars gongur alt
framvegis í einum
bólki
3. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Veðrið var ikki í parti við
fótbóltinum sunnudagin.
Áarføri fleiri staðni og
vindur darvaðu spælinum.
Kortini varð spælt alla
staðni. Onkra staðni í
Eysturoy — her verður
hugsað um í Runavík og á
Skála — kundu teir havt
útsett inntil mánakvøldið.
Tað
gjørdu
teir
ikki.
Ivaleyst var tað tí, at eitt
nýtt umfar longu er á
skránni hósdagin.
Toppdysturin hesa ferð
— um tað so tíðliga í
kappingini ber til at tosa
um sovorðið — var í Gøtu.
B36 smurdi GÍ av í
uppgerð, har tað ikki vóru
nógvir málmøguleikar. B36
fekk fult burturúr trimum
av fýra, og tá ið GÍ hevði
sínar størstu møguleikar,
stútaðu teir í stólpan og í
hinum
førinum
hevði
Tróndur Vatnhamar rimmar
bjarging.
Gøtumenn tykjast ikki
vera heilt so væl fyri, sum
tað í steypakappingini og í
fyrstu umførunum í lands-
kappingini tóktust, at teir
vóru. B36 er væl fyri. Hesa
ferð vóru tveir veteranar
skiftir inn, og tað fer iva-
leyst at hava stóran týdn-
ing, at teir í B36 eiga so
nógvar royndar spælarar at
seta inn, tá ið aðrir kanska
fara at verða skaddir ella
leikbannaðir.
Eftir at fyrsti sættingurin
er lagdur um, er B36 mest
upplagda FM boðið. Stóri
spurningurin er, hvussu tað
fer at hilnast hjá Skála. Tað
líkist ikki sørt gongdini hjá
sandoyingum í 1989. Skála
hevur ikki tapt enn, og tað
er heilt við síðuna av tí,
sum tað hevur verið hjá
teimum hini bæði árini í
bestu deildini. Í fjør fingu
teir ikki fult fyrrenn tað var
komið langt út í juni
mánað! Men Skála tykist
eiga eitt spennandi lið, og
nú mugu teir finna seg í at
vera favorittar, tá ið teir
hósdagin fara á Svanga-
skarð.
Málríkt
Í fimm landskappingar-
dystum vórðu skorað 22
mál. Tað er rættuliga sjáld-
samt, tá ið havt verður í
huga, at tað burtursæð frá í
Gøtu var tætt í øllum hinum
uppgerðunum.
Tað var málríkast á
Skála, men tað var eisini
undirhaldandi og málríkt í
Runavík, har heimaliðið
vann 3-2, og í Klaksvík, har
KÍ ikki megnaði meiri enn
2-2 móti EB/Streymi. VB
tapti tepurt í Gundadali.
Tað eru trý feløg, sum
framvegis
eiga
fyrsta
sigurin á. B68 hevur einki
stig fingið, og EB/Streymur
og VB hava fingið tveir
javnleikir í part. VB hevði
HB á krókinum, men
meistararnir smoygdu trý
stig í bksilumman, hóast
teir stórar partar av seinna
umfarinum vóru kroystir.
Tað man boða frá, at HB fer
at roynast væl, hóast teir
avgørt ikki higartil í lands-
kappingini hava sannført
um, at teir eru upplagt boð
upp á triðja FM heitið á rað.
Á Toftum siga teir seg
ikki stúra so nógv, hóast
stigatalvan vísir, at teir eru
aftastir og framvegis stiga-
leysir. Tað er upp til B68 at
prógva, at tað er nakað í tí,
sum formaðurin sigur. Av-
rikini hava ikki verið ser-
liga sannførandi. Ímóti NSÍ
hekk tað í løtum væl sam-
an. At teir síðstu løtuna
tóktust sleppa endanum
kostaði nógv.
Hósdagin verður nýtt
umfar á skránni. Tá verður
spælt soleiðis: B36-NSÍ,
KÍ-GÍ, ÍF-HB, B68-Skála
og EB/Streymur-VB. Allar-
uppgerðirnar tykjast rættu-
liga spennandi og per-
spektivríkar. Kanska sær
B36 út til at vera størsti fav-
oritturin, men NSÍ hevur
ofta áður gjørt um seg í
Gundadali. HB hevur ofta
havt gott tak á ÍF í Fugla-
firði. Fuglfirðingar hava
staðið seg væl higartil. Men
teir hava bara fingið trý stig
burtur úr trimum teimum
fyrstu umførunum í lands-
kappingini. Nú fæst at
síggja, um tað fer at roynast
móti meistarunum.
Í Íslandi stóðu útisetarnir
seg væl. Í Danmark megn-
aði Todi Jónsson at koma
av beinkinum og gera vart
við seg. Verri er støðan hjá
teimum í Fremad Amager,
sum framvegis hava ilt við
at vinna sær fastar sessir.
Á Toftum siga teir seg ikki stúra so nógv, hóast stigatalvan vísir, at teir eru aftastir og framvegis stigaleysir
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22