týsdagur 18. mai 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 18. mai 2004
25
Mót-
støðu-
menn-
inir
vóru
gramm-
ari
ÍF miðverjin Áki Peter-
sen spældi á Skála í
fyrraárið, tá ið skála-
menn fyri fyrstu ferð
royndu seg í bestu
deildini.
– Tað er týðuligt, at
Skála hevur eitt væl
betri lið nú, enn vit
høvdu fyri tveimum
árum síðani. Teir vóru
væl skipaðir, og teir
vóru rættuliga uppsettir
beinanvegin. Vit høvdu
als ikki fótað okkum, tá
ið teir høvdu skorað
tvey mál. Tíbetur vísti
tað seg enn eina ferð, at
moralurin var góður. Vit
komu fyri okkum, men
tað var ikki so nógv at
siga til, at teir vunnu,
heldur Áki Petersen.
Hvat var veikleikin hjá
tykkum?
– Eg eri ikki illa
nøgdur
við
okkara
avrik. Kanska komu teir
í so lætt framvið okkum
onkra ferðirnar.
Hvussu verður næstu
ferð?
– Tá fara vit at fáa
vitjan av HB. Tað gleða
vit okkum til, og vit ætla
okkum avgjørt ikki at
grava okkum niður. Eg
haldi, at vit hava staðið
okkum betri á heima-
vølli, enn vit hava gjørt
á útivølli higartil í ár. So
vit eru rættuliga spentir
til hósdagin, sigur ÍF
miðverjin Áki Petersen.
- jh
Bogi
tók av
Síðani skálamenn fingu
rumenska álopsmannin,
sum teir kalla Pujo,
hevur tað ikki verið
pláss fyri Boga Greg-
ersen millum teir fyrstu
ellivu.
Sunnudagin
hevði Johan Nielsen tó
gjørt av, at rumenin
skuldi sita á beinkinum,
og at Bogi skuldi fáa
møguleikan.
Og Bogi tók av. Tá ið
fimm
minuttir
vóru
farnir, hevði hann skor-
að tvey mál. At hava
skorað tvær ferðir eftir
so lítlari løtu, sigur mál-
skjúttin seg ikki hava
gjørt áður.
– Tað var hugaligt, og
viðspælararnir syrgdu
fyri góðum uppleggum.
Í tí fyrra førinum skuldi
eg bara seta fótin á, eftir
at Jónhard Frederiks-
berg hevði lagt innfyri,
og bólturin umvegis eitt
ÍF bein kom til mín. Í
seinna førinum legði
Hanus Thorleifsson inn-
fyri, og síðani stýrdi Al-
exandur Johansen bólt-
inum við høvdinum nið-
ur fyri føturnar á mær.
Verður tú millum teir
fyrstu ellivu á Svanga-
skarði?
– Tað ger venjarin
einsamallur av. Sjálv-
andi vónar tú altíð at
vera inni beinanvegin,
og eg haldi, at tað gekk
hampuliga væl, tá ið eg
fekk møguleikan. Eg
hevði møguleikar at
gera fleiri mál, men tí-
betur fingu vit kortini
øll stigini. ÍF var við
upp á tað, men vit
høvdu takið á teimum,
og vit spældu okkum til
fleiri
málmøguleikar,
enn teir megnaðu at
gera.
- jh
Skála-ÍF 4-3 (3-3):
Stórt og glæsiligt fýrverk á Skála
Fyrsta uppgerðin
nakrantíð í bestu
deildini millum
skálamenn og fugl-
firðingar var eyðkend
av, at báðir partar í 1.
hálvleiki høvdu nógv
betri hug at leypa á,
enn teir høvdu at
verja
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var undirhald fyri allar
pengarnar á Skála. Ivaleyst
iðrar kassameistarin seg
um, at líkindini ikki vóru
betri. Tað var fitt av fólki,
men gongdin í fyrstu um-
føunum hevði lagt upp til,
at tað skuldu vera uppaftur
fleiri eygnavitni til fyrstu
uppgerðina nakrantíð í
bestu deildini millum Skála
og ÍF.
Skálamenn vunnu 4-3.
Tað er ikki so nógv at siga
til tann sigurin. Fuglfirð-
ingar vóru orduliga við
uppá tað, og serliga í fyrra
umfarinum løgdu báðir
partar nógv fyri í álops-
royndunum.
Heimaliðið tóktist skula
vinna stórsigur, eftir at teir
fyrstu fimm minuttirnar
høvdu lagt seg framum við
tveimum málum. Málskjútti
í báðum førunum var Bogi
Gregersen, sum fyri fyrstu
ferð í hesi landskappingini,
hevði fingið pláss millum
teir fyrstu ellivu.
Men fuglfirðingar komu
fyri seg aftur, og teir bæði
javnaðu og løgdu seg fram-
um. Sjey minuttir eftir
seinna heimamálið fingu
teir um endan, tá ið Rúni
Elttør var fyrstur á eftir frí-
sparksinnlegg, og eftir at
málverjin ikki hevði megn-
að at hildið. Á hálva tíman-
um var aftur galið í Skála
verjuni.
Bartal
Eliasen
royndi móti málinum, og
eftir at málverjin hevði
hálvbjargað, var Høgni
Zachariasen, sum orsaka av
skaða ikki hevði verið við í
tveimum teimum fyrstu
umførunum, fyrstur á retur-
inum.
Ferðin var stór, og tætt-
leikin var høgur. Tað gekk
nógv fyri seg frammanfyri
bæði málini, har tað minti
ikki sørt um stóra fýrverkið
frammanfyri Fredensborg
fríggjakvøldið.
Dupulti
málskjúttin hjá Skála kundi
havt skorað bæði eina og
tvær ferðir afturat, og tað
vóru eisini aðrir, sm tað
gekk ramur brendaroykur
at.
Lagið millum teir vitj-
andi fekk enn eitt stig upp-
eftir, tá ið Magni á Lakjuni
fimm minuttir undan hvíld-
ini legði ÍF framum. Upp-
legginum stóð álopsfelagin
fyri. Eftir innlegg stýrdi
Bartal Eliasen við høvd-
inum bóltinum fyri føturnar
á Lakjumanninum, sum
takkaði fyri og skor
Men fuglfirðingar megn-
aðu ikki at fara til hvíldina
við 3-2 leiðslu. Í evstu løtu
sendi
Iulian
Florescu
hornaspark beinleiðis upp í
handara málkrókin. Tað er
kanska at undrast á, at mál-
verjin letur bóltin sigla so
langt, men tað gongur nógv
fyri seg í málteiginum so-
vorna løtu, og Kartin Joen-
sen slapp ikki tað, sum
hann hevði ætlað sær.
Kiksað innkast
Intensiteturin og ferðin
vóru ikki so stór eftir steðg-
in, sum tey høvdu verið í
fyrra umfarinum. Men tað
vóru framvegis møguleikar
báðar vegir.
Sigursmálið skoraði Jón-
hard Frederiksberg mið-
skeiðis í 2. hálvleiki. Støð-
an, sum bar málið við sær,
var undarlig. ÍF átti innkast
í vinstra borði. Vongverjin
tóktist ætla sær at tveita
bóltin frameftir, men so
broytti hann ætlan og tveitti
bóltin aftur eftir. Har var
Jónhard
Frederiksberg
einsamallur, og hann lat
sær ikki siga tvær ferðir.
Við ferð streyk hann ímóti
ÍF málinum. Teimum, sum
hann møtti á vegnum,
sneiddi hann framvið, áðr-
enn hann sendi bóltin í mál-
ið aftanfyri Kartin Joensen.
Sum seinna umfarið leið,
royndi ÍF at svara aftur.
Hanus Eliasen, sum hevði
verið hangandi miðvallari,
varð settur fram í álopið.
Tað var ein smeitur, tá ið
Magni á Lakjuni noyddist
at taka seg av válinum.
Síðstu tíggju minuttirnar
var Teitur Joensen á vøll-
inum í staðin fyri vong-
verjan í høgru. Teitur Joen-
sen er fyri stuttum fluttur til
ÍF. Undanfarnu árini hevur
hann spælt við EB/Streymi.
Men ÍF fekk einki mál.
Tað vóru teir sjálvsagt vón-
brotnir um. Tað nyttar ikki
so nógv og tað er neyvan
nøkur troyst í veruleikan-
um, at teir høvdu verið ann-
ar parturin í góðum undir-
haldi, hóast umstøðurnar
kundu havt verið betri. Men
tað er einki at ivast í, at
fleiri stig bíða eftir fugl-
firðingum, sum hósdagin
fer at fáa vitjan av meistar-
unum úr HB.
Skálamenn mest sum
ganga á vatninum. Higatil
hava teir ikki tapt, og teir
mugu finna seg í, at nú eru
tað teir, sum fara at verða
roknaðir sum favorittar, tá
ið teir hósdagin fara á
Svangaskarð.
Dysturin í tølum
Skála-ÍF 4-3 (3-3)
1-0: Bogi Gregersen 2.
2-0: Bogi Gregersen 5.
2-1: Rúni Elttør 12.
2-2: Høgni Zacharisen 30.
2-3: Magni á Lakjuni 40.
3-3: Iulian Florescu 45.
4-3: Jónhard Frederiksberg
67.
Dómari: Páll Augustinus-
sen
Skála: Igor Bjarni Kostic-
Bárður Danielsen, Arnhold
Berg (Ronni Hansen, 90.),
Iulian Florescu – Hanus
Thorleifsson, Nenad, Pauli
G. Hansen, Alexandur Joh-
ansen (Eugen Marian Stan-
ceu, 85.) – Bogi Gregersen,
Jónhard Frederiksberg
Gult kort: Iulian Florescu
ÍF: Kartin Joensen – Árni
Petersen (Teitur Joensen,
80.), Viggo Johannesen,
Áki Petersen, Rúni Elttør –
Roy
Róin
(Bárður
á
Lakjuni, 55.), Fritleif í
Lambanum, Hanus Eliasen,
Høgni Zachariasen –Magni
á Lakjuni (Eyðun Ryggs-
hamar, 68.), Bartal Eliasen
Gult kort: Fritleif í Lamb-
anum
LÍF-VB 2-2 (2-0):
Treiskir vágbingar
Tað sá leingi út til, at LÍF skuldi fara at fáa fyrsta sig-
urin á árinum, tá teir leygardagin høvdu vitjan av VB.
Ikki minst mundi støðan kennast hugalig hjá
heimaliðnum, tá teir í steðginum vóru framman fyri
við tveimum málum, men vágbingar høvdu tó ikki hug
at geva seg.
Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað kann loysa seg at
treiskast, tí vágbingar megnaðu at bjarga sær annað
stigið úr Leirvík. Fyrst minkaði Mikael í Lágabø um
munin, og síðani var tað Sigmundur Mikkelsen, sum
skoraði til 2-2.
Talan var um fyrsta stigið hjá báðum pørtunum.
LÍF-VB 2-2 (2-0):
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Magni Høgnesen
2-1: Mikael í Lágabø, br
2-2: Sigmundur Mikkels
Á Skála eru tey nú veruliga um at fara uppfrá – bæði so og so. Sigurin á ÍF sendi fyri fyrstu ferð
Skála heilt upp í oddin á stigatalvun i
25
24
Nr. 93 - 18. mai 2004
FSV-B71 2-3 (2-1)
Clay-
ton
søkti
sínar
gomlu
Einki er at siga til, um
tey í Vágum nú iðra seg
eitt lítið sindur um, at
Clayton Soares í vetur
skifti felag úr FSV til
B71. Í øllum førum var
Clayton høvuðsmaður-
in, tá FS Vágar fyri
fyrstu ferð í ár mátti
stigaleyst av vøllinum.
Hetta hendi, tá B71 var
á vitjan, men fyrstu løt-
una var ikki so nógv,
sum bendi á, at hetta
skuldi geva heimaliðn-
um stórvegis trupul-
leikar.
Sonny Johansen og
Jákup Joensen góvu
nevnliga heimaliðnum
greiða leiðslu í fyrra
hálvleiki, men spenn-
ingurin kom tó í aftur, tá
Clayton skoraði sítt
fyrsta mál á degnum.
Eftir steðgin javnaði
Eli Hentze við brots-
sparki, áðrenn Clayton
aftur slapp at seta dags-
skránna, og við sínum
fjórða máli í trimum
dystum sendi hann øll
stigini til Sands.
Og so munnu teir hjá
FSV annars iðra seg um,
at teir ikki megnaðu at
gera sær dælt av mál-
møguleikunum. Fleiri
vóru av slagnum, og
móti dystarenda var
talan enntá um brots-
spark, men í Waldemar
Nowicki hevur B71 ein
av landsins bestu mál-
verjum, og hóast árini
eru vorðin nøkur í tali,
so eru kynstrini enn tey
somu.
1-0: Sonny Johansen
2-0: Jákup Joensen
2-1: Clayton Soares
2-2: Eli Hentze, br
2-3: Clayton Soares
GÍ-B36 0-3 (0-1):
Effektivir havnarmenn
Hóast talan sjáldan
gjørdist um teir púra
opnu møguleikarnar,
so megnaði B36 tríggj-
ar ferðir at senda bólt-
in í GÍ-meskarnar, og
harvið sleppa sær upp
á oddin á stigatalvuni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Oddadystur stóð á skránni í
Sarpugerði í Gøtu sunnu-
dagin. GÍ, sum hevði fingið
fult teir báðar fyrstu dystir-
nar á árinum, hevði vitjan
av B36, sum við fýra stig-
um var á øðrum plássinum.
Bara hetta í sjálvum sær
borgaði í øllum førum fyri,
at tað vóru tvey av fremstu
liðunum í landinum, sum
skuldu takast, og júst dystir-
nir millum GÍ og B36 hava
seinnu árini verið av tí heilt
undirhaldandi slagnum.
Tøtt uppgerð
Í so máta gjørdist dysturin
sunnudagin eitt lítið vón-
brot, tí tað var ikki sjálvt
undirhaldið, sum var í
fremstu røð gjøgnum teir 90
minuttirnar. Í øllum førum
ikki, um undirhald er nakað,
sum skal mátast í flótandi
kombinationsspæli.
Hinvegin vóru tað aðrir
lutir, sum vóru við til at lyfta
undirhaldsvirðið. Gjøgnum
tað mesta av dystinum var
talan um eina sera javna
uppgerð, har báðir partar
sótu sera tætt í hvørjum
øðrum, soleiðis at mótstøð-
an ikki slapp framat nøkrum
møguleikum. Eisini soleiðis
at liðini á henda hátt kundu
trýsta hvønn annan at gera
nøkur mistøk, tó at hesi
vóru sera fá í tali. Var talan
um trýst, so valdu partarnar
aloftast tryggju loysnina við
at lossa bóltin langt niðan
eftir vøllinum, heldur enn at
vága nakað á egnari hálvu.
Tað gekk tó tann vegin, at
B36 skapti sær eitt lítið
yvirtak. Serliga á miðvøll-
inum fingu teir gott tak, tá
Alex dos Santos og Bárður
Mortansson arbeiddu sera
djúpt, men tað viðførdi so
aftur, at John Petersen ofta
var rættiliga einsamallur á
toppinum.
Tað eydnaðist tó í fleiri
atløgum at skapa nakað,
sum líktist vandastøðum,
og tó at bólturin aloftast
varð ruddaðu til antin
horna ella innkast, so góvu
hesi møguleikan at halda
fast um trýstið.
Og tað var eisini eftir eitt
hornaspark, at B36 fekk
leiðslumálið. Bárður Mort-
ansson sendi hart móti
nærmasta stólpa, og har
kom ein flúgvandi Egil á Bø
og snittaði bóltin í málið.
Marginalar
Eftir hetta fall B36 nakað
longur aftur á vøllin. Teir
royndu kanska í størri mun
at dúva upp á kontraspælið,
men samstundis gav tað so
eisini GÍ møguleika at skapa
sær eitt trýst. Og tað var
eisini ófatuliga nær við, at
teir fingu løn fyri stríðið,
men Magnus Skoralíð stút-
aði risa-møguleika á stólp-
an, tá Tróndur Vatnhamar
annars fullkomuliga seldur,
og so spurdist einki burturúr.
Seinna umfarið var tað
leingi soleiðis, at dysturin
ridlaði báðar vegir. B36
tóktist tó hava sera gott tak á
í verjupartinum, har Pól
Thorsteinsson og Jóhannis
Joensen røktu miðverjusess-
irnar fyrimyndarliga væl.
GÍ royndi enn at trýsta,
men fyri tað nógva vórðu
teir bremsaðir av hart ar-
beiðandi B36-miðvøllin-
um. Eina einstaka ferð
gjørdist talan tó um veru-
ligan vanda, tá Bárður
Mortansson – tykist hava
ov ilt við at sleppa bóltin-
um – royndi seg við dribli-
túri á miðvøllinum. GÍ
spældi seg skjótt niðaneftir,
men Tróndur Vatnhamar
stórbjargaði, tá Súni av
brotsteigar markinum
meddaði móti málinum.
Og so hendi tað, sum ikki
mátti henda hjá GÍ. B36 fór
í kontraálop niðan gjøgnum
vinstru síðu, og úr stóra
fjarstøðu og einum at kalla
ómøguligum vinkli smekk-
aði Santos til. Hallur burdi
ikki at havt stórvegis trup-
ulleikar av skotinum, men
hann megnaði ikki at halda
bóltinum, og so var Jens
Erik Rasmussen skjótur at
pota í netið - og í roynd og
veru drepa allan spenning í
dystinum.
B36 fekk so eisini eitt
mál afturat, og hesaferð var
talan um sanna perlu, tá
John heilfluktaði langt og
høgt innlegg í meskarnar.
Tað var kanska talan um
teir so væl kendu marginal-
arnar, sum vóru við B36
hendan dagin, men tað er
so ein staðfesting, at jús
hesir marginalarnir mugu
vera við, um tú skalt fram í
oddin. Har er B36 nú við
sjey stigum, men hóast tap-
ið, so eru gøtumenninir
bert eitt stig aftanfyri.
GÍ-B36 0-3 (0-1)
0-1: Egil á Bø
0-2: Jens Erik Rasmussen
0-3: John Petersen
GÍ: Hallur Hansen– Leivur
Hansen, Pól Ennigarð, Atli
Gregersen, Hanus – Hans
Pauli Petersen, Súni Olsen,
Krzystof Popczynski, Mag-
nus Skoralíð – Poul Henn-
ing Jacobsen, Vitus Kofoed
B36: Tróndur Vatnhamar –
Kenneth Jacobsen, Jóhann-
is Joensen, Pól Thorsteins-
son, Egil á Bø – Ronnie
Samuelsen, Jens Erik Ras-
mussen, Arnbjørn Daniel-
sen – Bárður Mortansson,
John Petersen, Alex dos
Santos
Dómari: Dagfinn Olsen.
Kundi væl verið strangari,
tá taklingarnar fullu aftan
ífrá
Tað var sjáldan, at talan gjørdis um beinleiðis vandastøður í brotsteiginum, men tá hesar íkomu, so vóru havnarmenninir teir
kaldaru
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir tveir sigrar á rað, kom
GÍ ordiliga niður aftur, tá
teir taptu greitt fyri B36,
men hóast hetta, so tóktist
liðskiparin á liðnum, Pól
Ennigarð, at vera rímiliga
avkláraður um støðuna, tá
vit fingu orðið á hann eftir
dystin.
– Fyrst og fremst, so
spæla vit ikki sum eitt lið í
dag. Og so gera vit eisini
alt ov nógv mistøk, soleiðis
at bólttapini gerast ov nógv.
Men eftir tveir sigrar á
rað skuldi sjálvsálitið ann-
ars verið í topp. Hví megna
tit ikki at halda fast um
spælið, sum hevur tryggjað
tykkum tey stigini.
– Tað veit eg ikki. Tað er
helst eisini ein staðfesting
av, at vit hava so nógvar
ungar leikarar á liðnum.
Hesir mugu hava nakrar
fleiri royndir, og tær fáa teir
so bert við at spæla. Annað
haldi eg ikki, at eg fái sagt
um tað, segði altso Pól
Ennigarð at enda.
-jm
Jóhannis Joensen hevur
seinastu
vikurnar
sitið
uttanfyri við einum argandi
skaða, og nýkomin til B36
er tað sjálvandi ikki júst tað,
sum ein leikari helst vil.
Tí mundi smílið hjá
Jóhannisi eisini vera størri
enn hjá flestu liðfeløgunum
eftir sigurin, og hann duldi
ikki fyri, at tað kendist gott
at vera viðaftur.
– Tað kanst tú ætla. Tað er
jú tað, sum man helst vil,
so eftir at hava sitið fimm
dystir uttanfyri, gleddi eg
meg til at spæla við aftur.
Og tað gekk bara væl hjá
tykkum í verjuni. Vóru ikki
trupulleikar við at finna
spælið saman aftur?
– Nei, tað haldi eg ikki.
Hjá mær sjálvum restar
kanska nakað í konditión-
ini, áðrenn eg aftur eri ordi-
liga komin fyri meg, men í
verjuni kanst tú í stóran
mun dúva upp á royndirnar.
Tað eydnast okkum so eis-
ini at halda teimum frá
nøkrum serligum møgu-
leikum, so alt í alt eri eg
sera væl nøgdur, segði Jó-
hannis Joensen at enda.
-jm
Royndirnar mugu koma
Við aftur
C
M
Y
K
24