Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 18. mai 2004 27 27 26 Nr. 93 - 18. mai 2004 AB-Royn 1-2 (0- 1): Royn tók alt Argjamenn hava aftur í ár ætlanir um at leggja seg heilt fram í odda- stríðið í aðru deild. Alt gott um tað, men fyri at vera í oddinum, so skulu heimadystirnir helst vinnast og tað megnaði AB ikki, tá Royn vitjaði. Væl kempandi hval- bingarnir fóru nevnliga avstað við øllum í ein- um dysti, har argjamenn kanska hildu seg hava uppiborið meira, men har tað vóru gestirnir, sum vildu geva meira fyri sigurin. Eftir at Royn hevði lagt seg á odda fyri steðgin, var tað AB, sum byrjaði seinna hálvleik betri. Fleiri málmøguleikar spurdust burturúr, og tá Hans Jørgen Djurhuus javnaði, mundu hinir á liðnum av álvara fara at hugsa um trý stig. Tað var tó ein stokkut gleði, tí bert tveir min- uttir seinni varð Gisli Sveinbjørnsson sendir avstað. Argjamenn vildu vera við, at hvalbingurin var rangstaddur, men dómarin lat ikki við seg koma, og so kundi Gisli skjóta málið, sum fyri- bils hevur sent hval- bingarnar upp á triðja plássið á stigatalvuni. AB-Royn 1-2 (0-1) 0-1: Pól Poulsen 1-1: Hans Jørgen Djur- huus 1-2: Gisli Sveinbjørns- son Kendu okk- um at hava mist Í EB/Streymi høvdu teir undan túrinum til Klaksvíkar einki havt ímóti at selt dystin fyri eitt stig. Men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð kendur teir tað meiri, sum at teir høvdu tapt tvey stig, heldur enn at teir høvdu vunnið eitt stig. – Tað gjørdu vit, tí tað var so lítil tíð eftir, tá ið teir javnaðu, sigur Jákup Martin Joensen, liðfor- maður hjá EB/Streymi. Kendu tit tykkum kroystar? – Yvirhøvur ikki. Í 1. hálvleiki gekk tað javnt á, og kanska høvdu vit betri møguleikar, enn teir høvdu. Vit vóru frammanfyri 1–0 eftir fyrra umfarið. Í steðgin- um tosaðu vit um, at nú fóru teir neyvan at vera so spakir, sum teir høvdu verið. Vit rokn- aðu við, at teir fóru at kroysta okkum, og tí gjørdu vit av at liggja eitt sindur aftari. – Men teir kroystu okkum ongantíð í nánd av tí, sum HB kroysti okkum, tá ið vit megn- aðu málleysan javnleik ímóti teimum. Umframt málini so høvdu teir ein ella tveir málmøguleik- ar, men tað var einki at tosa um, sigur Jákup Martin Joensen. Tit hava framvegis ikki vunnið? – Vit hava spælt ímóti trimum FM favorittum. Eftir tap ímóti B36 hava vit fingið javnt ímóti HB og KÍ. Høvdu vit ikki havt tapt so nógv í fjórðingsfinaluni, so hevði byrjanin av hesum kappingarárinum sæð heilt gott út, heldur EB/- Streyma liðformaðurin. jh Hóast heimaliðið hevði bóltin nógv størsta partin av tíð- ini, so vóru uppløgdu møguleikarnir fáir, og tað sá heilt leingi út sum um, at EB/- Streymur skuldi fara við øllum stigunum KÍ–EB/STREYMUR Jóannes Hansen Tað stóð nógv á klaksvík- ingum sunnudagin. Tá ið Atli Danielsen í 70. minutti tveitti seg fram og eftir horna úr vinstru og út frá aftur og nýtt innlegg frá Arnholdi Joensen við høvdinum stðrdi bóltinum í handara síðunetið til 1–1, tóktist tað sum um, at spurningurin skuldi vera, um KÍ skuldi fáa eitt ella trý stig. Spurningurin varð hálva- vegna svaraður áttta min- uttir seinni. Og enn eina ferð fingu klaksvíkingar stóran skelk, tí EB/Streym- ur legði seg enn eina ferð á odda. Fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið, tá ið gestirnir settu hol á. Teir í EB/Streymi duldu á ongan hátt fyri, at teir vóru komnir til Klaksvíkar at verja tað, sum teir høvdu í viðførinum og at lúra eftir møguleikanum at fáa mál í skjótálopi. Tað eydnaðist, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir. Miðvallarin í høgru, Bárður Olsen, legði innfyri og úti fyri handara stólpan- um fekk Sonni L. Petersen tíð til at lata bóltin springa eina ferð, áðrenn hann umvegis tvørtræið smekk- aði bóltin í málið. So var 1–0 til EB/- Streym. Gestirnir tóktust rokna við, at heimamenn- inir skuldu seta teir undir stórt trýst, men trýstið var einki serligt. KÍ liðið var ikki sørt máttleyst, og hug- flogið var lítið. Miðvallar- arnir eru allir væl fyri at spæla fótbólt. Men í staðin fyri at spæla varð oftast sparkað høgt og langt í tómu økini úti í borðunum, hagar álopsmenninir runnu út fyri síðani at leggja inn- fyri aftur. Stig Aksnes lyfti eina ferð í 1. hálvleiki upp um Gunnar á Steig, men bólturin fór við síðuna av málinum, og so hevði KÍ ikki fleiri møguleikar. Undan steðginum hevði Sonni L. Petersen møgu- leika at økja um EB/S leiðsluna, men tað eydnaðist Jákupi Mikkel- sen at blokera skotroyndini úr høgru. Størri ferð og trýst Eftir steðgin var meiri ferð á KÍ. Teir sýndu meiri vilja, og teir høvdu møguleikar, men tað gekk illa at fáa mál. 4–4–2 útgangsstøðan tykist byggja á væl skipað verjuspæl, meðan tað er minni yvirskot til hugflogið í álopsspælinum. Tá ið hugflogið ikki er nakað serligt, og tá ið tryggleikin í verjuspælinum ikki er nóg stórur, so verður tað ikki so sannførandi. Eftir at Atli Danielsen við fína stútaranum hevði javnað til 1–1, varð naglin trýstur uppaftur meiri. EB/- Streyma verjan við Fróða Clementsen á odda strídd- ist, so tað stóð eftir í. Tríggir frískir heimamenn vórðu sendir á vøllin fyri at styrkja um álopspartin. Ovi Nysted plagar at vera brandur í høvuðspælinum, og Jacob Bymar, sum er komin fyri seg eftir meinan skaða, hevði góða roynd í tvørtræið. So mundi tað kennast sum køld pøs í KÍ andlitið, at Sorin Anghel enn eina ferð legði EB/Streym á odda. Enn eina ferð átti Bárður Olsen næstsíðsta fótin, Sorin smekkaði til, bólturin stiklaði eina ferð, og klaksvíkingar vóru sum slignir á nevið. Tríggjar minuttir fyri leiklok var tað enn eina ferð KÍ liðformað- urin, Atli Danielsen, sum javnaði. Higartil í ár var talan um ársins mál í Klaksvík, tá ið royndir eftir fríspark út fyri brotsteigar samankomingini í vinstru fór dygst undir handaru samankomingini. Fagnaður í Klaksvík yvir 2–2 málið samstundis, sum tað varð ásannað, at javn- leikir á heimavølli verða ikki nóg mikið til meistara- skap. Í EB/Streymi vóru teir væl nøgdir. Tað sást eitt nú aftur í, at teir í tíðini, sum nýggi 1. deildardóm- arin, Georg Rasmussen, hevði lagt afturat, fyri tað mesta fingust við at skifta út. KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1): Hugflogið er einki at reypa av Atli Danielsen hevur høgt til, og so hjálpir lítið, hvussu Gunnar toyggir seg Mynd: SáH KÍ liðformaðurin Atli Danielsen skoraði bæði heimamálini í Klaksvík sunnudagin. Men hann heldur ikki, at teir kunnu vera nøgdir við at fáa eitt stig í sovornari uppgerð. – Vit vóru ikki sann- førandi, og tað kom illa við, at teir tvær ferðir komu framum. Tað hevur við sær, at vit mugu uppaftur longri fram at trðsta, og so verður fyritreytin hjá teimum at spæla kontra uppaftur betri. Tað átti at havt verið nóg gott hjá okkum at skjóta tvey mál, men tá ið vit gera mistøk í verjupartinum, ber tað við sær, at vit bara fáa eitt stig. Tað kostar nógv at missa á heimavølli? – Nú eru vit tvey stig frá toppinum. Um vit megna at fáa fult, tá ið GÍ kemur henda vegin hósdagin, so hava vit møguleika at sleppa upp í part aftur. Men vit tola ikki fleiri ferðir at missa stig á heimavølli, heldur Atli Danieslen. Marek var so mikið darv- aður av skaða, at hann fekk ikki spælt. Í staðin var Jákup Hansen vinstri vong- verji. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á besta KÍ liðnum. Jákup er føddur í 1984. Hann hevur spælt á dreingjaliðnum og unglingaliðnum, men hann hevur ongantíð verið á U landsliðunum. Tað man ivaleyst komast av, at hann hevur verið til skips. Jákup er ættaður úr Árna- firði. Tey, sum minnast aftur í sjeyti árini, munnu komast við Helga Hansen, sum var vongverji í vinstru hjá KÍ. Hann er pápabeiggi nýggja KÍ spælaran. -jh Ikki nóg gott C M Y K 26 Hóast teir í B68 framvegis einki stig hava fingið, so sigur Niclas Davidsen, formaður í B68, seg framvegis hava álit á, at venjari og fótbóltsspælarar fara at fáa stigini, sum kunnu geva toftamonnum rætt til eisini næsta ár at spæla í bestu deildini B68 STIGALEYST Jóannes Hansen Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá toftamonnum hig- artil í ár. Í steypakappingini rukku teir í B68 ikki víðari úr bólkaumfarinum, og í trimum teimum fyrstu um- førunum í landskappingini hevur B68 einki stig fingið. Munurin millum í fjør og í ár er stórur. Undanfarna ár var B68 fram til 16. leik- umfarið við í kappingini um meistaraskapin. Nú er B68 aftast, og tískil er hugsanin um oddastríð og FM heiti avloyst av spurn- inginum, um tað nú fer at eydnast hjá B68 at halda fast um sessin í bestu deild- ini, sum teir hava átt síðani 1981. – Tað hevur ikki gingið, sum vit høvdu vónað. Men vit hava avgjørt ikki mist vónina um, at vit skulu yvirliva í 1. deild. Úrslitini higartil hava víst, at tað ivaleyst skulu nógv stig til fyri at sleppa undan niður- flytingini. Ímóti NSÍ vóru vit óhepnir ikki at fáa stig. Tað iðra vit okkum um, men vit mugu eisini fegnast um, at spælið hesa ferð hekk betri saman, enn tað áður hevur gjørt, sigur Niclas Davidsen. B68 formaðurin undir- strikar, at moralurin er góð- ur. – Vit eru væl nøgdir ar- beiðið, sum venjarin og spælararnir hava gjørt. Tað er ikki fyrrenn fyri einum mánað síðani, at vit rættu- liga hava havt møguleika at samanspæla liðið. Tey, sum hava skil fyri sovornum, vita, at tað skal meiri tíð til enn so. Men tað gongur rætta vegin. Skála er sjálv- andi favorittur, tá ið teir hósdagin koma at vitja okk- um. Men vit fara at gera okkara besta. Vit royna at fáa loyvini upp á pláss, so vit kunnu brúka nýggja bulgarska álopsspælaran, men tað er ikki víst, at tað fer at eydnast. Tíbetur fingu vit sunnudagin gongd á málskjótingina, so vit hava gott mót, sigur Niclas Davidsen. - jh NSÍ–B68 3–2 (1–1) 0–1: Øssur Jacobsen 1. 1–1: Sjúrður Jacobsen 18. 1–2: Jóhan Petur Poulsen 77. 2–2: Akeksandar Jovevic 79. 3–2: Gert Langgaard 82. Dómari: Petur Skarðenni NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira (Dánjal Hansen, 46.), Sjúrður Jacobsen – Kári Hansen (Gert Langgaard, 12) Ian Højgaard, Aleksan- dar Jovevic, Jústinus R. Hansen – Helgi L. Peter- sen, Jónstein Petersen’B68: Mortan Hansen – Oleif Joensen, Herbert í Lon Jacobsen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen – Eyðstein Skipanes, Mikkjal Thomas- sen, Bogi Petersen, Øssur Hansen – Jóhan Petur Poul- sen (Kristian Anton Andre- asen, 79.), Øssur Jacobsen (Óli Olsen, 73.) Gult kort: Øssur Hansen Eftir metskjótt B68 mál og aftur leiðslu til uttanmenn í 2. hálvleiki megnaði NSÍ at tiltuska sær øll stigini, tá ið teir tríggjar ferðir fingu mál eftir frísparksstøður FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var spennandi, og tað var so tætt, sum tað ofta plagar at vera, tá ið talan er um grannauppgerð. Men talan var ongantíð um ófantaligar støður, sum tað kanska kundi roknast við, tá ið talan var um stríð millum næstu grannar, og tá ið umstøðurnar vóru soleiðis, sum tær vóru. Serliga í 2. hálvleiki, tá ið B68 hevði lotið undan, var tað fitt av vindi, og eisini avfallið var meiri, enn tað hevði verið undan steðg- inum. B68 rann undan heima- liðnum fram til tað restaðu átta minuttir. Brynjolvur Nielsen sendi skrátt frí- sparksinnlegg uttarlaga frá og í brotsteigin, har Gert Langgaard stakk seg fram og snittaði bóltin í handara síðunetið. Hóast Herbert í Lon Jacobsen tykist stinnur, so var samstarvið í B68 lið- verjuni ikki serliga sannfør- andi í sambandi við deyð- bóltsstøðurnar. Tað kostaði eisini tvey onnur mál. NSÍ verjan var ikki við, tá ið Petur Skarðenni hevði bríkslað fyri fyrstu ferð. B68 sendi bóltin fram eftir vøllinum. Øssur Jacobsen tók av, tá ið verjan ikki tóktist leggja í hann, og so lá bólturin aftanfyri Jens Martin Knudsen. Ivaleyst skjótasta mál í hesum kapp- ingarárinum. NSÍ hevði lotið undan, men tað gekk ein løta, áðr- enn teir fótaðu sær. B68 miðvøllurin, har tað sást, at Mikkjal Thomassen so smátt er um at koma fyri sær, hevði betri tak á enn mótstøðumenninir. Tá ið NSÍ í 18. minutti gjørdi nyttu burturúr fyrsta NSÍ møguleikanum, sum ikki var serliga stórur, vendi tað. Sjúrður Jacob- sen, sum aftur hesa ferð sum oftast var fyrsta liðið í uppspælinum hjá heima- liðnum, royndi seg úti frá við frísparki. Mortan Han- sen, sum var nýggjur B68 málverji, eftir at íslending- urin er farin til hús, royndi at halda váta bóltinum, sum smoygdi sær undan og datt inn um strikuna. Útjavnandi málið hevði við sær, at NSÍ fekk høvdið fyri seg. Bólturin var stóra seinna partin av fyrra umfarinum meiri á B68 hálvuni, og fleiri ferðir royndu heimamenninir seg við langskotum undan lot- inum, uttan at nakað spurd- ist burturúr. Møguleikar báðar vegir Tá ið B68 eftir steðgin hevði lotið undan, var meiri vindur, enn tað hevði verið undan steðginum. B68 legði bragdliga fyri, og eftir hornaspark bjargaði NSÍ á málstrikuni. Í løtum var samanspælið hampuliga gott, og NSÍ hevði eini trý væl gjøgnum- spæld álop, og í tí eina før- inum rakk Jákup Eli Olsen akkurát at tackla. Bogi Petersen, Øssur Hansen og Mikkjal Thom- assen høvdu góðar lang- skotsroyndir, sum vóru bjargaðar til hornaspørk, og í 77. minutti eydnaðist tað B68 at leggja seg framum aftur. Eftir diagonalsending úr vinstru, legði innskifti Óli Olsen úr høgru og tvørturum og framum NSÍ verjuna. Jóhan Petur Pouls- en rann inn frá vinstru og gjørdi einki mistak, tá ið hann varð leysur framman- fyri Jens Martin Knudsen, ið vildi halda, at talan hevði verið um rangstøðu. Men tað hildu uppmenninir ikki. B68 arnir høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, so var tað aftur javnt. Aftur hesa ferð var talan um - púra óneyðuga - frísparks- støðu. Sjúrður Jacobsen sendi úr vinstru og skrátt innfyri, og Aleksandar Jovevic var hægstur og stýrdi sera hegnisliga bólt- inum inn við handara stólpanum. So var tað, at Gert Langgaard eftir enn eina deyðbóltsstøðu og eftir enn eina ivasama verju- støðu hjá B68 snittaði bólt- in, sum var sendur inn úr høgru, og inn í handara síðunetið. Sumba hevði ikki stórvegis trupulleikar av næstbestu B36-monnunum, tá hesir vitjaðu á Krossinum leyg- ardagin. Eftir 1-0 í hálvleikinum, gjørdist talan um ein tryggan 4-1 sigur til heimalikðið, sum heisini var í yvirtali størsta partin av tíðini. B36 fekk nevn- liga John Thomsen riknan av vølli miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tí mundi tað vera so sum so við vónun- um til dystin, tá teir í steðg- inum royndu at manna seg upp. Tað eydnaðist teimum tó at javna leiðslumálið hjá sumbingum, men eftir at Norbert aftur legði vertirn- ar á odda, var líka sum lið- ugt við mótstøðuni. Og seinastu lítlu løtuna kundu sumbingbar so staðfesta sigurin við tveimum tøttum málum. -jm Sumba-B36 4-1 (1-0): 1-0 Hallur D Joense 1-1: Bárður Joensen 2-1: Norbert Lusak 3-1: Martin Poulnsen 4-1: Andre Kjærbo NSÍ–B68 3–2 (1–1): Deyðu bóltarnir og NSÍ passa væl saman Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við, at tað í triðju royndini endiliga hevði eydnast hansara monnum at fáa fult. – Tað hevur ikki gingið so væl hjá okkum higartil í ár. Men hesa ferð hekk spælið væl betri saman, enn tað hevur gjørt framm- anundan. Tað kom illa við, at B68 beinanvegin fekk mál, men vit megnaðu at koma afuríaftur. Í 2. hálv- leiki høvdu vit fleiri góð álop, og serliga málið, sum Jovevic skoraði til 2-2 var frágera gott, heldur Jógvan Martin Olsen, sum ikki er samdur við teimum, ið siga, at grannauppgerðin var illa spæld. Hjá NSÍ noyddist Kári Hansen at fara út við skaða longu, tá ið tólv minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki kom Dánial Hansen á vøll- in fyri Messias. Hvussu ber tað til, at tit rættuliga fingu um endan síðsta korterið? – B68arnir vóru rættu- liga tendraðir frá fyrsta bríksli. Tá ið teir vóru komnir framum 2-1, tóktist tað sum um, at teir mistu eitt sindur, og tá fingu vit fatur á tí. Vit tóku av, og hesa ferð vóru tað vit, sum fingu alt í tættari uppgerð. - jh Fleiri ferðir spældi NSÍ seg væl ígjøgnum B68 miðvøllin, men fram til tað seinasta megnaði B68 at hanga í, áðrenn teir at enda mistu Mynd: Álvur Haraldsen Hava ikki mist mótið NSÍ tók av Sumba-B36 4-1 (1-0): B36 fall á Krossinum