mikudagur 20. november 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Fyri hálvari aðru viku síðan,
bleiv skjótt 36 ára gamli Fróði
Benjaminsen valdur til ársins
spælara, fyri fjórðu ferð í
føroyskum fótbólti. Hann
er á gáttini til at taka metið
fyri flestar landsdystir frá
Óla Johannesen, men hann
hevur ikki tikið avgerð um
hann skal spæla so leingi.
– Eg hevði aldrin trú, at
eg skuldi spæla so leingi sum
eg havi gjørt. Eg havi longu
spælt skjótt seks ár longri
enn eg roknaði við, sigur
Fróði Benjaminsen.
Fróði hevur úr at gera.
Hann er júst blivin pápi fyri
triðju ferð, hevur eitt fulltíðar
starv sum timburmaður, og
er liðskipari hjá bæði HB og
føroyska A-landsliðnum. Tað
hevur tó eydnast at fáa fatur
á stríðsmanninum í samband
við, at hann á fjórða sinni er
valdur til ársins spælara í
føroyskum fótbólti.
Tað er tíðliga á degnum,
men Fróði er í góðum lag. Tað
er kavi uttanfyri, so eitt prát
um eina yrkisleið við fleiri
upptúrin enn niðurtúrum og
heitum kaffi, ljóðar kanska
ikki so gali hendan morgunin.
Hetta hóast hann ikki altíð
er so hugagóður at tosa við
fjølmiðlarnar. Hann sigur
sjálvur, at honum best dámar
at standa í skugganum.
Hann er í arbeiðsklæðum
og soleiðis kenna tey flestu
Fróða, bæði uttanfyri vøllin
og á vøllinum.
Illsintur unglingi
Fróði er uppvaksin á Nesi og
á Toftum. Fyrstu fótbólts
minnini eru ikki skipaðar
venjingar á FIFA góðkendum
vøllum, men heldur millum
húsaveggir, snórar og á par
keringsplássum. Hann er ikki
millum teir størstu sm ungur,
men fótbóltshjartað er stórt.
So stórt, at hann ikki tolir at
tapa.
– Eg havi altíð verið ein
ringur tapari. Og so var eg
eisini illsintur. Tað skal so
sigast, at tað er blivið betri
við árunum, sigur Fróði við
eyðkenda smílinum og fær
sær kaffi.
Liðskiparin á landsliðnum
er glaður fyri óskipaðu viður
skiftini, tá ungir dreingir
sparkaðu fyri at hugna sær,
Eg hevði aldrin trú, at eg skuldi
spæla so leingi sum eg havi gjørt.
Eg havi longu spælt skjótt seks ár
longri enn eg roknaði við
FÓTBÓLTUR
ítróttur
føroyski
captain
fantastic
Hann hevur spælt næstflestar landsdystir fyri Føroyar. Hann tapti stórt í sínum fyrsta dysti
í bestu deildini, men hevur síðani vunnið FM fýra ferðir. Hann hevur verið í hornatøkum
við menn sum Michael Ballack og Zlatan Ibrahimovic, men er lítilátin av natúr. Hann
var illsintur sum yngri, men tað er blivið betri við árunum. Hann er liðskipari hjá HB og
á A-landsliðnum og er ársins spælari fyri fjórðu ferð. Hann er Fróði Benjaminsen