mikudagur 20. november 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
ítróttur
Fakta:
hóast kjakið um bólturin var
inni ella ikki, kundi gerast
nakað heitt.
– Tú sær tað aftur í dag.
Tú vendir aftur til, at ungir
spælarar skulu spæla bólt
og hugna sær, so teir ikki
missa hugin, sigur Fróði
Benjaminsen, sum er í holt
við
venjaraútbúgving,
og
leggur afturat.
– Eg var ikki tann, sum
dugdi best at kjakast og halda
høvdið kalt, so mangan fekk
eg ikki viðhald, tá eg helt at
bólturin hevði verið inni
ella úti, sigur Fróði víðari og
minnast aftur á dagarnar tá
ein snórur, tveir steinar ella
ein veggur var nokk til at
gera eitt mál.
Í B68 er pápi Fróða, Harry,
eitt skifti venjari hjá hon
um. Hóast Fróði vanliga
er sinnaður at taka ráð frá
pápanum, so kókar yvir til
eina venjing.
– Eg helt ikki tað var
so smart, at pápi mín var
venjari hjá mær, tí so fekk eg
altíð skideballu, tá eg gjørdi
okkurt gali. Eina ferð bleiv
eg sendur heim, tí eg var
ósamdur við honum, sigur
greiðir Fróði frá og leggur
afturat.
Størstu gleðin í ungdóms
árinum kemur, tá hann í
innandurakapping á Skála
vinnur
bronsu
heiðurs
merki.
– Tá var eg stoltur. Tað var
fyrsta heiðursmerki eg vann.
Tá gjørdi tað minni, at tað
bara vóru trý lið við í kapp
ingini, sigur Fróði og flennir.
Tapti stórt í
fyrsta dystinum
Í 1994 fær Fróði Benjaminsen
debut í bestu deildini í før
oyskum fótbólti. B68 fær
vitjan av GÍ, sum er í væl
maktini um hetta mundið,
og Fróði byrjar sum vinstri
miðvallari.
– Eg minnist ikki so nógv
frá dystinum. Ikki annað enn
at vit taptu 7-0, greiðir Fróði
frá.
Petur Mohr er venjari og
hann er sinnaður av geva
teimum ungu møguleikan.
Í eitt ár stríðist Fróði við at
vinna sær fast pláss, men
tað gongur ongan veg. Ikki
fyrr enn ein lagnudag í 1995
á Krossinum í Sumba ber til.
Í ellivu teimum fyrstu um
førunum hevur Fróði sitið
uttanfyri, men nú eru boð
eftir honum.
– Vit taptu dystin 2-1, men
eg spældi væl. Eg havi verið
fastur maður síðani, sigur
Fróði
Benjaminsen,
sum
spældi á Toftum til 2003.
Hann
hevur
upplivað
nógvar broytingar og ym
iskar spælarar. Hann hevur
bara gott at bera Niclasi
Davidsen, sum var formaður
í felagnum øll árini hann var
spælari har.
– Vit byrjaðu á einum
grúsvølli, men har hendi
mangt og hvat tað tíðina,
sigur Fróði og minnist eisini
aftur á onkrar teimum út
lendsku spælarunum, sum
hava verið í felagnum.
Tá eg kom niður var
Ebbe Sand burturstaddur
og venjarin var útskiftur.
Nýggi venjarin visti av
ongum og eg endaði við
at spæla á vinstra bakki.
Tá hugsaði eg, at hetta
tími eg ikki
Navn: Fróði Benjaminsen
Føddur: 14. desembur 1977
Foreldur: Harry Benjaminsen
og Sigrun Eliasen
Giftur: Súsan Benjaminsen
Børn: Aron, 6, Sara, 5
og eina dóttur, sum júst
er komin til verðina
Starv: Timburmaður
hjá Húsavarðartænastan
Yrkisleið:
Landsdystir: 79/6
Debut: 8. septembur 1999
móti Litava
1994-2003
B68
2004
Fram (Ísland)
2005-2007
B36
2008-
HB
– Tað er stuttligt, at eg sum verið 36
ár í komandi mánaði, kann vinna
heitið sum ársins spælari. Eg hugsaði
ikki so nógv um tað, júst tá eg fekk
heiðurin, men nú eg hugsi um tað, so
tað stórt, sigur Fróði Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen
...framhald á síðu 38