Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. november 2013 · Nr. 134 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Serliga minnist hann væl, tá B68 í 1999 kemur við fýra spælarum úr Brasil. Teir eru í landinum longu í januar mán­aði, tá venjingin byrjar. – Eg minnist, at tað var nógvur kavi. Vit fingu allir venjingarklæðir, meðan teir fingu hvør sína termodrakt at venja í. Teir høvdu aldrin sæð kava fyrr, so tað bleiv ikki so nógv venjing. Teir vildu heldur spæla í kavanum, greiðir Fróði frá. Fróði hevur einki ilt at bera útlendingunum, sum hava verið í B68, men ásann­ ar at onkuntíð hevur arbeiðs­ moralurin hevur í lægra lagi. – Marcello Marcelino var stóra stjørnan og skoraði nógv mál, men um tú var í parti við honum undir venj­ ing, so tapti tú. Hann segði bara; »Ikki pressa nú, pressa sunnudagin«, sigur Fróði og ristur við høvdinum, meðan hann smílist. Fróði Benjaminsen vinnur í 2001 heitið sum ársins spæl­ ari í føroysku kappingini á fyrsta sinni. Angri einki Í 2004 fær Fróði tilboð um at koma til Íslands at spæla. Tað er Fram úr Reykjavík, sum ynskir at fáa Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen til felagið. Hóast tað ikki gongur nakað serligt, so er Fróði glaður fyri tíðina í Íslandi. – Fram hevur í nøkur ár spælt fyri at yvirliva í bestu deildini. Tað gera vit eisini tað árið og eg lærdi nógv, sigur Fróði. Hóast tað stendur honum í boði at halda fram í Íslandi, so velur Fróði at flyta aftur til Føroya. Fróði hevur eisini havt møguleika at royna seg í ymiskum feløgum í millum annað Danmark. Hann angrar ikki, at hann ikki tók av fleiri møguleikum. – Eg hevði møguleikar, men tað hugsi eg ikki um í dag. Eg eri glaður fyri tað, sum eg havi megnað í før­ oyskum fótbólti, sigur Fróði, sum millum annað hevur royndar­vant við Silkeborg. Tá spælir hann við B36 og er í tilfeldigvís í Danmark, tá B36 framherjin, Sylla, skal royndarvenja við Silkeborg. Fróði er ikki í venjing, men ítróttarstjótin í felagnum, navnframi Ebbe Sand, biður Fróða koma aftur seinni. – Tá eg kom niður var Ebbe Sand burturstaddur og venjarin var útskiftur. Nýggi venjarin visti av ongum og eg endaði við at spæla á vinstra bakki. Tá hugsaði eg, at hetta tími eg ikki, sigur Fróði, sum ongantíð hevur havt tann stóra hugin til royndarvenjginar. – Eg angri einki og hugsi heldur ikki um tað, sigur Fróði avgjørdur á málinum. Skiftið frá B36 til HB Fróði Benjaminsen skiftir í 2005 til B36, sum hevur stórar ætlanir. Í fyrsta árinum vinna teir FM og koma víðari í Evropa móti ÍBV úr Íslandi. Teir eru eisini um reppið at knúgva FC Midtjylland í um­ farinum eftir. Árið eftir kemur B36 aftur víðari, hesa ferð í Champions League. Mótstøðuliðið er Birkirara úr Malta, sum eru vísir í at teir vinna dystin. Mótsatt boðunum, sum plagdu at koma á lands­liðs­ legunum, eru boðini, at spæl­ arar skulu út í sólina. – Magni Mohr segði, at vit skulu út at venja okkum við sólina. Eg skal ikki gera meg klókan upp á tað, men vit vunnu 3-0 og høvdu ongar trupul­leikar av hitanum, greiðir Fróði frá. Í 2008 skiftir Fróði til HB. Tað fellur ikki í góða jørð hjá øllum, men tað leggur Fróði ikki so nógv í. – Onkur fólk blivu óð. Tað eru fleiri viðurksifti, sum eg ikki komi inn á, sum gjørdu at eg skifti. Høvdu tey óðu vita alt, so høvdu tey skilt meg, sigur Fróði víðari. Trý meistaraheitið og tríggjar ferðir ársins spælari Í HB hevur Fróði vunnið sær status sum »Captain Fantastic«. Hann er høvðus­ mað­urin handan FM heit­ini í 2009, 2010 og í 2013. Hann hevur gingið á odda í mið­vøll­ inum og hevur mangan verið munurin millum tap og sigur. Hann er eisini kosin til ársins spælara í øllum trimum FM ár­unum hjá HB. – Tað er stutt­ligt, at eg sum verið 36 ár í kom­andi mán­aði, kann vinna heit­ ið sum ársins spæl­ari. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, júst tá eg fekk heiðurin, men nú eg hugsi um tað, so tað stórt, sigur Fróði Benjaminsen. Á ársveitsluni hjá HB í ár kunn­gjørdi formaðurin í felag­num, Finnbogi Arge, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram í felagnum. Tað kom óvart á tey flestu – eisini Fróða sjálvum, sum stutt seinni gjørdi sáttmála fyri kom­andi kappingarár. – Tað var nokk ein mis­ skiljing. Eg visti ikki at hann fór at kunngera tað, so eg bleiv kløkkur, men reaktión­ ir­nar, ið eg fekk aftaná, eri eg tó glaður fyri. Tá merkiti eg hvussu vælkomin eg eri í felagnum, sigur Fróði Benjaminsen. Metið hevur einki at siga Fróði Benjaminsen kom á fyrsta sinni á landsliðið í 1999. Tað var eftir at landsliðið hevði spælt móti einum úr­vals­landsliðið. Hesum var Fróði á og teir vunnu á a-lands­liðnum. Fróði situr á bonkinum, tá Føroyar spæla javnleik móti Skotlandi og síð­ani Bosnia- Herzogovina á Svanga­ skarði. Stutt seinni er dyst­ur móti Litava, sum Før­oy­ ar tapa 1-0. Fróði fær sínar fyrstu min­utt­ir, men minn­ist ikki nógv av dyst­ inum. Faktist, so má hann ein túr á Faroesoccer.com, fyri at finna fysta dystin. – Eg minnist ikki handan dystin. Eg minnist faktist ikki so væl dystir, sum eg sjálv­ur havi spælt, greiðir Fróði frá. Faktist, so fylgir Fróði ikki so neyvt við altjóða fótbólti, sum onnur gera. – Fyrstu árini á lands­ lið­num visti eg ikki hvørjir spælararnir vóru, sum vit spældu í móti. Um eg eisini skuldi tosa um fótbólt heima við hús, so hevði ikki verið pláss fyri øðrum, sigur Fróði. Á einum av fyrstu venj­ ingar­legunum leikar hart á til venjing. Tað endar við, at Uni Arge fær eina harða tak­ling. Uni gevur aftur av somu skuffu og nú traðkar táverandi landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, til. Hann er ikki blíður og Uni er í øðini og gevst at venja. – Tað var ikki fyrr í buss­ inum á veg heim, at eg kom í tankar um, at eg og Uni faktist hava kamar sam­an á túrinum. Tá ráddi um at fáa slættað sjógvin skjót­ast gjørligt, sigur Fróði, sum nú nærkast metinum hjá Óla Johannesen, sum hev­ur spælt 83 landsdystir, með­an Fróði hevur spælt 79. Mið­ vall­arin hevur tó einki mál um at taka metið frá Óla. – Tað er ikki nakað eg hugsi um. Nú havi eg júst tikið eina avgerð um at halda fram komandi ár, so fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjamin­ sen, sum hevur havt eitt langt kappingarár við bæði HB og landsliðnum. – Tað krevur eina góða konu og stuðul frá familjuni at spæla fótbólt so leingi, sum eg havi gjørt, sigur Fróði. Bara í ár metir hann, at hann hevur verið burtur­ staddur í upp til tveir mán­ aðir. Tað er ein uppgáva, sum Fróði tó ongantíð hevur brýggja seg um. Tað er tá hann sum liðskipar á lands­ lið­num skal lesa upp eitt skriv frá FIFA um Fair Play. – Eg kann ikki minnast at Óli Johannesen og hinir liðskiparnir hava lisið upp so oftani sum eg. Tá eg bleiv liðskipari, tá skuldi eg lesa upp tríggjar ferðir upp í slag. Til endans skulu vit siga nøk­ ur orð í senn, men tað hevur miseydnast hvørja ferð, sigur Fróði og flennir. Kapteinurin heldur fram Við heitinum sum ársins spælari í bagaguni er Fróði Benjaminsen til reiðar at taka enn eitt ár við HB. Hvat landsliðnum viðvíkur, so hevur Fróði ikki tikið nakra avgerð. Soleingi sum hann er besti spælarin í før­oysku kappingini, so verður tað hann og ikki lands­liðs­venj­ arin, sum má finna lands­ liðs­hurðina. Hóast Fróði verður 36 ár komandi mánað, so er ynski at halda fram við at spæla, men bara um umstøðurnar og kroppurin loyvir tí. Skal Fróði Benjaminsen taka metið hjá Óla, so má hann spæla í minst tvey ár aftur­at, tí tað eru bara tvær lands­liðsuppgávur komandi ár. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR