fríggjadagur 28. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 100 - 28. mai 2004
Nr. 100 - 28. mai 2004
13
UTTAN ÚR HEIMI
Tíðindamaður
tikin
Mikukvøldið tók ísra-
elska løgreglan bretska
tíðindamannin
Peter
Hounam, og um kvøldið
var hann til avhoyringar
hjá
trygdartænastuni
Shin Bet. Seinni um
kvøldið váttaðu myndug-
leikarnir, at Peter Hou-
nam var settur í varðhald.
Peter Hounam er ikki
hvør sum helst. Tað var
hann, sum gjørdi sam-
røðuna
við
ísraelska
kjarnorkuverkfrøðingin
Mordechai Vanunu í ok-
tober í 1986. Har avdúk-
aði Vanunu, at Ísrael
hevði
kjarnorkuvápn.
Tað kostaði honum 18
ára fongsul, og hann varð
latin leysur fyri stuttum.
Ísraelsku myndugleik-
arnir hava givið Vanunu
sera avmarkað frælsi,
sjálvt um hann er liðugur
við revsingina. Hann
hevði kortini játtað at
lata BBC gera ein film
um seg, og tað var í teim-
um ørindunum, at Peter
Hounam var farin til
Ísraels. Vanunu segði í
gjár, at avgerðin hjá Shin
Bert at handtaka Hou-
nam er enn ein roynd hjá
myndugleikunum
at
doyva alt tos um tey ís-
raelsku kjarnorkuvápn-
ini.
Hastverk er
lastverk
Tann fyrsta royndin hjá
evropearum at senda eitt
rúmdarfar til Mars mis-
eydnaðist,
tá
einki
hoyrdist aftur frá farinum
"Beagle 2", sum eftir
ætlanini skuldi seta seg á
Mars sjálvan jóladag í
fjør.
Ein nevnd, sum hevur
kannað verkætlanina við
"Beagle 2", sigur, at alt
ov fáar royndir vórðu
gjørdar
við
farinum,
áðrenn tað varð sent út í
rúmdina. Nevndin sigur
eisini, at farið bleiv gjørt
í skundi, og at alt ov lítlir
pengar vóru játtaðir til
verkætlanina. Um sjálva
orsøkina til, at lendingin
miseydnaðist,
sigur
nevndin, at helst er
"Beagle" kolað upp á veg
niður á Mars, ella hevur
farið hildið leiðina fram
longri út í rúmdina.
Ein lítil uggi er tað
kanska, at tann fyrsta
evropeiska Mars-royndin
er minni enn so tann ein-
asta, sum er miseydnað.
Næstan 20 onnur før
hava fingið somu lagnu.
Hinvegin eydnaðist tað
amerikanarunum fyrr í ár
at fáa tvey før at seta seg
á Mars.
Fleiri eldri á
alnótini
Alt fleiri og fleiri danir
fáa sær atgongd til al-
nótina, og tað eru serliga
tey eldru, sum vilja hava
samband við umheimin.
Nýggj tøl hjá donsku
hagstovuni vísa, at 83
prosent av øllum dønum
hava atgongd til alnótina
í dag. Annaðhvørt hava
tey teldu við atgongd til
alnótina heima við hús
ella á arbeiðsplássinum
ella í skúlanum. Sambært
hagstovuni veksur talið
støðugt. Fyri einum ári
síðani høvdu 79 av øllum
dønum atgongd til alnót-
ina, og eitt ár framman-
undan var talið 76 pro-
sent.
Tað eru sum vera man
tey ungu, sum hava
størstan áhuga fyri al-
nótini, og í Danmark
hava 96 prosent av teim-
um 16 til 19 ára gomlu
atgongd til alnótina. Men
hagstovan sigur, at tey
eldru fylgja væl við. Av
teimum, sum eru ímillum
60 og 74 ár, hava 54 pro-
sent atgongd til alnótina,
og hesin aldursbólkurin
vaks mest í fjør, sigur
hagstovan.
Dýrur lesnaður
Tað eru tey, sum eru til
reiðar at gjalda nógvar
pengar fyri at fáa fatur á
gomlum bløðum og bók-
um.
Á einari uppboðssølu
hjá norska forlagnum
Cappelen mikukvøldið
rindaði ein keypari 9.000
norskar krónur fyri ta
fyrstu norsku útgávuna
av Anders And. Blaðið
kom út í desember í
1948 og kostaði tá 50
oyru. Ein latínsk bønar-
bók frá 1522 fekk tann
besta prísin á uppboð-
num.
Hon
fór
fyri
200.000 krónur.
Tann
kendi
norski
barnabókahøvundurin
Torbjørn Egner er fram-
vegis væl umtóktur í
Noregi. Á uppboðnum
mikukvøldið varð eitt
eintak av bókini "Billed-
bok for Per", sum kom út
í 1946, selt fyri 6.500
krónur, og fimm lit-
myndir av høvundinum
fóru fyri 12.000 krónur,
skrivar Aftenposten.
Í gjár eydnaðist
bjargingarliðum í
Haiti at sleppa til ta
fjarskotnu bygdina
Mapou
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Vatnflóð og skriðulop hava
darvað bjargingarliðunum,
sum royna at bjarga fólki
aftan á tað ógvusliga
grimdarregnið í Haiti og
Dominikanska Lýðveldin-
um.
Í gjár eydnaðist tað bjarg-
ingarliðunum at sleppa til
ta fjarskotnu bygdina Ma-
pou har eysturi í landinum.
Men har var ikki nógv at
gera, tí tey meiri enn tús-
und bygdarfólkini lógu
jarðað undir mold og runu.
Myndugleikarnir í Haiti
siga, at meiri enn 1650 fólk
hava latið lív av illveðrin-
um, og í grannalandinum
Dominikanska Lýðveldin-
um eru meiri enn 350 funn-
in deyð.
Í báðum londunum vænta
myndugleikarnir at finna
uppaaftur fleiri lík. Sagt
verður, at fleiri hundrað
fólk eru ikki komin afturí-
aftur.
ST-hermenn, sum
hava støð í Kongo,
misnýta gentur niður
í 13 ára aldur. Aftur-
fyri fáa tær mat frá
hermonnunum
MISNÝTSLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
ST hevur sent hermenn til
Kongo at verja sivilfólkið
ímóti ágangi frá uppreist-
rarbólkum.
Hermenninir
eru úr Marokko og Uru-
guay, men sambært bretska
blaðnum The Independent
gera teir sær dælt av mat-
trotinum í økinum.
Blaðið hevur tosað við
fleiri ungar gentur í flótta-
fólkaleguni Bunia. Tær
greiða frá, at tær hava ov
lítið til matna. Hermenninir
hjá ST hava harafturímóti
ovmikið, og teir lata gleði-
liga genturnar fáa burturav,
men prísurin er kynsligt
samband.
Hjálparfelagsskapurin
Atlas váttar fyri The In-
dependent, at søgurnar hjá
gentunum eru sannar. Fe-
lagsskapurin
sigur,
at
nógvar av teimum ungu
gentunum eru illa fyri
frammanundan, tí fleiri
teirra vórðu neyðtiknar,
áðrenn tær sluppu frá upp-
reistrarmonnunum.
Talskvinnan hjá ST í
Kongo, Dominique Mc-
Adams, sigur við The
Independent, at søgurnar
hjá gentunum verða kann-
aðar. Sjálv ivast hon ikki í,
at hald er í teimum flestu,
men hon leggur afturat, at
tað er torført at prógva, at
genturnar verða misnýttar.
Ávaringin um møgu-
lig álop á USA er liður
í valstríðnum upp
undir forsetavalið í
heyst
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikonsku myndugleik-
arnir ávara nú amerikanar-
arnar um, at yvirgangsfe-
lagsskapurin al-Qaeda fyri-
reikar álop á mál í USA í
summar. Nevnt verður, at
uppstillingarfundirnir upp
undir forsetavalið í no-
vember kunnu vera álops-
mál.
Men eygleiðarar í USA
halda, at ávaringin er liður í
valstríðnum hjá George W.
Bush, forseta.
– Stjórnin noyðist at
ávara fólkið um, at okkurt
kann vera í væntu. Tí skuldi
okkurt hent, kann hon nú
vísa á, at fólkið var ávarað,
sigur ein av eygleiðarunum
við tíðindastovuna Reuters.
Aftan á álopið tann 11.
september í 2001 var Bush-
stjórnin fyri hvøssum at-
finningum, tí hon hevði
ikki tikið upplýsingar um
eitt komandi álop í álvara.
Øll bygdin doyði
ST-hermenn misnýta smágentur í Kongo
Yvirgangsávaring liður í valstríði
Hendan haitiska kvinnan slapp frá illveðrinum við lívinum, men hon hevur mist alt, sum hon átti
Mynd: Reuters
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í
Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá
Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvar-
bóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í
kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni legði hann
út aftur í herstríð, men halgisøgan sigur, at hann á
gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur
hevði grundað.
Upprunaliga týskt navn, vilji og hjálmur.
Leygardagin 29. mai
kl. 14.00 letur Andrea
Falkvard, listakvinna,
upp eina framsýning
við ekspressionist-
iskum málningum á
Ellisheiminum í
Vágum. Á framsýn-
ingini verða umleið
10 ekspressionistiskir
málningar
Andrea Falkvard er 23 ára
gomul og ættað úr Mið-
vági. Hon hevur útbúgving
frá "Den Frie Ungdoms-
uddannelse" í Danmark,
har hon hevur verið í
starvsvenjing hjá fleiri
ymiskum listafólkum, sum
arbeiddu við t.d. grafikki
og
málningalist.
Eisini
hevur hon arbeitt í einum
handli, sum framleiðir og
selur keramiklutir.
Undir síni útbúgving
hevur Andrea eisini arbeitt
við prýðislutum sum lista-
verk, klædnadesigni, foto
og tikið stakgreinar í
psykologi, listasøgu og
enskum og donskum bók-
mentum.
Andrea, sum eisini var
við á Várframsýningini í ár,
hevur søkt inn á kunst-
akademi í Danmark, og í
løtuni bíðar hon eftir svari.
Framsýningin
verður
opin frá 29. til og við 31.
mai frá kl. 16-20.
Andrea Falkvard, Miðvágur:
Málningaframsýning á Ellisheiminum í Vágum
27. mai vóru 60 ár liðin
síðan vegurin millum Kví-
vík og Vestmanna alment
varð tikin í brúk. Annfinn
Bláhamar í Vestmanna var
við í einum av fyrstu bilun-
um, sum koyrdi á hesum
strekki tann dagin
Sverri Egholm skrivar í
Birting 2000 m.a. " Í 1921
farið undir at fullføra vega-
gerðina millum Kvívík og
Kollafjørð. Í 1943 komið
so langt við vegagerðini
millum Kvívík og Vest-
manna, at bert eitt stutt
strekki var eftir í Gassádali.
Men umsíðir tann 7. mai
1944 koyrdi Carl A. Jensen
í Kollafirði sum tann fyrsti
út til Vestmannar við ferða-
fólki. Liðugur var vegurin
ikki fyrr enn seinni".
Tann 27. mai 1944 varð
so vegurin tikin alment í
nýtslu. Annfinn Bláhamar í
Vestmanna, sum tá bert var
4 ára gamal, var við í
Chevrolet lastbilinum hjá
pápanum, Fríðriki Blá-
hamar, hendan dagin tá teir
sum ein av fyrstu bilunum
koyrdu í gjøgnum til Kví-
víkar.
TÍðINDASKRIV
Fríggjadagin 28. mai kl. 16
lata Hansina Iversen og
Vígdis Petersen upp lista-
framsýning í Galerie Focus
í Gríms Kambansgøtu í
Havn.
Hansina Iversen sýnir
fram málningar, og Vígdis
Petersen sýnir fram kera-
mikk, betong og glas.
Framsýningin
verður
opin til 11. juni, týsdag til
fríggjadag kl. 14 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Galerie Focus:
Hansina og Vígdis
í Galerie Focus
Vegurin millum Kvívík og Vestmanna 60 ár
Annfinn Bláhamar í Vestmanna var sum smádrongur við í einum av fyrstu bilunum, sum
koyrdu millum Vestmanna og Kvívík tann dagin vegurin alment varð latin upp. Myndin er
tikin í Gassádali millum brúgvarnar, sum máttu gerast áðrenn koyrandi var millum bygdirnar
Mynd: Jens Kristian Vang
TÍÐINDASKRIV
Listasavn Føroya hevur sett
27 ára gomlu Inger Smæ-
rup Sørensen í starv sum
listarligur leiðari frá 1.
august 2004.
Inger Smærup Sørensen
er cand. mag í listasøgu, og
í dag starvast hon sum
listarligur leiðari á Heerup
Museum í Keypmanna-
havn.
Listasavn Føroya:
Listarligur leiðari
settur frá 1. august
Hansina Iversen sýnir fram málningar, og Vígdis Petersen
sýnir fram keramikk, betong og glas
Mynd: Jens Kristian Vang
Poul Henrik Poulsen í Havn
er settur sum fyribils stjóri
á Føroya Fornminnissavni.
Poul Henrik er 38 ára
gamal, havnarmaður og út-
búgvin cand. merc. Liðug-
ur við útbúgvingina ar-
beiddi hann í Danmark eina
tíð, áðrenn hann flutti heim
til Føroya.
Komin heim aftur til Før-
oya í 1995, undirvísti hann
á Føroya Handlisskúla í
Havn og á Kambsdali, sam-
stundis sum hann arbeiddi
við marknaðarføring á trol-
virkinum Vónini.
Í 1996 fekk hann starv á
marknaðardeildini hjá Før-
oya Tele, har hann seinni
bleiv marknaðarleiðari.
Í 2000 flutti hann til
Norra at arbeiða. Har var
hann m.a. við til at seta eina
fyritøku á stovn.
Síðan 2002 hevur hann
rikið sína egnu fyritøku við
virkisráðgeving í Havn.
Poul Henrik er sonur
Áslu, f. Mouritsen, og Tór-
bjørn Poulsen í Havn. Hann
er giftur við Katrin úr
Havn, og tey eiga eina dótt-
ir.
Poul Henrik Poulsen, Tórshavn:
Settur stjóri á Føroya Fornminnissavni
C
M
Y
K
13
12