Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 101 - 29. mai 2004 Nr. 101 - 29. mai 2004 13 Skal stýrast við harðari hond Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur, at skal fiski- dagaskipanin má stýrast við harðari hond. Men her heldur hann, at politiska skipanin hevur svikið FISKIDAGASKIPANIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskidagaskipanin er kanska góð. Men vit vita tað ikki við vissu, tí hon verður ikki umsitin á full- góðan hátt. Sostatt hava vit heldur ongi prógv fyri, hvussu skipanin virkar. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag er ein av teimum, sum ætlar sær á fiskivinnuráðstevn- una, sum Farec skipar fyri í Havn fyrst í juni. Òli Jacbsen hevur altíð havt greiðar meiningar um føroyska fiskivinnu og um fiskiskap og tær meningar- nar hava ofta gingið upp á tvørs av vanligu hugsanini hjá alment góðtiknu fiski- frøðini. Og hann mælir til eitt ávíst varsemi, nú vit ferð eftir ferð síggja og hoyra føroysku fiskidagaskipan lovprísaða í nógvum lond- um, og nú føroyskir politik- arar ferðast land og ríki runt at greiða frá -fyri ikki at siga, reypa- av fiskidaga- skipanin. – Eitt er so púra greitt og tað er, at fiskidagaskipanin skapar ongan fisk og hon er heldur ongin trygd ímóti sveiggum í fiskiskapinum. – Kanska hevur fiski- dagaskipanin staðið í ein- um ov glæsiligum ljósi, tá ið samanum kemur, heldur Óli Jacobsen. Hann sigur, at tá ið hann er komin á tal við útlend- ingar, sum eru áhugaðir í okkara fiskidagaskipan, hevur hann víst teimum á, at eftir hansara tykki er ein avgjørd fortreyt fyri, at fiskidagaskipanin skal virka, at politiska skipanin alla tíðina fylgir henni upp og hevur tamarhald á tí, sum fer fram. – Og tað kunnu vit ikki siga, at politiski myndug- leikin í Føroyum hevur gjørt. – Vit kunnu ikki siga, at politikararnir hava stýrt fiskidagaskipanini serliga sannførandi, elggur hann afturat. Óli Jacobsen sipar til tey ørkymlandi viðurskiftini, sum hava verið í fiskimála- ráðnum við teimum nógvu ivamálinum í sambandi við at leggja fiskiloyvi saman o.s.fr. – Somuleiðis vita vit heldur ikki, hvussu gongd- in í fiskiorkuni hevur verið hesi seinastu árini. Kanska hevur gongdin verið áleið, men vit vita tað ikki, tí pol- itiski myndugleikin fylgir ikki við. Formaðurin í Fiski- mannafelagnum sigur, at ein avgjørd fortreyt fyri fiskidagaskipanini er, at hon verður stýrd við harð- ari hond. – Vit kunnu gott hava okkara hugsan um, at fiski- dagaskipanin í útgangs- støðinum er góð. Men tað krevur, at hon verður stýrd. Tað er sum við ferðsluregl- unum. Í Føroyum hava vit ikki loyvi at koyra meiri enn 80 ímillum bygdir, men so er eisini neyðugt at syrgja fyri, at vit ikki koyra meiri enn 80. Men her heldur heldur Óli Jacobsen, at føroyskir myndugleikar hava svikið. – Vit kunnu ikki siga, at føroyskir myndugleikar hava stýrt fiskivinnunevnd- ini yvirhøvur. Óli Jacobsen sigur, at manglandi effektiviteturin í føroysku umsitingini er eisini galdandi á hesum øki. – Sostatt kunnu vit av- gjørt staðfesta, at føroyska fiskidagaskipanin er ikki bara ein sólskinssøga, legg- ur formaðurin í fiski- mannafelagnum afturat. – Tað er onki paradís, har ikki onkur ormur er og veruleikin er, at í sambandi við fiskidagaskipania, vita vit ikki, hvar vit flóta. Kortini heldur Óli Jacob- sen, at kvotuskipanir eru óbrúkiligar, serliga, har talan er um blandaðan fiskiskap. Har er fiskidaga- skopanin helst tað nærm- asta, vit koma eini góðari skipan. Men tað krevst alt- so, at hon verður stýrt við fastari hond og tað hevur haltað í Føroyum. Tað hevur eisini verið funnist at, at ávísir skipa- bólkar, djúpvatnstrolararar- nir og garnaskipini eru utt- anfyri fiskidagaskipini - men garnaskipini fiska so onnur fiskasløg enn tey, sum fiskidagaskipanin er bygt á. – Í grundregluni eiga all- ir skipabólkar at vera í fiskidagaskipani. Ella kann skipanin heilt skjótt fara á glið, heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Hevur avgjørt havt eina missión Fiskivinnuráðstevnan skal eisini umrøða spurningin um, hvussu væl ástøðið hjá fiskifrøðingunum svara til veruleikan. – Hetta er ein partur av somu søk, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Ofta hevur verið ført fram, at onki samsvar hevur verið ímillum ástøðið hjá fiskifrøðingunum um gongdina í fiskastovnunum og um ávirkanina á fiski- skapin, og veruligu gongd- ina í fiskiskapinum. – Hetta hevur mangan elvt til byltingar ímillum fiskimenn og fiskifrøðing- ar. Men tað hevur eisini elvt til stríð ímillum almennu, góðtiknu fiskifrøðina og so íslendska fiskifrøðingin Jón Kristjánsson, sum brýt- ur fullkomiliga frá og hevur eina heilt aðra uppfatan. – Báðir partar meta hin at vera at kalla trúarvillingar. Óli Jacobsen væntar ikki, at úrslitið av hesi ráðstevnuni verður, at almenna fiski- frøðin stendur fyri falli. – Til tað er hon alt ov inngrógvin. Men hann heldur avgjørt, at Jón Kristjansson hevur havt sína missión. – Fyri nøkrum árum síð- ani varð tað, sum fiskifrøð- ingarnir søgdu, mett ájavnt við ein óreingiligan, bíb- ilskan sannleika. Ongin tordi og ongin hevði før- leika til at seta spurnartekin við tað, sum fiskifrøðing- arnir søgdu. – Og sama um Jón Kristjansson hevur rætt ella ikki, so hevur hann í hvussu so er fingið okkum at hugsa og til at seta almennu fiski- frøðingunum spurningar- eisini spurningar, sum ikki verða svaraðir, tí teir ganga teimum ov nær. – Sostatt hevur tað av- gjørt ikki verið til fánýtis, at hesin íslendingurin trein inn á vøllin fyri nøkrum árum síðani. Óli Jacobsen heldur, at tað er soleiðis í øllum lívs- ins viðurskiftum, at har bara ein meining er gald- andi, er ov stórur vandi fyri at tey, við "røttu" meining- ini, gerast ov hástór og tí er tað rætt og gagnligt, at tað verður birt uppundir til kjak og at spurningar verða sett- ir. Og tað hevur umstríddi íslendingurin í hvussu so er megnað. Og fyri at vera í tí bíb- ilska, samanber formaðurin í Fiskimannafelagnum hetta við uppfatanina av bíbliuni. – So leingi bíblian vara var á latíni, vóru tað bara nakrir fáir skriftlærdir, sum kundu lesa hana og tulka hana. Ongin annar hevði førleika til at seta spurn- ingar og at gera sínar egnu metingar. – Tann møguleikin kom ikki, fyrrenn bíblian varð týtt til tey ymsu tungu- málini. Ómøguligt at spáa Óli Jacobsen hevur nú verið formaður í Fiski- mannafelagnum í ein mansaldur. Men hann held- ur seg kortini ikki til at spáa um, hvussu fiskivinnan í Føroyum sær út um 10 ár. – Hevði eg øll hesi árini, eg havi verið formaður, skula mett um støðuna í fiskivinnuni árið eftir, skuldi tað nokk víst seg, at eg ongantíð hevði fingið rætt. – So ring er fiskivinnan at rokna út, at tað ber nóg illa til at meta eitt ár fram í tíðina. Tí fer Óli Jacobsen als ikki at spáa um framtíðina. – Tað vildi verið fáfongt, heldur hann. Ein stórur spurningur er hesa seinastu tíðina, er løn- semið í føroysku fiski- vinnuni. Tað ásannar Óli Jacobsen eisini. Men hann heldur, at hetta er ein størri trupul- leiki hjá teimum, sum skulu liva av fiskivinnuni á landi. – Men sjálvsagt er tað eisini ein samfelagsligur trupulleiki. Men enn hevur so ongin verið førur fyri at svara uppá, hvussu hann kann loysast. Og tað hevur hann heldur ikki svarið upp á. Kann bara blíva klókari Fiskivinnuráðstevnan, sum verður í Føroyum fyrst í juni, er helst tann størsta og mest umfatandi, sum hevur verið í landinum. Og formaðurin í Fiski- mannafelagnum er eisini eitt sindur spentur uppá stevnuna. Hann heldur avgjørt, at evnið á ráðstevnuni er sera viðkomandi. Talan er um eitt sera stórt og umfatandi mál. Leitanin eftir teirri fullkomnu skip- anini, fær serfrøðingar av ymsum slagi og politikarar ferðast heimin runt at kanna eftir, hvørjar skipanir ymisk lond brúka til at stýra fiskiskapinum við. Og á ráðstevnuna í Havn koma eisini serfrøðingar úr nógvum ymsum londum og av nógvum ymsum slagi. – Sostatt kunnu næstan bara blíva klókari av eini slíkari ráðstevnu. Tað, sum hann er mest spentur uppá, er at hoyra ísraelan, Menakhem Ben- Yami, leggja fram. – Tann 77 ára gamli Menakhem Ben-Yami er fiskimaður og hann hevur drúgvar royndir av fiski- skapi um allan heim og av teimum ymsu skipanunum, sum verða brúktar at stýra fiskiskapinum við runt íkring og, hvussu tær hava eydnast. – Tað verður serliga áhugavert at hoyra ein so royndan og vitandi fiski- mann sum hendan, siga sína hugsan um viður- skiftini. – Og hansara styrki er avgjørt, at hann er ikki teoretikari, men fiskimaður og sostatt er hann tí helst eisini førur fyri at siga sína hugsan á einum vanligum máli, sum øll skilja, heldur formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag. Føroyska fiskidagskipanin verður ikki umsitin nóg væl og tískil vita vit í veruleikanum heldur ikki, hvar vit flóta, heldur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum - Fiskidagaskipanin skapar ongan fisk og tað er heldur onki paradís, har ikki onkur ormur er eisini, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum C M Y K 13 12