fríggjadagur 28. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 • fríggjadagur • 28. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyingar hava ser-
liga tikið skavispølini
hjá donsku tipstæn-
astuni til sín, og tí eru
ikki færri enn 9,5
milliónir krónur nú
býttar út til barna- og
ungdómsarbeiði, um-
sitið av Ítróttasam-
bandi Føroya, Føroya
Ungdómsráð og
Mentamálaráðnum
ÍTRÓTTARVEDDING
tíðindaskriv
Samanlagt spældu føroy-
ingar fyri góðar 30,6 milli-
ónir krónur í fjør, og ein
sera stórur partur av hesum
verður verandi í landinum.
Umframt at hepnir spælarar
í Føroyum vunnu tilsamans
einar átta milliónir krónur,
koma so eisini provisiónir
til føroysku sølustøðini og
gjald fyri samskifti til Før-
oya Tele.
Aftur at hesum kundi
smápartafelagið
Ítrótta-
vedding seinnapartin miku-
dagin eisini lata heilar 9,5
milliónir krónur til barna-
og ungdómsarbeiði, soleið-
is sum felagnum er álagt.
Hesir pengar verða latnir
trimum móttakarum, sum
eru Ítróttasamband Føroya
við 5,7 milliónum krónum
og Føroya Ungdómsráð og
Mentamálaráðnum, ið fáa
1,9 milliónir krónur í part.
Hesi trý eru eisini parta-
eigararnir í Ítróttavedding.
Serliga eru tað skavispøl-
ini hjá Dansk Tipstjeneste,
ið hava sligið ígjøgnum í
Føroyum, tí tey standa fyri
einum góðum triðingi av
samlaða
umsetninginum
her í 2003. Síðani spæla
føroyingar eisini nógv við í
Lotto og Oddset, umframt
OnsdagsLotto og Joker.
Torfinn Højgaard, for-
maður í Ítróttavedding,
fegnast um, at heilar 9,5
milliónir krónur eru at býta
út eftir góða árið í fjør:
– Tá danska veddingar-
lógin í fjørvár varð endur-
skoðað, gjørdist greitt, at
hon ikki longur fevndi um
ítróttaveddingina í Føroy-
um. Tí varð nýggj avtala
gjørd millum Ítróttavedd-
ing og Dansk Tipstjeneste,
so føroyski ágóðin nú er
tengdur at, hvussu nógv
verður spælt fyri í Før-oy-
um, sigur Torfinn Høj-
gaard.
– Serliga fegnast vit um,
at fólk hava tikið so væl
ímóti skavispølunum, sum
ikki vóru at fáa hjá før-
oysku veddingarumboðun-
um fyrr enn í fjør. Hugaligt
er, at hesin spælihugur
kann koma barna- og ung-
dómsarbeiðinum til góðar.
Fegnir móttakarar
Størsta »bitan av køkuni«
fær Ítróttasamband Føroya,
sum hesa ferð fekk 5,7
milliónir
krónur.
ÍSF-
forsetin Heðin Mortensen
sigur, at hesin peningur
kemur sera væl við.
– Ja, henda upphæddin
kemur á eitt sera turt stað,
men vit skulu nokk fáa
brúkt hetta skilagott. Vit
hava ein býtislykil, ið gevur
sersambondunum hvør sína
upphædd, sum so víðari
kunnu koma limafeløgun-
um kring landið til góðar,
sigur Heðin Mortensen.
– Sum vanligt, fer nógv
av hesum at síggjast aftur í
landsliðsarbeiði og øðrum,
eitt nú Oyggjaleikunum í
Hetlandi næsta summar.
Einki av hesum peningin-
um fer til umsiting, men alt
til ítrótt.
Lív Tórgarð, sum júst
hevur tikið við sum for-
kvinna í Føroya Ungdóms-
ráð, var eisini fegin um, at
ein av hennara fyrstu upp-
gávum í starvinum var at
taka ímóti einum kekki upp
á 1,9 milliónir krónur.
– Vit hava eina reglugerð,
ið limafeløgini skulu ganga
eftir, tá tey søkja um at fáa
burtur av hesum peningin-
um, ið bæði kemur teimum
limafeløgunum, lokalfeløg-
unum og serligum og øðr-
vísi tiltøkum til góðar, sigur
Lív Tórgarð.
– Feløgini eru ófør at
søkja, so hvørt oyra fer til
barna- og ungdómsarbeiði
hjá okkara limum. Eisini
stimbrar hetta undir feløg-
ini at mennast, tí bæði
limatal og virksemi hava
ávirkan á, hvussu nógv tey
kunnu fáa í sín part.
Triði partaeigarin, ið eis-
ini fær 1,9 milliónir krónur
frá
Ítróttavedding,
er
Mentamálaráðið.
Jóan
Petur Hentze, fulltrúi, sigur
tað vera nógv, tey kunnu
brúka peningin til.
– Okkara partur fer til
tað, ið ikki kemur undir
virksemið hjá Ítróttasam-
bandi Føroya og Føroya
Ungdómsráð, og serliga
leggja vit dent á at lata
barna- og ungdómsment-
anarligt arbeiði fáa. Tað
kann vera alt frá familju-
konsertum yvir barnadans
til tiltakið Ung í Føroyum,
sigur Jóan Petur Hentze.
– Eftirsum upphæddin
hesa ferð er nakað størri,
enn hon hevur verið hini
árini, fara vit nokk at eftir-
lýsa onkrari størri verk-
ætlan, ið vit kunnu stuðla
við einari munandi upp-
hædd. Upphæddin er so
mikið stór, at hon veruliga
kann gera góðan mun, har
hon verður brúkt.
SvF sendir
Hollands-
dystin
Sjónvarpið hevur í
tíðindaskrivi
boðað
frá, at tað hevur eydn-
ast stovninum at fáa
rættindi til at senda
beinleiðis frá lands-
dystinum hjá føroyska
landsliðnum,
sum
verður í Sveis týsdag-
in.
Dysturin byrjar kl.
19.15, og í steðginum
verður so ein stytt
Dagur og Vika send-
ing, áðrenn farið verð-
ur beinleiðis til seinna
hálvleik.
-jm
NM í Boccia
Í døgunum 29.og 30.
mai verður Norður-
landa Meistarakapping
í Boccia. Henda kapp-
ing verður hildin í
Lappeenranta í Fin-
landi.
Føroyar fara at lut-
taka við fýra spælar-
um: Áki Joensen fer at
spæla í einstaklinga-
kapping í bólkinum
Koyristólur við rennu.
Jógvan Telling Joen-
sen, Marius Johansen
og Jóannes Ziska fara
at spæla bæði í ein-
staklinga kapping og
liðkapping í bólkinum
fyri standandi.
Eitt brutto landslið
hevur vant síðan í
januar, og vórðu hesir
spælarar úttiknir eftir
FM, sum var seinast í
mars mánaða. Teir
hava vant dúgliga síð-
an, so teir eru væl fyri-
reikaðir til kapping-
arnar.
Porto vann
Tað eydnaðist Port at
vinna
Champions
League kappingina í
ár. Hetta hendi, tá teir
mikukvøldið vunnu 3-
0 á Monaco, eftir at
støðan í hálvleikinum
var 2-0. Jorge Nuno
Valento, Gomes Car-
los Alberto og Paulo
Jorge
Costa
skutu
mállini hjá Porto.
-jm
Ítróttavedding skavar 9,5 milliónir
saman til barna- og ungdómsarbeiði
Torfinn Højgaard, for-
maðurí Ítróttarvedding,
fegnast um, at tað bar
til at útluta metstóru
upphæddirnar. Her er
tað Lív Tórgarð,
forkvinna í FUR, sum
fær stóra kekkin
15
14
Nr. 100 - 28. mai 2004
Tingfólk hinu megin
mikrofonina
Í sambandi við 20 ára
føðingardagin hjá
Sjónvarpi Føroya
verður ein heldur
øðrvísi Dagur og Vika
á skránni komandi
mikukvøld, har ting-
fólk fara at gera send-
ingina
HÁTÍÐARHALD
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Johnsigurd
Johannesen
verður útskiftur við Jørgen
Niclasen. Og hini á liðin-
um, sum vanliga gera inn-
sløg til tíðindasendingina
hjá Sjónvarpinum verða
Annita á Fríðriksmørk,
Henrik Old, Kári P. Høj-
gaard, Kaj Leo Johannesen
og Bill Justinussen.
– Endamálið við hesari
sendingini, umframt tað
hyggjaravinarliga í tí, er at
geva politikarunum eina
mynd av, hvussu vit arbeiða
í tí dagliga, greiðir Katrin
Petersen frá.
Umframt hesa politisku
Degi og Viku verða eisini
tríggjar kjaksendingar á
skránni mána, týs og miku-
kvøldið í komandi viku, har
kjakast verður í trimum før-
um um ávíkavist byrjanina
hjá Sjónvarpinum, dagsins
støða á stovninum og so
framtíðarútlitini hjá Sjón-
varpi Føroya.
Dagur í viku
Mikudagurin var sostatt
dagur í viku hjá hesum seks
tingfólkunum,
sum
tá
sluppu at royna seg sum
fjølmiðlafólk.
Tey møttu til arbeiðis til
redaktiónsfund mikumorg-
unin, har tosað varð um,
hvat fyri søgur hvør skuldi
taka sær av. Bjørt Samuel-
sen var redaktørur hjá teim-
um, og saman býttu tey
uppgávurnar út til tey seks.
Og so var bara at fara í
gongd.
Eitt nú skuldi Henrik Old
til tíðindafund í sambandi
við, at Steffen Stumman
Hansen og Arne Thor-
steinsson høvdu sagt seg úr
starvi á Fornminnissavn-
inum.
So nýttu tey allan dagin
til at arbeiða við teirra inn-
sløgum, og hóast sendingin
ikki fór beinleiðis í luftina
klokkan 20 tað kvøldið, so
hevði Sjónvarpið skipað
soleiðis fyri, at tey skuldu
arbeiða sum um teirra
evstamark var klokkan 20.
– Klokkan 20 var tað so
Jørgen Niclasen, sum sat í
stólinum í Dag og Viku
studionum og skuldi royna
seg sum vertur, sigur Katrin
Petersen.
Hvussu
leikur
gekk
hendan dagin, meðan ting-
fólkini royndu seg sum fjøl-
miðlafólk fæst at síggja
komandi mikukvøld. Men
eisini fer at bera til at
síggja, hvussu tey kláraðu
seg undir pressinum. Tí
Sjónvarp Føroya hevði
allatíðina eitt filmstól við,
so at lúrast kann handan
myndatólið og veruliga
síggja, hvussu leikur gekk.
– Tað er uttan iva eisini
nakað, sum fólk fara halda
vera stuttligt at síggja,
heldur Katrin Petersen.
Gamalt hugskot
Katrin sigur, at hetta hug-
skotið ikki er eitt nýtt hug-
skot. Hetta hava tey í sjón-
varpinum fleiri ferðir tosað
um, men ikki fyrr enn nú
hava tey gjørt tað til
veruleika.
– Vit hava ofta tosað um
tað, serliga tá sjónvarpið
hevur verið í brennidepl-
inum eitt nú viðvíkjandi
fíggjarligu støðuni, greiðir
hon frá.
Hon vísir á, at ofta tá ført
hevur verið fram, at Sjón-
varp Føroya ikki hevur
fíggjarligu orkuna til at
framleiða nógv føroyskt
tilfar, so hava fleiri polit-
ikkarar sagt, at tey bara
kunnu gera bíligari sjón-
varp.
– Hetta er ein gyltur
møguleiki at vísa politikar-
unum, hvussu vit arbeiða í
tí dagliga, og hvat tað í
veruleikanum er, vit ar-
beiða við, sigur Katrin Pet-
ersen.
Hon heldur fram, at tað
er jú ongin loyna, at tað
gongur striltið við at fram-
leiða føroyskt tilfar til allar
málbólkarnar hjá sjónvarp-
inum. Eitt nú hevur ongin
ungdómssending verið í
fleiri ár.
– Men við tí avmarkaðu
orkuni vit hava, so er tað
bara soleiðis, at seta vit
eyka kreftir inn til at
framleiða til dømis tíðindi,
so gongur tað út yvir møgu-
leikarnar fyri at gera aðrar
sendingar, til dømis kjak-
sendingar. Ella um vit gera
barnasendingar ella okkurt
so kundi tað lættliga gingið
út yvir eina sending sum
Cassiopeia, sum jú hevur
fingið eina flotta byrjan,
sigur Katrin og staðfestir
enn einaferð, at fíggjarliga
orkan hjá Sjónvarpi Føroya
er alt ov lítil.
Katrin heldur, at tey við
hesum
eisini
fáa
ein
møguleika at varpa ljós á
nøkur
viðurskifti,
sum
kjakast verður um í teimum
trimum kjaksendingunum í
komandi viku.
– Tað er upp á tíðina, at
tað verður staðfest, hvat
politikararnir
ætla
við
Sjónvarpi Føroya, sigur
Katrin Petersen at enda.
Bitland
roynir
samstarv
um nýggja
virkisskrá
Tað hevur í nógv ár
verið ein trupul-
leiki, at eingin fel-
ags virkisskrá hev-
ur verið í Føroyum.
Tí skipar Bitland
saman við Fíggjar-
málaráðnum og
Vinnumálaráðnum
fyri BitStovu (verk-
stovu) um nýggja
felags virkisskrá
VIRKISSKRÁ
Tíðindaskriv
Upplýsingar um føroysk
virkir verða í dag inn-
savnað av ymsum stovn-
um og privatum fyritøk-
um, sum eftir førimuni
hava
skipanir,
sum
nøkta teirra tørv. Eingin
ella lítil samskipan er av
hesi innsavnan, og trup-
ult er at samskifta og
endurnýta somu upp-
lýsingar millum stovnar.
Ynski er um at betra
innsavnanina, dagføring
og nýtsluna av teim
upplýsingum, sum við-
víkja einstøku virkjun-
um og sum tað almenna
og ávísir privatar stovn-
ar hava tørv á.
Endamálið við hesi
BitStovuni er at semjast
um ein arbeiðsleist í
samband við at menna
eina felags virkisskrá,
sum allir áhugabólkar
kunnu brúka eftir tørvi.
Fyri at koma hesum
máli nærri er neyðugt at
viðgera avbjóðingarnar
og útvega boð uppá
hvussu vit koma á mál.
Á BitStovuni verða
kveikjandi fyrilestrar um
støðuna í Føroyum og
um hvussu mann hevur
loyst uppgávuna í Norra.
Aftaná verður arbeitt í
BitStovum. Hvør Bit-
Stova arbeiðir við sínum
evni og kemur við einari
gerðarætlan (Roadmap)
fyri sítt evni. Dagurin
endar við framløgum frá
BitStovunum,
niður-
støðu og kjaki.
Málbólkurin eru teir
stovnar og tey virkir,
sum kunnu hugsast at
lata upplýsingar til og/-
ella at verða brúkarar av
einari komandi Felags
Virkisskrá. Luttakararnir
verða serliga innboðin.
BitStovan verður
mánadagin 7. juni 2004
á
Hotell
Føroyum.
Meira kann lesast um
BitStovuna á www.bit-
land.fo.
Henrik Old roynir seg sum fjølmiðlamaður til tíðindafund um støðuna á Fornminnissavninum. Hvussu hann og hini fimm kláraðu seg, ber til at síggja í politisku
Dag og Viku sendingini komandi mikukvøld
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
14