fríggjadagur 28. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
15
Í grein á heimasíðuni
hjá Vinnuhúsinum,
roynir skrivstovan at
lýsa nakrar av avleið-
ingunum, sum stand-
ast av, at játtanir til
gransking og menn-
ing verða skerdar
GRANSKING/
MENNING
Vinnuhúsið kemur til hesa
niðurstøðu um skerjingar
innan gransking og menn-
ing:
Í álitinum frá fíggjar-
nevndini viðvíkjandi fiski-
vinnuroyndum,
vísir
nevndin á, at til ber at
minka innanhýsis flytingar
millum almennar stovnar.
Slíkar innanhýsis flytingar
fær nevndina at ivast í, um
upphæddin, ið løgtingið
játtar á ávísum kontum, eru
missvísandi. Nevndin metir
samstundis, at játtanin til
fiskivinnuroyndir í nógv
størri mun skal nýtast til
veruligar fiskivinnuroyndir.
Verkætlanir, sum vóru
játtaðar til fíggjarárið 2003
og sum halda fram í 2004,
vera íalt 2,2 mió. kr. Av
hesum eru uml 1,7 mió. til
almennar stovnar. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
skerjingin á fíggjarlógini
ikki vil minka um % vísa
partin, sum verður játtað til
almennar stovnar í 2004,
men tann partin, sum er
eftir til vinnuna.
Ráfiskakeyparafelagið
og
Ráfiskaseljarafelagið
hava saman við Menningar-
stovuni søkt um pening til
at menna eitt benchmark-
ing-amboð til fiskivinnu-
fyritøkur. Henda verkætl-
anin vil detta niðurfyri.
Verkætlanir
at
kanna
fiskidagaskipanina og skip-
aninar við stongdum leið-
um og friðingum, steðgar
upp.
Tað er harmiligt vitandi
um tann stóra áhuga, sum
fiskidagaskipanin hevur frá
øðrum fiskiveiðutjóðum og
rákið við umhvørvismerk-
ing, har keyparar av okkara
fiskavørum
vilja
hava
skjalprógv fyri, at fiski-
skapurin við Føroyar er
burðardygt umsitin. Vit
hava onga vitan um hesi
viðurskifti í løtuni.
Tær verkætlanir, sum
m.a. Fiskirannsóknarstovan
ger, verða oftast gjørdar í
samstarv við vinnuna, t.d.
verða skip leigaði til fiski-
vinnuroyndir.
Almenni
stovnurin (Fiskirannsókn-
arstovan/ Menningarstovan/
Heilsufrøðiliga starvsstov-
an) fyrisitir verkætlanina,
men játtani fer til keyp av
vørum og tænastum m.a.
frá vinnuvirkinum, sum er
við í verkætlanini, t.d. skip-
inum, sum verður leigað til
royndina, og tað er vinnan
sum fær ágóðan av úrslit-
unum.
Peningurin kundi eins
væl verið útgoldin til
vinnuvirkið, sum er við í
verkætlanum, sum so síð-
ani kundi keypt vørur og
tænastur til verkætlanina
m.a. frá einum almennum
stovnið (lab.royndir), men
so mugu hesar fyritøkur
sjálvar fyrisita verkætl-an-
ina. Hetta meta fyritøkur-
nar seg mangan ikki hava
orku til og tað er nógv lætt-
ari fyri tær at t.d. almennur
stovnur tekur sær av hesum.
Fyri fáum árum síðani
(1999) fór meginparturin
av pengunum, sum vóru
játtaðar til fiskivinnuroynd-
ir til almennar stovnar.
Vinnan var næstan ikki
umboða í umsøkjaraskar-
anum. Fiskimálaráðið hev-
ur seinastu árini lagt stóran
dent á at fáa samskipa
granskingina innan fiski-
vinnugeiran og at fáa hesa
granskingina at hava støði í
tí, sum vinnan hevur tørv á
at fáa gjørt. Hetta arbeiði
tekur tíð og tað er ikki fyrr
enn nú at úrslitini byrja at
síggjast.
Játtanin til Granskingar-
ætlanir
verður
skorðin
400.000 kr. Hetta er pen-
ingur ætlaður til rakstur av
granskingarkjarnunum inn-
an biotøkni, framleiðslu-
tøkni og veiðutøkni. Pen-
ingurin er beinleiðis ætl-
aður til at knýta sambond í
Norðurlondum, sum kunna
viðvirka til, at føroyingar
sleppa við í verkætlanir,
sum verða fíggjaðar uttan-
lands av norðurlendskum
grunnum m.a. Hetta arbeiði
verður munandi skert, sigur
Vinnuhúsið í greinini um
skerjingarnar.
Avleiðingar
av at skerja
granskingina
GRANSKING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskivinnugransking er ein
skipan hjá Fiskimálaráð-
num, sum umsitur játtanin-
ar til Fiskivinnuroyndir og
Granskingarætlanir.
Ein stýrisbólkur, sum er
samansettur av fólki úr
vinnuni
og
almennum
stovnum við tilknýti til
vinnuna, stendur aftanfyri
Fiskivinnugranskingina.
Stýrisbólkurin skal á hvørj-
um ári lata landsstýris-
manninum í fiskivinnumál-
um tilmæli um, hvussu
peningurin til fiskivinnu-
royndir skal nýtast. Bólk-
urin hevur eisini ábyrgd av
sonevndu
granskingar-
kjarnunum mótvegis Fiski-
málaráðnum.
Ásmundur Guðjónsson
hevur vegna stýringsbólkin
verið samskipari av fiski-
vinnugranskingini,
men
hann er nú farin í annað
starv og annar gransking-
arsamskipari er settur.
Eftirmaðurin er Marita
Rasmussen.
Tríggjar kjarnur
Tríggjar sonevndar gransk-
ingarkjarnur eru settar á
stovn við trimum gransk-
ingarleiðarum;
Hóraldi
Joensen (biotøkni), Bjarta
Thomsen (veiði-og reið-
skapstøkni) og Helga Nol-
søe (framleiðslutøkni).
Hóraldur hevur skriv-
stovu á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni,
meðan
Bjarti og Helgi hava sínar
skrivstovur á Fiskirann-
sóknarstovuni. Allir tríggir
arbeiða tó burtur av við
fiskivinnugransking.
At granskingarkjarnurnar
verða hýstar av og byggja á
verandi og hóskandi karm-
ar í almennum stovnum,
merkir, at komast kann
skjótt í gongd við gransk-
ingini. Væntandi er eisini,
at við hesum fæst eitt
mennandi samstarv við
vertsstovnin – stovnin, har
skrivstovan hjá gransking-
arleiðaranum er.
Kjarnurnar hava til enda-
máls at byggja upp vísinda-
ligan førleika, sum er við-
komandi
fyri
vinnuna.
Hetta verður gjørt við at
luttaka í og skipa fyri verk-
ætlanum í samstarvi við
fiskivinnuna og gransking-
arstovnar her heima og
uttanlands. Á henda hátt
skulu kjarnurnar mennast
og fáa fleiri granskarar
knýttar at sær.
Tað er Fiskimálaráðið,
sum setur leiðararnar fyri
granskingarkjarnurnar. Til
hvørja kjarnu er knýtt ein
programnevnd við gransk-
arum og fólki úr vinnuni.
Hesi verða saman við
granskingarleiðaranum við
til at stinga út í kortið, hvat
virksemið í kjarnuni skal
umfata.
Tað sá bjart út:
Granskarar og vinna hond í hond
Osmund Guðjónsson var maðurin, sum vegna Fiskimálaráðið legði lunnar undir
Granskingarætlanina
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tveir av granskingarleiðarunum, Bjarti Thomsen, sum tekur sær av menning av reiðskapi, og
Hóraldur Joensen, sum er granskingarleiðari fyri biotøkni
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
15
14