Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aldur: 20 ár Skúli: 1. HH Verður tú fjálturstungin áðrenn próvtøkur? Ja, tað verði eg. Nervarnir gera tað nógv verri at fara upp. Serliga til tær munnligu roynd- irnar, tá verði eg ræðuliga nervøsur. Hvussu fyrireikar tú teg áðrenn próvtøkur? Til tær skriftligu royndinar plagi eg serliga at repetera rokning. Til tær munnligu royndirnar plagi eg at lesa alt pensum. Heldur tú at próvtøkuskipanin, sum hon er nú, er nóg góð? Ja, tað haldi eg. Skipanin er fín, sum hon er. Dann Thorleifsson Í Danmark hevur talan verið um at avtaka munnligu próvtøkurnar í fólka- skúlanum. Kommunurnar hava víst á, at eftir nýggju donsku skúlalógini skal úrtøkan hjá næmingunum javnan eftirmetast, og at próvtøkan tí sum so er virðisleys. Næmingarnir verða jú vigaðir og dømdir allatíðina. Ulla Thørnæs, undirvísingarmálaráðharri hevur tó noktað. Ongar próvtøkur verða avtiknar, sigur hon. Í Føroyum hava vit somu skipan, har næmingarnir allatíðina verða mettir um, og vit hava havt hana nógv longri enn danir. Oláus Jespersen, deildarleiðari á Mentamálaráðnum, sigur, at tað heilt greitt bæði eru fyrimunir og vansar við galdandi próvtøkuskipan, men at einki prát hevur verið her heima um at avtaka hana. Hann væntar tó, at tá kjakið nú er kyknað í Danmark, er tað allarhelst bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað eisini fer at koma henda- nveg. Próvtøkan – ein forsmakkur uppá veruliga lívið Oláus heldur tað vera óheppið, at níggju ára skúlagongd skal standa og fella við teimum 20 minuttunum inni hjá próvdómaranum. –Men, sigur hann, – persónliga haldi eg ikki, at fráfaringarroyndin skal avtakast, tí okkurt slag av eftirmeting má vera. Tað er eisini lógarásett, at skúlin skal eftirmeta næmingin, og geva eina váttan av, hvat tann einstaki næm- ingurin dugir. Munnliga próvtøkan ikki avtikin á hesum sinni Í hesum døgum herjar próvtøkufepurin. Spenningur, trýst, ótti og stress eyðkenna næmingarnar, sum komandi vikurnar skulu mátast og vigast á teimum ymisku skúlunum kring landið. Fyri fleiri er talan um endaligar próvtøkur, ið fáa avgerandi týdning fyri framtíðina, og tískil stendur nógv í váða. Hetta til jóansøku verður lopfjølin til framtíðina antin syndrað ella tryggjað. Framtíðardreymarnir kunnu við einum vánaligum prógvi gleppa av hondum, eins væl og teir við einum góðum prógvi kunnu tryggjast. Vónandi verður hetta seinna galdandi fyri tey flestu. Við hesum ynskja vit øllum góða eydnu við próvtøkunum. Eydna og Páll 10 rá› til fyrireikingina heima • Hav álit á tær sjálvum- líkist tú einum vinnara, er tað nóg mikið • Legg teg eftir at læra høvuðspunktini í tilfarinum-smálutirnir koma av sær sjálvum • Ger eina ætlan og fylg henni. Minst til steðgirnar • Nýt tíðina til tilfarið, tú ikki dugir, Tað,tú dugir, dugir tú jú. • Legg teg eftir at skilja tilfarið, heldur enn at læra tað uttan at • Ímynda tær, hvørjir spurningar kunnu koma í hvørjum parti av tilfarinum • Skriva spurningar og svar á smáar seðlar, og tak teir við tær • Hald týdningarleysar tankar burtur • Til skrivliga roynd: Hygg at gomlum uppgávum og tínum vanligum feilum • Til munnliga roynd: Ger venjingar við at leggja tilfarið fram munnliga Sagt verður ofta, at tað er gott at vera eitt sindur fjálturstungin áðrenn eina roynd. Tað er positivt, tí tað fær næm- ingin at geva eitt sindur eyka, verður sagt. Men fyri 18 ára gomlu Gunnvá Brockie úr Havn, eru nervar bestemt ikki nakað positivt. Hon hevur altíð havt tað torført, tá tað kemur til royndir og próvtøkur, tí hon verður so sera nógv darvað av nervunum. Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tá Gunnvá skuldi taka fráfaringar- royndina í fólkaskúlanum, fór óttin tó veruliga út um alt mark. Fyrsta munnliga royndin var í ensk- um. Hóast Gunnvá var ógvuliga bang- in, fór hon upp sum vanligt, og tað gekk fínt. Men so byrjaði at hon at missa tamarhaldið á nervunum. – Tann næsta munnliga royndin hjá mær var í lívfrøði. Eg var forferdiliga bangin, sat bara inni og las, men eg fekk einki burturúr. Og so gjørdist eg enn bangnari, greiðir hon frá. Hon kom í eina ónda ringrás, sum hon ikki slapp úr aftur. Hon fekk ikki sissað seg sjálva, fekk ikki nervarnar í rættlag aftur og at enda fekk hon einki gjørt uttan grátið. – Eg rokni við, at eg havi gjørt ov nógv við at lesa til royndina í lívfrøði, og at eg havi sett meg sjálva undir eitt so stórt trýst, sum eg ikki havi klárað at staðið ímóti, sigur hon. –Eg ætlaði slett ikki at fara til royndina. Eg tordi ikki. Men eg visti, at so fekk eg einki frá- faringarprógv, og so hevði eg nærum ongar møguleikar aftaná fólkaskúlan. Ella hevði eg verið noydd at farið til próvtøkuna um heyst- ið, og tað vildi eg heldur ikki, sigur Gunnvá. – Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, so eg bara græt og græt. Endin var, at mamm- an ringdi til læknan, har Gunnvá fekk nervatab- lettir. Mamman ringdi eisini til læraran og greiddi honum frá støð- uni hjá Gunnvá. Próvtøkan Lærarin, Vagnur Mikk- elsen, fekk yvirtalað Gunnvá at koma oman í skúlan at práta og endin var, at Gunnvá játtaði at fara til royndina. Hon slapp at bíða til øll høvdu verið uppi, so eingin sat og bíðaði eftir at sleppa inn aftaná hana. – Mamma kom við mær til royndina. Eg fór inn, tók ein seðil og fór inn í fyrireikingarhøli. Men eg fekk einki burturúr, tí eg bara græt. Eg var so forferdiliga bangin. Heldigvís slapp mamma við inn til fyri- reikingina, tað hjálpti mær nógv, men eg fekk allíkavæl einki burturúr, greiðir Gunnvá frá. Hon bleiv rópt inn, men fekk einki sagt. Svart klappurin var farin fyri og høvdið var púra tómt. Tað einasta hon kendi, var ótta. – Lærarin, Vagnur, var ordiliga róligur og tosaði spakuliga við meg. Tað fyrsta hann spurdi meg um, var um eg ætlaði mær at nýta nakra mynd at greiða frá við. Eg segði nei, tí eg visti einki at greiða frá. So spurdi hann meg um ymiskt, og so við og við klárnaði tað í høvdinum og svarti klappurin fór frá aftur. Tað, at hann var so róligur, hjálpti mær nógv, tí tað sissaði meg. Hann fekk meg at fara eitt stig longur allatíðina. Tað endaði við, at eg bað um at fáa myndina aftur, so eg betur kundi greiða frá, fortelur Gunnvá. Tá alt kom til alt, fekk hon eitt 10-tal. Nógv meir enn hon hevði væntað. Til ta næstu royndina, sum var í donskum, hevði Gunnvá ikki lisið nakað serligt. Hon megnaði rætt og slætt ikki at lesa. Hon tók framvegis nervatablettir, men var ikki so bang- in sum hon var til lívfrøðiroyndina, kanska tí hon ikki hevði lisið og lisið og á hendan hátt øst seg sjálva upp. – Eg slapp aftur at bíða inntil øll høvdu verið uppi og mamma var eisini hesuferð inni við mær. Royndin gekk fínt. Men eg var ótrúliga nervøs, sigur Gunnvá. Royndaróttin er har enn Eftir 9. flokk fór Gunnvá ikki víðari í 10. flokk. Ein av orsøkunum var, at hon ikki orkaði tankan um at skula ígjøgnum alla mylluna av nervum, gráti og ótta einaferð enn, tá tíðin kom til 10. floks royndinar. Hon valdi heldur at royna arbeiðs- lívið eina tíð. Men so vildi hon, sum flestu ungu í dag, sleppa á miðnáms- skúla. – Eg hevði hugsað um at fara í Studentaskúlan, men eg tordi ikki, tí eg hevði hoyrt so nógv um allar royndirnar har uppi. So eg søkti inn á FHS ístaðin. Og nú ganga vit til eksamiu her. Vit hava longu verið uppi í verkætlanini, sum vit hava arbeitt við, og tað gekk væl. Eg var ordiliga nervøs, men eg valdi at royna meg uttan nervatablettir hesuferð, og eg kláraði tað, sigur hon við einum smíli. Gunnvá sigur seg ikki vita hvat tað er, sum hon ræðist so illani. – Eg verði bara so forferdiliga bangin, eg veit ikki hví. Tað er í grundini nokk so løgið. Men eg dugi ikki at forklára tað. Eg havi tað ræðuligt áðrenn hvørja roynd, tí eg ræðist tað so illa. Og tað hjálpir einki at siga, at tað ikki er nakað at ræðast, tí eg eri bangin allíkavæl. Tað er bara ein ræðuliga vemmilig kensla, sum eg ikki fái gjørt nakað við, sigur hon. –Men tað hevur tíbetur ongantíð verið so ringt, sum til hasa lívfrøðiroyndina aftur. Hon ivast tó ikki í orsøkini til, at hon í dag megnar at stýra óttanum so mikið, at henni ikki nýtist at taka tablettir. –Av tí, at Vagnur Mikkelsen var so róligur og vinarligur til lívfrøðiroyndina í 9. flokki, og stigvíst fekk meg ígjøgn- um próvtøkuna, havi eg sæð, at tað letur seg gera. Hann fekk meg ígjøgn- um tað ringasta, so sjálvt um eg enn havi tað ringt, so veit eg, at eg havi havt tað verri og allíkavæl klárað tað, sigur hon. Gunnvá endar við at siga, at royndaróttin slettis ikki er so stórur til tær skrivligu royndirnar. Tá hevur hon bara vanligar nervar. Av tí góða slag- num, sum fáa teg at gerast betur ístað- in fyri at fara í baglás. Aldur: 17 ár Skúli: FHS Verður tú fjálturstungin áðrenn próvtøkur? Nei, tað kann eg róliga siga, at eg ikki verði. Í øllum førum ikki, so at tað darvar mær nakað sum helst. Hvussu fyrireikar tú teg áðrenn próvtøkur? Eg plagi faktiskt ikki at fyrireika meg nakað serligt. Tað burdi man møguliga gjørt. Heldur tú at próvtøkuskipanin, sum hon er nú, er nóg góð? Um skipanin skal broytast, so er spurninguri hvat so skal koma ístaðin. Dugi ikki at síggja nakað frægari alternativ, so tað er nokk ok, sum tað er. Ey›un Johannesen Royndaróttin mundi kosta› prógvi› C M Y K 17 16