fríggjadagur 28. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Det Jydske Ensemble og Aldubáran fara 19. og 23. juni at framføra
kompositiónir eftir m.a Sunleif Rasmussen og Kristian Blak
NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK JUNI 2004
KIRI TE KANAWA
NÆRKAST FULLUM HÚSI
Størsta navnið á Listastevnuni hevur selt væl hóast
høga kostnaðin. Jethro Tull er útselt, og bæði Teitur og
Celtic Tenors ganga væl
Tað vakti ans, tá ið Listastevnan kunngjørdi, at atgongu-
merkini til heimsgitnu operasangarinnuna, Kiri Te Kan-
awa, kostaðu 950 krónur. Tað er prísurin fyri at fáa so
stór nøvn hendan vegin, søgdu fyrireikararnir, sum sam-
stundis vóru sera spentir um, hvussu føroyingar fóru at
taka ímóti hesum.
Nú kann staðfestast, at Kiri Te Kanawa helst syngur fyri
fullum Húsi. Atgongumerkini eru farin javnt og samt um
diskin í Norðurlandahúsinum, síðan farið varð at selja 1.
apríl, og nú skulu fólk, sum ivast at fara, taka avgerð-
ina, tí einans 100 atgongumerki eru eftir.
Kiri Te Kanawa er heldur ikki hvør sum helst. Hon er
høvuðsnavn á plakatuni, hvar hon so syngur, og verður
mett at vera heimsins dugnaligasti operasangari í dag.
Útselt er til hitt heimsnavnið hesaferð, sum er Jethro
Tull, so tann kjansurin er farin.
Teitur Lassen og Celtic Tenors, ið eisini eru kendir aðra-
staðni enn í sínum heimlandi, hava higartil selt um tey
100 atgongumerkini síðan 1. apríl, so har er framvegis
gjørligt at fáa góð pláss.
TANN DEILIGA HAVN -
ÆTLAN ELLA TILVILD
Býráðsval er fyri framman og nógv verður at skifta orð
um, til krossurin skal setast. Longu í juni verður hol
sett á ein part av tí, sum hevur við høvuðstaðnum at
gera, tí tá verður almennur fundur í Norðurlandahúsi-
num um viðurskiftini í Havn.
Undir yvirskriftini “Áh, tann deiliga Havn - ætlan ella til-
vild” verðir fundurin skipaður við fýra evnum. Tey eru
vinnulív og samferðsla, heilsa og røkt, mentan og menn-
in, umhvørvi og trivnaður.
Tónleikur og undirhald verða eisini á skránni. Fyriskipari
er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og meira fæst at
vita um tiltakið á www.tjodveldi.fo
KÓR OG HORNTÓNLEIKUR
ÚR DANMARK
Kór og horntónleikur úr Danmark verður at hoyra í
Norðurlandahúsinum í juni.
GHM fær vitjan av Odense Senior Blæsere, og tey bæði
orkestrini fara saman at hava konsert fríggjadagin tann
11. juni klokkan 19.30.
Síðst í mánaðinum kemur vitjan syðst úr Danmark, tá ið
Torsdagskoret, sum er blandað kór úr Flensborg, fer at
syngja. Tann konsertin verður mikudagin 30. juni klokkan
19.30.
Atgongumerki til konsertirnar eru at fáa í Húsinum.
TILTØK JUNI 2004
Framsýningin “Veiðimentan” er á Etnografisk Museum í
Stockholm til 23. september 2004
Framsýningin Atlantic Visioner (F) er í Mikkelberg,
Suðurslesvig til 04. juli.
Fríggjadagur 04. mars
Kl. 16.00
Felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum(FO)
Evnisdagur. Nordisk Høreskadedes Samarbejdskomité
Kl. 22.00
Mentanarnáttin 2004 - Summarframsýningin
2004 (FO) - letur upp
Luttakandi listafólk eru: Aggi Ásgeirsdóttir, myndlist,
Anker Mortensen, grafik/myndlist, Annie Heinesen,
arkitektur/foto, Jógvan Biskopstø grafik/myndlist,
Martin Nolsøe, videoinstallatíón, Svanhild Strøm,
tekstil/installatión, Tummas Jákup Thomsen,
grafik/installatión og Vígdis Petersen skulptur og glas.
Leygardagur 05. juni
Grundlógardagur - húsið er stongt!
Mikudagur 09. juni
Kl. 09.00
Prestafundur (FO)
Fyrireikari er Marjun Bæk.
Hósdagur 10. junu
Prestafundur, framhald
Fríggjadagur 11. juni
Kl. 19.30
Konsert v/GHM (FO) og Odense Senior
Blæsere (DK)
Mánadagur 14. juni
Kl. 18.45
Nordisk Søforsikring (DK)
Fundur
Mikudagur 16. juni
Kl. 19.30
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag (FO),
Almennur panelfundur
Leygardagur 19. juni
Kl. 19.30
Summartónar 2004 - Konsert við Det
Jydske Ensemle (DK)
Atgongumerki verða seld í Kunningarstovuni í Havn
og í Norðurlandahúsinum
Mikudagur 23. juni
Kl. 19.30
Summartónar 2004, Aldubáran (FO), konsert
Atgongumerki verða seld í Kunningarstovuni í Havn
og í Norðurlandahúsinum
Týsdagur 29. juni
Kl. 19.30
Jazzfestivalur:
Kl. 19.30 Eivør Pálsdóttir (FO)
Kl. 19.30 Spælimenninir (FO)
Kl. 20.00 Enekk (FO)
Kl. 21.00 Jussi Kannaste Quartet (FI)
Kl. 22.00 New Jungle Orchestra (DK/SE)
Atgongumerki verða seld í Kunningarstovuni í Havn
og í Norðurlandahúsinum
Mikudagur 30. juni
Kl. 19.30
Konsert v/Torsdagskoret, blandað kór úr
Flensborg (DK).
Atgongumerki eru at fáa í Húsinum
Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
New Jungle Orchestra
er ein magnet á Havnar
jazzfestival, sum heldur
eina av sínum konsert-
um í Norðurlandahúsi-
num. Finski Jussi Kan-
nasti og okkara egnu
spælimenn, Eivør og
Enekk vera eisini við
tann 29. juni
Í tjúgu ár stóð navnframi
Brandur Øssurson á odda
fyri Tórshavnar Jazz-, fólka-
og bluesfestival. Í fjør takk-
aði hann fyri seg, men í ár
reisir ein nýggj festival seg
úr øskuni við nýggjum bú-
merki, nýggjum fyrireikar-
um og nýggjum navni:
Havnar Jazzfestival.
Skráin er øðrvísi enn á
jazzfestivalum flest. Her er
eitt sindur av hvørjum:
Diskotónleikur, vísusangur,
fólkatónleikur, popp og rull-
andi rockur. Áður var Norð-
urlandahúsið karmur um
festivalina, men í ár er
Havnin øll skrýdd í fest-
búna.
Um allan býin
Konsertirnar eru á ymsum
støðum. Høvuðskonsertir-
nar eru í Sjónleikarhúsi-
num, tvær konsertir verða í
Listaskálanum, og ein verð-
ur í Norðurlandahúsinum.
Havnar Jazzfestival varir
í eina viku, frá mánadeg-
num 28. juni til sunnudagin
4. juli. Konsertin í Norður-
landahúsinum verður týs-
dagin tann 29. juni. Tá
spæla Eivør, Enekk og
Spælimenninir úr Føroyum,
Jussi Kannasti Quartet úr
Finnlandi og New Jungle
Orchestra mannað við tón-
leikarum úr Danmark og
Svøríki.
Hetta eru øll nøvn, ið
borga fyri góðum konsert-
um.
Spælimenninir seta lív í,
Enekk setir lívið í perspek-
tiv, og Eivør er sjálvt lívið.
Finski Jussi Kannasti er
ein úrmælingur á saxofon-
ini, og New Jungle Or-
chestra er eitt av allar-
bestu jazzbólkunum í øllum
Evropa.
Jazzur í serflokki
Vert er at dvølja við New
Jungle Orchestra. Hesin
bólkurin við Pierre Dørge á
odda, hevur spælt síðan
1980 við nøkrum broyti-
num í manningini ávegis.
Tey spæla heimstónleik á
hægsta stigi og eru í ser-
flokki, siga jazzkøn.
Tónleikurin er eitt blend
av jazzi, asiatiskum, afri-
konskum og evropeiskum
tónleiki - og ørskapi yvirhøv-
ur, leggja tey sjálv afturat.
Tey skapa sítt egna uni-
vers, sum gevur áskoðar-
um eina bæði komiska og
kosmiska uppliving.
Bólkurin er best á palli,
saxofonin spælir ein týðandi
leiklut, og tey eru eyðkend
fyri sína nýtslu av alskyns
hjálparamboðum. Ein spæli-
dós sum soloinstrument,
ein gágguskel nýtt sum
trompet og afrikonsk ella
asiatisk ljóðbrongl slóða
fyri, at konsertirnar gerast
ógloymandi.
Síðstu árini hevur New
Jungle Orchestra spælt um
allan heimin: New York,
Buenos Aires, Singapore,
Rom, Hamburg, Amster-
dam, Bratislava, Lissabon,
Athen, Warszawa, Madrid
og Sydney eru bara nøkur
úr rúgvuni. Og nú ríka tey
ta fyrstu Havnar Jazzfesti-
val.
Listastevnan nærkast. Byrj-
að varð longu 1. mars at
selja til ávís tiltøk, men 1.
juni byrjar atgongumerkja-
sølan til restina av álvara.
Umframt tey heilt stóru
nøvnini á ársins Listastevnu
er nógv annað spennandi á
skránni.
Jostein Gaarder, norskur
barna- og ungdómsrithøv-
undur, lesur og svarar
spurningum í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin 8. au-
gust. Vertur er Ivan Nicla-
sen, og Jostein Gaarder
sjálvur og Laura Joensen
lesa. Kostnaðurin er 125
krónur.
Sama dag verður kór-
sangur í Húsinum við Rilke
Ensemble úr Gøteborg. Tey
syngja bæði upprunafør-
oyskan tónleik eftir yrking-
um hjá William Heinesen
og norðurlendskar sangir.
Tbilisi Municipal Theatre
fara við marionettdukkum
at framføra “The Battle of
Stalingrad” á Meiarínum
týsdagin 10. august kl.
19:30 og mikudagin 11.
august kl. 19.30. Tá verð-
ur kostnaðurin 150 kr.
Mánadagin 9. august
verður av sonnum ein fam-
iljusýning, tá ið Ambrossia,
sum er eitt sápubløðrusir-
kus úr Spaniu, sýnir fram.
Framsýningin verður í
Norðurlandahúsinum klokk-
an 19.30, og kostnaðurin
er 125 kr fyri børn og 175
kr fyri vaksin.
Fiddlers’ Bid er navnið á
fingrafimum hetlendskum
fólkatónleikarum, sum hava
konsertir í Mentanarhúsi-
num í Fuglafirði 12. august
og á Platform í Havn.
Kostnaður: 225 krónur.
Eivør sleppur rættiliga at
royna seg í einari írskari,
íslendskari og føroyskari
tónleikaframførslu í Norður-
landahúsinum sunnudagin
15. august kl. 19.30.
Kostnaður 375 krónur.
Lesið meira á heima-
síðuni listastevnan.com.
Á Summarframsýningini
síggjast verk eftir ung før-
oysk listafólk, ið arbeiða við
ymiskum lista- og náms-
greinum
Á fjórðu mentanarnáttini
tann 4. juni, letur Havnin
allar dyr á víðan vegg.
Hetta sama kvøldið letur
Norðurlandahúsið ársins
Summarframsýning upp
klokkan 22.00. Á framsýn-
ingini verða fleiri av teimum
spennandi ungu føroysku
talentunum, kend og minni
kend, við eitt nú myndlist,
installatiónum, video- og
teldulist.
Framsýningin hevur und-
irheiti “Føroysk list í global-
um rúmi”. Dentur verður
lagdur á, at nútíðar list
arbeiðir ikki bara við sjón-
sansinum men við øllum
sansum í senn. Framsýn-
ingin vísir, at listafólkini ikki
eru fjøtrað av vanabundnum
loysnum, men leita sær
ávirkan uttan fyri egin lista-
øki við eitt nú at brúka elek-
tronisk amboð og at blanda
saman ymsar listarligar
málburðir.
Luttakandi listafólkini arb-
eiða við ymiskum náms-
greinum, sum tey seta
saman. Eitt nú hava Annie
Heinesen og Vígdis Peter-
sen arbeitt við einari felags
verkætlan, har tær skoyta
saman myndatøku, kunning-
artøkni, høggmynd og
byggilist. Við at taka mynd-
ir av byggilist og seta tað
saman við høggmyndum
fæst ein nýggjur saman-
hangur.
Á framsýningini vera hesi
listafólk at síggja við nýggj-
um verkum:
Aggi Ásgeirsdóttir
(myndlist)
Anker Mortensen
(grafik/myndlist)
Annie Heinesen
(fotografi/arkitektur)
Jógvan Biskupstø
(tegning/formgivning)
Svanhild Strøm
(tekstil/installatión)
Tommy Láadal Jensen
(myndlist/installatión/video)
Tummas Jákup Thomsen
(installatión/myndlist)
Vígdis Petersen
(skulptur/KT)
Framsýningin byrjar Ment-
anarnáttina 4. juni klokkan
22 og endar ólavsøkudag.
Summartónar: Aftur í ár
verður klassiskur tónleikur
eftir føroyskar tónasmiðir
spældur á hásumri. Bæði
Det Jydske Ensemble og
Aldubáran framføra nýggjan
føroyskan tónleik
Tónleikur eftir Kristian
Blak og Sunnleif Rasmuss-
en er á skránni, tá ið Det
Jydske Ensemble vitjar í
Norðurlandahúsinum leyg-
ardagin 19. juni. Sunleif
Rasmussen hevur skrivað
“Four Gardens” serliga til
Det Jydske Ensemble, sum
eisini spæla stykkini
“Vienna la Nuit” og “Hogboy
for otte instrumenter” eftir
Kristian Blak. Harafturat
spælir Det Jydske Ensem-
ble Kvintett í g-mol opus
39 eftir Sergey Profokiev
(1891-1953).
Det Jydske Ensemble er
mannað við yrkistónleikar-
um við klassiskari útbúgv-
ing. Ljómliðið hevur útgivið
seks fløgur, og konsertirnar
fáa góða sera góð ummæli.
Tónleikararnir njóta at
spæla, eru samanspældir
og konsertirnar eru eitt
upplivilsi fyri bæði eygu og
oyru, verður sagt. Ljóðførini
eru tey klassisku, og alt
eftir hvørji stykki verða
spæld, og hvør er við á
konsertunum, eru tey
floyta, obo, klarinet, horn,
fagot, klaver, violin, bratch
og cello.
Sum vant spælir Aldubár-
an eisini á Summartónum í
ár, tann 23. juni. Aldubáran
fleiri føroysk, og teirra mill-
um er ein frumframførsla.
Tað er Horntrio eftir Atla
Petersen. Harafturat spæli
Aldubáran “Preludium og
Marsjur” eftir Kára Bæk,
“Dancing raindrops” eftir
Sunleif Rasmussen, “Ok-
tett” eftir Igor Stravinsky
og at enda “Skýrák” eftir
Atla Petersen. Bernharður
Wilkinson stjórnar.
Aldubáran varð stovnað í
1995 av sjey ungum, før-
oyskum tónleikarum. Síðan
er bólkurin vaksin til níggju
limir, sum spæla floytu,
klarinet, fagott, trompet,
trombon, violin, bratch,
cello, guitar og klaver. Tað
gevur nógvar møguligar
samansetingar. Aldubáran
spælir ofta nýggjan føroysk-
an tónleik, men klassisk út-
lendsk verk eru eisini ein
fastur táttur á skránni.
Summartónar hava tólv
ár á baki, og er tónleika-
stevnan fyri føroyskar tóna-
smiðir. Síðan 1992 hava
Summartónar verið ein
pallur fyri klassiskan tónleik
og samtíðartónleik í Føroy-
um. Kjarnan av tiltøkum eru
í Norðurlandahúsinum á há-
sumri, men Summartónar
skipa samstundis fyri kon-
sertum í kirkjum, á slupp, í
gjógvum og øðrum náttúru-
konsertsalum.
Summartónar hava ein
avgerandi týdning fyri før-
oyska kompositión, við tað
at tónleikastevnan gevur
fólkum møguleika at hoyra
føroyskan tónleik framført
av útlendskum ljómliðum og
solistum eins væl og før-
oyskum.
Konsertin við Det Jydske
Ensemble verður í Salinum
í Norðurlandahúsinum leyg-
arkvøldið 19. juni klokkan
19.30. Aldubáran spælir
mikukvøldið 23. juni klokkan
19.30. Atgongumerki eru
at fáa á Kunningarstovuni
og í Norðurlandahúsinum.
NÝGGJ JAZZFESTIVAL REISIR SEG
FØROYSKIR TÓNASMIÐIR Í SUMMARSKRÚÐ
NÚ BYRJAR ATGONGUMERKJASØLAN RÆTTILIGA
MARGFELD SUMMARFRAMSÝNING
C
M
Y
K
19
18