fríggjadagur 28. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
19
VestPack
3/171 -
PDF
Egil Olsen, fiski-
vinnufrøðingur,
heldur, skulu vit
vinna kappingarførið
í fiskivinnuni aftur,
verður neyðugt við
umfatandi broyt-
ingum
FISKIVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fiskivinnan í Føroyum
má leggja á annan bógv.
Tað heldur Egil Olsen,
fiskivinnufrøðingur.
– Ein tann størsti trupul-
leikin í fiskivinnuni í Før-
oyum, er, at vit fyri ein part
hava mist okkara kapping-
arførið.Og skal fiskivinnan
í Føroyum fóta sær aftur,
verður neyðugt við umfat-
andi broytingum.
Hann heldur at tað, at so
nógvur fiskur fer óvirkaður
av landinum, er ein avleið-
ing av, at vit fyri ein part
hava mist okkara kapping-
arførið.
– Tað ber ikki annað til
enn at staðfesta, at kapp-
ingarførið hjá fiskivinnuni
á landi, er rættiliga vána-
ligt, heldur hann.
– Á summum økjum
standa vit okkum ikki í
kappingini við kina og onn-
ur láglønarlond, og tí fer so
nógvur fiskur óvirkaður av
landinum.
Hann vísur somuleiðis á,
at í Skotlandi er tímalønin
ikki meiri enn eina helvt av
tí, hon er í Føroyum og tí
hava skotar tað ólíka lætt-
ari. Og tað er ein orsøk til,
at teir framvegis hava ráð at
keypa fiskin, sum føroying-
ar ikki hava ráð til at keypa.
Hartil hava skotar ein
stóran heimamarknað, sum
teir selja nógv til.
Og so skera teir við hond,
sum teir hava drúgvar
royndir í og sum gevur
teimum nógva úrtøku burt-
ur úr fiskinum.
Teir fáa eisini eitt slag av
avriksløn.
Men
hjá
føroyskum
virkjum er vónleyst at tosa
um avriksløn omaná eina
tímaløn uppá yvir 100
krónur.
– Tó er tað eisini so, at
akkurát sum føroyingar,
merkja eisini skotar kapp-
ingina frá láglønarlondun-
um rættiliga væl, sigur Egil
Olsen.
Mugu leggja
fiskivinnuna um
Hinvegin heldur hann eis-
ini, at tað ber væl til hjá før-
oysku fiskivinnuni at fóta
okkum aftur.
– Men hjá føroyingum at
royna at taka kappingina
upp við láglønarlond sum
Kina, heldur hann er púra
meiningsleyst.
– Tað er ein kapping, sum
er tapt frammanundan,
heldur hann.
Tí heldur hann, at skal
fiskivinnan
í
Føroyum
vinna kappingarførið aftur
og sostatt fóta sær aftur,
verður tað tískil neyðugt at
leggja fiskivinnuna um,
bæði á landi og á sjógvi.
– Tað verður neyðugt við
bygnaðarbroytingum fyri at
fáa fiskivinnuna á føtur
aftur, heldur fiskivinnu-
frøðingurin.
Hann heldur, at ein broyt-
ing, hann hugsar um í før-
oysku fiskivinnuni, er, at
hon má skifta frá frystum
vørum til meir av feskum
vørum.
Hetta sær hann sum eina
avgjørda fortreyt fyri at
vinna marknaðin aftur og
fyri at sleppa burturúr okk-
ara støðu sum rávøruútflyt-
arar, sum vit fyri ein stóran
part eru í dag.
Men skal tað eydnast,
verður tað ein fortreyt, at
vit fáa betri samband ímill-
um Føroyar og umheimin.
Hann hugsar bæði um
betri sjóvegis samband og
um loftvegis flutning av
fiski.
Í løtuni er ein stórur part-
ur av føroysku feskfiska-
framleiðsluni bygdur á, at
fiskurin
skal
koma
á
marknaðin mánamorgun.
– Tað er verri enn so nóg
gott. Tað verður neyðugt at
hava samband við markn-
aðin fleiri ferðir um vikuna.
Og høvdu vit kunna sent
feskan fisk á marknaðin
hvønn dag í vikuni, hevði
tað verið tað allerbesta og
okkara allarbesta kort, tá ið
hugsað verður um kapping-
arførið.
– Hetta er so eitt øki, har
láglønarlondini als ongan
møguleika hava fyri at
kappast ímóti okkum, tí tey
liggja ov langt burtur.
Egil Olsen vísir á, at ísl-
endingar flúgva fisk á
marknaðin í Evropa hvønn
einasta dag, so tað er av-
gjørt nakað sum loysir seg,
hóast tað kanska er dýrt.
Tað er eisini hetta, sum
føroyingar hava at kappast
ímóti, sigur hann.
Egil Olsen ivast heldur
ikki í, at hetta hevði verið
ein støða, har føroyingar
høvdu verið rættiliga sterk-
ir í kappingini.
Sleppa undan
millumliðum
Somuleiðis heldur Egil
Olsen, at vit skulu selja tær
fesku vørurnar beinleiðis til
handilsketurnar
fyri
at
sleppa undan øllum mill-
umliðunum, vit hava í dag.
– Fiskurin úr Føroyum
endar hjá handilsketunum
kortini. Okkara mál eigur at
vera, at vit skulu virka hann
sjálvi, heima í Føroyum og
selja hann beinleiðis til ket-
urnar fyri at sleppa undan
millumliðunum.
– Sum er, fer fiskurin
óvirkaður av landinum til
skotar at virka og at selja
víðari til keturnar.
Men fyri at selja bein-
leiðis til handilsketurnar,
eru tað vísar treytir, vit
mugu lúka og tað eiga vit at
innrætta fiskivinnuna í
Føroyum eftir.
– Men spurningurin um
flutningin er eisini trupul-
leiki, sum tað er avgjørt
neyðugt at loysa, leggur
hann afturat so at fiskurin
kann fáast á marknaðin
meiri regluliga, helst hvønn
dag.
– Vit liggja ikki so langt
frá Skotlandi so kanska
kann ein partur av hesum
trupulleika verða loystur
við sjóvegis flutningi.
Men hann heldur ikki, at
sjóvegis flutningur er nóg
mikið í sær sjálvum.
– Vit vera noydd til at
taka upp eitt kjak upp í
álvara um loftvegis fiska-
flutning ímillum Føroyar
og marknaðin í Evropa.
Hann sigur, at tað er ikki
vist, at tað er neyðugt við
nýggjum flogvølli fyri tað.
Mugu leggja á annan bógv
– Skulu føroyingar gera sær vónir um at fóta sær aftur í fiskivinnuni, mugu vit leggja dent á teir kappingarfyrimunir, vit hava. Og
so mugu vit eisini lúkla tær treytir, marknaðurin setir og har mugu vit kanska taka í egnan barm, sigur Egil Olsen, fiskifrøðingur
framhald á síðu 20
C
M
Y
K
19
18
Sosialurini