Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Rannvá G. Fossaberg Tilsamans 15 fólk hava verið í royndarverkætlanini við sam­døgurs­rehabilitering. Ein av teimum, sum í løtuni er í rehabiliter­ing, er Kristianna Nol­søe, sum er av Glyvrum, men býr í Havn. - Eg sendi eina umsókn um at sleppa at royna hetta til­boð­ið, tí eg trongdi til at royna okkurt nýtt og fáa tað betri. Eg brúki stav dagliga, men eg kundi hugsað mær, ikki at vera so bundin at hon­um og vil klára at ganga meira leys, fortelur Kristi­ anna Nolsøe og leggur aftur­ at: - Um eg megnaði tað, so hevði gerandisdagurin verið mun­andi lættari. Ikki tí, eg klári meg væl heima og havi ikki heimahjálp, men alt hevði bara verið lættari, sigur Kristi­anna Nolsøe Venur hvønn dag Endamálið við hennara uppi­ haldið í samdøgur­re­habi­li­ter­ ingini er fyrst og fremst at kenna seg tryggari á fót­um. Fyri at røkka hesum máli­ num venur hon tvær ferðir um dagin í einum høli á Boða­ne­s­heiminum, har eitt nú bóltar, elastikk , hjálpartól og venjingarmaskinur av al­ skyns slagi eru. - Her er nógv ymiskt at brúka, men eg plagi fyri tað mesta at súkkla eitt sindur í eini maskinu, og so standi eg eisini við rimarnar og geri beinvenjingar, sigur Kristi­ anna Nolsøe. Ímeðan hon er í re­habi­ liter­ingini býr hon á Boða­ nes­heimi­num. Umframt at venja tvær ferðir um dagin lut­tekur hon eisini í teimum ymsu felagstiltøkunum, sum eru á heiminum. - Her skipa tey fyri bingo­ kvøldi, avísupplestri, bindi­ klubbi og nógvum øðrum, og tað fari eg so eisini við til. Mær dámar hetta væl og her er hugnaligt at vera, sigur Kristi­anna Nolsøe. Merkir ein mun Kristianna Nolsøe sigur seg merkja, hvussu stóran týdn­ ing venjingarnar hava. - Um eg ikki var farin til hetta, so hevði eg ivaleyst ikki klára meg so væl, sum eg geri. Her læri eg ymsar venj­ingar, sum fara at gera gerandis­dagin lættari. Longu nú merki eg, hvussu gott hetta er, og eg bevegi meg kvikari fyri hvønn dag, for­tel­ur Kristianna Nolsøe og leggur afturat, at børnini siga eisini, at hon sum heild gong­ur skjótari og hevur lættari við at koma inn og úr bili­num. - Tað kennist nógv lættari fyri meg at fara ein túr í býin ella spáka inni í SMS, sigur Kristi­anna Nolsøe. Hon heldur tað vera ógvu­ liga harmiligt, um tilboðið um sam­døgursrehabilitering ikki kann halda fram. - Eg hopi ikki tað heldur upp­at. Hetta hevur so mik­ið stóran týdning, at pengar mugu fáast til vega onkrastaðni frá, so­leið­is at tilboðið heldur fram. Eg ivist ikki í, at polit­tikkar­ar­nir hava onkra pulju onkrastaðni, haðani teir kunnu fáa pengarnar, sum eru neyðugir, um sam­døgurs­re­habili­ter­ ing­in skal halda fram, sigur Kristi­anna Nolsøe. Gerandisdagurin verður lættari - Málið er, at eg skal ganga uttan stav og sum heild kenna meg tryggari á fótum. Eg havi verið her í tvær vikur, og longu nú merki eg mun. Tað sigur 92 ára gamla Kristianna Nolsøe, sum er ein av teimum, sum er í samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum Kristianna Nolsøe, sum er 92 ára gomul, fegnast um tilboðið at sleppa í rehabilitering. - Longu aftan á 14 dagar merki eg mun, sigur hon