hósdagur 5. desember 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Rannvá G. Fossaberg
Leingi hevur verið tosað um,
at eldru borgararnir skulu
sleppa at vera í egnum heimi
sum longst. Fyritreytin, fyri
at hetta letur seg gera er, at
tey gomlu hava neyðugu
førleikarnir, soleiðis at tey
kunnu klára seg so væl sum
gjørligt heima við hús.
Í summar fór Boðanes
heimið undir at royna eina
verkætlan, har eldri fólk, sum
búgva heima og hava tørv á
endurvenjing, kundu koma
á heimið í eitt tíðarskeið til
eina sokallaða samdøgursre
habilitering.
Royndarverk
ætlanin endar 20. desember
í ár.
- Høvuðsendamálið við
rehabiliteringini er, at tey
gomlu skulu halda seg í
gongd, soleiðis at tey kunnu
verða búgvandi í sínum egna
heimi sum longst. Tað er
jú ynskið hjá teimum allar
flestu eldru borgarunum,
og harafturat hevur tað við
sær, at samfelagið sparir
eina rúgvu av pengum, tí tey
gomlu hava ikki tørv á røkt
arheimsplássi, sigur Jóngerð
Guttesen, sum er leiðari á
Boðanesheiminum.
Hon er stak væl nøgd við
endurvenjingarskipanina,
sum tey royndarkoyra fram
til 20. desember. Og sum land
ið liggur nú, kunnu tey ikki
halda fram við tilboðnum
næsta ár – tilboðnum, sum
skal hjálpa eldri fólkum at
klára seg sum longst í egnum
heimi.
- Trupulleikin er, at vit
hava fleiri umsóknir frá
gomlum fólkum, sum ynskja
at sleppa í samdøgursre
habilitering. Men vit kunnu
ikki bjóða teimum hetta til
boðið, tí vit fáa ikki játtað
ta einu milliónina, sum skal
til, um vit skulu halda fram
við tilboðnum. Vit hava
snøgt sagt ikki pengar til
tey starvsfólkini, sum skulu
til, um vit skulu hava sam
døgursrehabilitering, sigur
Jóngerð Guttesen.
Vilja brúka húsið
Leiðarin á Boðanesheiminum
sigur, at endamálið við roynd
arverkætlanini við endur
venjing hevur verið at vísa, at
tað ber til at hjálpa teimum
gomlu soleiðis, at tey kunnu
vera heima sum longst, sum
tey eisini ynskja.
- Vit hava tær røttu um
støðurnar her, sum kunnu
nýtast til endamálið, tí vit
hava best útgjørdu fysio
terapiina í Havn fyri ikki
at siga í øllum Føroyum, vit
hava fakligheitina, og so eru
eisini búrúm her á heimi
num, sum eru gjørd til enda
málið. Umstøðurnar kundu
ikki verið betri, sigur Jóngerð
Guttesen og heldur fram:
- Vit vilja fegin brúka hús
ið og brúka til meir enn bara
eitt røktarheim. Vit hugsa
frameftir, og ístaðin fyri at
einans at hugsavna okkum
um uppgávurnar, sum skulu
gerast í dag, ynskja vit at gera
ein mun og hjálpa brúkar
unum sum best. Vit hava
umstøðurnar, men mangla
pengarnar, greiðir Jóngerð
Guttesen frá.
Áhugin er stórur
Av tí at verkætlanin hesar
seinastu mánaðirnar bert
hevur verið ein royndar
verkætlan, hava tey á Boða
nesheiminum ikki lýst við til
boðnum. Allíkavæl hava tey
merkt ein stóran áhuga frá
eldri borgarum, ið ynskja at
sleppa til endurvenjing.
- Í løtuni hava vit 11 um
sóknir liggjandi, og eg ivist
ikki í, at høvdu vit lýst við
tilboðnum, hevði talið á um
søknum verið nógv hægri.
Um hesi fólkini ikki sleppa
til endurvenjing, so enda tey
á akutta bíðilistanum hjá
Tórshavnar Kommunu til at
fáa búpláss á einum røktar
heimi. Og tað er her, at vit
meta, vit kunnu fara inn og
gera ein mun, sigur Jóngerð
Guttesen.
Hóast tey hava megnað
at havt samdøgursrehabili
tering í ár, merkir tað ikki, at
tey eisini klára tað næsta ár.
- Vit hava havt tann fyri
munin í ár, at starvsfólkini
hjá okkum hava ikki havt
rætt til so nógva feriu, tí fleiri
av teimum byrjaðu í januar.
So tú kanst siga, at vit hava
spart hasa milliónina, sum
tilboðið kostar, í og við at
vit ikki hava skula goldið
starvsfólkunum
summar
feriu. Og tað er bara tí, sigur
leiðarin á Boðanesheiminum
og vísir aftur, at Boðanes
heimið kann gera sparingar
innanhýsis, soleiðis at tann
eina milliónin kann fáast til
vega.
- Vit hava spart niður í
botn, og her eru ikki fleiri
knøttar, sum kunnu stillast,
staðfestir Jóngerð Guttesen
og heldur fram:
- Tá samanumkemur er
trupulleikin uttan iva, at
landið vil ikki satsa upp á
hetta økið, av tí at kommun
urnar allíkavæl skulu taka
yvir. Men at vit ikki kunnu
fáa pengar til at hjálpa okk
ara eldru borgarum at vera
heima sum longst, og harvið
spara samfelagnum pengar,
tað kann ikki vera rætt, slær
Jóngerð Guttesen fast.
Eingin endurvenjing til tey gomlu
Síðani august mánað í ár hevur Boðanesheimið royndarkoyrt eina verkætlan, har tey hava bjóðað eldri fólkum
samdøgursrehabilitering. Tilboðvið hevur riggað sum ætlað, og brúkararnir eru væl nøgdir. Men nú er óvist, um
Boðanesheimið kann halda fram við samdøgursrehabilitering næsta ár, tí pengar eru ikki játtaðir til endamálið
Høvuðsendamálið við rehabiliteringini er, at tey gomlu skulu halda seg í gongd, soleiðis at tey kunnu
verða búgvandi í sínum egna heimi sum longst. Tað er jú ynskið hjá teimum allar flestu eldru borgarunum,
og harafturat hevur tað við sær, at samfelagið sparir eina rúgvu av pengum, tí tey gomlu hava ikki
tørv á røktarheimsplássi, sigur Jóngerð Guttesen, sum er leiðari á Boðanesheiminum.