Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. desember 2013 · Nr. 141 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg - Ein stórur partur av teim­ um, sum koma her, sita bara heima í einum stóli, tey megna ógvuliga lítið og hava sum heild einki inni­ hald í gerandisdegnum. Men re­ha­bi­li­t­eringin gevur teim­ um førleikar, soleiðis at tey blíva betur fyri kropsliga og sálar­liga, og harvið gerst ger­ andis­dagurin lættari upp á fleiri mátar. Soleiðis sigur deild­ar­leið­ ar­in fyri sam­døgurs­re­habi­ li­ter­ing­ini, Marjun Poul­sen, sum eisini er fysio­tera­peut­ ur. Ímeðan Boðanesheimið hev­ur royndarkoyrt verk­ æ­tlan­ina við sam­døgurs­re­ habi­li­ter­ing, hevur hon sæð, á hvønn hátt eitt slíkt tilboð ávirk­ar brúkararnar. - Eg upplivi, at hesi eldru fólk­ini í stóran mun fáa mót upp á lívið aftur. Fleiri teirra gjør­du einki, tá tey komu her, men aftaná eitt slíkt uppi­hald klára tey seg væl heima og eru eitt nú farin at baka og gera døgurða. Eg veit dømi um onkrar brúk­ar­ ar, sum eru farin heim frá re­ habi­li­ter­ingini og hava sagt heimahjálpina frá sær, for­ telur Marjun Poulsen. Hava tvørfakliga toymið Deildarleiðarin vísir á, at Boða­nes­heimið er serstakliga væl egnað til at skipa fyri sam­døgurs­re­habilitering. Fólk­ini, sum brúka tilboðið, eru sum aloftast 80 ár og eldri og hava ymsar sjúkur at drag­ ast við ella eru á annan hátt skerd frá at hava ein van­lig­ an gerandisdag. Tí hava tey í flestu førum brúk fyri hjálp frá fleiri fakbólkum. - Her kunnu vit bjóða eitt tvørfakigt toymi við eitt nú sjúkrarøktafrøðingum, ergo­ tera­peut­um og fysio­tera­peut­ um, og so­statt verða allar hes­ar kjarnu­kompe­tans­ ur­nar nýttar fyri at hjál­pa brúkar­un­um at røkka sínum mál­um. Harafturat hava vit tætt sam­starv við kom­mu­ nu­lækn­ar­nar, sigur Marjun Poul­sen. Hon upplivir ein stóran mun á fólkunum, frá tí tey koma í endurvenjingina, og tá tey so fara heim aftur, tá nakr­ar vikur ella mánaðir eru lidnir. - Tey eru sum nýggj. Boða­nes­heimið er stórt, so bara tað at tey ganga runt inni í húsinum ger, at tey flyta seg meir, enn tá tey eru heima, tí har ganga tey bara fáar fermetrar. Tað, at tey eru í einum øðrum um­ hvør­vi í eina tíð og sjálvandi eisi­ni venja, ger, at tey fara at síggja møguleikar í gerandisdegnum, tí tey merk­ ja, at tey kunnu meir og hava fing­ið nakrar førleikar, sum gera gerandisdagin heima við hús nógv lættari. Øll uppliva bata Síðani verkætlanin byrjaði í august mánaði í ár, hava til­ samans 15 fólk verið í sam­ døgurs­re­habiliteringini á Boða­nes­heiminum. - Tað er rættiliga ymiskt, hvat endamálið er hjá tí ein­ staka brúkaranum. Onkur hev­ur ynski um at klára betur at ganga, onkur vil megna at fáa sær morgunmat uttan hjálp frá heimahjálpini, ein annar vil klára at fara í bað sjálv­ur og so framvegis. Og út frá ynskinum hjá tí einstaka gera vit so tær venjingarnar, sum skulu hjálpa viðkomandi at røkka sínum máli, sigur Marj­un Poulsen. Sambært Marjun Poul­sen hava øll 15 fólkini fing­ið tað betri sálarliga og kropps­liga, eftir at hava verið í endur­ venj­ing­ini. - Tað kunnu vit siga við vissu, tí tá fólkini fara heim, fara vit í fleiri umførum heim til teirra fyri at hyggja eftir, hvussu tey hava tað, nú tey eru komin heim aftur, og annars tryggja okkum, at tey brúka tað, tey hava lært og at tað hevur lætt um gerandis­ dag­in, greiðir Marj­un Poulsen frá og leggur aftur­at: - Tað er umráðandi, at fólkini ikki bara fara heim aftur og fella í fátt. Í summu­m førum hava tey tor­ført við at at halda fram við onkrum slagi av venjing, men tá er tað, at vit bjóða teim­um at koma inn til okk­ um ambulant einar tvær til tríggj­ar ferðir um vikuna. Á tann hátt viðlíkahalda tey teir førleikarnar, tey hava, sigur Marjun Poulsen. - Meingin er ikki, at fólk skulu blíva bundin at okk­ um, men heldur at tey skulu koma til okkara í eitt tíðar­ skeið, har tey fáa røttu før­ leik­ar­nar, sum tey síðani kun­nu taka heim við sær. Tey fáa mót upp á lívið Deildarleiðarin fyri samsøgursrehabiliteringini er als ikki í iva. – Vit síggja, at fólkini, sum hava verið í rehabilitering, fáa lívsorku, síggja møguleikar heldur enn forðingar og fáa sum heild mót upp á lívið aftur. Tilboðið hevur eina ótrúliga positiva ávirkan á teirra gerandisdag, sigur Marjun Poulsen, sum er fysioterapeutur og deiladarleiðari fyri samdøgurðsrehabiliteringini - Eg havi upplivað, at fólk koma í rehabilitering við høkjum ella í koyristóli, men tá tey fara heim aftur ganga tey uttan nakra hjálp. Tað vísir, at endurvenjingin hjálpir, sigur deildarleiðarin, Marjun Poulsen TÍÐINDI Boðanesheimið er røktarheim í Tórshavnar Kommunu við 59 búplássum og 5 samdøgurs­re­ habiliteringsplássum.Samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum er fyri borgarar í Tórshavnar Kommunu, sum eru eldri enn 60 ár, og sum hava áhuga í at arbeiða við at endurvinna mistar førleikar, og sum hav tørv á stuðli og vegleiðing fráeinum tvørfakligum starvsliði. Tað kann vera, at persónuriń hevur mist kropsligan ella sálarligan førleika – hevur mist evni ella orku til at varðveita ein góðan og meiningsfullan gerandisdag. Førleikin kann vera minkaður yvir tíð ella av sjúku. Til ber at verða í rehabilitering í 3 vikur upp í 3 mánaðir. Fyri at sleppa í rehabilitering skal umsókn sendast, og síðan kemur ein visitatiónsnevnd at vitja við­ komandi og kanna, hvat viðkomandi hevur tørv á. Hvat er samdøgurs­ rehabilitering?