Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 HB var í vikuskiftinum í Ungarn og gjørdi burturav sær í Intertoto Cup. Eingin spenningur var um úrslitið, tí í dystinum fyri einari góð- ari viku síðani á Tórsvølli, vann ungverska liðið 4–0. Hóast tað ikki gekk nakað serligt á vøllinum, so kundu HBarnir, sum sunnudagin skulu manna seg upp at spæla steypafinalu móti GÍ, gleða seg um kærkomin tíð- indi úr Føroyum, meðan teir vóru í Ungarn. Eftir at landskappingin var hálvrunnin, vóru tað fimm lið, sum lógu tætt at hvørjum øðrum í kappingini um oddasessin. Hesi fimm liðini spældu í 10. umfar- inum øll móti liðum longri niðri á støðutalvuni. Longu mikukvøldið syrg- di HB fyri sínum stigum. Teir tunnu tepurt móti B71, styrktu um oddastøðuna og løgdu trýst á kappingarneyt- arnar. Hini fýra liðini vóru í dysti um vikuskiftið. B68 kiksaði í Sørvági leygardag- in, og B36 og KÌ, sum vitj- aðu í Eysturoy sunnudagin, kiksaðu bæði. Sigrarnir hjá GÍ og NSÍ gera, at munurin millum aftaru liðini og tey í fremru røð ikki er tann í summarsteðginum, sum hann sá út til at fara at verða. Vágbingar vóru teir einastu av fremru liðunum, sum í vikuskiftinum megn- aðu at halda tørn í kapp- ingini við HB. Dýrt móti teimum veiku Síðsta heyst vístu vit á, at høvuðsorsøkin, til at HB ikki endurvann meistara- skapin frá 1998, var, at teir so ofta kiksaðu móti veikaru liðunum. HB stóð seg best í innanhýsis kappingini mill- um tey fýra fremstu, meðan teir høvdu nógv minst úr- tøku móti hinum oddalið- unum. Í ár tykist vera vent í hol- uni. Burtursæð frá javnleik- inum í Runavík, so hevur HB ikki kiksað móti lægru liðunum. Í vikuskiftinum snávaðu B36, B68 og KÍ. Ikki minst hjá meistarunum úr Klaksvík hava dystirnir móti NSÌ verið dýrir. Í fyr- sta umfarinum tapti KÌ við einum máli móti NSÌ – Jón- stein Petersen skoraði sig- ursmálið. Aftur sunnudagin tapti KÌ við einum máli móti NSÌ, og aftur hesa ferð var tað Jónstein Petersen, sum skoraði sigursmálið. Um klaksvíkingar í heyst fara at resta seks stig í at endurvinna FM, so vita teir, hvar teir skulu leita eftir teimum! Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin – tað verður í ellinta umfarinum sunnu- dagin 6. august – skal HB til Klaksvíkar. Um KÍ hevði havt vunnið í Runavík, so høvdu teir við sigri á HB havt møguleika at komið upp um HB á støðutalvuni. Nú verður fyrsti dysturin eftir summarsteðgin ein spurningur um lív ella deyð hjá KÌ, sum skal vinna móti HB, um teir skulu hugsa um at endurvinna FM. B68 var tætt við at tapa bæði í Gundadali móti HB og í Gøtu, men teir fingu seks stig burturúr. Leygar- dagin tveittu teir nakað av fyrimuninum av góðu úr- slitunum í hesum útidyst- unum fyri borð aftur. Hóast teir – á sama hátt sum VB, B36 og KÌ – varðveittu plássið á støðutalvuni, so var tapið í Sørvági dýrt. VB var sannførandi á jó- Tríggir av avbjóðarum dumpaðu Avrikið hjá HB í Intertoto staðfestir, at í europeiskum høpi er føroyskur liðfótbóltur ikki nøkur hóttan fyri nakran sum helst ansøku. Vágbingar eru framvegis heilt víst eitt gott boð upp á FM, og einki bendir á, at VB skal fara í aldudalin, sum teir ofta hava verið í eftir summarsteðgin. Um VB fer at resta trý stig í FM, tá stigakassin verður endaliga upptaldur á mikkj- alsmessu, so kunnu vág- bingar ásanna, at tað er dýrt at tapa móti teimum veiku. Her verður hugsað um kiks- aran á heimavølli móti B71. Sumbingar á botninum Sigrarnir hjá NSÍ og GÍ sunnudagin hava í fyrstu at- løgu við sær, at tey í Eyst- uroy sleppa undan at hugsa um niðurflyting. Í fyrsta umfarinum eftir summar- steðgin skal NSÌ taka ímóti FS Vágar, og GÍ skal til Sumbiar. Umframt KÍ og HB skulu tvey onnur av toppliðunum – B36 og B68 – spæla í Gundadali. Tað vil við øðrum orðum siga, at vánirnar hjá GÍ og NSÌ eru ikki so heilt vánaligar at koma upp ímóti teimum, sum tær síðstu vikurnar hava tókst so langt burtur. Sumbingar duttu leygar- dagin niður í botnin. So- leiðis sum gongdin hevur verið tær síðstu vikurnar er ikki ilt at ímynda sær, at tað verður sera strevið hjá Sum- ba at koma úr aftur botn- inum. 27. august skal Sum- ba til Sørvágs. Altjóða luttøkan Í hesi vikuni er tað ivaleyst bara í HB og GÍ, at tað verð- ur vant við fullari ferð. Lið- ini fyrireika seg til steypa- finaluna, sum verður á Tórs- vølli sunnudagin. KÍ fer í komandi viku undir Europa Cup fyrireikingar, meðan tað í fleiri av hinum feløgunum verður gjørt lítið við ven- jingina í einar tvær vikur. Umframt KÍ skulu GÍ og B36 taka lut í Europa Cup. Í leygardagsblaðnum um- røddu vit Europa Cup lutakastið. Í GÍ og B36 halda tey seg hava verið heppin, og tað er væl skil- jandi út frá fíggjarliga og politiska sjónarhorninum. Men tað er sera lítið, sum bendir á, at ítróttarliga úr- tøkan í Danmark og Svøríki fer at verða stórt frægari, enn hon fer at verða hjá KÍ, sum skal til Jugoslavia. Fleiri ferðir áður hava vit staðfest, at føroyskur lið- fótbóltur er lítið verdur í altjóða høpi. Avrikið í In- tertoto Cup hjá oddaliðnum í heimligu landskappingini undirstrikaði henda veru- leikan. HB tapti tilsaman 0– 7 móti lítið kendum ung- verskum liði. Tað var ikki gott. Serliga tá havt verður í huga, at mótstøðumenninir undan dystinum í Føroyum høvdu havt summarfrí í flei- ri vikur, meðan HB hevur spælt seg upp á oddasessin í heimligu kappingini. Tað telur heldur ikki rætta vegin fyri føroyska avrikið, at næstsíðsta sunnudag tapti HB 4–0 á heimavølli móti einum liði, sum hevði ferð- ast langt og nógv og sum so at siga kom beinleiðis úr flogfarinum og á grasvøllin í Gundadali. JH HB gjørdi dystin móti sandoyingum av sær mikukvøldið, og hóast talan gjørdist um ein tepran sigur, so víst tað seg tó at vera nóg mikið til at styrkja um oddastøðuna Millum annað fingu teir hjálp frá GÍ, sum á heimavølli basti B36. Eisini KÍ og B68 máttu taka til takkar við tapið, og sostatt var tað bert VB av hinum oddaliðunum, sum megnaði at fylgja við HB JÁKUP MØRK GÍ-B36 1-0 (0-0 Mongu havnarfólkini, sum sunnudagin nýttu góðveðrið til at fara ein túr í Sarpi- gerði, vóru alt annað enn fegin, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð í dystinum millum GÍ og B36. Dýr dómaramistøk Ónøgdin var ikki bara or- sakað av, at B36 noyddist stigaleyst aftur til Havnar. Heldur var tað mátin, sum B36 tapti dystin upp á, sum elvdi til ónøgdina. Fyrst og fremst vóru tað nevnliga tvey dómaramis- tøk, sum vóru atvoldin til GÍ sigurin. Tá seinni hálv- leikur var á leið hávlrunnin, hevði B36 havt bóltin í GÍ málinum, men onkursvegna helt linjuverjin, at talan var um rangstøðu. Nakað seinni sendi Óli Hansen bóltin í B36 málið, og hetta málið varð góð- kent, hóast so at siga allir áskoðararnir vóru samdir um, at talan tá var um rang- støðu. Fyri at geva sína hugsan til kennar, fór liðskiparin hjá B36, Jens Kristian Hansen, til linjuverjan, men hann hevði vallað fingið talað, fyrr enn Petur Hansen gav honum næsta gula, og har- við reyða, kortið. Ónøgdin hjá B36 leika- runum gjørdist sum vera man ikki minni um útvís- ingina, og sum úrslit av hes- um, fekk eisini Mikkjal Th- omassen tvey gul kort, so- leiðis at B36 leikararnir nú máttu spæla við níggju monnum seinasta korterið. Linligur dystur Fram til hendingina við málinum og kolldømdum málinum, hevði sum so ikki verið tann stóri futturin í dystinum. Í fyrra hálvleiki var tað GÍ, sum í nógv størstan mun stýrdi spælinum. Mál fingu teir tó ikki burtur úr, tó at Helgi L. Petersen var sera nær við, tá hann tveitti seg fram og stútaði á stongina. Tað tóktiskt annars løgið, at B36 var somikið veik, tá skrábóltar vóru sendir úr síðunum. Fleiri ferðir var eisini um reppi, at talan varð um heilt vandamiklar støð- ur, men tað eydnaðist so ongantíð gøtumonnunum at fáa nakran avgerandi møgu- leika. Í hinum endanum vóru teir svørt/hvítu rárir gestir, men teir høvdu kortini ein risamøguleika, tá bólturin varð rullaður aftur til Ronn- ie Samuelsen, sum úr 11 metrum sendi langt upp um málið. Gjæørdist javnari Fyrsta 10-15 minuttirnar av seinna hálvleiki var gongdin framvegis hin sama, men so við og við kom B36 betri við i dystinum. Á miðvøllinum fingu teir nú fatur á nógv fleiri bólt- um, og tað var eisini meira bit í, tá teir nú royndu at vinna sær niðan eftir vøll- inum. Teir fingu eisini skapt sær nakrar vandamiklar støður í GÍ brotsteiginum, men hinvegin fekk GÍ nú eisini betri rásarúm í álopinum, og nú kom av álvara lív í dyst- in, sum annars hevði verið heldur tamur meginpartin av fyrsta tímanum. Tað var eins og hvørgin parturin var nøgdur við ein javnleik, og tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, var líkt til, at Magni á Lakjuni hevði lagt gestirnar fram um. Sum nevnt omanfyri, so varð málið tó kolldømt, men hvussu linjuverjin kom til ta niðurstøðu, at Magni var rangstaddur, tykist heilt ó- trúligt. Tá so GI fekk mál lítla løtu seinni, kókaði full- komuliga yvir hjá gestu- num. Málið kom, eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur í B36 brotsteiginum, og tá hann at enda varð stút- aður móti málinum, stóð Óli Hansen inni undir málinum og setti seinasta fótin á bóltin. Sum nevnt, so endaði alt við, at tveir B36 leikarar vórðu riknir av vøllinum, men hóast teir sostatt vóru undirmannaðir seinasta partin av dystinum, so megnaðu teir at leggja eitt ávíst trýst á GÍ málið. Eina ferð vildur teir vera við, at talan var um brotsspark, men floytan hjá dómaranum tagdi. Pelle í øðini At siga, at B36 venjarin, Per Olav Andersson ella Pelle, var illur eftir dystin, er so ikki at taka munnin ov fullan. Sviin var í øðini um døm- ingina í dystinum, sum eftir hansara tykki fullkomuliga hevði oyðilagt dagin hjá havnarmonnunum. Serliga vóru tað tey bæði málini, sum orsakaðu hesa misnøgdina. – Vit venja hart og miðvíst hvønn tann ein- asta dag, og so verður alt arbeiðið spilt á ein slíkan hátt. Tað tykist heilt ófatu- ligt, tí tað er altso fremstu fótbóltsdeildina í landinum, at talan er um, helt ein vón- brotin B36 venjari fyri eftir dystin. Eitt, sum hann ikki nevn- di, men sum ivaleyst eisini fer at geva svianum høvuð- brýggj, tá kappingin verður uppafturtikin eftir summ- arsteðgin, eru tey bæði leik- bannnini, sum B36 fekk burtur úr dystinum. Bæði Jens Kristian og Mikkjal hava týdningarmiklar leik- Kortspæl í Gøtu tá dómarin kom í fokus Rættuligt rok varð í Gøtu sunnudagin, men tíverri stóðst hetta av vánaligum dómaraavrikum, heldur enn góðum leikaraavrikum Jørgin Meitilberg er í løtuni heima í summarfrí, og hann var aftur at síggja í B36 álopinum, har tað tó ikki eydnaðist at fáa nakað mál burturúr Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK LÍF-B36 0-1 (0-1) Tað var við vónunum um eitt stig, at B36 um viku- skiftið vitjaði í Leirvík. Undan kappingini vóru leirvíkingar mettir millum sterkastu liðini í deildini, og var hetta millum annað grundað á, at teir bæði í fjør og fyrraárið royndu seg í upp- og niðurflyting- ardystum móti sumb- ingum. B36 flutti upp úr triðju deild í fjør, og fremsta mál teirra undan kapp- ingini mundi helst vera at halda sær omanfyri nið- urflytingarstrikuna. LÍF trysti uttan úrslit Sum so vóru tað eisini leirvíkingar, sum sýndu størri vilja at vinna dystin leygardagin. Nakað av vindi var eftir vøllinum, og hetta darvaði eisini spælinum nakað. Tað spælið, sum var, stóðu leir- víkingar tó fyri, og tað var rættuiga ofta, at nógv stóð á B36 verjuni, men í Rene Tórgarð hevði liðið ein sera tryggan aftasta skansa, sum tók sær av øllum tí, sum leirvíkingar tveittu fram ímóti honum. Mitt í øllum trýstinum frá leirvíkingum eydnaðist brádliga B36 at leggja seg á odda, tá Johnny Samu- elsen hevði seinasta fótin á eftir trunkaspæl. Í seinna hálvleiki royndu LÍF leikararnir at trýsta alt tað, teir vóru mentir, men úrslitið broyttist tó einki. Fegnir kundu B36 leik- ararnir fara heim aftur til Havnar, meðan teir á- sannaðu, at teir nú eru um at vinna seg upp á heið- ursmerkjapláss. Her eru leirvíkingar ikki enn at síggja, men munurin millum ymsu liðini á talvuni er sera lítil, og enn kunnu leirvíking- arnir so langt ífrá av- skrivast. LÍF-B36 0-1 (0-1) 0-1: Johnny Samuelsen B36 aftur fingið ferð á 2. deild: Næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum hevur rættuliga fingið ferð á seinastu dystirnar. lutir á B36-liðnum, men komandi dystin verða teir báðir so ikki tøkir hjá ven- jaranum. Høvdu tað uppiborið Sunnukvøldið fingu vit orðið á Petur Hansen, sum dømdi dystin, og sum sein- astu løtuna rættuliga var í andgletti. Um tey bæði reyðu kort- ini helt hann, at teir báðir leikararnir fingu tað, sum teir høvdu uppiborið, tí teir vita av, hør revsingin er fyri at munnhøggast við dómara og hjálpardómara. At øsingin komst av, teimum báðum støðunum, har mál hjá B36 varð koll- dømt og tað hjá GÍ varð góðkent, var Petur greiður um, men hinvegins segði hann seg hava dømt eftir bestu sannføring. – Linju- verjin stendur betri fyri enn eg, og eg má sjálvandi hava álit á teimum metingum, sum hann hevur gjørt av støðuni, var tað, sum leir- víkingurin hevði at siga um mest umtalaðu hendingar- nar í dystinum. Nógv skal betrast Við sigrinum fekk GÍ trý hart tiltrongd stig, og so er spurningurin, um hetta var byrjanin til eina longri klint- ran upp eftir stigatalvuni. Undanfarnu árini hava í øllum førum lært okkum, at gøtumenninir ongantíð skulu avskrivast heilt. Gull- merki verður tó neyvan tal- an um í ár. Í øllum førum ikki landskappingini. Í steypakappingini hava teir tó møgueleikan, tá teir kom- andi sunnudag skulu á Tórs- vøll, har HB er mótstøðu- liðið. Skal GÍ gera sær vónir um at vinna tann dystin, skal avrikið helst vera betri enn tað var sunnudagin, tí tað kann ikki roknast við, at teir fáa somikið góða hjálp frá dómaranum tveir dystir á rað. Ikki tí, sæð yvir allar 90 minuttirnar, var tað sum so í lagi, at GÍ fekk stigini, men fyri fótbóltin er at vóna, at tað verða leikligu avrikini, og ikki tey hjá dómaranum, sum koma at verða avgerandi fyri dystin. GÍ-B36 1-0 (0-0) 1-0: Óli Hansen 78. Dómari: Petur Hansen GÍ: Sunnvard Joensen – Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen – Súni Ol- sen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor – Hans Pauli Petersen, Helgi L. Petersen, Óli Han- sen B36: Tróndur Vatnhamar – Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen – Håkan Lundholm, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Magni á Lakjuni – Jákup á Borg, Ronnie Sa- muelsen, Jørgin Meitilberg