týsdagur 27. juni 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 220 - 27. juni 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 220 - 27. juni 2000
Tað kundi tókst soleiðis, eft-
ir at innskifti unglinga-
spælarin hjá KÍ, Hjalgrím
Elttør, hevði javnað til 1–1
(Rógvi Jacobsen lyfti úr
vinstru upp um við– og
mótstøðuspælarar og til
handara stólpa), at spur-
ningurin, sum skuldi svarast
síðstu løtuna í góðveðrinum
í Runavík, fór at verða, um
heimaliðið fór at megna at
halda tørn, ella um javn-
leikin, ella um teir enn eina
ferð noyddust at fara tóm-
hentir av vøllinum.
Gongdin hevði verið, at
klaksvíkingar trýstu og
trýstu – uttan at teir vóru
serliga miðvísir og vanda-
miklir – og tá tað endiliga
var eydnast at fáa mál, so
hava royndirnar frá sovor-
num støðum so ofta áður
víst, at tað liðið, sum hevur
úrslitaliga undanvindin, a-
líkavæl fær fulla úrtøku.
Soleiðis endaði tað ikki í
Runavík. Síðstu løtuna – ef-
tir at KÌ hevði javnað – hekk
tað nógv betri saman hjá
heimaliðnum. Í veruleika-
num var tað soleiðis, at tað
var hesa løtuna, at NSÍ vísti
besta avrikið. Klaksvíkingar
tóktust ikki rættuliga at vita,
um teir skuldu leypa á fyri
at vinna, ella um teir skuldu
spæla fyri at varðveita javn-
leikin. Støðurnar á vøllinum
og harvið eftiransingarnar
hjá teimum vóru vánaligar,
og skjótu álopini hjá NSÌ
vóru nógv vandamiklari,
enn royndirnar hjá KÌ at
KÍ kiksaði aftur móti NSÍ
Útisetarnir vóru blindir ferðamenn, og fram móti endanum var nærlagni hjá
vertunum størri enn hjá gestunum
leggja trýst á.
Sigursmálið eina lítla løtu
undan leikloki átti jugosla-
viski málverjin hjá KÌ við
rubb og stubb. Eftir at Heð-
in á Lakjuni ikki hevði fing-
ið fatur á langari sending
fram í vinstra horn, fekk
Brynjolvur Nielsen fram í
høgra álopsborð hjá NSÌ.
Sonni L. Petersen hevði
nógv pláss, hann streyk
móti baklinjuni, men KÌ
tóktist hava tak á flata inn-
legginum. Málverjin bíðaði
eftir bóltinum, men ólukku-
tíð fyri hann og FM vón-
irnar hjá KÍ, so sá hann ikki,
at Jónstein Petersen, sum í
fleiri av undanfarnu dystu-
num hevur sitið á beinki-
num, kom strúkandi, fór
framvið málverjanum og
setti fótin undir bóltin, sum
rullaði í tóma málið.
So var liðugt, NSÌ hevði
vunnið stigini, og klaksvík-
ingar
fóru
nakkalangir
norður aftur.
Stýrimaðurin helt ikki
Uppgerðin í Runavík fer
ikki at fáa nakra vakurleika
virðisløn. Har vóru nógvir
høgir bóltar, nógvir langir
bóltar og nógvir óneyvir
bóltar. Í einari roynd at
styrkja um miðvallarspælið,
sum ikki hevur verið sann-
førandi, hevði NSÍ venjarin
sett 41 ára gamla Abraham
Hansen mitt á. Veteranurin
stríddist sum ein úlvur og
tóktist hava styrki til at sam-
skipa, men longu tá ein
hálvur tími var farin, noydd-
ist Abraham at taka seg av
vøllinum orsaka av vødda-
skaða í lærinum.
Men hóast NSÍ ikki fekk
tamarhald á miðvøllinum,
og hóast KÍ stórar partar av
tíðini hevði meiri trýst og
tiltuskaði sær eina rúgvu av
hornaspørkum, so gjørdist
tað ongantíð kostnaðarmik-
ið fyri heimaliðið, at mið-
vallarloysnin fór í fisk, tá
bara ein triðingur av tíðini
var farin.
Ein orsøk til, at tað gekk
væl var, at NSÍ, skjótt eftir
at Abraham var farin út,
kom á odda. KÍ miðverjan
tøvdi í framspælinum, NSÌ
fekk tak á, Christian Høgni
Jacobsen, sum hevði fingið
útsett skurðviðgerðina í
Klaksvík til í gjár, kom leys-
ur í vinstru, legði innfyri,
og eftir eitt sindur av aftur
og fram heilfluktaði Ian
Højgaard eitt sindur úr høg-
ru og í málið.
Málið gav NSÌ dirvi og
áræði, og sjálvt um KÌ hevði
fleiri royndir, so var NSÌ
tættast við at fáa mál. Støð-
urnar vóru vandamiklar
bæði eftir fríspark frá
Sjúrða Jacobsen, og tá teir í
heilt spískum komu innum
KÍ málverjan.
Lupu miðvøllin um
Ein onnur orsøk til, at NSÌ
endaði omaná var, at mið-
vallarspælið hjá KÍ var út
av lagi vánaligt. Marek og
Kristian á Lakjuni vóru
skaddir, og Arnold Joensen
sat á beinkinum allan 1.
hálvleik. Ove Nysted og
Niclas Niclsen hava ongar
royndir sum miðvallarar.
Ætlanin tóktist vera, at
framspælið skuldi vera í
borðunum, og at innleggini
skuldu liggja høgt til stóru
menninar, men hetta mis-
eydnaðist.
Harley Bertholdsen var
ikki so vandamikil, sum
hann onkuntíð hevur verið.
Tað var týðuligt, at sam-
anspælið við púra anonyma
Srecko var ikki av tí slag-
num, sum tað plagar at vera
við Arnold Joensen, og í
hinum borðinum varð John
Ryan lítið brúktur. Miðvøll-
urin var ov stirvin og megn-
aði ikki at skifta síðu. Og
so sigur tað seg sjálvt, at
bæði Heðin á Lakjuni og
Rógvi Jacobsen vóru minni
eyðsýndir, enn teir eiga at
vera.
KÍ hevði møguleikar í
báðum umførunum. Tað
hekk betri saman, tá Arnold
Joensen í 2. hálvleiki var
komin á miðvøllin, og tað
hjálpti eisini, tá Hjalgrím
Elttør kom inn í høgra borð-
i. Men tað var ongantíð
sannførandi, og tað er ein
veruleiki, at miðvallar-
spælið hjá KÍ ongantíð var
av tí slagnum, sum B71 vísti
í 2. hálvleiki, tá teir á skála-
fjarðarstevnuni fingu javn-
leik og mundu vunnið í
Runavík.
Dánial Hansen og Gert
Langgaard stríddust nógv á
framrættaða miðásinum hjá
NSÍ. At teir arbeiddu nógv
hevði við sær, at miðver-
jarnir hjá KÍ vóru strongdir
í uppspælinum, og tað hevði
eina rúgvu av mistøkum við
sær.
Sum 2. hálvleikur leið,
kundi tað fara báðar vegir,
men eftir at KÍ hevði javn-
að, sleptu teir takinum, NSÌ
tók av, og hóast sigursmálið
stóðst av klossutum málver-
juspæli, so var tað ikki púra
óvæntað.
JH
NSÍ:
Rúni Joensen – Brynjolvur
Nielsen, Djóni N. Joensen,
Arnfinn Langgaard, Sjúrður
Jacobsen
–
Abraham
Hansen, Dánial Hansen, Ian
Højgaard – Christian Høgni
Jacobsen, Gert Langgaard,
Jónstein Petersen
KÍ:
Zoltan Kujundzic – Andrzej
Pacek, Jan Andreasen, John
Ryan – Harley Bertholdsen,
Jan Joensen, Ove Nysted,
Niclas Niclasen – Srecko,
Rógvi Jacobsen, Heðin á
Lakjuni
JÁKUP MØRK
HB-ÍF 0-4 (0-0)
Næstbesta liðið hjá HB
var í ringum skørum, tá
teir leygardagin skuldi
taka móti gestunum úr
Fuglafirði.
Níggju leikarar klárir
Tosað verður ofta um, at
stóru feløgnini hava ta
breidd, sum er neyðug
fyri at gera seg galdandi í
oddinum, men hetta tykist
tó ikki vera støðan hjá HB
í løtuni.
Sum skilst á lagnum, so
vóru bert níggju leikarar
tøkir
leygarmorgunin,
men at enda fingu teir tó
fatur á nøkrum leikarum,
sum annars hava verið
burturi frá fótbóltinum í
eina tíð, solieðis at teir í
manntalið vóru fullmann-
aðir, tá dysturin byrjaði.
Talan var tó um eitt
rættuliga skert lið. Ein hin
týdningarmesti leikarin
hjá
liðnum,
Gunnar
Mohr, var nevnliga burt-
urstaddur, so ábyrgdin
fyri málskjótingini skuldi
ístaðin leggjast á aðrar
leikarar.
Tveir av hesum vóru
uttan iva Eyðun Samu-
elsen og rumenski Gigi,
sum nú er byrjaður aftur
at venja, men hvørgin
teirra megnaði at spæla
meira enn ein hálvleik.
Avgjørdu seinna
umfarið
Tað ÍF, sum hevði bóltin
hevði meira allan fyrra
hálvleik, men tað eydn-
aðist teimum tó ikki at
gera nakrar skreytir móti
HB verjuni, sum stóð seg
væl fyrstu trý korterini.
Tað mundi tó einamest
bara vera ein spurningur
um tíð, áðrenn hol varð
sett á, og tá fryst Eyðun
Rygshamar hevði sett hol
á tíðliga í seinna hálvleik-
i, mistu teir á heimalið-
num trúnna upp á, at talan
skuldi gerast um eitt lík-
inda úrslit.
Jógvan Arnfinn Jacob-
sen økti til bæði 2 og 3-0,
áðrenn Bárður á Lakjuni
við einum beinleiðis frí-
sparki kundi staðfesta
trygga sigurin við einum
beinleiðis frísparki.
Spurningur um
hugburð
Við sigrinum togaði ÍF
seg nakað nærri oddinum,
har teir nú eru 3 stig aftan
fyri oddaliðini, TB og
EB/Streym.
Einki er at ivast í, at
fuglfirðingarnir
fegnir
vilja vinna seg upp aftur í
fremstu deildina, men
higartil hava avrik teirra
verið alt ov óstøðug.
Tað hava tey so sanni-
liga eisini verið hjá HB,
men seinastu tíðina hevur
pílurin fyri mesta peikað
niðureftir hjá høvuðsstað-
arfelagnum.
Ein skuldi annars hild-
ið, at tað ikki skuldi verið
nakar trupulleiki hjá ein-
um av størstu feløgunum
í landinum at manna tvey
lið, men kaldi veruleikin
á stigatalvuni sigur nakað
annað.
HB er nú bert eitt stig
omanfyri KÍ, sum fram-
vegis er á niðasta pláss-
inum, men verður hug-
burðurin hjá leikarunum
ikki broyttur, er vandi fyri
at teir detta enn longur
niður á stigatalvuna.
Tá leikarar fara á jó-
ansøku, heldur enn at
spæla
landskappingar-
dyst, er í øllum førum
okkurt, sum bendir á, at
uppgávurnar ikki verða
tiknar í nóg stórum álv-
ara.
HB-ÍF 0-4 (0-0)
0-1: Eyðun Rygshamar
0-2: Jógvan Arnfinn Ja-
cobsen
0-3: Jógvan Arnfinn Ja-
cobsen
0-4: Bárður á Lakjuni
ÍF á veg fram
2. deild: HB varð annað viku-
skiftið á rað smurt av í Gundadali
Aftur hesa ferð vóru
Djóni og teir omaná, tá
KÍ var mótstøðuliðið
Mynd: J. Jacobsen
JÁKUP MØRK
KÍ-GÍ 1-1 (0-1)
2. deildarliðið hjá KÍ fekk
javnleik í evstu løtu, hóast
teir høvdu nógv spæl og
kjansir í dystinum ímóti
GÍ leygardagin
Í so máta líkist KÍ ein-
um botnliði, tí liðið fær
ikki nóg stóra úrtøkur
burtur úr teimum kjan-
surm, sum teir fáa.
GÍ kom annars á odda í
fyrra hálvleiki, eftir at
Omar Guðlaugsson (sum
fekk reytt kort eftir dyst-
in) spældi Bárð Heinason
leysan. Hann lyfti bóltin
upp um KÍ-málverjan og
í málið. Fyrsti parturin av
dystinum
var
besta
tíðarskeiðið hjá GÍ, tí
umframt málið, høvdu
teir eisini onkrar aðrar
kjansir, men Meinhardt
Joensen í KÍ málinum he-
vði í hvussu so er eina
frálíka bjarging.
Men eftir málið tók KÍ
alsamt meira yvir. Fyrstu
løtuna gekk strilti at
spæla seg ígjøgnum GÍ-
verjuna, sum varð stýrd
av veteraninum Símun
Petur Justinussen, men
sum dysturin leið komu
opini og møguleikarnir.
KÍ hevði besta møgu-
leikan at gera mál, tá teir
fingu brotsspark, eftir at
Eyðun Klakstein varð
feldur. Tomislav Sivic
royndi seg úr 11 metrum,
men GÍ-málverjin bjarg-
aði skotinum.
Vildi ikki í málið
KÍ hevði aðrar royndir í
fyrra hálvleiki, og í seinna
hálvleiki gjørdust royndir
enn fleiri. GÍ dúvaði upp
á mótálop, har skjóti Hei-
ni Heinason var sentralur,
men KÍ-verjan helt tætt
seinnu 45 minuttirnar.
KÍ var fleiri ferðir nær
við at javna. GÍ-málverjin
hevði onkrar bjargingar,
og tvær ferðir vóru tað
útispælarar, sum bjargaðu
á strikuni. Fríðin Ziska-
son, Johannis Færø og
Tomislav Sivic vóru nær
við, men tað eydnaðist
bara ikki at fáa mál.
Ikki fyrr enn fleiri min-
uttir inn í yvirtíðina, tá KÍ
fekk sítt næsta brotsspark.
Hesaferð var tað Fríðin
Ziskason, sum varð feldur
í brotsteiginum, og van-
ligi brotssparksskjúttin,
Eyðun Klakstein, sendi
bóltin í málið av brots-
sparksblettinum.
Dysturin endaði við
javnleiki 1-1, men kjansir
vóru til nógv fleiri mál.
Serliga vóru tað vertirnir,
sum vóru vonbrotnir av
javnleikinum,
meðan
gøtumenn iðraðu seg um,
at teir ikki hildu tætt sein-
astu løtuna eisini.
KÍ-GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Bárður Heinason
1-1: Eyðun Klakstein
(br.)
KÍ fekk ov
lítið burturúr
2. deild: Hóast KÍ hevði nógv spæl
og upplagdar kjansir, fingu teir
ikki meira enn javnleik burtur úr
ímóti GÍ
FS Vágar-B68 3-2 (3-0)
Fyri aðru ferð á rað fóru
vágafólk væl nøgd av sand-
inum í Sørvági. Teirra lið
vann 2–0, tá GÍ vitjaði, og
hesa ferð vunnu teir 3–2
móti B68.
Men tað var um reppið,
at 3–0 leiðslan, sum FSV
hevði olgnað sær í 1. hálv-
leiki heilt var søplað burtur.
B68 kom afturíaftur í 2.
hálvleiki, teir minkaðu um
munin til 3–2, og tað minti
ikki sørt um avrikið hjá Ju-
goslavia ímóti Slovenia, tá
B68 seinnapartin av 2. hálv-
leiki hevði fingið ein mann
útvístan og hevði stóra leik-
liga yvirvág móti FSV.
Størri uppgávur bíða
Vit hava áður fleiri ferðir
sagt, at FSV hevur betri lið
enn til aftasta plássið og
harvið niðurflyting. Hetta
var aftur staðfest leygardag-
in. Serliga í kontraspælinum
eru
vágamenninir
sera
vandamiklir. Birgir Joensen
og John Johansen í álop-
inum kunnu seta øllum ver-
juspælarum grá hár í vang-
arnar, og álopsparturin
verður serliga vandamikil,
tí Sonni Johansen ytst í vin-
stru og Tór–Ingar Akselsen
ytst í høgru eru so skjótir.
Serliga eyðsýndur er Tór–
Ingar Akselsen. Hann hevur
so nógvar dygdir, at tað skal
ikki undra, um hann verður
næsta spælarin, sum lands-
liðsvenjarin fer at senda boð
eftir. Tór–Ingar minnir ikki
sørt um Torkil Nielsen. Utt-
an at taka nakað frá Torkili,
so kundi tað sæð út til, at
Tðór–ingar hevur uppaftur
størri møguleikar í sær.
Hann er skjótur, hann fatar
spælið væl, hann er góður
við bóltinum, og persónligu
eginleikararnir tykjast vera
til at røkka langt í fótbólti.
B68 brølari
Toftamenn vóru aftanfyri
við trimum málum, tá teir
fóru at hvíla seg. Jan Dam
hevði sitið á beinkinum.
Hann loysti eftir steðgin
Marlon Jorge av. Jan fór í
miðverjuna, og Arnbjørn
Danielsen fór fram á mið-
vøllin at spæla. Útskiftingin
broytti fullkomuliga B68
liðið. Heimaliðið hevði lyn-
di at taka seg aftur á vøllin
fyri at verja tryggu leiðsluna
– teir tóktust fara ov langt
aftur – og B68, sum í 1.
hálvleiki hevði havt trupul-
leikar av, at teir mistu í upp-
spælinum og vóru yvirspæl-
dir av skjótu mótstøðu-
monnunum, fekk takið á
spælinum.
Miðskeiðis í hálvleiki-
num varð Mannbjørn Nesá
rikin av vøllinum, tá hann
fyri aðru ferð sá gult, men
tað tóktist ikki at nerva
toftamenninar, at teir vóru
undirmannaðir. Allir ar-
beiddu fyri hvørjum øðrum,
og maðurin við bóltinum
hevði sum oftast fleiri
møguleikar.
At tað hevði so stóra
broyting á B68 spælið og
hugburðin við sær, at Jan
Dam spældi við í 2. hálv-
leiki kundi bent á, at tað
hevði verið betri, um teir
høvdu latið Jan Dam, sum
hevur verið skaddur í tvær
vikur, spælt frá fyrsta bríksli
og so skift hann út, um tað
hevði verið neyðugt.
Mál og møguleikar
B68 hevði tveir góðar
møguleikar beinanvegin.
Altíð vandamikli Súni Fríði
Johannesen fekk annan,
men hann sendi dygst om-
anfyri málið.
Í staðin fyri leiðslumál til
toppliðið, so skoraði heima-
liðið tríggjar ferðir í 1. hálv-
leiki. Eyðfinn Davidsen,
sum loysti skadda Hannus
Olsen av á miðvøllinum og
brúkti allar sínar royndir,
stakk snilt inn um verjuna,
og John Johansen rann frá
verjuni og skoraði hjá
Magnusi Poulsen, sum í 2.
hálvleiki hevði fleiri góðar
bjargingar, tá FSV var í
snarálopum.
Tór–Ingar Akselsen átti
uppleggið til næsta málið.
Hann streyk við stórari ferð
ígjøgnum í høgru, skjóti
miðvallarin í hinum borð-
inum, Sonni Johansen, fylg-
di við og við handara stólpa
umsetti hann flata innleggið
til mál. FSV kti til 3–0 eftir
fríspark. Toftamenn vóru
upptiknir av at gera mann-
garð, tá Eyðfinn Davidsen
beinanvegin stakk fríspark
inn um verjuna. Tveir ver-
juspælarar tøvdu, og so
takkaði Sonni Johansen
fyri.
Bæði B68 málini komu
eftir somu uppskrift. Arn-
bjørn Danielsen spældi í
høgra borð til Øssur Han-
sen, sum sneiddi ein ella
tveir mótstøðumenn av sær,
áðrenn hann lyfti innfyri, ar
Marcello Marcellino vann
luftdystirnar við stóru ver-
jumenninar og stútaði í
kassan. Og so skal tað leggj-
ast afturat, at eina ferð í 2.
hálvleiki var tað neyðugt hjá
Tór–Ingar
Akselsen
at
bjarga á málstrikuni!
JH
FS Vágar-B68 3-2 (3-0)
1-0: John Johansen 26.
2-0: Sonni Johansen 29.
3-0: Sonni Johansen 42.
3-1: Marcello 56.
3-2: Marcello 82.
FS Vágar:
Remi Mikotionis – Poul
Kjartan Thomsen, Darius
Magdisauskas, Zilva Zudis,
Rimvadis Bakus – Tór–Ing-
ar Akselsen, Eyðfinn Da-
vidsen, Albert Ari Thomas-
sen, Sonni Johansen – John
Johansen, Birgir Jørgensen
B68:
Magnus Poulsen – Jan Pe-
tersen, Mannbjørn Nesá,
Arnbjørn Danielsen, Jákup
Djurhuus, Øssur Jacobsen –
Marlon Jorge, Eyðstein
Skipanes, Øssur Hansen –
Súni Fríði Johannesen,
Marcello Marcellino
Tór–Ingar er í serflokki
FSV punkteraði B68 í fyrra umfarinum, tá Jan Dam sat
og hugdi at. Í seinna umfarinum var um reppið, at B68
undir leiðslu av landsliðsveteraninum fekk javnað
Tór-Ingar Akselsen var
í serflokki, tá FS Vágar
um vikuskiftið sendi
B68 heim aftur við
einum 3-2 tapi