Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Hesi mistu vit í 2013 Politiskir profilar sum Mandela, Thatcher og Chavez vóru millum tey, sum fóru í farna ári. Her eru nøkur av teimum altjóða kendu, sum vit mistu í 2013 Nelson Mandela Suðurafrikanski landsfaðirin var ein fyrimynd, eftir at hann kom úr fongsli og uttan hevndarhug ella beiskleika endurreisti land sítt. Hann verður roknaður sum ein av størstu politisku fyrimyndum í nýggjari tíð, fekk fleiri enn 250 heiðurslønir av ymsum slagi, og eftir at hann í eina tíð hevði havt vánaliga heilsu, fór hann hiðani. Hann varð 97 ár. Margareth Thatcher Bretska jarnkvinnan var um­ strídd. Øll áttatiárini sat hon við valdið í Bretlandi. Hon var í kríggi við Argentina, støðugt í stríði við fakfelagsrørsluna og vinstra­vongin, og hon stóð í kalda krígnum rimmarfast við síni borgar­ligu sjónarmið. Hon doyði av hjarta­tilburði 87 ára gomul. Peter O’Toole Virdur bretskur-írskur sjónleikari, sum fekk gjøgnumbrot í stórfilm­ inum um Lawrence of Arabia. Hann varð sjey ferðir tilnevndur til Oscar heiðursløn, men hann onga av teimum. Hann vann aðrar heiðurslønir og var mettur sum ein framúr góður sjón­ leik­ari. Hann gjørdist 81 og doyði eftir longri sjúkralegu. Lou Reed Eftir eitt tíðarskeið í bókinum Velvet Underground, byrjaði Lou Reed sína solokarrieru sum tónleikari í 1972. Hann var langt frá mainstream, men gjørdist víðagitin fyri sín sermerkta og poetiskt sterka tónleik. Doyði av livrasjúku 71 ára gamal. Paul Walker Bert 40 ára gamli sjónleikarin, sum var kendur frá bilfilmunum The Fast And The Furious, doyði í ferðsluvanlukku. Tað var bæði tragiskt og tragikomiskt, at hann skuldi enda sínar dagar á hendan hátt í bestu árum. Tom Clancy Tryggingar­maðurin fekk gjøgnum­ brot sum rit­høvundur, tá ið hann skrivaði spennings­søguna The Hunt For Red October í 1984. Skriv­aði síðani fleiri stór­seljandi skald­søgur – eitt nú fleiri um Jack Ryan, ið eru gjørdar til film. Hann varð 66 ára gamal. Eingin útvarpsstakfløga, eingin útgávuveitsla og einki stórt marknaðarføringsátak, og útgávudagurin var ein fríggjadagur. Beyonce breyt nógvar skrivaðar og óskrivaðar reglur við sínari nýggjastu útgávu Hvar fer tónleikaídnaðurin? eru heilar útgávur søga, í digitala heiminum, har stakløg eru alt? Og eru fysiskar útgávur enn aktuellar? Hetta er alt spurningar, ið gjørd­ust uppaftur truplari at svara, eftir at amerikanska popdrotningin Beyonce valdi at bróta reglurnar fyri hvussu tú gevur tónleik út. Heilt uttan ávaring gav Beyonce fríggjadagin 13. desember sína nýggjastu og heilt óvæntaðu út­gávu út á iTunes. Øll vóru løgini givn út í senn, og í sama umfari gav hon út videoløg til allar skeringarnar á útgávuni, hesi video­løg, umframt trý onnur video­løg, fekk man, tá man keypti útgávuna á iTunes. Tað eru heilt fastar reglur um, hvussu tú gevur eina tón­leika­ útgávu út, um tú ert eitt stórt pop- ella rokknavn. Tú letur fyrst eitt staklag til útvarpsstøðir, byrjar at marknaðarføra ógvisliga, heldur so eina útgávuveitslu og sendur fløguna á marknaðin ein týsdag. Á hendan hátt kann fløgan selja frá týsdegi til mánadag, tá hittlistin verður kunngjørdur. Men við nýggju útgávuni hevur Beyonce brotið reglurnar í so stóran mun, at ein av størstu handilsketunum í USA, Target, noktar at selja útgávuna. Grund­ gevingin er, at Beyonce hevur valt at geva hana út á iTunes fyrst, og at tey tí ikki eru áhugaði í út­ gávuni. Men hvørki fjepparar ella Beynonce tykjast at leggja nakað í hetta. Tí útgávan hjá henni selur sum heitt breyð, og er sambært CNN hennara skjótast seljandi útgáva higartil. Aðrar handilsketur, hava heldur ikki smæðst burtur, og hava tikið útgávuna til sín. Longu eftir trimum døgum lá útgávan nummar eitt á iTunes, við 617.213 seldum eintøkum. Fyrstu dagarnar bar bert til at keypa alla útgávuna, ikki støk løg. Nakrar dagar seinni 16. og 17. kunngjørdi Beyonce, hvørji fyrstu stakløgini av útgávuni vóru og gav løgini XO og Drunk in Love út, sum fyrsta og annað staklag – eisini eitt heilt óvanligt stig. Eftir eina viku á marknaðinum vóru fleiri enn ein millión ein­ tøk av útgávuni seld kring heimin, sambært CNN. Nýggjasti Billboard hittlstin fyri mest seldu útgávur, vísir, at Beyonce kemur beint inn á eitt fyrsta pláss. Nógv í tónleikaídnaðinum eru tikin á bóli, av hvuss Beyonce hevur megna at selja so nógv eintøk, uttan stórvegis marknaðar­ føring. Hon kunngjørdi nevniliga bara á sínari instagram síðu, at hon hevði givið útgávuna út, og gjørdi onga lýsingarherferð. Men júst hetta hevur verið við til, at boð­skapurin er breiddur út, frá munn til munni, og umvegis sosialu miðlarnar, umframt, at miðlar kring allan heimin hava skriva um hesa útgávuna. Niels Uni Dam Beyonce brýtur reglurnar