Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 9 VIKUSKIFTI Nóa, Robocop og Captain America Eitt nýtt ár við nýggjum stórfilmum – og endurtøkum – úr Hollywood Heldur ikki í 2014 slepst undan stóru filmsrøðunum, sum fovinna nógvar pengar, og endurinnspælingar av gomlum filmum. Í ár kemur nyggjur Tranformers filmur, ein partur afturat um Planet of the Apes er ávegis, og eisini sleppa fólk at síggja meira til Captain America, Jack Ryan, X-Men, Hobittin, Spider-Man, Paranormal Activity, 22 Jump Street, 300 og Night at the Museum. Harafturat verða eisini endur­innspælingar gjørdar av eitt nú RoboCop, Godzilla, Annie og Pinocchio. Og so eru tað allir hinir stór­filmarnir, sum eru á veg. Í ár skal Tom Cruise stríðast við rúmdarverur í filminum Edge of Tomorrow. Ein filmatisering av bíbliusøguni um Nóa verður gjørd. George Clooney og Matt Damon eru við í filmi, har nakrir hermenn undir seinna heims­ bardaga skulu bjarga lista­ rverkum frá nazi-tjóvum. Og Arnold Schwarzenegger verður aftur á hvíta tjaldinum í filmi um stríð ímóti rúsevnum. Ein tann fyrsti stóri filmurin, ið verður frumsýndur í nýggja árinum, er The Wolf of Wall Street, sum Martin Scorsese hevur leik­stjórnað, og har Leonardo DiCaprio hevur høvðusleiklutin sum børs­meklarin Jordan Belfort. David Frost Bretin hevði eitt langt lív sum fjølmiðlamaður. Hann gjørdist millum annað kendur fyri tiltikið Nixon-interview, sum varð gjørt til filmin Frost/Nixon. Fekk hjartatilburð umborð á skipnum MS Queen Elizabeth og doyði 74 ára gamal. James Gandolfini Amerikanskur sjónleikari, sum var kendur frá bæði filmi og sjónvarpi. Millum annað kendur sum mafia­leiðari í røðini The Sopranos. 13 ára gamli sonurin fann hann lív­leysan á gistingarhúsinum í Rom, har teir báðir búðu í sam­bandi við ein filmsstevnu, teir skuldu á. Hann fekk hjartatilburð og doyði bert 51 ára gamal. Hugo Chavez Forseti í Venusuela frá 1999 og til deyðadagin í mars 2013. Hann var arbeiðaradrongurin, sum gjørdist herleiðari, uppreistrarmaður og síðani forseti. Hann var sjúkur av krabbameini, tá ið hann doyði 58 ára gamal. Patti Page Ein av gomlu amerikansku popp­ stjørnunum, sum seldi yvir 100 milliónir plátir. Mest seljandi kvinnan í 50’ara tónleiki. Hennara út­gáva av Tennessee Waltz var ein av mest seldu sangum í farnu øld. Henning Larsen Danski arkitekturin, ið hevði Arne Jacobsen og Jørn Utzon sum lærumeistarar, telist millum bestu norðurlendsku arkitektar í nýggjari tíð. Teknaði bygningar í nógvum londum – millum annað nýggju Operuna í Keypmannahavn. Mel Smith Skemtarin og sjónleikarin, sum vit kenna frá sjónvarpsrøðini Heimsins vánaligastu vertir, var 60 ára gamal, tá ið hann í fjørsummar fekk ein hjartatilburð og doyði. Slim Whitman Amerikanski countrysangarin, ið kundi syngja høgt, seldi umleið 120 milliónir plátur. Í 1950 var hann á konsertferðum við Elvis Presley, men sum tíðin leið hann var meira frammi í Europa – og serliga Bretlandi. Hann gjørd­ist 90 ára gamal.