hósdagur 2. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 3. januar 2014
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo
Heini Corfitz er í løtuni í upptøkuhøl
unum og arbeiðir við síni fyrstu útgávu
sum solistur. Vit lántu hann eina løtu
og sluppu í sama viðfangi at hoyra trý
tey fyrstu løgini av útgávuni. Stílurin
er følin melodiskur poppur, sungin við
óvanliga ljósu røddini hjá Heina, ið fær
tankarnar at leita móti enska bólkinum
Suede.
– Vit hava spælt tríggjar sangir inn,
teir skulu miksast og vera givnir út sum
download fyrst í komandi ári, greiður
Heini frá. Fyrstu trý løgini eru gjørd
saman við framleiðaranum Carsten
Falkenlind, ið millum annað er kendur
sum gittarleikari í danska tungmálms
bólkinum Mercyful Faith. Men her er
altso ikki talan um tungmálm ella punk,
hóast eitt samstarv millum Heina og
Carsten Falkenlind kundi enda í teirri
grøvini.
Bleytur við aldrinum
Løgini eru vøkur og popputt, og ljóða
sera langt frá tí, ið vit hava hoyrt frá
Heina áður. The Dreams er ein larmandi
punkrokkbólkur, og í bólkinum Raped
in Reno, sum Heini hevur saman við
beiggja sínum Eiriki, spæla teir eisini
ordiligan rokk. Ja, sjálvt í Paradox, ið
Heini var sangari í sum 16 ára gamal,
var talan um larmandi punkrokk. Men
nýggju løgini eru nakað heilt annað
– Ja, eg eri nokk blivin bleytur við
aldrinum, sigur 24 ára gamli Heini, men
leggur afturat:
– Nei, mær hevur altíð dámt væl
tað melodiska, og eg eri farin at seta
meira og meira prís uppá tað. Eg haldi,
at tað byrjaði longu í Paradox, har tann
seinasti sangurin, sum eg skrivaði var
»inside of Me«. Hann er rættuliga
melodiskur.
Kinesiskt X-Factor
Heini hevur arbeitt nogv við sínum
løgum fyri at fáa tey optimal. Hann
brúkti eisini tíð til at skrivað egið tilfar
í tíðini, tá hann spældi fulla tíð við The
Dreams. Hann leggur heldur ikki skjól
á, at fyri hann er tað mest týdningar
mikið at fáa sín tónleik út.
– Eg sat í Søborg og skrivaði kontri/
popp, tá vit arbeiddu við The Dreams.
Chief 1, sum vit samstarvaðu við tá,
royndi eisini at selja okkurt av mínum
løgum. Millum annað vóru vit nokk so
nær við at selja eitt lag til ein kinesiskan
X-Factor vinnara ella okkurt tílíkt,
sigur Heini.
Hetta bleiv tó ikki til nakað, men
Heini hevur arbeitt víðari við sínum
tónleiki síðan tá, men tað er av tilvild,
at tað er júst nú, at hann er farin undir
at gera fyrstu útgávuna.
– Ja, eg havi ein samstarvsfelaga,
ið hjálpir mær og drívur á meg at fara
at gera mítt egna projekt. Tað er eisini
hann, sum fekk í lag samstarvið við
Carsten Falkenlind og bookaði okkum
upptøkuhølið. Nú er ætlanin, at vit skulu
spæla restina av fløguni inn sjálvir. Á
teimum fyrstu trimum løgunum spæla
Heini sjálvur og Carsten Falkenlind øll
ljóðførini. Men Heini ætlar sjálvur at
spæla restina av løgunum inn. Hann
hevur bæði spælt og undirvíst í øllum
vanligum ljóðførum, og kann tí sjálvur
spæla øll ljóðføri inn.
– Í løtuni havi eg skrivað tey seinastu
løgini liðug, og vit fara so undir restina
av upptøkunum nú. Men tey fyrstu
trý løgini eru heilt liðugt innspæld, vit
hopa at tað kann vera við til at gera vart
við projektið, tá tey koma út ókeypis. So
kemur ein útgáva seinni komandi ár.
Mentur sum sangskrivari
Løgini, ið vera á útgávuni eru øll rætt
iliga nýggj løg, ið Heini hevur skrivað
seinastu tvey árini. Hann heldur, at
har er hent so nógv í hansara lívi, sum
hevur ment hann bæði tónleikaliga og
sum tekstskrivara, tí hevur hann valt
bert at taka nýggj løg við.
– Hesi trý fyrstu løgini, hava ein
reyðan trá, men tá øll fløgan er liðug,
so er hon nokk so fjølbroytt, ikki alt er
líka pent og popputt, sum hesi fyrstu
løgini, heldur hann.
Egið plátufelag
Í sambandi við upptøkurnar hevur
Heini sett á stovn egið plátufelag saman
við einum samstarvsfelaga. Hetta er ein
staðfesting av, at tað ikki longur er líka
neyðugt at hava eitt stórt plátufelag
aftanfyri seg. Eitt nú verður nógv PR
gjørt online og krevur ikki líka stórt
netverk sum fyrr.
– Mín samstarvsfelagi hevur nógvar
royndir, og vit kunnu gera avtalir um
útbreiðslu við feløg, ið taka sær av tí, so
tí er eingin orsøk til at hava eitt plátu
felag við eisini, sigur Heini.
Spottljósið er ikki vigtigt
Heini gjørdist longu sum tannáringur
kendur sum oddamaður í bólkinum
Paradox. Hetta var, áðrenn hann
gjørdist gittarleikari í fyrst The Dreams
og síðan í Raped in Reno. Tí er nær
liggjandi at halda, at soloútgávan er ein
longsul eftir at standa fremst í spotljós
inum aftur, men hetta er ikki so, sigur
Heini:
– Nei, tað hevur ongan týdning,
hetta snýr seg bara um at sleppa at
innspæla míni løg, og so eisini at sleppa
út at spæla tey fyri fólki.
Upplivdi nógv við The Dreams
Heini vil fegin sleppa út at spæla løgini
í sambandi við útgávuna, og hóast hann
býr í Danmark og ambitiónirnar eisini
røkka útum Danmark. So vil hann eisini
fegin heim at spæla fyri føroyingum.
– Eg elski at spæla konsertir. Eg
haldi, at tað var heilt fantastiskt, tá vit
fóru á konsertferð við The Dreams og
spældu 18 konsertir í 21 dagar í Týsk
landi. Tað er soleiðis, at eg vil liva mítt
lív.
The Dreams er ikki ein serliga
virkin bólkur í løtuni, og hevur bert
spælt hendinga konsertir seinastu
árini, onkur konsert er eisini á skránni
komandi ár, Men annars er hetta ikki
ein bólkur, sum limirnir leggja nógvar
kreftir í fyri tíðina. Men Heini er hóast
alt glaður fyri upplivingarnar, ið hann
fekk við The Dreams. Serliga tað at
spæla so nógvar konsertir var gott,
heldur hann.
Heini livur av tónleiki, av at undir
vísa og at spæla, eitt nú fer nógv orka í
bólkin Raped in Reno, ið er ein dansk/
føroyskur truckara rokkbólkur, ið Heini
hevur saman við beiggja sínum Eiriki,
ið eisini spældi við The Dreams. Bólk
urin spælir egin løg, og hevur hóast
bert fáar konsertir á baki, vakt somikið
stóran ans, at teir nærkast einum plátu
sáttmála. Heini sigur, at hann heldur at
besta lýsingin av bólkinum er, at teir
spæla ektað Rock 'n Roll.
bleiv poppari
Orkumikli gittarleikarin í punkrokkbólkinum The Dreams er
eisini ein følin sangskrivari, ið elskar tann góða melodiin
Punkarin
– Mær hevur altíð dámt væl tað melodiska, og eg eri farin at
seta meira og meira prís uppá tað, sigur Heini Corfitz