Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 102 -2. juni 2004 C M Y K 30 Nr. 102 -2. juni 2004 31 Áttanda árið á rað skipar Treysti fyri norðoyastevnurenning, og aftur í ár er vælumtókta firma-stafettin partur av hesi RENNING tíðindaskriv Eins og undanfarin ár, so skipar Ítróttafelagið Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Hetta er áttandi árið á rað, at runnið verður í miðbýnum. Luttøkan hevur verið sera góð síðani tað byrjaði, og er hon voksin hvørt ár, og hava umleið 150 rennarir luttikið seinnu árini. Í ár verður renningin leygardagin 5. juni. Rutan hjá børn- um verður tann sama, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Harafturímóti er rutan hjá teimum vaksnu broytt í ár, í mun til undanfarin ár. Í ár verður runnið runt »Stóra Eið«. Tvs. eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Heygavegi, Nýggjavegi, Bøgøtu og Biskups- støðgøtu. Teinurin er tó óbroyttur. Rennast skulu 3 _ umfar av hesi rutu. Byrjað verður uppi í Bøgøtu við KÍ- høllina og runnið oman til Telefonstøðina. Tá komið verð- ur fram við málinum fyrstu ferð, skal ein renna 3 umfør afturat. Byrjan hjá børnunum verður við Telefonstøðina. Málið hjá øllum verður við Telefonstøðina. Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini, meðan tað hjá børnunum er talan um 1. umfar í Grand Prix kappingini. Aftur í ár verður tað soleiðis, at ein skal verða limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt, fyri at telja við í Grand Prix saman- hangi. Skráin fyri rennikappingina sær annars soleiðis út: Kl. Aldursbólkur Teinur 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1986 ella fyrr) 5 km 12.00 Veteranar (f.1958 ella fyrr) 5 km 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.1997 ella seinni) 665 m 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1994-1996) 665 m 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1991-1993) 1.330 m 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1987-1990) 1.330 m 13.15 Firma-staffet (3 luttakarir, 1 umfar í part) 665 m x 3 13.30 Heiðursmerkjahandan Grand Prix fyri børn Aftur í summar verður skipað fyri Grand Prix kapping fyri børn. Kappingin hjá børnunum verður í ár í seks umførum. Fyrsta umfar verður á Norðoyastevnu, síðani eru tað Eystanstevna, Sundalagsstevna, Fjarðastevna, Vestanstevnu og at enda Ólavsøka, sum telja við. Kappingin er býtt upp í fýra aldursbólkar, sum eru hesir: Dreingir-7 /Gentur-7 (f. 1997 ella seinni) Dreingir-10/Gentur-10 (f. 1994-1996) Dreingir-13/Gentur-13 (f. 1991-1993) Dreingir-17/Gentur-17 (f. 1987-1990) Stigatalvan sum verður brúkt hjá børnunum, verður tann sama sum hjá teimum vaksnu, tvs. at nr. 1. fær 40 stig og síðani fáa teir næstu rennarnir 34, 30, 26, 23, 20, 18, 16, 14, 12, 10, 9, 8, 7, 6, 5, 4, 3, 2 og nr. 20 fær 1 stig. Vinnarir í teimum ymsu bólkunum verða so teir rennarnir, sum hava fingið flest stig tilsamans á Ólavsøku og fáa nummar 1, 2 og 3 steyp til ognar. Fyri at telja við í endaligu støðuni, so skal man hava verið við í minst 4 av teimum 6 kappingunum. FÍF hevur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum fýra feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni ella Frælsi úr Vágunum. Firma-stafettin Aftur í ár verður skipa fyri «firma-staffet. Aftur í ár er tað soleiðis, at ongin »professionellir« rennari kann verða við, tvs. ongin sum hevur luttikið í 5 km frammanundan, kann verða við í staffettini. Henda broyting skuldi gjarna ført við sær, at tað blívur hugaligari hjá «amatørum« at verða við, og tað skuldi aftur ført við sær, at talið á liðum eisini øktist. Annars er alt tað sama. Tríggir luttakarir (menn/ kvinnur) frá sama firma renna eitt umfar, sum er 665 m, í part. Fyrsti luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur á málinum og fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið klárar seg. Best er um teir 3 luttakarnir frá sama firma hava líka blusir at renna í - so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir. Heiðursmerki og steyp Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu hjá bæði gentum og dreingjum í øllum aldursbólkum, meðan tað hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3. Tríggir teir fyrstu veteranarnir fáa eisini heiðursmerki. Vinnandi stafett-liði fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Okkurt leskiligt verður eisini at fáa frá høvuðsstuðlinum. Tilmeldingar online Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heima- síðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldi 4. juni klokkan 18.00. Eisini ber til, at tilmelda seg við Telefonstøðina, í seinasta lagi 1/2 tíma áðrenn renningarnar byrja, tá verður lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarir verða bidnir um, at møta við Telefonstøðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar. Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður minst líka góð sum hon hevur verið seinastu árini. Fyrireikarnir úr Treystinum ynskja øllum eina góða Norðoyastevnu. 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Skála 5 4 -1 -0 13 4 9 13 2 HB 5 3 -1 -1 12 5 7 10 3 B36 5 2 -2 -1 10 5 5 8 4 VB 5 2 -2 -1 7 4 3 8 5 NSÍ 5 2 -2 -1 10 9 1 8 6 GÍ 5 2 -1 -2 7 9 -2 7 7 KÍ 5 1 -3 -1 7 8 -1 6 8 EB/ Streymur 5 1 -2 -2 5 9 -4 5 9 ÍF 5 1 -0 -4 10 14 -4 3 10 B68 5 0 -0 -5 3 17 -14 0 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 5 4 -0 -1 16 8 8 12 2 Royn 5 4 -0 -1 16 8 8 12 3 AB 5 3 -1 -1 10 7 3 10 4 FSV 5 3 -0 -2 18 9 9 9 5 Sumba 5 3 -0 -2 10 9 1 9 6 B71 5 3 -0 -2 12 15 -3 9 7 B36 5 2 -0 -3 8 13 -5 6 8 LÍF 5 1 -1 -3 7 12 -5 4 9 KÍ 5 0 -1 -4 8 14 -6 1 10 VB 5 0 -1 -4 5 15 -10 1 Máltindurin 1. deild Heine Fernandez HB 5 Bogi Gregersen Skála 5 Rúni Elttør ÍF 3 Áki Mørk B36 2 Egil á Bø B36 2 John Petersen B36 2 Hallur Jacobsen EB/S 2 Sonni L. Petersen EB/S 2 Krzystof Popczynski GÍ 2 Rógvi Jacobsen HB 2 Magni á Lakjuni ÍF 2 Atli Danielsen KÍ 2 Erling Fles KÍ 2 Stig Aksnes KÍ 2 Gert Langgaard NSÍ 2 Jónstein Petersen NSÍ 2 Sjúrður Jacobsen NSÍ 2 Jonhard Frederiksberg Skála 2 Nenad Stankovic Skála 2 Mindaugas VB 2 Renning á norðoyastevnu Nógv verður lagt fyri, tá kappast verður á ymsu teinunum 31