mánadagur 20. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Rannvá G. Fossaberg
- Tey hava givið 50.000
krónur til ein ungan drong,
sum ongantíð hevur átt
reyvina í sær sjálvum. Men eg
ætli mær at vera skilagóður
og
brúka
pengarnar
í
sambandi við mína list, sigur
Trygvi Danielsen.
Á stórfingnari hátíðar
løtu í Pakkhúsinum í Vági
mikukvøldið blivu Mentan
arvirðislønir Landsins lætn
ar. Hetta kvøldið fekk 22 ára
gamli havnarmaðurin, sum
er útbúgvin støddfrøðiligur
studentur, handað heiðurs
lønina Ungt Listafólk 2013, og
við henni fylgir ein upphædd
á 50.000 krónur.
Trygvi dylir á ongan hátt
fyri, at hann er serstakliga
glaður at hava fingið virðis
lønina.
- Onkuntíð havi eg tíðar
skeið, har alt ikki gongur,
sum eg kundi hugsað mær,
og tá blívi eg ógvuliga
kritiskur um alt tað, eg
skrivi. Tað var einum slíkum
tíðarskeiði, eg júst var um
at koma burturúr, tá eg fyri
nøkrum vikum síðani fekk at
vita, at eg var valdur av vera
ársins Unga Listafólk 2013.
Heiðurin gevur mær eina
kenslu av, at tað, sum eg geri,
er nóg gott. Og tað besta er,
at líka síðani havi eg fingið
nógv fleiri hugskot til ymsar
yrkingar og stuttsøgur, so jú,
virðislønin hevur longu nú
havt stóran týdning, sigur
Trygvi, sum umframt at
skriva arbeiðir sum postboð
í Havn. Hesum ætlar hann
sær at halda fram við næstu
tíðina.
- Eg føli ikki, at eg hevði
fingið meira burturúr við at
farið á skúlabonk aftur. Tað,
sum eg takist við nú, sum er
at skriva og ganga við posti,
gevur lívinum meining. Í
hvussu so er, hevði tað ikki
givið meining at rýmt frá tí
nú, sigur Trygvi.
Ikki persónligt
Heiðurin at vera Ungt Lista
fólk 2013 hevur Trygvi fingið
fyri útgávuna The Absent
Silver
King
við
undir
heitinum
Poems,
short-
stories and music. Talan er
um eitt yrkinga- og stutt
søgusavn, sum eisini inni
heldur eina fløgu og eina LP.
Tónleikin hevur Trygvi gjørt
saman við bólki sínum.
Arbeiðið at gera hesa
serstøku útgávuna byrjaði
fyri tveimum árum síðani.
- Tá eg í dag standi við
útgávuni í hondini, síggi eg
eina langa prosess við upp-
og niðurtúrum, men eg síggi
eisini eitt tíðarskeið, sum
hevur verið ógvuliga læru
ríktfyri meg. Bæði persónliga
og listarliga, fortelur Trygvi,
sum sjálvur sigur seg vera
ein introvertan persón, sum
hugsar nógv og er samansett
ur av nógvum kenslum. Tó er
tað ikki nakað, sum sambært
Trygva sjálvum sæst bein
leiðis aftur í hansara verkum.
-
Hvørki
yrkingarnar
ella stuttsøgurnar, eg geri,
eru serliga persónligar, men
meira abstraktar. Eg haldi
eina ávísa frástøðu, tá eg
skrivi, júst tí at eg ikki ynski,
at tað skal blíva ov persón
ligt. Føroyar eru ov lítlar til,
at ein sum eg kann skriva um
fólkini, eg kenni, og tað er til
tíðir irriterandi, tí veruleikin
er ofta ein nógv betri søga
enn tann, eg kann finna
uppá, greiðir Trygvi frá.
Altíð gjørt søgur
Hóast sín unga aldur hevur
Trygvi fingist við at skriva í
nógv ár, tí áhugin fyri bæði
at lesa og skriva hevur altíð
verið til staðar. Eisini hug
flogið.
- Foreldur míni plagdu
at lesa søgur fyri mær, tá eg
var heilt lítil, og eg minnist,
at eg livdi meg so nógv inn
í hesar søgurnar, at eg ofta
hevði torført við at sovna.
Eg minnist eisini, at eg gjørdi
teknirøðir, áðrenn eg dugdi
at skriva, fortelur Trygvi
og heldur skemtiliga fyri, at
hann plagdi at gera ljóð til
teknirøðirnar og minnist,
hvussu hann stríddist við
at skriva eyðkennissangin
til Batman til eina teknirøð,
hóast hann ikki dugdi at
stava.
Áhugin fyri orðum og
samansetingini av teimum
bleiv ikki minni, eldri Trygvi
bleiv, og longu sum 13 ára
gamal fór hann av álvara at
gera yrkingar og skriva stutt
søgur.
- Tað er rættiliga løgi, tá eg
í dag seta meg at lesa okkurt
av tí, sum eg havi gjørt fyrr,
tí tað virkar alt so kámt. Ofta
tá eg lesi onkra gamla yrking,
minnist eg ikki ordiliga, hvat
tað er, eg havi hugsað, og
hvussu eg havi havt tað hasa
tíðina, yrkingin bleiv gjørd,
sigur Trygvi.
Hann vísir á, at hann
longu sum heilt ungur plagdi
at hugsa um yrkingar og
søgur, og tí hevur hann líka
síðani altíð gingið við einum
penni og pappíri uppi á sær.
- Tað er løgið við hesum
yrkingunum. Orðini og setn
ingarnir kunnu brádliga ko
ma til mín, og eg havi langt
síðani funnið útav, at skrivar
mann ikki tey tingini niður,
fara tey beinanvegin. Tí
royni eg altíð at hava okkurt
at skriva við og eitt pappír
við mær, tá eg eri úti, fortelur
Trygvi.
Spurdur,
hví
honum
dámar so væl at skriva, hugs
ar hann seg væl um, áðrenn
hann svarar.
- Hatta er nakað, eg havi
hugsað rættiliga nógv um. Eg
haldi, at eg merki ein spenn
ing, tá eg skrivi. Eg kenni
meg livandi og hugsi ikki um
nakað annað tá, sigur Trygvi
og avdúkar í sama viðfangi,
at tað til tíðir er trupult
fyri seg at seta seg niður at
skriva.
- Eg havi sum heild rætti
liga torført við at hugsavna
meg um okkurt ávíst í langa
tíð. So skjótt sum tað ikki
gongur so væl við at skriva,
missi eg áhugan og gevist. So
geri eg heldur okkurt annað.
Men tíbetur eru eisini dagar,
har tað gongur væl, og eg
geri í rætta huglagnum til
at skriva, og tá kann eg sita
í eini fýra til fimm tímar og
spæla við orð og setningar,
sigur Trygvi.
Ongar reglur
Nakað, sum eyðkennir skrivi
stílin hjá unga listamanni
num, er, at hansara stílur ikki
kann bólkast í ein ávísan stíl
innan yrkinga- og stuttsøgu
heimin.
- Eg hugsi als ikki um,
hvussu eg eigi at gera, hvørki
tá eg skrivi stuttsøgur ella
geri yrkingar. Eg tími ikki at
binda meg til nakað ávíst, og
eg havi eisini fingið rættiliga
nógvar viðmerkingar um, at
verkini, eg havi gjørt, bróta
reglurnar. Men orsøkin
er, at eg havi ongar reglur,
sum eg haldi meg til,
greiðir Trygvi frá.
Um hann ikki hevur
nakrar
ávísar
reglur,
sum hann heldur seg
til, tá hann skrivar, so
hevur
Trygvi
ávísar
fyrimyndir, sum hann
í ein ávísan mun fær
íblástur frá.
- Tveir rithøvundar,
sum mær dámar væl,
eru Tóroddur Poulsen
og Jóanes Nielsen, og
tá eg havi tíðarskeið,
har eg lesi nógv hjá
teimum, rokni eg við, at eg
ótilvitað fái íblástur úr teirra
verkum, sigur Trygvi, sum
hevur sína egnu fatan av,
hvussu tú sum rithøvundur
kanst skapa eitt gott verk.
- Eg haldi, at tú skalt duga
at eygleiða fyri at gera góð
verk. Tú kanst til dømis ikki
fortelja eina góða søgu, um
tú ikki dugir at eygleiða smá-
lutirnar og kompleksitetin, tí
tað eru júst hesi tingini, sum
gera eina søgu góða. Tann
góða søgan skal so at siga
kava undir yvirflatuna.
Ungt skald
uttan reglur
- Bestu yrkingarnar og søgurnar hava lyndi til at koma fram, tá eg gangi við posti. Nógv av tilfarinum á útgávuni
er eisini gjørt á onkrari postrutu, tí tá havi eg góða tíð at hugsa og spæla við orðini í høvdinum. Tað sigur 22
ára gamli Trygvi Danielsen, ið hevur fingið heiðurslønina Ungt Listafólk 2013, sum er á 50.000 krónur
Eg haldi, at tú skalt
duga at eygleiða fyri
at gera góð verk. Tú
kanst til dømis ikki for
telja ein a góða søgu,
um tú ikki dugir at
eygleiða smálutirnar og
kompleksitetin, tí tað
eru júst hesi tingini, sum
gera eina søgu góða
Landsstýrismaðurin í
mentamálum, Bjørn Kalsø,
segði í sambandi við handanin
av virðislønini m.a. soleiðis:
- Við hesum hevur Trygvi Danielsen sett tekstir saman í
eini skaldablanding, sum ikki hevur verið at sæð áður í
føroyskum útgávum. Hetta er skaldskapur, ið einki leggur
í, hvussu vit eru von at lesa skaldskap. Hetta er ungur
skaldskapur, sum hevur skap, eins og nógvir tekstir hava
á netinum, men hesir eru í bók. Alt hevur sína byrjan. Alt
hevur sín uppruna, og hetta er byrjanin.