týsdagur 4. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undirsjóvartunlar
Marjun Dalsgaard
Tað kann vera ringt at
sleppa av við eini hús á
Sandoynni í dag, og tað
verður møguliga ikki nógv
lættari í 2021, tá tað er fast
samband til Havnina. Tað
metir Kára á Dunga, stjóri
í PF INNI, sum er størsta
sethúsasølan í Føroyum.
Hon vil helst ikki spáa um
framtíðina, tí man veit
aldrin, men teirra royndir
vísa, at fast samband ikki
ger tað lættari at selja
hús í útjaðaranum. Hon
metir tó, at fast samband
kann flyta søluna av
summarhúsum nakað.
"Vit sóu eina upp
blomstring
viðvíkjandi
bygging
í
Vágum,
tá
fast samband kom, men
prísirnir hava lagað seg
aftur, og í Klaksvík hava
prísirnir av teimum hús
um, sum vit hava selt, ikki
flutt seg tað heilt stóra",
sigur hon.
Verri at fáa fígging
til dýr hús á bygd
Hyggja vit at prísun
um á sethúsum, seld í
Føroyum,
er
gongdin
tann, at munurin millum
kostnaðin á húsum í Havn
og
uttanfyri
Havnina
støðugt
økist.
Sjálvt
um ein keypari fegin vil
lata ein góðan prís fyri
eini hús í útjaðaranum,
eru fíggingarstovnarnir
varnir við at veita fígging.
Munurin á kostnaðinum
millum eini hús í Havn
og Hoyvík og eini hús í
útjaðaranum er úr einari
hálvari upp í eina millión.
Heldur
ikki
Jón
Simonsen, stjóri á Skyn,
metir, at prísirnir fara
upp. Tað er møguligt
at fólk úr Eysturoynni,
sum búgva í Havn flyta
heima aftur, ella at fólk,
sum umhugsa at flyta til
Havnar lata vera, men
um Havnarfólk ynskja
bíligari hús, so kunnu
tey flyta til Velbastaðar
ella út á Norðasta Horn,
har prísurin er eittsindur
lægri, metir hann.
marjun@sos.fo
Fast sam
band ávirkar
ikki húsa
prísirnar
Fast samband í Sandoynna
og tunnil til Eysturoynna
broyta ikki húsaprísir
Marjun Dalsgaard
Áðrenn Vágatunnilin kom,
stóðu bilar í kø í Vestmanna
og á Oyragjógv, og ferjusam
bandið var ein fløskuhálsur,
sum tarnaði ferðsluni. Tá
Vágatunnilin varð liðugur,
loysti hann ein trupulleika,
og tá fløskuhálsurin hvarv,
blómaði Vágoyggin. Fólka
talið vaks, og nýggir býlingar
vuksu fram bæði í Sandavági
og í Miðvági.
Hyggja vit at Klaksvíkini,
hevur tað fasta sambandið
ikki havt somu ávirkan. Tøl
frá Landsverki vísa, at pend
lingin millum Eysturoynna
og Klaksvíkina er vaksin,
men einki stórvegis er hent
við sjálvum býnum. Fólka
talið er ikki vaksi, og pend
lingin millum Havnina og
Klaksvíkina kom aldrin.
Spyrt
tú
búskapar
frøðingin Magna Laksáfoss
verða árinini av tunlunum til
Sandoynna og Eysturoynna
lík Klaksvíkstunlinum.
"Áðrenn vit fingu Vága
tunnilin stóðu bilar í langari
kø í Vestamanna og á Oyra
gjógv. Allir bilarnir passaðu
ikki í ferjuna hvørja ferð.
Í
Klaksvík
sá
tú
onga
tílíka kø á keiini. Har var
eingin forðing sum so í
samferðsluni, og tí hendi
ikki stórvegis broyting, tá
tunnilin til Klaksvíkar kom",
sigur Magni Laksafoss. Ikki
annað enn, at tað er vorðið
nógv lættari at vera klaks
víkingur. Hann heldur, at tað
sama er galdandi fyri Eystur
oyartunnilin.
"Eysturoyggin er ein mið
depil longu í dag. Her liggja
nógvar av teimum stóru
vinnunum - tað broytist
ikki fyri tað um ein tunnil
kemur. Tá útbygging av
einum
vegakervi,
brúgv
ella tunnil førir til, at eitt
Eingin búskaparlig
menning stendst
av tunlunum
Tað verður betur at vera sandoyingur og eysturoyingur í 2021, tá teir
nýggju tunlarnir eftir ætlan standa klárir millum ávikavist Eysturoy
og Streymoy og Sandoy og Streymoy. Samfelagsliga fer tó ikki at
standast tann stóra broytingin av komandi tunlunum. Tað heldur Magni
Laksafoss, sum er búskaparfrøðingur við serligum atliti til demografi
Fólkatalið í Klaksvík og sandavágur
Fólkatalið í Vágunum hevur verið støðugt vaksandi síðan tunnilin kom í 2002. Fasta
sambandið til klaksvíkina hevur ikki havt somu árin. Her stendur fólkatalið mestsum í stað,
og minðkar eitt lítið sindur. Avgerandi munurin á hesum báðum støðunum er, at Vágoyggin
hevur flogvøllin, og eingin fløskuhálsur var í samferðsluni millum Klaksvík og Tórshavn
áðrenn tunnilin kom, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur.Hann metur somuleiðis, at
Sandoyggin fær eina lítla uppblomstring, men ikki nakað, sum ger nakran stórvegis mun
Gongdin í sethúsaprísum
Munurin millum prísirnar á húsum í Havnini og bygdunum gjørdist enn størri, tá
húsaprísirnir hækkaðu í 2006, og hevur síðan ligið á umleið einari millión. Hvørki tunlarnir
í Klaksvík ella í Vágunum hava havt nakra ávirkan á hetta. Tað stóra fallið á húsaprísum á
bygd í mun til byggikostnaðin, ger, at tað ikki loysir seg at byggja hús á bygd, tí tað kostar
meira at byggja eini hús, enn tú kanst fáa fyri tey, tá tey standa í einum útjaðaraøki
Kelda: EIK
Kelda:
Hagstova
Føroya
Klaksvík
Sandavágur