Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undirsjóvartunlar Borgarstjórin í Sjóvar Kom­ mu­nu torir ikki at spáa um, um fleiri vinnur ella fleiri borg­arar flyta til kom­mun­ una. "Vit taka tað róliga og halda tunguna mitt í munninum. Vit fara ikki í gongd við at fyrireika nak­að - tað er politikkur, so man veit aldrin. Men vit ha­va barna­ garðar og skúl­ar og næsta ár stendur eisini eldra­sam­býlið klárt - so hava vit alla viftuna til teir borgar­ar, sum ynskja at flyta til kom­mun­una", sigur hann. Kann ganga útyvir handilslívið Eitt negativt árin av tunli­ num kann verða, at tað verð­ur tungt hjá handils­ lívi­num. Tað verður lætt at koyra til Havnar at keypa klæðir og ann­að, og tað kann vera hart fyri handilslívið. "Bankarnir steingja av­ greiðsl­ur­nar og Bónus og aðrar handilsketur lata upp, so tað kann vera at teir smáu handlarnir doyggja, sig­ur borgarstjórin. Hann fegn­ast tó um, at tunnilin kem­ur - ser­liga við atliti til at vinnu­lív­ið kann spara peng­ar og tíð uppá flyting av fiski. "Vinnan fer at spara nógv­ar pengar - tað verða flutt 2500 tons av fiski um árið eftir landsvegnum, bara frá Bakkafrost", sigur hann. Gróti brúkast til at gera veg til Selatrað Borgarstjórin fer at heita á Landsverk um at brúka grót­ið frá tunlinum til at gera veg til Selatraðar. "Øll kun­nu ikki gera havnaløg, og vit vilja gjarna gera nakað ann­að. Skótarnir brúka nógv Selatrað. tey hava td. gjørt eitt upplivilsismiðstøð í gomlu smoltstøðini hjá Bakka­ frost, sigur Artur Johan­sen. Ein, sum ikki ivast í teimum positivu avleiðingunum av tunlinum, er borgarstjórin í Skop­un. Hann er vísur í, at ung­ar familjur fara at búseta seg í Skopun. "Vit sóu tað, tá vit gjør­ du útstykkingarnar. Tá var stór­ur áhugi var fyri grund­stykkjunum her, men so bleiv tunnilin til einkis, og alt fór. Fólk lótu grundstykkini inn aftur, sigur hann. Summi eiga tó enn grund­ina, og borgarstjórin væntar nú, at tey fara at byggja, og at kommunan sleppur av við restina av teimum út­stykk­aðu grundunum. Tá løgtingið samtykti at Sandoyartunnil skuldi ger­ast í 2007, fór Skopun­ ar ­kommu­na undir at ústykkja 22 grund­ir, byggja barnagarð og skúla. Slær kalt vatn í blóðið Borgarstjórin fer tó ikki at seta nýggjar verkætlanir í gongd. "Nú sláa vit kalt vatn í blóðið. Seinast settu vit alt møguligt í gongd. Vit gjør­ du útstykkingar og bygdu barnagarð og skúla, og so bleiv tunnilin til einkis. Hetta slóð beinini und­an kommu­ni", sigur borgar­ stjórin. Skúl­in blevi aldrin liðugur, men barnagarðurin hevur umleið 30 børn. Vit fara ikki á flog yvir tunnilin Vinnulívið fer at spara nógva tíð og pengar, tá Eysturoyartunnilin stendir klárur, sigur borgarstjórin í Sjóvar Kommunu, Artur Johansen. Hann er tó bangin fyri, at tað kann ganga útyvir lokala handilslívið, at tað er stutt til Havnar Eg veit, at tær ungu familjurnar koma Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg er ikki í iva um, at fast samband fer at føra til at fleiri barnafamiljur búseta seg í Sandoynni út­jað­ar­øki blómar, er tað altíð, tí ein fløskuhálsur tarnaði ferðsluni og einari positivari menning, áðr­enn útbyggingin varð framd. Ongar forðingar eru í samferðsluna millum Havn­ ina og Eysturoynna í dag. Tú kanst koyra allan vegin. tað tekur ikki serliga langa tíð og tað kostar ikki serliga nógv", sig­ur Magni Laksáfoss. Hann held­ur ikki, at tann lítli tímin, sum summi kunnu spara, ger nakr­an stórvegis mun. Hann legg­ur aftrat, at tað negativa árin­ið er, at Sundalagið verð­ ur "by-passað". Haraftrat verður nú­ver­ andi vegurin verandi, og han skal eisini viðlíkahaldast. Tá tunnlarnir til Vágar og Norð­ oyggjar komu, kundu vit niður­leggja verandi farleið – hetta kunnu vit ikki tá talan er um Eysturoyartunnilin. "Hyggja vit at Sandoynni, er myndin eitt sindur øðrvísi. Tú sparir pengarnar til ferju­ na, og tú sleppur undan, at fólk skulu standa og bíða, men hetta eru smáting, og er held­ur ikki nakað, sum ger mun í samfelagsligum høpi", sigur Magni Laksáfoss. Hann ivast tó ikki í, at tunlarnir verða goldnir aftur uttan trupul­leika. Tunlarnir bera seg Landsverk hevur gjørt eina Cost Benefit meting av tunlu­num sum vísir, at tað loysir seg at gera teir. Tað vil siga, at teir betala seg aftur uttan trupulleika, men teir hava ikki mett um onn­ur viðurskifti ella árin av tunlu­ num. marjun@sos.fo Ferðsla í norðoyatunlinum Tal av akførum, sum hava koyrt gjøgnum tunnilin frá 2006 til 2012. Árini 2004, 2005 og partvís 2006 vísa, hvussu nógv fóru um fjørðin við ferju. Kelda: tunnil.fo Ferðsla í Vágatunlinum Tal av akførum, sum hava koyrt gjøgnum tunnilin frá 2003 til 2012. Árini 2001 og 2002 vísa, hvussu nógv fóru um sundið við ferju. Kelda: tunnil.fo Útstykking í Skopun. Tá løgtingið samtykti at gera ein tunnil til Sandoynna í 2007, útstykkaði Skopunar Kommuna 22 grundir. Nú vónar borgarstjórin, at ungar familjur fara at byggja har