hósdagur 13. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tjúgunda atkvøðan hjá sam
gonguni kom til sín rætt, tá
løgtingið um middagsleitið
mikudagin samtykti at víkja
frá øllum tíðarfreistum, so
leiðis at lógaruppskotið um
at gera Atlantsflog til eitt
alment felag burturav kundi
viðgerðast
og
avgreiðast
beinanvegin. Tjúgu gevur
kvalifiseraðan meiriluta á
løgtingi, og tí rukku tær 13
atkvøðurnar hjá andstøð
uni ikki so frægt sum til at
tryggja vanligar tíðarfreistir
til at viðgera eitt lógarupp
skot.
Tí varð málið avgreitt og
Atlantsflog tjóðartikið, áðr
enn mikudagurin var av.
Magni Arge fylgdi við
gerðini av síðulinjuni, og
mitt í tí heila varð hann boð
sendur á fund í Vinnunevnd
ini at svara spurningum og
siga sína hugsan um tað, ið
fór fram.
Nú fyrrverandi stjórin í
Atlantsflog varð sum kunn
ugt skiftur út, leygarkvøldið
16. november í fjør.
Sambært einum notati
frá grannskoðarafyritøkuni
Januar byrjaði tilgongdin
at
tjóðartaka
flogfelagið
ein lítlan mánað seinni. 15.
desember letur grannskoð
arafyritøkan Vinnumálaráð
num eitt innanhýsis notat
sum lýsir, hvussu felagið
sjálvt kann keypa privatu
partabrævini og takast av
keypsskálunum.
Rumblið
Mánadagin boðaði Atlants
flog frá ætlanunum um
at keypa egin partabrøv
og veittra keypsskálunum
farvæl. Privatu eigararnir
skuldu fáa eitt tilboð, sum
tey ikki kunnu siga nei til.
Felagið vil keypa partabrøv
ini, sum stórtsæð ikki verða
handlað og tí liggja í dvala
millum kurs-140 og kurs-150,
fyri ein yvirprís á kurs-210.
– Tað er av alstórum týdn
ingi, at friður valdar kring
Atlantsflog, nú lagt verður
til brots av nýggjum, segði
Niels Mortensen og vísti á, at
sum alment felag burturav
gerst Atlantsflog eitt felag
við størri tolsemi og tíð til at
byggja upp rutir.
Eisini hevur landsstýris
maðurin víst á týdningin av
at skapa frið um Atlantsflog.
Sambært Johan Dahl var
eisini neyðugt at gera skjótt
av í løgtinginum, nú felagið
skal tjóðartakast og strikast
av keypsskálunum. Atlitið til
keypsskálarnar vigar tungt.
Enn stendur spurningurin
tó opin, hví avgerðin um at
tjóðartaka Atlantsflog skal
gjøgnumførast júst nú. Hvat
er tað fyri órógv, sum krevur
eitt
slíkt
grundleggjandi,
strategiskt stig júst nú, áðr
enn nøkur strategi yvirhøv
ur er orðað fyri felagið?
Sambært
tíðarætlanini
hjá nevndini fyri Atlantsflog
verður
eykaaðalfundur
í
felagnum 10. mars. Tá skal
felagið formliga fáa heimild
til sjálvt at keypa øll privatu
partabrøvini fyri tilsamans
71 milliónir og síðani strika
seg sjálvt av keypsskálunum.
Tann tilgongdin tekur eina
viku.
Tí verður regluligi aðal
fundurin, sum er fráboðaður
at vera 3. apríl, sera friðar
ligur. Har verður bara ein
partaeigari at møta, lands
stýrismaðurin.
Pengarnir
Notatið frá Januar stað
festir, at Atlantsflog eftir
tjóðartøkuna reelt verður
niðurkapitaliserað
við
71
milliónum krónum. Mælt
verður til, at felagið tekur
30 milliónir krónur úr kass
anum og lænir restina, tá
privatu
partaeigararnir
skulu keypast út.
– Tá felagið sjálvt rindar
71 milliónir krónur fyri egin
partabrøv, so viknar felagið
tilsvarandi. Tað merkir sjálv
andi, at felagið hevur minni
at standa ímóti við. Og tað
kann sjálvandi fáa týdning í
tí løtu, felagið kemur í turbu
lens, staðfestir Magni Arge
og nevnir fleiri dømi:
– Tað veri seg av eini van
lukku, einum øskuskýggi ella
kapping frá einum stórum
flogfelag, staðfestir Magni
Arge og vísir á, at eisini hevur
fíggjarliga styrkin týdning,
tá felagið skal víðka um sítt
virksemi.
Roknskapurin fyri 2013 er
ikki liðugur enn, men sam
bært
roknskapinum
fyri
2012 hevði felagið umleið
140 milliónir krónur í »fríum
reservum.«
Júst fíggjarliga styrkin í
felagnum kann hava týdning
fyri
politisku
viðgerðina
mikukvøldið.
– Politiskt er tað ókeypis.
Felagið rindar sjálvt fyri
tjóðartøkuna, og tí skulu
politikarnir ikki út og finna
pengarnar aðrastaðni, stað
festir Magni Arge.
Tá
somu
partabrøv
vórðu seld á sinni, gav tað 89
milliónir krónur í inntøku,
sum tá endaðu í landskass
anum. Nú tey verða keypt
aftur, verður farið í kassan
hjá Atlantsflog eftir peng
unum.
– So alt í alt viknar
sjálvstøðuga
marknaðar
búskaparliga
støðan
hjá
felagnum, meðan politiski
viljin fær sterkari tak á
fyritøkuni. Tíðin fer at vísa
hvønn dynamikk tað fremur,
men aðrastaðni í vesturheim
inum eru tey flestu størru
londini farin øvugtan veg,
sigur Magni Arge sum greitt
gevur til kennar, at eftir
hansara tykki var felagið
betur fyri, um landskassin
rindaði tær 71 milliónirnar
fyri partabrøvini.
Minka ella veksa
Ferð eftir ferð verður víst á
týdningin av at veita føroy
ingum bíligari ferðaseðlar.
Eftirlýsingin
er
eisini
á
breddanum, nú Atlantsflog
verður
alment
burturav.
Fleiri eru av tí sannføring, at
felagið eigur at miðsavna seg
um farleiðina millum Føroy
ar og Danmark, sum skal ger
ast so bílig sum yvirhøvur
tilber.
Sum stjóri fyri Atlantsflog
upplivdi Magni Arge áhald
andi kravið um bíligari ferða
seðlar.
– Umskipanin av eigara
viðurskiftunum fremur í sær
sjálvum hvørki bíligari ella
betri ferðasamband. Kanska
tvørturímóti,
tí
felagið
stendur
nú
búskaparliga
veikari enn frammanundan,
metir Magni Arge.
Enn hevur einki verið at
frætta um, hvørja strategi
Atlantsflog skal rekast eftir
í framtíðini. Strategiarbeiðið
fer nústandi av bakkastokki,
og sambært nýggja stjóra
num verður einki at frætta
fyrr enn í summar.
Fyrrverandi stjórin er tó
grundleggjandi
ósamdur
við teimum sum mæla til at
trimma felagið til at halda
fult fokus á bíligari ferða
seðlar
á
høvuðsfarleiðini
millum Føroyar og Danmark.
atlantsflog
tjóðartikið
Eitt flog-
felag verður
Stutt fyri midnátt í gjárkvøldi samtykti løgtingið einmælt at tjóðartaka føroyska
flogfelagið, sum sjálvt skal gjalda 71 milliónir krónur fyri avgerðina. Við politisku avgerðini
stendur Atlantsflog á einum vegamóti, uttan at nøkur strategi er sett út í kortið
Umskipanin fremur
í sær sjálvum hvørki
bíligari ella betri ferða
samband. Kanska
tvørturímóti, tí felagið
stendur nú búskapar-
liga veikari enn
frammanundan
Magni Arge