hósdagur 13. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 14. februar 2014 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
atlantsflog
– Tað er púra burturvið
at billa fólki inn, at ferðslan
og Atlantsflog koma best
burtur úr at bakka aftur til
bert at flúgva uppá Keyp
mannahavn, svarar Magni
Arge avgjørdur.
Sambært fyrrverandi for
stjóranum eru fleiri viður
skifti, sum tala beinleiðis
ímóti hesi hugsan.
– Tá ert tú bundin at
bert einari inntøkukeldu,
tú útnyttar ikki marginala
kapasitetin, tú missir ferða
fólkainntøkur
frá
øðrum
marknaðum
og
tú
økir
kostnaðin hjá teimum, sum
ikki kunnu ferðast beinleiðis.
Magni Arge sær tvinnar
møguleikar
fyri
bíligari
ferðasambandi.
– Annar er at minka um
framleiðslukostnaðin. Hin er
at tað almenna spjaðar til og
rindar ein part av kostnað
inum, sigur Magni Arge og
heldur fram:
– Har marknaðirnir eru
nóg stórir snýr kappingin
seg í stóran mun um at lækka
eindarkostnaðin fyri kvønn
kilometur, tú flytir eitt ferða
fólk. Tá ger tað stóran mun,
um tú kann flyta 100 ella 150
ferðafólk á hvørjari fráferð,
um tú brúkar flogfarið 2000
ella 3000 tímar um árið og
um felagið hevur tvey ella
fleiri flogfør til at bera føstu
kostnaðirnar av at reka
felagið.
Magni Arge er sannførdur
um, at Atlantsflog hevur
potentiali til at veksa um sítt
virksemi uttanfyri Føroyar, í
kapping við onnur flogfeløg.
– Sjálvandi eru váðar og
snávingarsteinar, men fyri
munirnir
eru
eyðsýndir.
Eindarkostnaðirnir
lækka,
kappingarførið økist og fleiri
arbeiðspláss verða skapt,
sigur Magni Arge og vísir
á, at tað krevur sjálvandi
eitt lið av eldhugaðum og
virkisfýsnum starvsfólki við
áræði.
Strandferðsla
Í kjakinum um Atlantsflog
verður føroyska flogfelagið
viðhvørt
samanborið
við
Strandferðsluna. Eitt felag,
sum hevur eina bundna upp
gávu at flyta ferðandi frá A
til B. Samanberingin gerst
enn meira sjónlig, nú flog
felagið aftur gerst alment
burturav, langt vekk frá
keypsskálunum.
Men nú fyrrverandi stjór
in ávarar ímóti at brúka hesa
samanbering.
– Tá tað snýr seg inn
lendis flutning er semja
um, at brúkarin bara rindar
brøkpart
av
framleiðslu
kostnaðinum, meðan lands
kassin rindar restina. Tá tað
kemur til flogferðslu áleggur
landskassin hvørjum ferð
andi at rinda ein skatt fyri
hvørja flogferð, landskassin
krevur vinningsbýti frá fel
agnum. Og sjálvt flogvøll
urin skal rekast við gjøldum,
sum verða løgd á flogfelagið,
sigur Magni Arge og sker
myndina út í papp:
– Flogferðslan skal also
bæði selja bíligt og rinda
tyngjandi avgjøld. Tað er
sum við Rúsuni, sum hevur
fingið álagt at levera trivaligt
yvirskot, men helst ikki selja
nakað brennivín.
Privata effektin
Undan tjóðartøkuni hevur
politiska
skipanin
ferð
eftir ferð vísir á, at verandi
støða við partvís privatum
og
partvís
almennum
ognarskapi er ótolandi fyri
Atlantsflog. Eisini verður
víst á afturvendandi at
finningarnar
frá
privata
partaeigaranum
Adrian
Noskwith, sum stendur fyri
góðum fimm prosentum av
partabrøvunum í føroyska
flogfelagnum.
Men Magni Arge hevur ilt
við at keypa hetta sum eitt
argumentið fyri aftur at gera
Atlantsflog alment burturav.
– Tað var harmiligt, at
almenni og privatu parta
eigararnir mistu stevið. Eftir
mínum tykki hevði felagið
í longdini havt ágóða av at
hava privatar íleggjarar við.
Tí sum flogfelag má Atlants
flog virka á marknaðar
búskaparligum grundarlagi,
eins og øll onnur flogfeløg,
sigur Magni Arge, sum tó
sigur seg skilja, at almennu
Føroyar vilja hava ein ognar
lut í einasta flogsamband
inum út í heim.
– Men tað setir stór krøv
til
politiskku
skipaninia
at skilja millum politiskar
ynskidreymar og handils
ligan veruleika. Júst tí var
samanseting av almennum
og privatum íleggjarum ein
góð trygd fyri javnvág mill
um ymsu áhugamálini, sigur
Magni Arge og staðfestir
síðani:
– Tað krevur handalag,
vilja og virðing millum part
arnar.
Eftir løgtingssamtyktina
mikukvøldið eru bara for
malitetir eftir at fáa uppá
pláss, áðrenn Atlantsflog
aftur er eitt alment felag
burturav.
Undir viðgerðini í løgting
inum mikukvøldið gjárkvøldi
eftirlýsti andstøðan greiðar
mannagongdir og leiðreglur
fyri, hvussu Atlantsflog skal
rekast í framtíðini.
– Hvør er strategiin fyri
Atlantsflog? Hvat var tað
við gomlu strategiini, sum
man var so ónøgdur við? Og
hvussu ætlar landsstýris
maðurin at skipa leiðreglur,
soleiðist at felagið verður
rikið á skynsaman hátt,
spurdi Høgni Hoydal millum
annað.
Formaðurin í Tjóðveldi
setti stórt spurnartekin við
nevndarvalið í Atlantsflog
á aðalfundinum í fjør. Og
hann eftirlýsti eisini eina
frágreiðing
um
brádliga
stjóraskiftið, leygarkvøldið
16. november.
– Tað hevur týdning at
hesir spurningar verða lýst
ir og svaraðir, ikki minst nú
landsstýrismaðurin
einsa
mællur kemur at ráða yvir
felagnum, grundgav Høgni
Hoydal.
Men landsstýrismaðurin í
vinnumálum vísti spurning
unum frá sær.
– Tað er nevndin í Atlants
flog, saman við leiðsluni, ið
setur út í kortið eina strategi
fyri felagið, segði Johan Dahl
og vísti á, at felagið verð
ur rikið eftir greiðum leið
reglum, bæði nú og í fram
tíðini.
Tá avtornaði var tað eitt
samt løgting, sum gav Johan
Dahl heimild at møta upp á
eykaaðalfundi í Atlantsflog
10. mars við tí eina endamáli
at lata felagið keypa aftur
øll privatu partabrøvini og
síðani taka felagið av aftur
keypsskálunum.
jonbrian@sosialurin.fo
Eingin loyna, at
viðurskiftini kring
privatiseringina og
óvissan um, hvørt til
gongdin at einskilja helt
fram, hava elvt til ófrið.
Nevndin vil hava hesi
viðurskifti í rættlag.
Tað er eisini av alstórum
týdningi, at friður valdar,
nú lagt verður til brots
av nýggjum
Niels Mortensen, nevndarformaður, 10. februar 2014
Myndir: Álvur Haraldsen
FAKTA
Grundgevingar fyri afturkeypi
Nevndin í Atlantsflog heldur ikki, at felagið longur
hevur nakað at gera á keypsskálunum. Støðan er ikki
haldgóð, sigur nevndin, sum sambært viðmerkingunum
til lógaruppskotið hjá Johan Dahl millum annað
grundgevur soleiðis fyri síni støðu:
• Stór ónøgd er millum privatu partaeigararnar,
og tað kann skaða felagið
• Sera lítil umsetningur er í partabrøvunum
• Privatu partaeigararnir hava áður biðið
um at verða keyptir út
• Eingin kapping er á flogrutuni til og úr Føroyum
Nevndin í Atlantsflogi bjóðar sær at keypa øll partabrøvini
frá privatu partaeigarunum fyri kurs-210, svarandi til
71 milliónir krónur. Mikukvøldið fekk Johan Dahl heimild
frá løgtinginum til at fremja tjóðartøkuna í verki á eyka
aðalfundi, sum verður 10. mars.
Tilvildarlig mynd