Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les meira á als.fo sansir.fo Kveikjarin er empatiskur og dugir at seta seg í støðuna hjá øðrum. Hann dugir væl at tosa við fólk, at síggja møguleikar og vil gera mun. Í kveikjarastarvinum kemur tú at knýta samband millum tey arbeiðstøku og arbeiðsmarknaðin og virka fyri at fáa fólk aftur til arbeiðis. Grøni samskiparin skal leggja virksemið í Vakstrarhúsinum til rættis og fáa tað at spíra í húsinum. Tú ert møguliga útbúgvin gartnari, men tað er ikki avgerandi. Mest umráðandi er, at tú brennir fyri at skapa vøkstur og dugir at fara við fólki. Í Vakstrarhúsinum fáa fólkini møguleikan at fylgja framleiðsluni frá sáði til sølu. Vit ynskja, at kveikjarin og samskiparin saman verða eitt sterkt toymi, sum fær bæði fólk og gróður at vaksa og trívast í Vakstrarhúsinum. Tí velja vit at seta bæði fólkini samstundis. Størvini verða sett skjótast gjørligt, og lønin verður sambart avtalu. Send umsóknina við telduposti til Biritu Hansen, HR-mennara, á birita@als.fo í seinasta lagi 21. mars 2014, klokkan 12.00. Hevur tú spurningar um starvið sum kveikjari, ber til at ringja til Høgna í Stórustovu, deildarleiðara, á tlf. 299 502 ella senda ein teldupost til hognis@als.fo. Hevur tú spurningar um starvið sum samskipari, ber til at ringja til Høgna Olsen, deildarleiðara, á tlf. 299 501 ella senda ein telupost til hognio@als.fo. ALS søkir tvey starvsfólk til Vakstrarhúsið ALS leitar eftir røttu starvsfólkunum til Vakstrarhúsið í Sandavági. Einum kveikjara við flógvum lógvum og einum samskipara við grønum fingrum. Kom og fá tað at spíra í Vakstrarhúsinum