mánadagur 3. mars 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Avgerðin um, hvar heilsu
deplarnir skulu vera, verður
tikin í vár. Og tí haldi eg tað
sjálvandi vera skilagott at
bíða við at byggja lækna
miðstøð beint nú.
Tað sigur Karsten Han
sen,
landsstýrismaður
í
heilsumálum, sum er komin
í rættuligt klinsj við borgar
stjóran í Vestmanna.
Yvirskipaða ætlanin hjá
landsstýrismanninum
er
orðað í heilsunýskipanini, og
leggur hon upp til at skipa
landið í 5-7 heilsudeplar, ið
skulu veita fleiri av teimum
tænastum, sum í dag liggja
inni á sjúkrahúsunum.
Heilsunýskipanin,
sum
Karsten Hansen legði fram
í november í fjør, skal
vera grundarlagið undir tí
umskipan
av
heilsuverk
inum, ið sambært lands
stýrismanninum skal geva
føroyingum betri heilsu fyri
somu pengar.
Men yvirskipaða ætlanin
kemur tvørt fyri í Vestmanna,
har tey í longri tíð hava
fyrireikað seg til at byggja
eina nýggja læknamiðstøð.
Mikukvøldið í síðstu viku
skuldi bygdaráðið endaliga
samtykkja at bjóða arbeiðið
út.
– Jú, alt fyrireikingarar
beiðið er liðugt, og klárt er
at bjóða arbeiðið út. Eftir
ætlan skuldi nýggja lækn
amiðstøðin vera liðug um
ársskiftið, sigur Pauli T.
Petersen.
Sambært borgarstjóran
um er talan um eina byggi
ætlan fyri millum fimm og
seks milliónir krónur. Í mið
støðini skulu vera høli til
lækna, tannlækna og onnur
heilsustarvsfólk hjá komm
ununi.
Ráðini
Men fyribils er øll ætlanin
sett á standby. Lokala ætlanin
um læknamiðstøð kemur
tvørt fyri í yvirskipaðu ætl
anini um heilsudeplar.
– Týsdagin fingu vit at vita,
at landsstýrismaðurin fyrsta
dagin fer at gera av, hvar í
landinum heilsudeplar skulu
byggjast.
Heilsumálaráðið
metti tað tí vera skilabest,
um vit steðgaðu eitt sindur á
við okkara ætlan, sigur Pauli
T. Petersen.
Út frá hesi áheitan valdi
borgarstjórin at gera sína
tulking av støðuni:
– Boðini frá Heilsumála
ráðnum í vikuni kunnu illa
skiljast øðrvísi enn at eingin
av hesum heilsudeplum verð
ur bygdur í Vestmanna, sigur
Pauli T. Petersen.
Borgarstjórin leggur tó
í sama viðfangi dent á, at
talan var ikki um eini boð
úr Heilsumálaráðnum, og
at kommunan hevur frælsi
til at gera, sum henni lystir.
Kortini valdi kommunan at
taka áheitanina úr lands
stýrinum til eftirtektar og
fyribils steðga á.
– Talan er um eina stóra
íløgu, so vit fáa illa handlað
øðrvísi enn at steðga út
bjóðingini, nú alt gjørdist
púra óvist, sigur Pauli T.
Petersen.
Í
Heilsumálaráðnum
heldur Karsten Hansen fast
um síni góðu ráð til komm
ununa:
– Vit arbeiða við at skipa
landið í 5-7 sterkar eindir
við hvør sínum heilsudepli.
Avgerðin um, hvar deplarnir
skulu liggja, verður tikin í
vár. Og tí haldi eg tað vera
skilagott at bíða við at
byggja, til tann avgerðin er
tikin, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin
vil
ikki hava sitandi á sær, at
hann steðgar nakrari ætlan
um at byggja læknamiðstøð
í Vestmanna.
– Tann avgerðin liggur
sjálvandi
hjá
Vestmanna
Kommunu, sigur Karsten
Hansen og endurtekur argu
mentið um tað skilagóða í
at bíða eftir avgerðini um
heilsudeplarnar.
Samstarv
Landsstýrismaðurin í heilsu
málum sigur seg longu hava
tosað við fleiri kommunur,
og hann sigur seg somuleiðis
vera fúsan at tosa við Vest
manna Kommunu.
–
Eitt
høvuðsendamál
við
heilsudeplunum
er
samstarv.
Samstarv
mill
um kommunurnar, og sam
starv millum læknar og
heilsustarvsfólk
annars.
Vit skulu skapa nakrar góð
ar og sterkar eindir, har
tað eisini er attraktivt at
arbeiða, sigur Karsten Han
sen og minnir á, hvussu
trupult tað nógvastaðni er
at manna verandi komm
unulæknastørv.
Karsten Hansen ásannar,
at avgerðin um hvar heilsu
deplarnir
skulu
liggja,
í
síðsta enda liggur suverent
hjá landsstýrismanninum í
heilsumálum.
– Men eg fari so at leggja
meg eftir, at hetta skal
gerast í góðum samstavi við
kommunurnar, sigur Karsten
Hansen.
Í Vestmanna er borgar
stjórin hinvegin farin at
óttast, at avleiðingin av
heilsunýskipanini hjá Karst
en Hansen sum frálíður
verður, at bygdin missir sín
lækna. Pauli T. Petersen
vísir á, at verandi umstøður
hjá kommunulæknanum í
bygdini eru ikki nøktandi,
og endamálið við at byggja
nýggja læknamiðstøð eru
sjálvsagt at bøta um hesar
umstøður.
– Men verður avgerð tik
in um at heilsudeplarnir
skulu vera aðrastaðni enn
her í Vestmanna, so beri
eg ótta fyri, at vit sum
frálíður fara at missa okkara
kommunulækna í bygdini,
sigur Pauli T. Petersen og
leggur afturat, at eftir hans
ara tykki er avgjørt grund
arlag fyri einum komm
unulækna í økinum, ið fevnir
um bæði Vestmanna og Kví
vík.
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum vil enn ikki
seta staðarnøvn á, hvar
heilsudeplarnir
koma
at
vera. Avgerðin verður ikki
tikin fyrr enn í vár, og tí vil
Karsten Hansen heldur ikki
útihýsa nakrari kommunu
frammanundan. Heldur ikki
Vestmanna.
– Nei, í princippinum
kann ein heilsudepil eisini
liggja í Vestmanna. Men enn
hava vit ikki tikið avgerð um,
hvar deplarnir skulu vera.
Og tí er tað, at eg haldi tað
vera rættast hjá Vestmanna
Kommunu at lata vera við
at fara út í eitt byggjarí,
sum kanska kemur at síggja
heilt øðrvísi út um nakrar
mánaðir. Tað er so bara mín
meining um málið, sigur
Karsten Hansen.
TÍÐINDI
Í november í fjør legði Karsten Hansen fram eina
heilsunýskipan. Har skrivar landsstýrismaðurin
í heilsumálum millum annað soleiðis:
»Mín áskoðan er, at vit eiga at skipa landið í einar
5-7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli.
Á heilsudeplunum skulu allar tær kanningar
og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri
sjúkrahúsini, fara fram. Á heilsudeplunum fer
dentur at verða lagdur á at veita og menna
heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð,
kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran.
Ein stórur partur av heilsuveitingunum
til borgarar við varandi sjúkum og eldri
skal fara fram í heilsudeplunum«.
Fakta
Ætlanin hjá Karsten Hansen um at skipa 5-7 heilsudeplar
kring landið møtir mótstøðu í Vestmanna, sum vil byggja
nýggja læknamiðstøð. – Eg óttist, at vit sum frálíður
missa okkara kommunulækna, sigur Pauli T. Petersen,
borgarstjóri, sum í tólvta tíma steðgaði útbjóðing
Heilsunýskipan steðgar
læknamiðstøð
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna