Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 3. mars 2014 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Marjun Dalsgaard Íløgur fyri milliardir eru á veg til byggivinnuna bæði frá tí almenna og tí privata. Tað er eingin ivi um, at tað fer at leggja trýst á byggi­kostn­ aðin, og hann er í forvegin ov høgur, heldur stjórin í Bú­ staðir, Andras Róin. – Vit hava sum mál at byggja fyri í mesta lagi 15.000 krónur fyri fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri fermeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin. Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at byggja íbúðirnar, um tað verður ov kostnaðarmikið, tí tað fer ikki at bera til at leiga tær út. – Vit kunnu ikki byggja fyri 30.0000 krónur fyri fer­ meturin og vænta at leiga íbúðirnar út. Tað verður alt ov dýrt hjá leigarunum, sigur Andras Róin. Mugu útseta verkætlanir Nógva byggjaríið í løtuni fer helst at føra við sær, at byggikostnaðurin fer upp. Tí heldur Andras Róin, at bústaðir møguliga fara at útseta nakrar verkætlanir. – Ætlanin er at byggja 100 íbúðir í ár, og næsta ár eisini, men onkur verkætlan kann vera í vága, tí tað ber ikki til, at hon verður dýrari, sigur Andras Róin. Han hugsar ser­liga um verkætlanina á Biskupstorgi í Klaksvík. – Tann verkætlanin er so dýr, at um hon verður 10 % dýrari verður tað ein trupul­ leiki. Tað er ikki so stórur munur á prísinum, tá talan er um tær smáu verkætlaninar, sigur Andras Róin. Hann ivast ikki í, at byggi­ vinnan fer bæði at mangla elektrikarar, timburmenn og onnur fakfólk, tá tær stóru verkætlaninar koma rættu­ liga í gongd. – Vit hava ikki hesi fak­ fólkini, so tað verður antin útlendsk arbeiðsmegi, sum skal gera arbeiði, ella mugu nakrar av verkætlanunum út­setast, sigur Andras Róin. Reglur fyri prísir Í Danmark eru reglur fyri, hvussu høgur byggi­kostn­ að­urin í sambandi við ein al­mennan íbúðarbygning kann vera. – Tað liggur millum 18.000 og 22.000 krónur fyri fer­meturin. Í Danmark er prís­urin á byggigrundum ofta høgur, men tímalønin er væl lægri í Føroyum, so før­oyingar eiga at kunna kapp­ast á sama støði, heldur Andras Róin. Hann undrast á, at tær al­ mennu verkætlaninar, sum vera vístar fram í hesum døgum, eru so dýrar. – Eitt sjúkrahús til psyki­ atri, sum tað nýggja Lands­ sjúkrahúsið, má ikki at kosta meira enn 27.000 fyri fer­ meturin í Danmark, men tann ætlanin, sum vit hava sæð fyri nýggja Landssjúkrahúsið liggur á 35.000 krónur fyri fermeturin, sigur Andras Róin. Hann heldur, at byggi­ fyri­tøkurnar hava lyndi til at skrúva prísin upp, tá tað er tað almenna, sum byggir, og at teir sleppa at gera tað uttan trupulleika. – Tað tykist sum um, at al­ mennar krónur ikki eru líka nógv virdar, sum privatar, sigur Andras Róin. Um Bústaðir ikki fáa før­ oysku byggifyritøkurnar at byggja íbúðirnar bíligari, er bara eitt at gera, tað er at innflyta íbúðirnar lidnar, sigur Andras Róin. Bústaðir skulu byggja 100 íbúðir um árið, men tað kann gerast trupult, um tað skal vera fyri teir prísirnar, sum vit skulu byggja fyri í dag, sigur stjóri í Bústøðum, Andras Róin. Hann heldur, at tað almenna er for lagaligt, tá tað kemur til at góðtaka kostnaðin hjá byggifyritøkunum Tað almenna trýstir prísin Biskupstorg er ein av teimum verkætlanum, sum eru í váða - Bústaðir vil ikki byggja íbúðir fyri 30.000 krónur fermeturin, men tað almennar betalur hetta uttan at blunka, og tí verður kostnaðurin hildin uppi, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum Í Vinnu fríggadagin setti Sosialurin sjóneykuna á nógvu íløgurnar komandi árini. Longu í ár eru almennar íløgur fyri meira enn eina milliard krónur