týsdagur 11. mars 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Healing, clairvoyansa, tarot
kort og psykoterapi. Um
vikuskiftið
verður
Sjón
leikarhúsið í Havn karmur
um ráðstevnuna Vítt til
veggja, sum er ein ráðstevna
ætlað øllum, ið eru áhugað í
alternativum viðgerðum.
Hetta er annað árið á rað,
at ráðstevnan við alterna
tivum viðgerðarhættum er,
og eins og í fjør er Janus í
Dali ein av fyriskiparunum.
– Tey fólkini, sum fáast við
alternativar viðgerðarhættir
í Føroyum, uppliva í stóran
mun, at onnur fólk ikki vita
serliga nógv um tað og halda
tað vera nakað duldarfult og
mystiskt. Vitanin um hetta
økið er samanumtikið ov
lítil, sigur Janus í Dali, sum
sjálvur er psykoterapeutur,
medium og healari.
– Ein av orsøkunum til, at
vit hava hesa ráðstevnuna,
er at geva fólki, sum veita
alternativar viðgerðir, ein
sýnisglugga, har tey kunnu
vísa, hvørji tey eru, og hvat
tey gera. Harafturat vilja
vit eisini við hesi stevnuni
lata upp fyri einum heimi,
sum fyri nógv fólk er púra
ókendur og mystiskur, sigur
Janus í Dali.
Fólk tora ikki
Sambært Janusi í Dali eru
tað fleiri føroyingar, ið bjóða
alternativar viðgerðarhættir.
– Nógv fáast við alterna
tivar viðgerðir í Føroyum,
men tey fæstu arbeiða við
tí burturav. Tað er torført at
siga sítt vanliga starv upp,
og síðani finna høli og byrja
sína egnu viðgerðarstovu,
serliga tí at nógv fólk hava
fordómar, hvat alternativum
viðgerðum viðvíkur, sigur
Janus í Dali og heldur fram:
– Tað er einki at ivast í, at
fyri summi eru alternativar
viðgerðir rættiliga ókendar
og onkursvegna undarligar.
Tey kenna einki til tað, og
tí tora tey heldur ikki at
leita sær hjálp tann vegin,
tá teimum bagir okkurt, for
telur Janus í Dali.
Hann sigur, at dagliga
uppliva alternativir viðgerð
arar, at onnur hava fordómar
og eru sum heild rættiliga
óvitandi um alt tað, sum fyri
ferst á pallinum fyri alterna
tivar viðgerðir.
– Tann einstaki viðgerð
arin upplivir tað privat. Tað
kann væl vera, at nógv fólk
vitjaðu ráðstevnuna í fjør,
men til slík tiltøk koma tey
sum oftast í bólkum og tora
væl at spyrja og so framvegis.
Tað er líkasum nakað annað,
tá tey sum einstaklingar
skulu seta seg í samband við
ein alternativan viðgerða, tí
tá hava tey lyndi til at ræðast
og bara halda seg burtur,
greiðir Janus í Dali frá.
Hann vísir tó á, at ein
hugburðsbroyting er við at
fara fram, tá tað snýr seg um
alternativar viðgerðir.
– Hugburðurin er nógv
broyttur seinastu árini. Ser
liga yngra ættarliðið vísir
alternativum
viðgerðum
størri áhuga og dugir at
síggja, at ein alternativ við
gerð kann vera góð hjálp
afturat vanligum heilivági,
sigur Janus í Dali.
Kropslig og
sálarlig røkt
Hóast áhugin fyri alterna
tivum viðgerðum er vaks
andi, eru tað tey fæstu, ið
veruliga kenna til teir ymsu
viðgerðarhættirnar.
– Tey flestu vita lítið og
einki um teir møguleikarnar,
sum eru, tá tað kemur til
alternativar viðgerðir, og tí
velja tey ofta heldur at fara
til lækna. Ikki tí, heilivágur
er fyri summi lívsneyðugur,
og
alternativar
viðgerðir
kunnu ikki altíð brúkast
ístaðin fyri heilivág, men í
fleiri førum ber til at brúka
alternativar viðgerðarhættir
afturat heilivági. Eisini ber til
í summum førum at minka
um mongdina av heilivági,
um ein alternativ viðgerð
eisini verður brúkt, fortelur
Janus í Dali og heldur fram:
– Nógv vita heldur ikki av,
at tær nýtist ikki at hava ein
ávísan trupulleika fyri at fáa
gagn av alternativari viðgerð,
tí alternativ viðgerð kann
eisini virka sum kropslig og
sálarlig røkt, soleiðis at tú
kanst sleppa heilt undan at
brúka heilivág og sleppur
undan ávísum sjúkum ella
trupulleikum seinni, sigur
Janus í Dali óg vísir á, at
fleiri alternativar viðgerðir
eisini kunnu brúkast bara
fyri at geva tær eina kenslu
av vælveru.
– Avbjóðingin liggur í at
vísa, at alternativar viðgerðir
kunnu brúkast í sama mát
sum onnur ting innan krops
liga og sálarliga røkt, sigur
Janus í Dali.
Lekir fólk
við hondunum
Sjálvur fæst Janus í Dali
við eitt nú psykoterapi og
healing. Í 2004 tók hann eina
útbúgving innan tað, sum
verður nevnt Reiki Healing,
ið er eitt slag av grøðing við
orku úr egnum kroppi.
– At kunna grøða á henda
hátt er ikki nakað, tú ert
føddur við, men nakað, sum
øll kunnu læra. Kroppurin
er skaptur til at kunna lekja
seg sjálvan, men viðhvørt
er kroppurin ikki førur fyri
at gera tað, av tí at orkan
ikki er til staðar. Sum dømi
kann nevnast ein persónur,
sum er strongdur. Við at
geva persóninum orku, fær
kroppurin hjá viðkomandi
orku til at gera tað arbeiðið,
hann nú einaferð skal fyri at
koma fyri seg aftur, fortelur
Janus í Dali, sum grøðir fólk
við at leggja hendurnar á
Fólk ræðast
tað ókenda
– Størsta avbjóðingin hjá okkum, ið fáast við alternativar viðgerðir, er at fortelja fólki um teir
ymsu viðgerðarhættirnar, og hvussu alternativar viðgerðir veruliga kunnu ávirka kropp og sinn.
Tað er ikki so mystiskt, sum nógv fólk ofta halda. Soleiðis sigur Janus í Dali, sum er healari og
fyriskipari av alternativari ráðstevnu, sum verður í Sjónleikarhúsinum um vikuskiftið
meldurin
Fyri summi eru alternativar viðgerðir rættiliga
ókendar og onkursvegna undarligar. Tey kenna
einki til tað, og tí tora tey heldur ikki at leita sær
hjálp tann vegin, tá teimum bagir okkurt