týsdagur 11. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
meldurin
ávís støð á kroppinum ella
eisini at halda hendurnar
uppi yvir ávísum støðum á
kroppinum.
Dagliga starvast hann
sum stuðul á einum sambýli,
men afturat tí starvinum
fæst hann við healing ella
grøðing.
– Tað er ymiskt, hvussu
væl viðgerðirnar rigga, tí
tað er rættiliga individuelt,
hvussu móttakiligur kropp
urin er fyri hesum. Hevur
persónurin nógv pínu ella
er rættiliga innilokaður av
nattúr, so kann tað taka
eina tíð, áðrenn viðkomandi
merkir ein veruliga broyting
ella ein bata, greiðir Janus í
Dali frá. Samstundis vísir
hann á, at fólk ofta eru
ivingarsom um virknaðin
av til dømis healing, av tí at
virknaðurin ikki altíð merk
ist beinanvegin.
– Nógv fólk í dag krevja,
at tað skal rigga og fáa alla
pínu at hvørva alt fyri eitt.
Tað eru tey jú von við, tá tey
eitt nú taka eina Panodil.
Eftir hægst hálvum tíma
er virknaður av tablettini,
men soleiðis er ikki altíð við
alternativum
viðgerðum,
sigur Janus í Dali, sum tó
heldur tað vera gott, at fólk
fyrihalda seg kritisk eisini til
alternativar viðgerðir.
– Fólk eru ofta rættiliga
ivingarsom,
men
tað
er
absolut einki galið í tí. Tað
er bara gott, men tað er um
ráðandi, at fólk skilja, hvussu
ein alternativ viðgerð riggar.
Healing er ikki ein sokallað
symptomviðgerð, men tekur
burtur orsøkina til at tú til
dømis hevur pínu onkra
staðni í kroppinum, sigur
Janus í Dali, sum ynskir, at
ráðstevnan
fríggjadagin
og leygardagin kann verða
við til at økja um vitanina
hjá fólki um møguleikarnar
innan alternativar viðgerðir.
– Vit skulu avmystifisera
tað, sum er alternativt, og
vísa fólki á, hvussu hetta
slagið av viðgerðum kann
brúkast, og hvørji fólk í
Føroyum bjóða seg fram at
viðgera á henda hátt, sigur
Janus í Dali.
rannva@sosialurin.fo
Hugburðurin er nógv broyttur seinastu
árini. Serliga yngra ættarliðið vísir alternativum
viðgerum størri áhuga og dugir at síggja, at
ein alternativ viðgerð kann vera góð hjálp
afturat vanligum heilivági
healari
Janus í Dali er psykoterapeut, medium og
healari og er við til at fyriskipa ráðstevnuna
Vítt til veggja í Sjónleikarhúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen