týsdagur 11. mars 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í døgunum frá og við fríggja
degi 14. mars til og við
sunnudagin 16. mars verður
alternativ heilsustevna - rópt
Vítt til Veggja – hildin í Sjón
leikarhúsinum í Havn.
– Stevnan varpar ljós á
øðrvísi viðgerðarhættir og
annað innan alternativa hug
sjón.
Tað siga fyrireikararnir av
heilsustevnuni.
Eitt av málunum við stevn
uni er at styrkja sambondini
millum vinnurekandi fyri
tøkur, ið sum oftast ikki eru
stórar í vavi, sum tikið verður
til.
Lagt verður aftrat, at
flestu av hesum fyritøkum
eru einmansfyritøkur.
– Vit ynskja eisini, at sam
bond verða styrkt millum
okkara grannalond, og vit
kunnu fegnast um, at hetta
gongur báðar vegir.
Veksandi áhugi
Áhugin fyri heilsu og sunn
um lívsstíli er alsamt veks
andi í Føroyum.
Fyrireikararnir av alterna
tivu heilsustevnuni vísa á,
at fleiri og fleiri hugsa um
liviháttin, sunnar matvanar,
rørslu og ikki minst um at
økja sítt sálarlív.
– Í Føroyum eru fleiri, sum
hava tikið ymiskar útbúgv
ingar innan hesar vinnur.
Lagt verður aftrat, at
í veruleikanum hava vit í
Føroyum so mikið nógv at
velja ímillum, at valið kann
tykjast torført.
– Tað kann vera trupult
hjá fólki at finna út av, hvat
hóskar seg best til hvønn
einstakan. Hinvegin kunnu
vit gleðast um, at vit hava
allar hesar møguleikar.
Fyrireikararnir siga, at
fyrstu ferð, ein slík stevna
varð hildin í Føroyum, var
fyri góðum ári síðan, og tá
varð stevnan sera væl mót
tikin.
– Tað er tí við gleði, at vit
kunnu bjóða vælkomin til
alternativu heilsustevnuna
í ár, siga fyrireikararnir, sum
fara at hava kunningarbás í
forhøllini, tá stevnan letur
upp fríggjadagin 14. mars
klokkan 10.
Fleiri fyrilestrar
Tað verður Rani Nolsøe,
sum starvast í Íverksetara
húsinum, sum fer at seta
alternativu heilsustevnuna
í Sjónleikarhúsinum fríggja
morgunin klokkan 11.
Soleiðis, sum skráin fyri
stevnuna sigur, verða eisini
fleiri fyrilestrar hildnir - heilt
frá fríggjadegi 14. mars til og
við sunnudagin 16. mars.
– Í Føroyum eru fleiri, sum hava tikið ymiskar útbúgvingar innan alternativa heilsu og
heilsuviðgerðir. Í veruleikanum hava vit í Føroyum so mikið nógv at velja ímillum, at
valið kann tykjast torført, siga fyrireikararnir av alternativu heilsustevnuni - Vítt til
Veggja - sum letur upp í Sjónleikarhúsinum í Havn fríggjamorgunin 14. mars
Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 08.00 til 16.00
Hoydalsvegur 3 100 Tórshavn
Telefon 323425 Fax 323426 mail@havnara.fo
•
•
•
Rani Nolsøe fer at seta
alternativu heilsustevnuna
Stevnan varpar ljós á
øðrvísi viðgerðarhættir
og annað innan
alternativa hugsjón
Tað verður Rani Nolsøe, sum
fer at seta heilsustevnuna
í Sjónleikarhúsinum
fríggjamorgunin klokkan 11