Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tað er eitt fíggjarligt argu­ ment, sum liggur aftan­fyri lógar­uppskotið hjá Jacob Vester­gaard, sum biður løg­ tingið um loyvi at lang­tíðar­ leiga eitt hav­rann­sóknar­ skip. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum hevur í fleiri um­førum sagt seg kunna stað­festa, at politisk undir­tøka er ikki í sam­gong­ uni fyri at seta neyð­ugu pengar­nar av á fíggjarlógini, so­leiðis at fiskivinnutjóðin Føroyar kann byggja ein avloysara fyri 35 ára gamla og niðurslitna Magnus Heinason. Íløgukarmarnir eru ov trongir. Pláss er ikki fyri havrannsóknarskipinum á fíggjarlógini næstu árini. Tí leggur lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum eis­ini upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi. Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt hav­ rannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir krav­specifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir til skipið. Lógaruppskotið leggur upp til, at landið leigar skip­ið í upp til 20 ár. Harvið slepp­ur landið undan stóru íløg­uni í eitt tílíkt skip, og tí er pláss til aðrar íløgur. Í hvussu er, soleiðis sum lands­stýris­ mað­urin leggur upp til. Men roknskaparkøn, ið Sosialurin hevur biðið meta um leistin, eru sera ivasom. Stutt sagt leggur leistur­ in upp til at bróta við grund­leggjandi prinsipp í kunn­gerð­ini frá 2007 um rokn­skapar­verk landsins. Leisturin brýtur við løg­tings­ lógina frá 2009 um lands­ins játtanarskipan. Og leist­urin brýtur somuleiðis við ta rokn­skapar­kunngerð, sum landið hevur álagt komm­ ununum at reka sítt virksemi eftir. Henda kunngerðin er frá 2008. Felags fyri alt hetta lóg­ gávuverkið er, at allar út­ reiðslur skulu takast við í ein roknskap, tá vøran er latin. Tað merkir í ítøki­liga døminum við hav­rann­ sóknar­skipinum, at rokn­ skapar­liga skal øll upp­hædd­ in førast inn í fíggjar­lógina. Játtanarlógin ásetir, at fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur hjá landinum. Eisini er ásett, at fíggjarlógin skal gerast eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri lands­ roknskapin. Følsk fortreyt Í viðmerkingunum til sítt egna lógaruppskot sigur Fiski­málaráðið, at uppskotið er gjørt út frá tí fortreyt, at talan er um leigu og ikki um fíggjar­liga leasing. Tað er neyvan av til­vild, at júst hesin setning­urin er settur inn í lógar­upp­skotið. Her roynir Fiski­mála­ráðið at binda um heilan fingur, soleiðis at leisturin gevur pláss fyri hav­rann­sóknar­ skip­inum í trongu fíggjar­ kørm­unum. Ráðið leggur her upp til, at árliga leigan skal takast við sum ein rakstrar­ út­reiðsla í lands­rokn­skap­ inum á hvørjum ári í leigu­ tíðar­skeiðinum. Tað merkir við øðrum orðum, at bara ein lítil biti av almennu útreiðsluni til hav­rann­sóknar­skipið sæst í senn. Men her rópa rokn­ skapar­køn varskó. Tí tá lands­stýrið bindir seg til at leigar eitt heilt ávíst skip til eitt heilt ávíst endamál í 20 ár, so er í veruleikanum talan um sonevnda »leasing«. Sosialurin hevur biðið ein serfrøðing á økinum meta um uppskotið hjá Fiski­mála­ ráðnum: – Eg meti, at tað eru fleiri viðurskifti, sum benda á, at talan er um fíggjarliga leas­ ing, sigur Jørmann Petersen, statsaut. revisor hjá grann­ skoðarafyritøkuni Januar, sum grein á síðu 10 vísir á fleiri viðurskifti, sum byggja undir hesa meting. Tað kann vera freistandi hjá einum myndugleika við avmarkaðum pengakassa at royna kreativar mátar at fíggja sítt virksemi og sínar íløgur. Millum annað tí hevur Fíggjarmálaráðið tryggjað sær, at kommunurnar kring landið ikki fíggja sínar verkætlanir alternativt, eitt nú við at lata onnur gjalda í fyrsta umfari og so gjalda aftur í smáum bitum. Í roknskaparkunngerðini fyri kommunurnar frá 2008 verður staðfest, at fíggjarlig leasing skal verða tikin við í roknskapin við nútíðarvirðinum sum ein útreiðsla og sum ein skuld. Tað merkir til dømis, at ein kommuna kann ikki lata ein privatan byggja eina havn ella ein skúla fyri 100 milliónir krónur fyri síðani at binda seg sjálvan til at leiga hetta aftur fyri eitt lutfasliga lítið krónutal í eitt langt áramál. Øll útreiðslan av havnini ella skúlanum skal inn í kommunala roknskapin, soleiðis at hesin vísir eina rætta mynd av fíggjarstøðuni. Eitt nú um kommunan reelt skyldar meira enn eina álíkning. Men roknskaparkøn, sum Sosialurin hevur biðið hyggja eftir lógaruppskotinum hjá Jacob Vestergaard, halda, at her ger landsstýrið júst tað sama. Talan er um eina roynd at fjala eina veruliga útreiðslu, soleiðis at fíggjarlógin sær penari út enn hon eigur. jonbrian@sosialurin.fo Stór ivamál verða sett við háttin, ið nýggja havrannsóknarskipið skal byggjast eftir. Hóast Fiskimálaráðið roynir at binda um heilan fingur, so bendir alt á, at landsstýrið gongur ímóti egnum meginreglum um at allar útreiðslur skulu staðfestast í fíggjarlógini havrannsóknarskip Løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan § 3. Fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins og vera grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum. Stk. 2. Fíggjarlógin skal verða ætlað eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri gerð og uppsetingini av landsroknskapinum, sambært lóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. Kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins § 13. Útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar. Kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 um roknskaparverk kommunanna § 13. Útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar.     Stk. 10. Fíggjarlig leasing skal verða tikin við í roknskapin við nútíðarvirðinum sum ein útreiðsla og sum ein skuld. Tó kann operationel leasing útreiðsluførast so hvørt, um talan er um seramboð til løgur, ella talan er um ótýðandi upphæddir. FAKTA: Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at leiga skipið í 20 ár fyri í mesta lagi 12 milliónir krónur um árið. Harumframt fær landsstýrismaðurin heimild til at brúka í mesta lagi 13 milliónir krónur um árið til rakstur av skipinum. Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at landsstýrismaðurin í avtalu við privata reiðaran skal tryggja sær rættin til at keypa havrannsóknarskipið. Verður tað aktuelt at keypa, so skal løgtingið tó geva materiella og fíggjarliga heimild til tað. bókføring Kreativ 30. mars 2012 varð útbjóð­ ingartilfarið til nýggja havrannsóknarskipið handað Jacob Vestergaard, lands­ stýrismanni í fiskivinnumálum