hósdagur 20. mars 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
havrannsóknarskip
Jón Brian Hvidtfeldt
– Innihaldið í avtaluni skal
síggjast fram um formligu
viðurskiftini. Tað eru sostatt
teir fíggjarligu veruleikarnir,
heldur enn formligu eigara
viðurskiftini, sum eru av
gerandi fyri, um ein leasing
avtala skal viðgerast sum eitt
lánifíggjað keyp av eini ogn,
ella sum ein leiguavtala.
Tað
sigur
Jørmann
Petersen, statsaut. revisor
hjá grannskoðarafyritøkuni
Januar.
Sosialurin hevur biðið
grannskoðaran hyggja nærri
eftir lógaruppskotinum og
tí leisti, sum landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
ætlar at brúka fyri nýggja
havrannsóknarskipið. Tað er
gjørt við støði í roknskapar
ligum ásetingum um fíggjar
lig og operationella leasing.
Lógaruppskotið hjá Jacob
Vestergaard leggur í stuttum
upp til, at landið skal lang
tíðarleiga skipið í upp til 20
ár. Tað skal byggjast eftir
útbjóðingartilfarinum
hjá
Havstovuni.
Landsstýris
maðurin skal tryggja sær
keypsrætt til skipið. Árliga
leigan skal vera í mesta lagi
12 milliónir, umframt í mesta
lagi aðrar 13 milliónir til
rakstur og viðlíkahald. Sam
bært tilfarinum fer tað at
kosta umleið 200 milliónir
krónur at byggja skipið.
Jørmann Petersen hevur
sett
indikatiónir
uppá
fíggjarliga leasing upp ímóti
nevnda lógaruppskotoinum
hjá
landsstýrismanninum.
Leisturin peikar beint ímóti,
at talan er um fíggjarliga
leasing:
– Tað er lítil og ongin ivi
um, at leasingtakarin vil yvir
taka ognina, tá avtalan gong
ur út. Leasingtíðarskeiðið
dekkar stóran part av »øko
nomisku livitíðini« hjá skip
inum. Nútíðarvirðið av gjald
ingunum til leasinggevara
svarar stórt sæð til kost
virðið á ognini. Leasaða
ognin er so serútgjørd, at
bert
leasingtakarin
kann
brúka hana, sigur Jørmann
Petersen.
Niðurstøðan hjá statsaut.
grannskoðaranum er tí greið:
– Tað eru fleiri viðurskifti,
sum benda á, at talan er um
fíggjarliga leasing, staðfestir
Jørmann Petersen, og peikar
serliga á nøkur viðurskifti:
– Ræðisrætturin á skip
inum og keypsrætturin til
skipið. Leasingtíðarskeiðið
dekkar stóran part av livi
tíðini, nútíðarvirðið svarar
stórt sæð til kostvirðið, og
harumframt er skipið serút
gjørt til vísindalig endamál.
Sambært roknskaparlóg
gávuni, so skal øll útreiðslan
takast við á fíggjarlógina, tá
talan er um fíggjarliga leas
ing. Tað merkir, at øll íløgan
í havrannsóknarskipið, um
leið 200 milliónir krónur,
skal førast inn í fíggjarkarm
arnar og harvið fíggjarlógina
næstu árini.
jonbrian@sosialurin.fo
• Lítil og ongin ivi er um, at leasingtakarin vil
yvirtaka ognina,
tá leasingavtalan gongur út
• leasingtakarin hevur ein lagaligan
keypsmøguleika
tá avtalan gongur út
• leasingtíðarskeiðið dekkar stóran part av
ognsins økonomisku
livitíð (vanliga 75% ella meira)
• Nútíðarvirðið av minimumsgjaldingunum til
leasinggevara svarar stórt sæð til kostvirði á
ognini (vanliga 90% ella meira)
• Leasaða ognin er so serútgjørd, at bert
leasingtakari
kann brúka hana
• Leasingtakarin ber tap hjá leasinggevara,
tá leasingavtalan gongur út
Sambært aðtjóða roknskaparstandardin IAS 17 viðvíkjandi leasing eru fylgjandi indikatorar uppá fíggjarliga leasing
Tí er talan um leasing
Langa og bindandi leigu
avtalan talar fyri, at lands
stýrið í veruleikanum fer
undir fíggjarliga leasing,
sigur
Gjaldstovan
í
hoyringssvari.
Leisturin
hjá
lands
stýrismanninum
í
fiskivinnumálum
fær
á v a r i n g a r l a m p u r n a r
at
blinka
á
Føroya
Gjaldstovu.
Sambært
hoyringssvarinum
hjá
Gjaldstovuni er reelt talan
um
at
landsstýrið
fer
undir fíggjarliga leasing av
einum nýggjum havrann
sóknarskipi.
Tað er serliga tann langa
leiguavtalan, upp til 20 ár,
sum fær Gjaldstovuna at
rópa varskó. Gjaldstovan
vísir á, at vanliga verður
mælt stovnum frá at gera
leigusáttmálar,
sum
eru
longri enn 10 ár, tí tá er sátt
málin at líkna við keyp.
Gjaldstovan vísir eisini
á ræðisrættin yvir aktivi
num, serliga rættin um
afturkeyp,
skylduna
at
rinda íløguna aftur so at
siga alt avskrivingarskeiðið
og at aktivið er specifikt
og júst til endamálið hjá
Havstovuni.
Tað einasta, sum sam
bært Gjaldstovuni talan
fyri einum vanligum leigu
máli er, at Havstovan ikki
brúkar
skipið
alt
árið.
Viðmerkingarnar í lógar
uppskotinum leggja upp
til, at privati eigarin kann
brúka
skipið
til
onnur
endamál í tríggjar mánaðir
í tíðarskeiðnum frá nov
ember til februar.
Fíggjarlógin
Í sínum hoyringssvari minn
ir Gjaldstovan á, at tá talan
er um fíggjarliga leasing, so
skal øll útreiðslan takast við
á fíggjarlógina. Fíggjarlig
leasing er stórt sæð tað
sama sum at eiga, staðfestir
Gjaldstovan, sum minnir á
tær reglur, sum eitt nú eru
settar í kommunalu rokn
skaparkunngerðina, ið aftur
byggir á somu meginreglu
sum fyri landið. Somuleiðis
vísir Gjaldstovan á aljtóða
roknskaparreglur,
sum
vísa á týdningin av at taka
leasing-útreiðslur við sum
ogn og skuld:
– At halda leasingsátt
málar uttan fyri fíggjar
støðuna verður kallað at
»slanka fíggjarstøðuna«, og
sostatt sæst ikki veruliga
lánistøðan hjá roknskapar
eindini, staðfestir Gjald
stovan.
jonbrian@sosialurin.fo
Fíggjarligi veruleikin aftanfyri lógaruppskotið
um havrannsóknarskip bendir á, at talan
er um fíggjarliga leasing, metir Jørmann
Petersen, statsaut. revisor hjá Januar. Tí skal
havrannsóknarskipið inn í fíggjarkarmarnar
Gjaldstovan ávarar
Definitión av fíggjarligari leasing
Allir týðandi vandar og fyrimunir við at hava brúksrættin til ognina verða
yvirførdar til leasingtakaran, hóast ognin formliga og juridiskt ikki skiftir
eigara. Leasinggevarin gevur leasingtakara brúksrættin av ognini í eitt
avtalað tíðarskeið við at fáa leasinggjald.
FAKTA:
– Talan er um fíggjarliga leasing, metir Jørmann Petersen, statsaut. revisor.
Við hesi niðurstøðu má havrannsóknarskipið inn í fíggjarlógina