hósdagur 20. mars 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Lógin um alment innlit
tyngir arbeiðsdagin hjá
Johan Dahl so mikið
nógv, at hon má skerjast.
Tað gjørdi hann greitt í
Útvarpssendingini Rad
arin í mikudagin.
– Tað er als ikki í lagi,
at ein landsstýrismaður
ikki kann samskifta við
næsta mann sín um intern
mál, uttan at tað skal
verða fevnt av lógini um
alment innlit. Tað ger, at
landsstýrismaðurin hevur
ongan verðsins kjans at
viðgera eitt mál upp á ein
skilagóðan máta, tí tú ert
bangin fyri, at tað, sum tú
sigur ella ger, skal enda á
borðinum hjá Liljan Weihe
ella onkrum øðrum, har
sum tað ikki eigur at vera,
fyrr enn málið er liðugt
viðgjørt, segði Johan Dahl
millum annað við Kring
varp Føroya.
Hann heldur, at lógin
um alment innlit er ov
rúm, og at embætisfólk
brúka ov nógva tíð upp á
at svara innlitisumbønum.
Hetta er fallið felagnum
Føroysk Miðlafólk fyri
brósti. Tey hava tí sent út
alment skriv, har tey átala
útsagnum
landsstýris
mansins. Meiri um hetta
aðrastaðni á hesi síðu.
Rólant Waag Dam
Tað var í Útvarpssendingini
Radarin,
at
Johan
Dahl
mælti orðini, sum eru fallin
felagnum Føroysk Miðlafólk
fyri bróstið.
– Tað er als ikki í lagi, at ein
landsstýrismaður ikki kann
samskifta við næsta mann
sín um intern mál, uttan
at tað skal verða fevnt av
lógini um alment innlit. Tað
ger, at landsstýrismaðurin
hevur ongan verðsins kjans
at viðgera eitt mál upp á
ein skilagóðan máta, tí tú
ert bangin fyri, at tað, sum
tú sigur ella ger, skal enda á
borðinum hjá Liljan Weihe
ella onkrum øðrum, har sum
tað ikki eigur at vera, fyrr
enn málið er liðugt viðgjørt,
segði Johan Dahl millum
annað.
Hetta hevur fingið felagið
Føroysk Miðlafólk at rópa
varskó.
– Opinleiki og gjøgnum
skygni eru tveir av horna
steinunum í fólkaræðinum.
Og at avmarka opinleika
og gjøgnumskygni, er at av
marka talu- og skrivifrælsi,
gjørdi
Øssur
Winthereig,
nevndarlimur í felagnum,
greitt í tíðindunum á Rás2
hósdagin.
Saman við Ingrid Bjarna
stein, forkvinnu í Føroysk
Miðlafólk, hevur hann sent
út skriv, sum finst hvassliga
at útsagnunum hjá Johan
Dahl.
– At siga, at almenna
fyrisitingin
brúkar
ov
nógvar resursir til at svara
innlitisumbønum, er eitt so
álvarsligt álop á fólkaræðið, at
løgmaður í stundini eigur at
krevja, at landsstýrismaðurin
tekur orðini í seg aftur og
staðfestir,
at
landsstýrið
ongar slíkar ætlanir hevur,
stendur millum annað at lesa
í skrivinum.
Rólant Waag Dam
- Um eg skal krevja, at ein
landsstýrismaður tekur orð
ini aftur í seg, hvørja ferð
viðkomandi sigur okkurt
óheppi, so gjørdi eg ikki nógv
annað, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, sum ikki fer at
eftirlúka kravboðunum frá
Føroysk Miðlafólk.
- Løgmaður eigur í stundini
at krevja, at landsstýrismað
urin tekur orðini í seg aftur
og staðfestur, at landsstýrið
ongar slíkar ætlanir hevur,
ljóðaði tað frá felagnum.
Hóast Kaj Leo ikki fer
at krevja, at Johan Dahl
tekur orðini aftur í seg, so
tekur hann ikki undir við
útsagnum hansara.
- Lógin um alment innlit
er ikki nakað, sum forðar
okkum í okkara arbeiðsdegi.
Tað er partur av okkara ar
beiði, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Gjøgnumskygni
skal vera
Kaj Leo Holm Johannesen
upplýsir, at tey seinastu
tvey árini hava arbeitt við og
eftirhugt lógina um alment
innlit.
- Vit hava tó ongar ætlanir
um at hava eina skipan, sum
er minni gjøgnumskygd. Men
galdandi lóg er 20 ára gomul,
og tá er hóskiligt at hyggja
hana í gjøgnum, sigur hann.
Tað er Sjúrður Rasmussen,
løgfrøðiligur ráðgevi, sum
situr við innlitislógini.
- Vit gera so eitt upprit
við okkara tankum, sum so
verður sent pørtunum til
hoyringar. Eisini fjølmiðl
unum, tí tað kann hugs
ast, at fjølmiðlarnir eisini
ynskja broytingar í lógini.
Spurningurin er, um vit
ynskja lógina, sum hon er
í dag, ella um vit ynskja
broytingar. Tað er tað, vit
arbeiða við nú, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen, sum tó
ikki fær sagt, nær uppritið
verður liðugt og sent til
hoyringar.
TÍÐINDI
Má ikki
enda hjá
Liljuni
Lógin um alment innlit eigur at
verða skerd, heldur Johan Dahl.
- Sum landsstýrismaður hevur tú
ongan verðsins kjans at viðgera
eitt mál skilagott, tí tú ert
bangin fyri, at tað, sum tú sigur
ella ger, skal enda á borðinum
hjá Liljan Weihe, sigur hann
- Tað er als ikki í lagi, at ein landsstýrismaður
ikki kann samskifta við næsta mann sín um
intern mál, uttan at tað skal verða fevnt av
lógini um alment innlit, sigur Johan Dahl
Landsstýris
maður hóttir
fólkaræðið
Tað er eitt álvarsligt álop á fólkaræðið, sigur felagið Føroysk Miðlafólk,
sum krevur, at Johan Dahl tekur orðini aftur um, at lógin um alment innlit
skal skerjast. Løgmaður skuldi eisini sett fram sama krav, sigur felagið
Arbeiða við lógarbroyting
Løgmaður fer ikki at krevja, at Johan Dahl tekur orðini aftur í
seg. Tvørtur í móti upplýsir hann, at tey á Løgmansskrivstovuni
hyggja lógina um alment innlit ígjøgnum. - Men vit hava ongar
ætlanir um at gera skipanina minni gjøgnumskygda
- At avmarka opinleika og
gjøgnumskygni, er at avmarka
talu- og skrivifrælsi, sigur Øssur
Winthereig frá Føroysk Miðlafólk