Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 Ótrygg ferðsla í Kaldbak Jógvan Arge varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu Kaldbaksfólk møttu í stórum tali til borgarafund í vikuni. Har vóru fólk í øllum aldri og áhugin fyri bygdarinnar frama var stórur. Álvarsamasta málið var óivað ferðslutrygdin. Kaldbaksfólk halda lítið um ferðsluloysnirnar við nýggjasta býlingin á Fløtum. Har ganga tveir býlingsvegir úr hvør sínari ætt beint út í landsveg millum býlingarnar, og av tí, at hetta er lands­ vegur, er loyvt at koyra heilar 60 km um tíman. Tað halda fólk vera púra óforsvarligt, tí øll ferðsla í Kaldbak skal fram við her báðar vegir. Nógv børn eru á leiðini á veg til og úr skúla, barnagarði og ung­dóms­ klubba. Longur úti heldur bygda­ vegurin fram úr landsvegnum og smýgur sær í einum spori frá býlinginum á Bø niðan á Garðar og út til Áar. Hann er so smalur, at bilar kunna illa møtast. Nógvastaðni er hann neyvan annað enn ein gamal hestavognavegur, sum hevur fingið nøkur løg av asfalti. Tað ger, at hann tolur illa tunga ferðslu og í støðum ríður undan honum . Tað er eitt stórt ynski hjá kaldbaksfólki, at kommunan og landið fáa loyst tey ótolandi ferðsluviðurskiftini, sum ráða,serliga har ferðslan kemur inn í bygdina og fer úr henni aftur, men dagføring av bygdavegnum trongir eis­ ini til. Nógv mál á skrá Kaldbaksfólk fegnaðust um tøkini, sum Tórshavnar komm­una hevur tik­ið í seinastuni við vendi­plássi uppi á Gørðum, par­kerings­ pláss­um við kirkjuna og brúgv um Høgadalsá. Tey fegn­ast eisini um tann nýggja kirkjugarðin, sum er í gerð mitt í bygdini. Hann er rundur, umgyrdur av grót­ garði og verður ein fragd fyri eygað. Arbeiðið hevur gingið væl, men moldarbeiðið er út­sett til turrari verður í veðri­num. Kaldbaksfólk vóna at gongd kemur á ætlanir um eitt torg og/ella ferðslumiðstøð í sama grannalag. Annað mál er spurningurin um eitt hús, sum bæði kann brúkast til ítrótt og samkomur. Tá Kald­ baks skúli varð útbygdur fyrst í øldini, varð ein ætlað fimleikahøll tikin burturúr. Tí hevur bygdin onga slíka og hon hevur heldur onki bygdahús. Skúlin verð­ ur brúktur til slík høvi. Bý­ ráðið hevur játtað 300.000 krónur til at kanna tørvin á virksemishúsum í bygdum kommunurnnar. Farið er undir hetta arbeiðið, og tá álitið fyriliggur, verður støða tikin til, hvussu víðari verð­ ur. Kaldbaksfólk halda, at kommunan kundi spent seg meiri út at skifta perur í gøtu­lyktunum, at beina fyri óruddi og tyrva slíkt, ið tyrv­ ast skal. Men tey fegn­ast um, at gøturnar mill­um bý­ lingarnar verða dag­førdar, og at kloakkirnar verða skip­ aðar úr øllum býling­um við fáum og góðum frá­renn­ing­ um út á sjógv. Støðugt fólkatal Spurningurin um at halda seyðin burtur frá húsum vareitt mál, sum var frammi. Økisnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur sett málið á breddan fyri Kaldbak og aðrar bygdir við tí endamáli at fáa betri skipað viðurskifti á hesum øki. Fólkatalið í Kaldbak er rættiliga støðugt. Í løtuni eru 228 fólk skrásett í bygdini og seks í Kaldbaksbotni. Í Kald­ baksbotni eru tvinni hús. Tey hava eisini síni ynski, eitt nú betri samband um Fjarðará. Har var eina ferð en brúgv, men hon fór í einum illveðri. Bara stabbarnir standa eftir. Kommunan hevur broytt byggisamtyktina fyri Kald­ bak, so stykkjast kann út upp at gomlu býlingunum. Enn er onki hent í so máta. Uppskot vóru um kanska at fáa bygt íbúðir í nýggjastu útstykkingini á Fløtum, með­an onnur uppskot vóru um at stykkja út eystanfyri bý­lingin á Fløtum út móti gomlu bygdini. Ítróttatíðindini úr Kald­ bak eru, at av Kald­baks Bóltfelag eru bert troyggj­ urnar eftir, men bygdafólkið hevur stovnað sær eitt dart­felag, sum hevur fingið góða undirtøku. Har er eis­ ini hugur at fáa í lag eitt undir­hús – ella kanska eitt yvirhús. »Børn gera sum foreldrini gera, ikki sum tey siga« Sosialistisk Ung, Ungmannafelagið Samband og Unga Tjóðveldið 13. mars var málið um broyt­ ingar í hjúnabandslógini til 2. viðgerð í løgtinginum. Úr­slitið lá klárt, áðrenn at­ kvøðu­greiðsluna, men við­ gerðin fór at geva innlit í, hvat mótgangurin frá sam­ gong­uni bygdi á. Soleiðis bleiv tó ikki... Samgonga og andstøða Sigið frá, tá tit síggja órættvísi – tað eru tit við valdi og styrki, ið kunnu fáa tey ótryggu at kenna seg trygg. Í skúlanum og heiminum hava vit lært, at um onkur verður happaður, so skulu vit, ið onki siga, traðka fram og verja. Vit læra frá barnsbeini at leggja í og lurta eftir øll­ um, tí øll hava líka stóran týdn­ing. Nógv minnast sikk­urt eisini, hvussu tað kend­ist at vera tann argaði – onki var verri enn at blíva ignoreraður, og uppliva at meiningin hjá einum ikki hevði týdning. Hesa kenslu av týdningarloysi sótu nógv eftir við eftir tingviðgerðina av hjúnarbandslógini. Ikki bert limir í Løgtinginum, men sanniliga eisini veljar­ar, ið atkvøddu fyri, bæði sam­ gongu- og andstøðu­flokk­ ar. Tað var, sum helvtin av løgtingslimunum, hvørki sóu ella lurtaðu eftir, um tað sum varð sagt var skilagott ella ikki. ''Jamen soleiðis hevur tað bara altíð verið. Samgonga og andstøða arbeiða ikki sam­an,'' hoyrist ofta frá fólki, ið hava eygleitt polit­ iska landslagið longi. Hes­in sokallaða ''siður'' er barns­ ligur og úrslitaleysur. Ræður politikkur ikki líka nógv um at fáa áhugamálini hjá øllum á dagsskrá, heldur enn bert áhugamálini hjá teimum, ið hava vald? Hvussu við restini av Føroya fólki? Sum politikari tekur ein avgerðir fyri alt landið og tað ber ikki til at útiloka onkran, tí at tey ikki eru við í júst tínari kliku. Hevði onkur, ið tú ikki vanliga spældi við, staðið á duragáttinum, høvdu mamma og pápi tín ikki lovað tær at sagt nei til at spælt við tey uttan orsøk. Vit læra sum børn, at vit skulu rúma øllum og øll skulu hava ein kjans. Egin sannføring Tá tann eini drongurin í bygd­ini fær playstation, tíma øll at spæla við honum. Hann hevur nakað, ið onnur ynskja sær, men samstundis kann hann fáa tey at gera, tað sum hann vil. Um ynski hansara er at útiloka onkran úr felagsskapinum, hevur hann tað valdið. ''Viss tú ikki spælir við Óla, so sleppur tú at spæla við mína PlayStation í ein tíma í morgin. Hanus Samró, spælir PlayStation ímeðan tey, ið settu sín kross við hann, sita í løg­tinginum og lurta eftir ting­við­gerðini. Onkur hevur sagt við hann, at hann kann gott spæla við teirra PlayStation, men so skal hann ikki lurta eftir teimum, ið sita á áhoyraraplássunum í Løgtinginum. Hann segði seg vera røddin hjá ungdóminum og hevur alment sagt, at hann er fyri borgarligari vígslu. Nú svíkur hann veljarar sínar við ikki at grundgeva fyri síni avgerð. Við ikki at grundgeva fyri, hvussu hansara hugburður er broyttur síðani oktobur 2011 – eyðmýkir hann tey, ið góvu honum alt. Hann niðurgerð og vanvirðir tey, ið hjálptu honum upp har hann er í dag. Tað var ikki bara Hanus, sum tagdi í tinginum. Tá tíðin var komin at atkvøða, var Janus Rein ikki til staðar í tingsalinum. Tey flestu munnu minnast, tá Janus var ein partur av Framsókn – einasti flokkur í Løgtinginum, ið hevði samkynt hjúnalag á dagsskránni. Einasti flokk­ur, ið hevði eina greiða støðu – Janus Rein var ein av teim­ um, ið var við til at stovna flokkin. Hann hevur verið so mikið eldhugaður fyri hes­um politikki einaferð. Ber tað til at broyta meining so brád­ liga? Um so er, hví fortaldi hann so ikki, hvussu tað bar til at broyta meining og hví hann ikki hevði nakað ynski um, at uppskotið skuldi blíva til veruleika longur? Á tingsins røðarapalli bleiv Eivin Jacobsen spurdur um, hvussu hann hevði atkvøtt, um hann ikki var í samgonguni. Eivin hugleiddi eitt sindur, har hann segði, at hann hevði broytt meining seinastu árini og nú “nokk hevði sagt ja”. Í stýrisskipanarlógini stend­ur, at tinglimir skulu at­ kvøða eftir egnu sannføring, men tann virðingin vantaði, tá uppskotið um broyting av hjúnabandslógini var í tinginum. Tað er átaluvert, at samgongulimir ikki atkvøða eftir egnari sannføring og um Hanus og Janus so høvdu havt annan hugburð nú, enn tá teir søgdu seg ynskja at loyva samkyndum at giftast í Føroyum, eru tað júst teir, sum burdu traðkað fram og grundgivið. Veruleikin er kanska, at teir ikki høvdu broytt mein­ ing, men heldur at teirra mein­ing var týdningarleys. Hetta máar støðið undir skip­an okkara, har tinglimir skulu atkvøða eftir egnari sann­føring. Ungdómurin, ið fylgir væl við, missur álit á fólksins valdu, um tey ikki velja at gera sum tey siga – ella heilt velja at tiga. Politiska leiðslan má taka hetta til eftirtektar og vinna álit á ungdómi okkara aftur. Í politikki eru fólk øgiliga ymisk og hava øll rætt til sínar meiningar, men okk­ara fólkavaldu eiga at standa til svars fyri gerðir sínar. Tey eiga at grundgeva fyri, hví tey atkvøða sum tey gera, men tað varð ikki gjørt undir viðgerðini av hjúnabandslógini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgtings­ limir siga eitt, men velja at gera okkurt annað, og tað er ikki nakað, ið ein kann forða, men vit mugu vælsaktans kunna kjakast um uppskot á okkara hátt virda Løgtingi? Gloyma tey vaksnu, at tey eru fyri­mynd­ irnar hjá yngra ættar­liðinum? Tá tað eru týdningarmikil mál, síggjast landsstýrisfólkini á hesum økjum sum oftast í løgtinginum. Tey skulu fylgja við, hvat hendir á teirra málsøki og eisini helst vera tøk um ivamál eru. Tó hoyrdust hvørki Kaj Leo Holm Johannessen ella Karsten Hansen í Løgtinginum. Karst­en Hansen var har eina løtu, men segði onki. Júst sum hansara løgtingslimir, goymdi hann seg aftanfyri for­mannin í rættarnevndini og lat málið fella sum um tað slettis ikki var skotið upp at byrja við. Mong vilja vera við, at vit mugu læra hvussu politiska landslagið liggur. Andstøða og samgonga arbeiða ikki saman, og onkuntíð kann politikkurin sýnast órætt­ vísur. Tað er onki galið við, at tit ynskja at læra okkum hendan veruleikan, men vit eru ikki nøgd við hann. Tí, ynskja vit at broyta hann. Ungdómspolitikkur er grøn­ur og idealistiskur, ann­ ars nyttar tað onki at hava hann. Vit trúgva uppá at løgtingslimirnir stillaðu upp fyri at tæna sínum landi, men serliga fyri at tæna fólkunum, ið hvønn dag virka í hesum landinum. Ikki fyri lønina/ eftirlønina, koyripengarnar, nepotismuna ella egin áhuga­ mál. Vit trúgva upp á, at sam­ ráðingar og tað at hjálpast gera, at ein kemur longri enn við at taka avgerðir handan afturlatnar dyr. Til løgtingslimirnar Tit eru serliga fyrimyndir fyri okkum í ungdómspolitikki – vit læra og ávirkast av tykk­ um. Hóast handfaringin av einum so týdningarmiklum, etiskum máli, var ein van­ virðing av fólkaræðinum, trúgva vit, at tit nú taka við læru og altíð minnast til, at tit eru fyrimyndir fyri fólkið. Fólkið hevur valt tykkum og fólkið lítur á tykkum. So góðu løgtings- og landsstýrislimir. Tit eru fyrimyndir, verið nú fyrimyndarlig.