hósdagur 20. mars 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
altjóða down syndrom dagur
Eiga ikki at sortera í,
hvør sleppur at liva
Javni, sum felag hevur onga støðu viðvíkjandi lógarfestari fosturtøku, men vit eru ímóti, at fostur
verða vald frá, tí teimum feilar nakað. Velja fólk børn frá, tí tey ikki ynskja ella megna at hava
eitt barn, er talan um nakað heilt annað, sigur Sigrun Wardum, dagligur leiðari í Javna
Í Føroyum hava vit ikki lógar
festa fosturtøku, men vit hava
rætt til at fáa fosturtøku,
um barninum feilar nakað.
Hetta er sortering og tað
er dupultmoralskt, heldur
Sigrun Wardum, leiðari í
Javna. Hon hevur persónliga
einki ímóti, at lógarfest
fosturtøka verður í Føroyum,
men tá vit velja børn frá, tí
tey bera brek er tað sortering,
og tað er Javni ímóti.
- Persónliga gangi eg inn
fyri lógarfestari fosturtøku,
men tað er mítt persónliga
sjónarmið.
Javni
blandar
seg ikki uppí tað kjakið, men
Javni er ímóti, at fosturtøka
verður framd við tí fyri eyga,
at sortera børn frá, tí tey bera
brek av ymsum slag, sigur
Sigrun Wardum.
At
nokta
lógarfestari
fosturtøku sum heild, men
loyva tí, tá barninum feilar
nakað, er sortering og luktar
av rasuútreinsing, heldur
hon.
Hon leggur dent á, at tey,
ið taka eitt val um fosturtøku,
sjálvandi hava rætt til tað.
- Vit eiga at virða tey, og
teirra val, eins og vit eiga
at virða tey, ið velja at fáa
barnið, hóast at tað ber brek,
sigur Sigrun Wardum
Eiga at fáa vegleiðing
Tann vitanin, sum allar
mammur fáa í boði í Danmark
í dag, hevur ført við sær, at
nógv færri børn verða fødd
við Down Syndrom. Vitan
er fínt, men neyv vegleiðing
skal fylgja við, sigur Sigrun
Wardum.
- Sjálvandi skulu vit brúka
tað tøkni og tað vísund, sum
vit hava. Trupulleikin er, um
fólk taka avgerð á skeivum
grundarlagið, sigur Sigrun
Wardum.
Hon dugir ikki at síggja,
hví kvinnur undir 35 ár ikki
skulu fáa somu vitan, sum
kvinnur yvir 35. Tað sum er
avgerandi er meira kunning
og vitan í sambandi við, at
kvinnur fáa kannað fostrið.
- Tað er alneyðugt at
tey pør, sum fáa hesa vitan
samstundis fáa vegleiðing
um, hvat tað er at eiga eitt
barn við menningartarni.
Tey eiga at fáa vitan um, at
eitt barn við Down Syndromi
gott kann hava eitt gott lív,
og at tey gott kunnu hava
eitt gott lív, fyri tað um
barnið ber brek, sigur Sigrun
Wardum.
Fátækt samfelag
har øll eru eins
Hon leggur dent á, at tað er
nógv gleði knýtt at, at vera
saman við fólkum, sum hava
menningartarn, og at tað er
eitt fátækt samfelag, sum
ikki eigur hesi menniskju.
- Tað gevur so ótrúliga
nógv at vera saman við teim
um. Tey eru ógvuliga spont
an, og vísa so stóra gleði við
minsta framstig - sovorðið,
sum vit onnur taka fyri givið.
Verðin verður so øgiliga nógv
keðiligari, um hesi menniskju
ikki eru her, sigur Sigrun
Wardum.
Hvussu
lukkuligt
eitt
barn við breki er velst ikki
minst um, hvussu samfelagið
er innrættað. Um samfelagið
ikki rúmar hesum fólkum, so
vera tey ikki lukkulig, og tey
kenna seg óynsktan, tá hetta
tosið er um, at tey vera vald
frá - tað sigur seg sjálvt, sigur
Sigrun. Hon heldur tó ikki, at
vit skulu lata vera við at tosa
um tað.
Tað er týdningarmikið, at
vit kjakast og hava vitan um
hesi fólkini, og at nakað er
hjá teimum, at taka sær til.
Mugu hava rúmligt
samfelag
- Um einki er at takast við,
ella um eitt menniskja skal
búgva undir ótolandi um
støðum, so verður tað ikki
lukkuligt, so tað velst um
umstøðurnar hjá barinum,
um tað fær eitt lukkuligt lív,
sigur Sigrun Wardum.
Hon heldur, at Føroyar
sum heild eru rættuliga
rúmligar í so máta.
- Vit goyma ikki okkara
menningartarnaðu
burtur
frá restina av samfelagnum.
Tað verður gjørt í nógv
størri mun í øðrum londum.
Her eru tey ein partur av
samfelagnum, og tað er gott,
tí tey hava eisini tørv á at vera
saman við ymiskum fólkum,
sigur Sigrun Wardum.
Serliga bútilboðini kunnu
elva til trupulleikar.
- Eitt sum eyðkennir nógv
folk við menningartarni er,
at tey ikki duga at siga frá.
Tí hendir tað, at tey verða
niðurkoyrd, tí eingin veit av,
at tey ikki hava tað gott - til
dømis hava vit royndir av, at
fólk, sum búgva í sambylum
kunnu fáa sálarligar trupul
leikar og tunglyndi. Tað kann
vera hart at búgva saman
við fleiri fólkum, sum tú ikki
sjálv hevur valt. Um tey ikki
duga at siga, frá, kann tað
vera sera hart fyri tey, sigur
Sigrun Wardum.
Betri skúla- og
arbeiðslív
Hon heldur sum heild, at til
boðini til børn í barnargarðs
og
vøggustovualdrinum
hava tað gott í Føroyum.
Tað stendur verri til, tá tey
koma í skúlaaldur og aftaná
fólkaskúlan.
- Ofta manglar útbúgvin
stuðul í skúlanum, og ofta er
skipanin ikki góð. Vit vilja hava
inklusión, men ofta hendir tað,
at ein stuðul er settur at taka
sær av barninum burturav.
Tað er meiri inkluderandi um
viðkomandi er í skúlanum
kann taka barnið burturfrá,
um tað verður troytt, ella
kanska ein tími er, sum ikki
er gott fyri tað, sigur Sigrun
Wardum.
– Ofta eru stuðlar uttan
fakligar førleikar, og tey vita
kanka ikki reiðiliga, hvat tey
skulu taka sær til við barn
inum. Barnið, verður ikki ein
partur av flokkinum í so máta,
greiðir Sigrun Wardum frá.
Haraftrat kann tað vera
ein trupulleiki, tá fólka
skúlin er liðugur, og tey
ikki fáa tilboð um víðari
skúlagongd og/ella fáa eitt
arbeiði antin á vardum verk
staði ella á vanliga arbeiðs
marknaðinum. Um tey ikki
hava nakað starv, ganga
tey fyri einki, og tað er ikki
nakað gott lív, sigur Sigrun
Wardum.
marjun@sosialurin.fo
Eitt barn við Down Syndrom kann saktans hava
eitt gott lív, og tað kunnu foreldrini eisini, sigur
Sigrun Wardum, dagligur leiðari á Javna