Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Føroyum eru øll líka fyri lógini, ella – ikki russar og ikki samkynd og ikki ... Vit hava eina øgiliga trongd til at flokka fólk í ymsar bólkar. Vit flokka eftir familju, bústaði, sosialum stigi, politiskum liti, kynsligari sannføring og ikki minst eftir fólkaslagi. Hetta gera vit helst øll meira og minni tilvitað og tað er tað í sær sjálvum ikki nakað forgjørt í. Vit flokka eisini okkum sjálvi saman við øðrum líkum. Tað er hinvegin sera ræðandi at síggja, hvussu skjótt summi fólk verða dømd í almenna rúminum og av skip­ anin, um tey traðka við síðuna av. Tað er serliga grelt, um talan er um onkran, sum hoyrir til ein bólk við lágari tign. Eitt klassadømi um hetta er málið um 23 ára gamlan russiska sjómannin, sum fór í býin í Klaksvík leygar­ kvøldið, bleiv alt í verðini ov fullur, gjørdi sína lívs býtt­ astu gerð og nú helst hevur oyðilagt sær framtíð sína. Tað finst eingin umbering fyri brotsverkið, sum hann hevur játtað at hava framt, og sjálvandi skal hann hava ein hóskandi dóm. Tað kann tó undra, hvussu hetta málið, sum hóast alt ikki hoyrir til tey allarstørstu brotsverkini her í landinum seinastu árini, kann geva eina so skjóta reaktiónstíð í rættar­skipanini. Onnur brotsverk verða kannað í vikur og mánaðir. Kann tað hugsast, at rættarskipanin letur seg ávirka av fólksins rødd – rópum - í einum slíkum máli? Fólksins dómur var skjótur um hendan mannin og hansara fólkaslag. Tað varð beinanvegin nevnt í miðlu­ num, at gerningsmaðurin helst var russari. Hóast prógv á staðnum bendi á hetta, er hetta púra óneyðug upplýsing. Tað er eingin orsøk at siga hetta, í øllum førum ikki fyrr enn hetta er staðfest av løgregluni og viðkomandi er handtikin og skuldsettur. Hevði tað verið sagt, um prógv bendu á, at maðurin var leirvíkingur ella fuglfirðingur? Um hann nú hevði mist ein lyklaring við búmerkinum hjá einum fótbóltsfelag ella einum arbeiðsplássi? Neyvan. Miðlarnir hava eina helt serliga ábyrgd av at viga, hvørjir upplýsingar eru neyðugir og hóskandi í sambandi við umrøðu av møguligum brotsverkum. Teir leggja linjuna og haðani gongur tað bara ein veg – polarisering. Áðrenn ungi maðurin varð dømdur í Føroya Rætti, vóru longu fleiri niðrandi viðmerkingar um hann og hansara samstarvsfelagar at lesa á Facebook. Her eru nakrar teirra: “Koyr hatta pakki ur Landinum - kann ikki brukast til nakaf ” “Blaka hatta pakkid til h.... avstadaftur, kanska hatta gevur nakrar kr i kommunukassan, men i mun til prisin vit gjalda fyri at hava teir liggjandi, so er tad onki at snakka um” Eingin nevndur, eingin gloymdur – allir russar skornir yvir ein kamb. Tíbetur eru tað fleiri, sum tala at við fleiri góðum og sak­ligum viðmerkingum. Tað skerst tó ikki burtur, at hugburðurin mótvegis russarunum í landinum er rætti­ liga negativur og tað skal lítið til at fáa fordómarnar fram. Hetta er skammiligt, tí hóast tað hava verið nakrar hendingar við russarum íblandaðum, so er ein ósekur, til tað øvugta er prógvað. Hetta er galdandi bæði fyri einstaklingar og bólkar, russar sum klaksvíkingar. Annika Sølvará stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Tað er hatta slagið Heildarætlan fyri at basa fátækradømi Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Nú um dagarnar fingu vit sett krónur og oyru á hvat eitt føroyskt fátækramark er. Vi fingu at vita, at fyri støk er markið 9796 krónur um mánaðin ella 117.548 krón­ ur um árið, til lívsins uppi­ hald. Víst var eisini á at pen­ sjonistar sum heild ikki eru fátækir. Veruleikin er tó ikki so ein­ faldur. Pensjonistar eru ikki ein homogenur bólkur, líka so lítið sum aðrir bólkar eru tað. Hóast allir pensjonistar ikki eru fátækir, so er tann bólk­urin av pensjonistum, ið bert hevur fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, sera hart sperdur. Fátækramarki tekur ikki hædd fyri, hvussu dýrt tað er at hava tak yvir høvdi, hvussu kostnaðarmikil el og olja er, og hvussu nógv dýrari matvørur eru at keypa, í mun til okkara grannalond. Tí sigur krónutali bert ein part av sannleikanum. Ikki góðtaka fátækradømi Okkara samfelag eigur ikki at góðtaka fátækradømi. Tvørt­ ur­ímóti eiga vit at arbeiða mið­víst við at taka burtur orsøkirnar, ið eru viðvirkandi til at skapa fátækradømi. Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til fátækradømi, tí mugu vit hyggja miðvíst at hvørjum bólki sær, ið er í fátækraváða, og lýsa júst hvat orsøkirnar eru hjá ávísa bólkinum, fyri at lýsa hvørji átøk skulu til. Hvat er orsøkin til støðuna, hjá teim pensjonistum, ið eru illa fyri fíggjarliga, teimum ið eru støk og teimum ið eru stakir uppihaldarar og hvat kann ítøkiliga gerast fyri at bøta um teirra støðu. Ikki bert eitt tal at máta við Tað er ein vandi fyri, at fá­ tækramarki bert hevur til endamáls, at máta hvussu nógv fátøk eru og um støðan broytist, ár um ár. Tað er júst hetta, at fylgja gongdini í tal­inum av fátøkum, fleiri lond brúka ásetingina um fátækramark til. Tað er sjálv­ andi gott at vita, hvussu gongdin er, men henda vit­an kann als ikki standa einsa­ møll. Hon má fylgjast upp við átøkum. Heildarætlan at basa fátækradømi Nøkur lond, millum annað Noreg og Írland arbeiða mál­rættað fyri at minka um fátækradømi. Norska stjórnin setti sær í 2007 nøkur mál fyri at minka um fátækradømi. Sett vóru mál um, at øll skulu hava møgu­ leika at arbeiða, øll børn og ung skulu hava møgu­leika at vera partur av samfelagnum og at menna seg og livikorini hjá teimum við sosialum trupulleikum skulu betrast. Arbeitt hevur verið víðari við hesum málum og í 2011 legði norska stjórnin fram eina langskygda strategi um at javna fíggjarligar og sosial­ ar munir í Noreg. Hóast vit kenna, ella í hvussu so er, hava eina hóm­ ing av, hvat orsøkirnar til fá­ tækradømi í Føroyum eru. So eiga vit, at fáa teir samlaðar fram í ljósi og fáa sett upp hvørji átøk skulu til. Ein heildarætlan eigur at hava heilt ítøkilig átøk, átøk ið eru málrættaði til hvønn bólkin sær. Verður hetta gjørt, so hevur politiska skipanin nøk­ur amboð at arbeiða við, amboð, ið siga meira enn bert krónutal fyri fátækramark. Hetta vil gera tað møguligt, hjá politisku skipanini, at arbeiða meira miðvíst fyri at basa fátækradømi, enn gjørt verður í dag. Nú er tann stundin ... Óli Olsen Nei, vit fara ikki at umrøða stórverk Hans Jacob Debesar professara, sála, við sama heiti, men at siga nøkur orð um deksbát, ið fyllir hundrað, og at royna at seta orð á lítla hugsan hesum viðvíkjandi at seta á stovn motorbátasavn í Føroyum. Sørvingar eru so mikið at sær komnir, at teir hava sett upp á land motorbát sum eitt minni um farnar tíð­ir, sum varða yvir lívligu motor­bátatíðina í Sørvági. Farið tekur seg eisini óføra væl út, har tað stendur við fót­bóltsvøllin niðri á sand­ in­um. Laurits í Mortansstovu í Havn smíðaði í 1914 sør­ vingunum Ole Emilius Olsen, Jacob Zacharias Valdemar Simonsen og Jens Dam deks­ bátin Selvík, sum er sløk sjey tons og hevur flata hekku. Fyri hundrað árum síðani fór motorbáturin av álvara at loysa áttamannafarið av sum høvuðsútróðrarfar. Henda yvirgongdin frá átta­ manna­fari til motorbátar er óføra væl lýst í tveimum yrk­ingum, báðar yrktar í 1913: “Áttamannafarið” hjá Mikkj­ ali á Ryggi og “Motorar” hjá Hans A. Djurhuus. Framskygdum skila­monn­ um at takka eiga vit fram­ vegis deksbátar (slupp­ungar, kalla summi teir) smíðaðir við sluppini sum fyrimynd. Hugtakandi er at síggja teir sigla um summarið, og tú gevur gætur, hvussu væl hesi seglskip, stór og smá, verða røkt. Jú, sanniliga hava hesi gomlu træskip framvegis týdning fyri samleika okkara sum tjóð. Og tað er at fegnast um, at landsins myndugleikar nú veita søguliga flotanum styrk. Motorbátasavn Men, men, men. Spakuliga fer burturav. Kring oyggjarnar sært tú spjaddar deksbátar, sum liva sítt stilla lív. Summir rógva út, meðan aðrir hava lagt um til frítíðarvirksemi. Og so eru tað teir, sum ikki tykjast at hava tað so gott, og spurningurin er, um stundin ikki er komin at fáa onkran teirra (møg. fleiri) undir tak á hóskandi staði nær sjónum. Í hesum sambandi kem­ur tær til hugs stóra virk-sem­ ið Liasar í Rættará og Lau­ ritsar í Mortansstovu úti í Álakersvík í Havn. Tá ið mest var at gera, flotaðu Elias og menn hansara ein motorbát um mánaðin. Og nú teir eru farnir at hugsa um, hvussu høvuðs­ stað­urin skal síggja út fram­ eftir, hevði kanska ikki verið av leið at givið hesum hug­ skoti gætur. Umframt deksførini finst nógv tilfar, sum hoyrir til – smíðiamboð, fiskireiðskapur, myndir og tekningar. At vitja slíkt motorbátasavn hevði givið tær serstaka uppliving – eina ferð aftur í ta tíðina, tá ið lunnar vórðu lagdir undir vælferðarsamfelagið Føroyar.