hósdagur 20. mars 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Onkur hevur havt á orði, at Harrin
mangan er tolin mótvegis okkum
deyðiligu menniskjum. Tey, sum
í løtum skeita inn á sosialu miðl
arnar, kunnu eisini staðfesta, at
hesin sami Harri eigur eina ser
liga góðsku í sær mótvegis føroy
ingum. Sambært Jenisi av Rana
er føroyskur politikkur nú vorðin
ein unik bráðpanna, har Hann ið
øllum valdar samvirkar við Herlufi
Sigvaldssyni og vestergaardska
dreymaliði hansara, í royndini at
vinna okkum so fræg kvotarætt
indi, sum yvirhøvur til ber. Hin 15.
mars skrivar miðflokkaformað
urin soleiðis á Facebook, oman fyri
myndini
av
makrelsveinunum:
“Minnist tú hesa myndina og áheit
anina um at biðja fyri Damanaki,
Jacob og samráðingarfólkunum?
Tað var 14. decembur. Lat okum
takka Faðir okra fyri úrslitið, sum
gjørdist betur enn nakar ímyndaði
sær – Harrin er góður! Minst til at
biðja fyri teimum, Damanaki, Jacob
og samráðingarfólki teirra, at tey
mugu taka rættar avgerðir!”
Avgerandi er nú, at vit øll leggja
okkum í selarnar saman við Jenisi
í bønum okkara. Dag og nátt.
Morgun og kvøld. Umráðandi er av
grimd at biðja fyri, at europeiska
embargo´in – handilsstongsilin –
verður skrottað, og at semja fæst
um sildina. Verða vit bønhoyrd
í hesum málum, so er ongin ivi
longur um, at Føroyar eru partur
av eini heilt serligari politiskari/
himmalskari sferu, sum hevur verið
ókend síðani miðøldina.
Umframt hetta tykist formaður
Miðfloksins at hava tvey meginmál
í lívinum, at boða evangeliið sum
privatpersónur og at avsekularisera
samfelagið sum mest, - ígjøgnum
hina politisku skipanina. Hann
er partur av sitandi samgongu,
og hevur í ávísum virðismálum
fingið
vetorætt
frá
Sambandi
og Fólkaflokki. Hann er eitt nú
ultimativi dómstólurin, maðurin á
avrættingarpelotongini, tá borgara
rættindini hjá teimum samkyndu
við ávísum millumbilum taka seg
upp í skipanini.
Nógv stríð hevur í seinastuni
verið á heimspallinum um eina
lóg,
sum
ugandiski
forsetin
Yoweri Museveni hevur sett í
gildi. Lógin bannar fólki at vera
samkynd, og tekur øll rættindi
frá hesum medmenniskjum okk
ara. Museveni er kortini ikki
einsamallur, tí í 36 av 55 londum
á afrikanska meginlandinum er
homoseksualitetur bannaður og
í einstøkum førum kann hetta
hava deyðadóm við sær. Skilið er
tað sama í Russlandi, Ukreina og í
Armenia.
Yoweri Museveni hevur sitið í
forsetastólinum í 27 ár, og skilið
er ringt í Uganda. Forsetin er
notoriskt
korruptur,
gjógvin
ímillum rík og fátæk størri enn
mangar aðrar staðir, rættartrygd
er eitt tómt hugtak og mong
eru tey, sum ikki eiga fyri mat í
munnin. Fyri at varðveita valdið
er tað tá umráðandi at finna ein
minnilutabólk, sum kann gerast
fíggindin hjá tí skurvblandaða og
stóra meirilutanum. Fíggindin, ið
lá næstur vóru tey samkyndu.
Eygleiðarar í miðlaheiminum
ivast í, hvørja støðu forsetin innast
inni hevur um hesi viðurskifti,
og tað er eisini líkamikið, tí tað
sum er alt avgerandi fyri hann, og
áhugamálini hann umboðar, er fyri
ein og hvønn prís at varðveita hitt
politiska valdið. Tey samkyndu eru
harvið offur fyri einum beinhørðum
populistiskum ráki, sum í lóggávu
forðar fyri, at eitt stríð um virðir og
rættindi hjá borgarunum tekur seg
upp í landinum.
Fyri kortum var eitt mál um
rættindi hjá teimum samkyndu í
Føroyum felt á tingi. Umboð úr øllum
andstøðuflokkunum, uttan Gamla
Sjálvstýrinum,
áttu
uppskotið.
Samgongan stóð sum ein maður
eftir ultimativum kravboðum frá
Jenisi og Miðflokkinum, og Kári
Páll Højgaard ripaði Kristionnu
Winther Poulsen á dyr, fyri at
hesin gamli mentaflokkurin ikki
skuldi fáa eina skeinu í lakkið og
Janus Rein man hava fingið okkurt
slag av kvababbilsi, tí lítla løtu fyri
atkvøðugreiðsluna rýmdi hann við
ferð av tingi, har hann annars varð
valdur, m.a. fyri at tryggja teimum
samkyndu somu rættindi sum
tey heteroseksuellu eiga í sam
felagnum.
Eftir
atkvøðugreiðsluna
eru
ábendingar komnar undan kavi
um, at politiska gongulagið í sam
gonguni var meiri kálvakníggjað
enn tað, sum vit veljarar fingu
fatanina av umvegis miðlarnar.
Røddir í Sambandsflokkinum t.d.
hava givið ilt av sær, men eftir
kravboðum frá Kaj Leo Holm
Johannesen, formanni, var ongin
slingur í valsinum, tá avgerðin fall
og málið um samkyndu rættindini
varð foykt út úr okkara lítla heima
stýrisparlamenti hin 13. mars 2014.
Ungandiskir
tilstandir
ráða
harvið í Føroyum í rættindamálum,
táið tað snýr seg um hvørt samkynd
í parlagi formelt kunnu agera í
samfelagnum á sama hátt sum
aðrir borgarar. Í rættindahøpi.
Hóast heimspressan ikki hevur
sett ljósvarparan á løgmann í
hesum viðfanginum, eitt danskt
heimastýri er jú týdningarleyst í
heimshøpi, so er tað eitt faktum,
at hann í hesi politisku útinnanini
hevur kopierað støðuna hjá Yoweri
Museveni. Tað ræður um at halda
rimmarfast um politiska valdið, tað
ræður um at fylgja populistiska
rákinum til eina og hvørja tíð
fyri at tekkjast teimum, ið røkja
haldføri og styrkina í líminum, sum
heldur tær føstum á taburettini, og
frægasti mátin at vinna sær sjálvum
hesar fyrimunir er at forða fyri at
virðismál, sum eitt nú løgtingsmál
no. 53/2013, vinna frama.
Fyri løgmann snúði løgtingsmál
no. 53/2013 (Uppskot til ríkislógar
tilmæli um broyting í “Anordning
om ikrafttræden for Færøerne af
lov om ægteskabs indgåelse og
opløsning”) seg ikki um rættindini
hjá teimum samkyndu í Føroyum,
men um rættin hjá Kaj Leo Holm
Jóhannesen
sjálvum
at
verða
sitandi frammi í skutinum á
politisku skútu landsins. Í so máta
var Jenis av Rana enn einaferð
bønhoyrdur. Og vavsturin av trúgv
og politikki aftur knæsettur sum
ein veruleiki, vit eftir øllum at
døma mega venja okkum við.
Nú er lítið meira enn hálvtannað
ár til val verður aftur til Føroya løg
ting. Stóri spurningurin er, um eitt
so frægt alternativ finst eftir tað,
at tað kann gera upp við hendan
merkiliga leikin, sum borgarar
landsins nú eru sjónarváttar til
sum apatiskir eygleiðarar. Tað
finnast fólk í øllum flokkum, sum
eru ógviliga ymisk á máli um oman
fyri umrødda spurning, og argu
mentatiónin er lakari og dyggari
í rationalinum, alt eftir hvønn tú
tosar við, men eitt fólkaræði, sum
ikki virðir sínar minnilutir, hevur
undir øllum umstøðum spælt fallit.
Kortini fer eitt mál sum hetta at
vinna frama, lítil ivingur er um tað,
fólkakravið verður eftirhondini so
treyst í sínum substansi, at sjálvt
teir mest primitivu valdshavararnir
smokka undir trýstinum.
Ímeðan kunnu vit taka tað við
inn í bønir okkara, at eitt regime
skifti kemur í føroyskum politikki
eftir næsta val, sum er nakað
meiri modernað enn hendan mið
aldarstjórnin, sum nú regerar í
Føroyum. Í løtuni tykist einasta
loysnin vera, at andstøðuflokkarnir
aksla síni skinn, og halda saman
fram í eitt val og eftir tað. Leiðslu
spurningurin gerst sum oftast stóra
minufeltið, tá stjórn skal skipast,
men kundi man frammanundan
valinum sáttast um, at størsti
flokkurin á valinum fær leiðsluni og
løgmann í eini nýggjari samgongu,
so var nógv vunnið í mun til
hendan sorgarleikin, vit nú eru
eygnavitni til í okkara kæra landi,
og tá slapst eisini burturúr hesum
afrikanska hússetrinum, sum fyrst
og fremst løgmaður ber kannuna
av. Never mind sum papageykur
ella apologetur, men sambært
formalia er tað nú einaferð soleiðis,
at hann situr á valdinum og avgerð
hvat tað skal brúkast til, m.a. til
at knúlva síni egnu til at ganga
í disciplinerari takt, tá Jenis ella
Jørgen krevja tað.
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi løgtingsmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Bønhoyrt afrikanskt hússetur
Jógvan
við Keldu
Yoweri Museveni hevur sitið
í forsetastólinum í 27 ár, og
skilið er ringt í Uganda