Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 "Inklusjón er týdningarmikil. Og fyri meg er ongin ivi um, at tað er rætt at lata børn við menningartarni koma inn í sonevnda "normaløkið", altso, inn í vanligu skúlarnar," sigur Harry Knudsen, námsfrøðingur. Skúlin í Runavík: Børn við serligum avbjóðingum Grækaris Djurhuus Magnussen - PRESS Hann hevur áhuga fyri menn­ iskjum. Hvussu menn­iskju hava tað, hvussu tey bera seg at, og hvussu tey verða viðfarin. Og hvørjar møgu­ leikar, vit sum samfelag, geva hvørjum øðrum. Í stovuni hanga fleiri máln­ ingar. Harry Knudsen hevur gjørt teir flestu. Myndirnar eru av fólki, andlitsmyndir, eisini av egnu familju síni. Harry Knudsen er ikki bara námsfrøðingur við serligum áhuga fyri sosiala økinum, hann er eisini listarmaður. Í serliga rúmi sínum í kjall­ ar­anum stendur eitt ótal av málningum, m.a. eitt av mið­ flokkamonnunum, Jenisi av Rana, Bill Justinussen og Karsteni Hansen. Her eru eis­ini fleiri myndir av øðrum politik­arum. Ja, her er ein rúgva av málningum av fólki, menniskjum. Áhugin fyri tí einstaka fornoktar seg ikki. Onki at undrast á, at hann arbeiðir við sosial­ peda­gogikki. Spennandi ætlan Fyri fimm árum síðan fór ein bólkur av námsfrøðingum, lær­arum, fólki innan heilsu­ verkið og øðrum í Runavíkar kommunu undir eina serliga ætlan: At inkludera fýra børn við autistiskum eyðkennum í ein púra vanligan flokk í Runa­víkar skúla. Ein av stig­ takarunum var Harry Knud­ sen. "Í fyrstuni ivaðust nógv, eisini myndugleikarnir. Men tað eydnaðist okkum at fáa øll við í ætlanina, og komm­ unan hevur verið fram­úr hjálpsom í hesum arbeið­ inum," sigur Harry Knud­ sen. Hann er sannførdur um, at tað hevur týdning fyri tann menningartarnaða og alt sam­felag­ið, at hesin næm­ ingurin við serligum tørvi verð­ur inkluderaður í ein van­ligan skúlaflokk. Hetta er tað, námsfrøðingar rópar inklu­sjón. "Tað øvugta, ekslusjón, merkir t.d., at børn við menn­ingartarni ganga í ser­ flokkum ella í serskúlum. Tað kann vera gott fyri nak­rar næmingar. Men tá liva teir í einum sonevndum para­ lellsamfelag, teir koma ikki regluliga í samband við - og at spæla við børn, sum ganga í vanligum skúlum. Og tað kann vera rættiliga spell," heldur Harry Knudsen. Uppgáva um ADHD og autismu Harry Knudsen hevur tikið bachelor-prógv í námsfrøði. Høvuðsuppgávan snúði seg um inklusjón kontra ekslu­ sjón av børnum við ADHD og autismu. Hetta er eisini økið, hann arbeiðir við í dag. "Okkara sjónarhorn var at inkludera børn við ADHD og autismu í normaløkið. Vit fóru inn at hyggja eftir, hvat skal til fyri at fáa tað at rigga. Og vit komu millum annað til, at tað er týdningarmikið, at normeringin. Og tað er av stórum týdningi, at játtanin eisini fylgir við tímatalinum, annars riggar ikki, sigur hann. Alt avgerandi er eisini, at játtanin er soleiðis, at ser­ frøðin kemur inn ein til ein. Tað er, at ein námsfrøðingur ella annar professjónellur stuðul er inni í flokkinum fyri hvønn einstakan næming við serligum tørvi. "Tú hevur ongan møgu­ leika at lofta barninum, um játt­anin ikki er ein til ein. Vit kunnu ímynda okkum, at vit hava ein næming, sum ikki megn­ar at vera í vanligu skúla­stov­uni ein ávísan tíma meira enn kanska einar 20 minuttir. Er játtanin ein til ein, so kann professjónelli stuðulin taka seg aftur við næm­inginum eina løtu, til hann aftur er til reiðar at fara inn í flokkin. Men tað ber ikki til, um tað eru færri stuðlar enn ein til ein. Og tað er spell fyri allar partar í flokkinum. Næmingurin verður órólig­ ur, hinir næmingarnir verða órógvaðir, og lærarin harm­ ast, tí hann heldur seg ikki megna uppgávuna," sigur Harry Knudsen. Trupulleikin kann ongan­ tíð vera børnini. Tað er játt­ an­ina, tað snýr seg um. Um játtnin til barnið er í lagi, so ber eisini til at hjálpa barn­ inum. "Vit skulu gera okkara arbeiði so gott, at vit glíða meira og meira burtur. Í veruleikanum arbeiða vit fram ímóti, at børnini megna so væl gerandisdagin, at óney­ðugt verður við okkara hjálp. Vit arbeiða á ein hátt fram ímóti at gerast arbeiðs­ leys, tað er í hvussu er hug­ sjónin," sigur hann. Byrjaðu í gamla skúla Tað var í 2009, at farið varð undir spennandi ætlanina í Runavíkar skúla. Fýra næm­ ingar, onkur við autistiskum eyðkenni og onkur við ADHD, skuldu í 1. flokk. Serútbúgvin fólk innan økið arbeiddu av øllum alvi fyri, at hesi fýra børn­ ini skuldu inkluderast í ein vanligan skúlaflokk. Burtur úr tí arbeiðinum kom m.a. "Uppskot til námsætlan í Runavíkar kommunuskúla." Hetta var ein námsætlan innan sjálvt serstovuøkið í Runavíkar kommunuskúla. Onki slíkt tilfar var tókt frá Mentamálaráðnum. Teirra millum, sum ar­ beiddu við hesum, vóru Hugo Leo, Harry Knudsen, og Lena Jcobsen, serlærari í Runavíkar skúla. Lena Jacob­ sen er væl kend fyri sítt stóra arbeiði sum serlærari á økinum. Í uppskotinum stendur m.a.: "Málini kunnu vera lang­tíðarmál ella fyri styttri tíð. Fakligu málini seta starvsfólkini, meðan mál fyri persónligu menningina verða gjørd í samráð við foreldrini. Sum dømi um menningarmál kunnu nevnast mál og sam­ skifti, sosialt virksemi og atferð, spæl og ítriv, rørslur, sansir og sjálvhjálpni." Eftir summarfrítíðina í 2009 byrjaðu teir fimm næmingarnir í einum vanligum flokki í gamla skúla í Runavík. Samstundis fekk sertoymið eisini onnur høli í skúlanum, sum tey kundu trekkja seg aftur til, hvørja ferð, tað var neyðugt. "Kommunan gav okk­um soleiðis avbera góðar um­ støður at byrja hetta arbeiðið. Og eg kann lova tær fyri, at arbeiðið hevur givið úrslit. Sást tú hesar næmingarnar, tá teir byrjaðu, so trúði tú tí ikki. Tú noyddist næstan at halda teimum fyrstu tíðina. Í dag eru næmingarnir ein fult integreraður partur av einum vanligum skúlaflokki," sigur Harry Knudsen. Speglingin týdningarmikil Serfrøðingar innan stuðuls­ økið kunnu gera nógv. Men Her byrjaði tað, í gamla skúla, og her hava tey framvegis næmingar við serligum tørvi. Á myndini: Tove Nielsen, námsfrøðingur, Harry Knudsen, námsfrøðingur, og Marita Joensen, lærari Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí sambandinum prenta vit fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Fyrsta greinin var í blaðnum mánadagin, og er hetta tí onnur greinin í røðini. Hinar báðar koma í blaðið næstu tvey vikuskiftini. Tað er journalisturin Grækaris D. Magnussen, ið skrivar greinarnar.