Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Harry Knudsen er sann­førd­ ur um, at tað hevur stóran týdning at inkludera børn við menningartarni í vanliga samfelagið. Og royndirnar hjá serliga toyminum í Runa­ víkar skúla eru góð prógv. "Fyrstu tíðina dugdu næm­ ingarnir við serliga tørvinum illa at vera millum hinar næm­i­ngarnar. Men so tekur tú teg aftur. Og so leggur tú á aftur. Spakuliga, men trygt nærk­ast næmingarnir. Og tað er her, at speglingin er so týdn­ingarmikil. Eitt er, hvat vit sum serfrøðingar kunnu læra teir, men bestu læruna fáa teir við at spegla sær í hinum næmingunum. Sum frálíður vita tey, at soleiðis og soleiðis bera hini seg ikki at. Og kanska gera vit okk­ urt skeivt. Tey læra av hin­ um. Nú vita tey, hvussu tey skulu bera seg at millum hin­ar næmingarnar. Og í dag eru tey ein fullkomin partur av flokk­inum," vísir Harry Knud­sen á. Tá føðingardagar eru í flokkinum, verða næming­ ar­nir við serligum tørvi bod­ nir við. Ongin setur spurn­ ar­tekin við tað. Tað er ein sjálv­fylgja. Og hóast tað ikki sæst so væl á teimum, so vita tey, ið kenna hesar næm­ingarnar, at teir fegnast hvørja einastu ferð um at vera ein natúrligur partur av hinum. "Haraftrat er onkur av næm­ingunum sera væl fyri fak­liga t.d. í støddfrøði," fegn­ ast Harry Knudsen. Í uppskotinum til náms­ ætlan í Runavíkar skúla nevna tey trý viðurskifti, sum óloysiliga hanga saman, skal virksemið eydnast: Tíð, samstarv og karmar. Aftrat hesum nevnir Harry Knud­ sen fýra viðurskifti: Spegl­ ing, toleransa, opinleika og rúm­ligheit. "Hetta eru grundleggjandi viðurskifti, sum skulu til fyri at framtíðin hjá hesum ungu skal eydnast. Hetta er tað, sum kann verða við til at geva teimum eitt gott lív," heldur hann. Hey, Harry, hvussu gongur? Eg fekk sjón fyri søgn. Ser­ toymið í Runavíkar skúla hevur verið við til at broytt lívið hjá hesum næm­ing­un­ um nógv. Vit eru á veg inn í Rúna­ víkar skúla. "Hatta eru tríggir av okk­ ara næmingum, sum sita har beint innan fyri hurðina," sigur Harry Knudsen mær. Tað er fríkorter. Vit lata hurðina upp, og har sita teir so fittir. Hyggja í eina bók ella Ipad. Okkurt sovorðið. "Hey, Harry, hvussu gong­ ur", spyr ein teirra. "Jú, jú, hjá mær gongur væl," svarar Harry Knudsen. "Tað gongur eisini væl hjá mær," sigur hesin ungi. Hann er bæði glaður og errin, tá hann sigur mær, at júst hasin næmingurin var ein, tú nærmast noyddist at halda fyrstu tíðina. Í dag ber hann seg at sum aðrir næm­ ingar. Fegnast um støðuna. Vísir áhuga fyri hinum. "Eg veit, at tað sjálvandi ikki eru øll børn við menn­ ingar­tarni ella serligum av­ bjóðingum, sum kunnu fara ígjøgnum eina sovorðna skipan. Men nógv kunnu. Og fyri tey er tað gott. Tey kenna seg viðurkend. Sam­ felagsnyttan er eisini nógv størri, um tú vilt. Tað er nógv kostnaðarmiklari at hava sovorðin børn á stovni. Og so er hetta ein góður háttur at gera tey til ein natúrligan part av okkum," heldur Harry Knudsen. Vit ganga runt í nýggja og væl útgjørda skúlanum. Her er ljóst og vinarligt. Her er serstovan, sum stuðlarnir kunnu taka seg aftur í sam­ an við næminginum. Her fáa tey frið. Og her hava tey sítt egna pláss. Løtu seinni eru vit inni á stóra bóka­ savninum. Í einum stóli situr ein av næmingunum hjá ser­ toym­inum stillur og lesur. Ein annar spákar aftur og fram, tekur eina bók, blaðar upp og setur seg. Friðarligur. Ongin kann siga, at hetta eru næm­ingar, sum høvdu stórar trupulleikar at vera saman við øðrum fyri smáum fimm árum síðan. Visualisering og konkretisering Á bókasavninum hitta vit tveir av starvsfeløgunum hjá Harry Knudsen, Evi Mikkel­ sen, námsfrøðing, og Fríðu Johannesen, sum er ergo­ tera­peutur. Í prátinum teirra millum kemur fram, at tá tey hava lítið at gera í tím­unum, er tað tekin um, at næm­ ingarnir hava tað gott. Tey tosa um mongu amboðini, tey brúka í arbeiðinum. Aftur hoyri eg orðið "spegling", hetta at næmingar við menn­ ingartarni læra av hinum næm­ingunum. "Vit hava eisini nýtt so­ nevnda viðurkennings­skip­ an. Eg veit, at øllum dáma ikki slíkt, men veruleikin er tann, at tað riggar. Fyrstu tíðina kundu vit siga, at um tú roknar í 10 minuttir, so skalt tú sleppa at spæla nintendo í 10 minuttir. Tað riggar, og tað er tað týdningarmesta," sigur Evi Mikkelsen. "Tað hevur eisini verið rættiliga týdningarmikið at visualisera og konretisera, serliga fyrstu tíðina. Vit hava nýtt myndir, t.d. hava vit havt eina mynd fyri fríkorter, eina fyri wc, eina fyri svimjing o.s.fr. Tað hevur týdning, at børnini skilja rammurnar, og at tær eru ítøkiligar, sigur Fríða Johannesen. Næmingarnir hava eisini kontaktbók, sum teir altíð hava við sær. Á tann hátt kunnu øll fylgja við í, hvat teir gera, bæði í skúlanum, frítíðarskúlanum og aðra­ staðni. Onkuntíð skriva for­ eldrini í bókina um, hvat næmingarnir hava gjørt í vikuskiftinum. Tá ber til at tosa við næmingin um tað. "Í dag hava vit nakrar glaðar og væl nøgdar næm­ ing­ar. Næmingar, sum trív­ ast inni í einum vanligum skúla­flokki. Næmingar, sum hinir næmingarnir taka við í so mongum høpi, t.d. í føðingardagar og til tað, tey rópa vinarbólk. Vit kunnu bara fegnast um, at arbeiðið hevur givið so gott úrslit," siga tey trý, Fríða Johannesen, Evi Mikkelsen og Harry Knudsen. Harry Knudsen uttan fyri arbeiðspláss sítt, Runavíkar kommunuskúla Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen Navn: Harry Knudsen Útbúgving: Námsfrøðingur 2007 Aldur: 38 ár Kona: Nanna Hentze Knudsen Børn: Benjamin 14 ár, Teitur 8 ár, Emma Charlotta 4 ár Arbeiði: Runavíkar kommunuskúli Fakta Inni á bókasavninum í Runavíkar kommunuskúla: Harry Knudsen, námsfrøðingur, í práti við Evi Mikkelsen, námsfrøðing, og Fríðu Johannesen, ergoterapeut Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen