Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskidagar á uppboðssølu, hvussu man tað fara at rigga? Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur M Sc Í sambandi við eina fiski­ vinnu­nýskipan eru rødd­ ir frammi um, at ein minni partur av okkara fiska­til­ feingi skal seljast á upp­boðs­ sølu, heldur enn at alt verður lutað út politiskt. Summir flokkar tosa um uppsjóvarfisk eina, og aðrir vilja, at uppboðssøla skal eisini galda botnfiskaveiðu undir Føroyum. Skal ein partur av loyv­ un­um til botnfiskaveiðu und­ir Føroyum um eina upp­ boðs­sølu, og skulu vit fram­ haldandi fiska undir eini fiskidagaskipan, er neyð­ugt við ásetingum soleiðis, at bjóðast kann undir sam­ bær­ligum treytum, tí tað er himmalvíður munur á hvat tann stórsti trolarin kann fáa burtur úr einum degi saman­borið við minsta snellu­bátin. Hóast dagarnir, sum skulu seljast á uppboðssølu, fyrst verða lutaðir út á skipabólkar í fiskidagaskipanini, er fram­ vegis stórur munur á fiski­ orku inni í hvørjum bólki sær, og henda orkan er læst við lóg. Hyggjuráðini kunnu so vera at býta upp í undirbólkar, sum longu er gjørt í samband við partrolarar, men hóast hetta, vil ein ávísur kapp­ ingar­avlagandi ójavni verða til staðar, tí skipini hava tó ymiska og fastlæsta fiski­ orku. Hesin háttur at skipa upp­ boðssølu í bólkum vil bara fasthalda og enntá økja um stirvna og óhepnu skipabýtið í føroyska heimaflotanum, eitt uppbýti, sum tíðin langt síðani er farin frá. Ein annar og meira fríur háttur at skipa uppboðs­søl­ una kundi verið, at hvørt skipið fær ein um­roknings­ faktur í mun til roknaða fiskiorku, soleiðis at øll skip í fiskidagaskipanini kundu bjóða uppá eina og somu pulju av fiskidøgum. Á henda hátt kundi ein ávísur dyna­ mikkur verði skaptur í fiski­ daga­skipanini, soleiðis at dagar fluttu millum bólkar tann vegin, sum tað sýntist at loysa seg best. Henda seinna skipanin vil tó ikki koma at rigga í veruleikanum. Fyri tað fyrsta er ásetta fiskiorkan millum húk og gørn á aðrari síðuni (LxBxD), og trol á hinari ikki síðuni (LxBxDxkW) ikki sambærlig. Harafturat hevur ásetta fiskiorkan lítið og onki við veruliga fiskiorku at gera, tí har eru so nógvir aðrir faktorar, sum ávirka. Og so kann eisini nevnast, at ásett fiskiorku fyri línuskip er strikað úr lógini. Líka mikið hvussu ein upp­boðssøla av fiskidøgum verður skipað, so vil polit­ iskt ásett skipabýti, fiski­orka og ella møguligir um­rokn­ ingsfaktorar ávirka gongdina í fiskivinnuni í nógv størri mun enn veruligar mark­ naðar­kreftir. Vit fáa sostatt ikki tann hart tiltrongda dynamikkin inn í heimaflotan, kanska tvørturímóti, og treytirnar fyri at koma sum nýggjur inn í vinnuna, verða í størri mun stýrdar av politiskum ásetingum heldur enn mark­ naðarkreftum. Um vit í staðin skipa fiski­ skapin við eini kvotaskipan, verða ongir av omanfyri nevndu trupulleikum. Ein partur av fiskirættind­ unum kann tá seljast á upp­ boðssølu í einari pulju fyri kr/kg, og so kunnu øll skip bjóða á sama grundarlagi, tann minsti snellubáturin eins væl og størsti trolarin. Ongi bólkabýti nýtast, ong­ in ásett fiskiorka og ella um­rokningsfaktorar, tí tað snýr seg einans um hvør, ið kann vinna mest burtur úr hvørjum einstøkum kg. Lítli snellubáturin hevur fyrimun av lágum kapital- og rakstrarkostnaði. Stóri trol­ arin kann fiska skjótt, men noyðist at dragast við stóran kapital- og rakstrarkostnað. Onkur fiskiskapur loysir seg kanska betur við húki og umvent annar við troli. Tað er eisini mikið meira einfalt, at keypa sær atgongd til rávøru fyri kr/kg og so selja aftur, meira ella minni hagreitt, fyri kr/kg, heldur enn at keypa dagar og selja kg, tá ið tú illa veitst hvussu nógv kg eru í einum degi, og tað enntá er sera ymist frá skipi til skip. Við at selja kvotur heldur enn dagar á uppboðssølu, slepst undan politiskt ásett­ um bólkabýti, fiskiorku og ella umrokningsfaktorum. Mark­naðarkreftirnar eina koma tá at ráða, og flota­ sam­an­setingin, skip og reið­ skapur, vil flyta seg á tann bógvin, sum tað loysir seg best búskaparliga. Er, av eini ella aðrari grund, politiskur áhugi fyri, at verja ein skipabólk ella reiðskap, móti ov harðari kapping ella sterkum kapitali, ber til at marka partar av kvotunum til ávísa skipabólkar ella reið­ skap. Sjálvandi hevur kvota­ skip­anin sínar vansar, men til tað sigi eg, sum Churcill um demokratiið: “Ein lorta skipan, men eg kenni tíverri onga betri”. Føroysk línuskip við skerdan lut Eyðvarur Petersen Pelagiska vinnan hevur havt rekordár - hvørt ár - í mong ár. Pelagisku skipini geva eigarunum árliga eini 30-40 mió kr í kassan pr. skip, og tá er manningin avroknað við sínari millión pr. fiskipart. Tað er gleðiligt, tí tá er altíð nakað eftir at býta við onnur, sum nú verður neyðugt. Føroysk línuskip hava tí­ verri í nógv ár havt søguliga lága veiðu í miðal pr. húk, meðan útreiðslurnar hava verið rekord høgar. Møguliga er ein orsøk, at stóru pelag­ isku stovnarnir troka hvít­ fiskin av grunnunum. Fiski­ frøðin sigur, at hvítfiskur og pelagiskur fiskur eta ikki av somu føði, men tað kann saktans hugsast, at hes­ir ymisku stovnarnir ikki trív­ ast í sama havøki í senn. Í 2013 fingu Føroyar av nýggjum toskakvotu á Flemish Cap. Øll vita, at hon fyrst og fremst var ætl­að línu­skipunum, sum eisini eiga upprunaligu søgu­ligu rættindini til hana. Línu­ skipini fiskaðu eisini skjótt og væl tað mesta av kvotuni. Tann, sum hevur fylgt eitt sindur við í ár, veit, at lands­stýrismaðurin í fiski­ vinnu­málum hevur loyvt føroyskum trolarum og ei­ num føroyskum móð­urskipi at skundfiska tað mesta av kvotuni uttanfyri sesongina hjá línuskipunum, sum eru nógv meira bundin at árs­ tíðini og veðrinum, enn trol­ ararnir eru. Politiskur vilji var at seta skott í kvotuna millum trolarar og línuskip, men onki hendi. Avleiðingin er longu sjónlig, tí línus­ kipini fáa ikki líkinda part av kvotuni í ár, sum longu er nærum uppfiskað. So hetta var eitt vána skott, ið lands­ stýrismaðurin legði fyri dag­ in í atgerðarloysi. Íslandskvotan fyri 2014 er hvørki forhandlað ella býtt, men fyribils kunnu línu­ skipini fiska tað sama sum í fjør. Ongin veit enn, hvussu ís­landskvotan sær út eftir endaligu samráðingarnar, og ongin veit, nær tær vera lidn­ar. Føroyar mugu her for­handlað seg til eina betri kvotu við at brúka pelagisku eyka­tonsini sum agn. Ein revsing á húka­flot­ an, sum føroysku myndug­ leikarnir hava funnið uppá burturúr ongum, er, at føroysk skip, sum landa meira enn 25% av íslandskvotuni í Íslandi, verða revsað í tonsum, men fáa tó onga bót. Tað eru ongi skilagóð argu­ment fyri at gera hetta; tí má hendan revsingin av­ takast nú. Skipini mugu altíð sleppa at landa har, sum mest fæst fyri fiskin, og við­hvørt ber ikki til at sigla millum lond við smáum skip­um vegna óveður. Tí landa nøkur í Íslandi, men missa kvotu av tí sama. Tá er betri at tveita tonsini í havið og byrja nýggjan túr. Hetta kemur undir idioti, sambært orða­bókini. Pelagiska vinnan veit longu neyvt, hvat hon fær í ár, og meira enn í fjør, men fesk­fiskaflotin veit bara, at fiski­dagarnir á føroyska økin­um eru skerdir aftur í ár. Stóru íløgurnar í frysti­ línu­skip hava longu fingið ein stóran politiskan mót­ spælara í mistari kvotu á Flemish Cap. Nýggja fiskiveiðuavtalan við grannalondini ger, at norð­menn aftur fara at leggja seg á djúpt vatn eystanfyri, har føroysku línuskipini í eini 3 ár nú hava fingið brúki­ligan fiskiskap ein part av árinum. Eisini har verða veiðu­møguleikarnir skerdir í ár. Undirritaði ynskir við hesum lesarabrævi at gera vart við, at í løtuni eru 11-12 línuskip í vinnu meðan uml. 8 loyvi liggja klár at taka fram, um veiðumøguleikarnir betr­ast aftur. Á teimum nú­ ver­andi 12 línuskipum eru í miðal 14 menn, tvs. uml. 170 ársverk. Línuskipini hava í 2012 og 2013 árliga landað 13-15.000 tons av fesk­fiski. Hetta svarar til 180-200 árs­ verk á landi. Sostatt eru uml. 350 føroysk ársverk knýtt beinleiðis at línu­flot­ an­um. Tey pelagisku virðini fella á fáar hendur, ið gerast ríkari ár um ár, meðan línu­ flotin skapar tey nógvu arbeiðsplássini og brúkar eginpening til raksturin, sum tíverri gevur hall, mest av politiskum ávum vegna væntandi veiðurættindi. Umborð á línuskipunum eru rættuliga nógvir ung­ling­ ar, tí línuskipini hava tradi­ tión fyri at hava eina ávísa útskifting av manningini ár um ár meðan gull-skipini hava nærum statiska mann­ ing í áratíggjur og eru tí nærum ikki opin fyri nýggjari manning. Línuflotin er við skerdan lut, og politiskt er tíverri lítið gjørt fyri at bøta um korini hjá línuflotanum, men í 2014 skal broyting koma í. Tí vil eg við hesum heita á landsins høgt virdu politikkarar um at syrgja fyri, at línuflotin í 2014 fær sín sjálvsagda rætt til ein part av meirvirðunum í pelagiska fiskatilfeinginum kring oyggjarnar. Antin sum part av býtiskvotu við londini vit samstarva við, ella sum eginkvotu at umsita sjálvur. Um onki hendir til bata fyri línuflotan, so missir før­oyska samfelagið skjótt tey uml. 370 arbeiðsplássini, sum línuflotin ber, og hetta verður til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Virðingarmest