Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 21. mars 2014 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyar fyri øll Anna Malan Jógvansdóttir Vegna Unga Tjóðveldið Í føroyska fólkaræðinum er eitt sár. Sárið er sjálvsagt rættindi teirra samkyndu. Bjørt Samuelsen, Poul Mikk­ el­sen og Rigmor Dam settu plástur á við teirra upp­skoti um broyting av hjúna­bands­ lógini. Tíverri fall uppskotið 13. mars. Hóast ikki annað úrslit var væntað, so er hetta ein dygg­ur smeitur fyri føroyska fólka­ræðið. Tað er veruliga skammi­ ligt, at Føroyar ikki so mikið sum klára at yvirhalda heims­ yvirlýsingina av manna­ rættindum, ið er grundar­ steinur fyri, at fólkaræðið skal virka. Sambært fyrsta broti í henni eru vit øll fødd fræls og javnlík. Sostatt skal eingin munur gerast á nøkrum borgara. Lesa vit víðari, stendur, at ein og hvør vaksin hevur rætt at giftast. Um tað eru tveir menn, tvær kvinnur er líka mikið. Mannarættindini eru jú fyri øll. Sostatt hevur kyn einki at siga. Vit muga ikki gloyma, at plástrið er enn á sárinum. Hóast uppskotið fall, so var tað ikki lagt fram til fánýtis. Vit eru nú komin eitt stig nærri, at rættindi teirra samkyndu standa á javnum føti við øll onnur. Dagurin rísur skjótt, tá allir føroyingar standa javnir. Arbeiðir borgarstjórin við eini fjaldari dagsskrá um at steðga útbyggingini av fjarhitanum í Tórshavn! Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi Tað eru tekin í sól og mána um at afturhaldskreftirnar í bý­ráðnum tíverri eru við at fáa fastatøkur og at byggja land í høvuðs­staðar­komm­ ununi eru við at kámast. Á síðsta býráðsfundi legði borgarstjórin fram eina umraðfesting av íløgu­ ætl­an­ini fyri 2014. Íløgan á góð­ar 5 mió. kr. til at dagføra Sunds­vegin, harvið m.a. fyri­ reikingarnar til at fáa fjar­ hitan oman til hallirnar í Gunda­dali og víðari út um býin, eru fluttar til ítróttin. Ja, við einum pennastroki hevur borgarstjórin strikað hesa framskygdu ætlan. Undir umrøðuni á býráðs­ fundinum umtalaði borgar­ stjórin Fjarhitafelagið sum ein 3. persón, og sum ein mót­støðupart, hóast at tað eru Tórshavnar kommuna og Sev, sum eiga Fjarhitafelagið. Og Tórshavnar kommuna eigur jú saman við hinum kommununum Sev; v.ø.o. er Tórshavnar kommuna stórsti eigari av Fjarhitafelagnum. Á býráðsfundinum førdi borgarstjórin fram at “man meinti” og “vit meta”, at Sundsvegur kann bíða, og at tað er einki er til hindurs fyri, at Fjarhitafelagið kann fara í gongd við at leggja fjarhitarør í verandi Sundsveg o.s.fr. Á býráðsfundinum spurdi eg fleiri ferðir borgarstjóran hvør “man” og hvør “vit” vóru, men hetta fekk eg sjálvandi ongantíð svar uppá. Seinni havi eg fingið staðfest, at tað hvørki er Fjarhitafelagið ella tekniska umsitingin hjá býráðnum, sum eru komin við hesum tilmæli, sum borg­ arstjórin vísti til. Tekniska nevnd hevur fyri langari tíð síðani avgjørt at Sundsvegurin skal dagførast fyri at kunna taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni til høvuðsstaðin og samstundis skulu fyrireikingarnar gerast til at leggja fjarhitarør í vegin. Sostatt er ætlanin at gera alt um somu leið, at dag­føra veg­in og at fáa fjar­ hitan om­an í býin. Tey, ið dagliga ferðast eftir Sunds­ vegnum vita, hvussu ónøkt­ andi ferðslu­viður­skiftini longu eru, og tí er neyðugt at gera nakað longu nú, áðrenn økta ferðslan frá inn­komu­ vegnum fer at gera viður­ skift­ini á Sundsvegnum heilt ómøgulig. Stórar byggiverkætlanir eru í býnum, kommunalar, lands og privatar, og sum eru áhug­aði í at verða knýttar í fjar­hitan. Kann nevna bygn­ingar og arbeiðspláss sum Musikkskúlin, Fót­ bólts­samband Føroya, BankNordik, Svimjihylurin, Mið­námsskúlin, Lands­ sjúkra­húsið v.fl. Mikukvøldið verður aftur býráðsfundur, har ætlaða umraðfestingin av íløgunum skal staðfestast. Mín vón er, at býráðið sær álvarsemið í hesum máli og tekur borgar­ stjóran av ræði; júst sum gjørt varð, tá ið avgjørt varð at leggja sjóvarhita á Borðanesheiminum á sinni. Tí var tað borgarstjórin sum einsamallur ráddi fyri durum tá, var eingin sjóvarhiti yviri við Strond í dag. Málið snýr seg um at byggja land, at gagnnýta okk­ara egna tilfeingi, og at gera hetta burðardygt. Parkering og fígging av parkeringsplássum Heðin Mortensen borgarstjóri Sera margháttlig viðgerð av ferðslulógini í tinginum henda dagin, sum endaði við bara at snúgva seg um par­ keringsviðurskifti og -bøtur í høvuðsstaðnum. Parkeringsgjaldið er um­ fatað av ferðslulógini, sum løgtingið regulerar. Avgjaldið fyri ólógliga parkering er tí til viðgerðar í løgtinginum, ikki í Tórshavnar býráð. Fútin umsitur skipanina, tí fútin er tann einasti, sum hevur heimild at krevja inn bøtur. Skipanin er soleiðis, at tá umsiting og lønir eru goldnar, fær Tórshavnar komm­una møguliga avlopið av p-gjøldunum - men er hall, má kommunan gjalda hallið. Nú fleiri tingmenn al­ ment hava úttalað seg um stødd­ina á avgjaldinum fyri ólógliga parkering, so er best at fáa nøkur fakta uppá pláss. Tórshavnar komm­ una hevur í mong ár roynt at finna eina loysn á par­ kerings­viðurskiftunum. Í mong ár hava vit biðið um heimild til at taka eitt lítið parkeringsgjald, so vit høvdu kunnað gjørt ein grunn, sum fíggjaði keyp og bygging av parkeringshúsum/økjum í býnum. Landsmyndugleikarnir hava sovið á hesum máli í áravís, so heilt uttan skuld eru teir ikki. Landið fær eis­ini allan vegskattin, og tað er heilt greitt, at Tórs­ havnar kommuna ikki kann gera risastórar íløgur í parkeringsøki og -hús til fólk úr øllum landinum, ið koma aðrastaðnis til Havnar í arbeiðsørindum ella øðrum ørindum. Sum er hava vit eisini stórar útreiðsl­ur av stóra slitinum av píka­dekk­ um. Vit liggja tó ikki á løtu síðuni. Ein umskipan av øll­ um parkeringsøkjunum í býnum er í gongd, og partur av stóru arkitektakappingini fyri miðbýin umfatar uppskot um bæði parkeringspláss, par­keringskjallarar og par­ kerings­hús. Tað var longu í 2001, at vit settu ein bólk undir teknisku nevnd at gera uppskot til at orða kommunala ferðslu­ politikkin. Álitið kom árið eftir og longu tá varð skotið upp, at áleggja gjald fyri par­kering í miðbýnum. Men vit bíða framvegis eftir heimildini frá lands­ myndugleikunum. Óivað kundi allur trupul­ leikin viðvíkjandi fígging verðið loystur innan rímiliga tíð, um landsmyndugleikarnir góvu loyvi til eina par­kerings­ gjaldsskipan í býnum.